Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 99 — 22. desember 1979 UTA TAÐ | LEGG PAPPIRIO | KLIPP HORNIN | SAMAN | Av | | Teknn Fjósið | KLIP SØ HURÐ- BLYANT Lim NB SUM HER | ER VIST. JÓLAKORT. . 7 | SKRIVA INNAN í /, | SUM PRÝÐI ViT GERA SER WETTR- HBLORRA LE66 Honp TINA Á REYIT PAP? ÍR 06 TEKNAR EINA MØGVØ. LÍMR EITT SINDUR AV VAT? VPPA Ho kLiPP EINA RIÐVV 1 LEGG E/N HVÍTAN SERVIET) SIAM SoLE/D/S sTíK ; SERVÍETTÍN UPP £) TEKNA EYGU- 7 NÅS 06 MUNN. ViT GERA JØLRKURVAR : Tø skALT BRUKR: EITT VATN GLAS LITI PRPP/R LEGG SO HVANNI LIMA NÚ KURV (tvey ståg ) RUNDIN 6 SAMAN SAMAN - BRÚKA — p. . . So LÍTIÐ AV LÍMI | MIÐJUNI Sur) HØGUL/ET SET GLÆSIÐ | LEGG HONKINA 06 TEKNR. | TVEIR. ! RUNDINGAR KLÍPP RUNDING. ARNAR ÚT 06 KLIPP EISÍNI EINA BL TIL (7 i Lim PRPPIRID | ”7IAN Havragrynskulur 250 g av SMØRI 12 súpuskeiðir av KAKAO 500 g av HAVRAGRYNUM 212 dl av køldum KAFFI kanska eitt sindur av rommdropum Elt alt saman. Rulla til smáar kúlur og vend tær nakrar ferðir í sukri ella krúmmel. Piparmint — konfekt Tak ein EGGJAHVÍTA blanda florsukur í til tað er sum deiggj. Koyr eitt sindur av piparmint-dropum í — ' (ansa eftir, at tú ikki fært ov nógu i — umleið 20 1/2 teskeið). Rulla tað so til smáar kúlur og legg ein sjokoláta-knapp oman. LOYNIHELLIÐ eftir J. M. Neale Hermenn i 9. partur: Gróðrarblettinum Har var eingin inni. Har lógu amboðini, sum Pambo nýtti at flætta kurvar við, og greinar og sev- leggar og plantutægrur og ein hálvgjerd kurv við síðuna av máttuni, sum Pambo mundi hava sitið á, men har var einki at síggja, sum kundi vera illgruna- vert. Men alt tyktist benda á, at Pambo knappliga og óvart var givin við arbeiðinum. Herovastin helt, at hann mundi vera flýddur. Nú var vorðið myrkt. Pedo fór aftur í tjald sítt og fekk sær nátturða. Loysunarorðið, sum hann gav hermonnunum fyri náttina, var: >Hin yvirvunna kristnin!< Síðani grundaði hann leingi yvir, hverja leið hann skuldi taka sær fyri at koma á mál. Lands- hevdingin hevði lovað honum 500 drakmur og hverj- um av hermonnum hansara 50 drakmur, um teir fingu hendur á Basiliusi, deyðan ella livandi. Henda peningin vildi hann ógvuliga fegin hava hendur á. Um somu tíð sum herhevdingin byrjaði sínar kann- ingar í Zericah, stóðu flóttarfólkini uppi á tindinum og hugdu at sólsetrinum. Allastaðni valdaði ein djúpur friður. Báðumegin við stóðu tey hegu, brettu fjøllini. Lítið vóru tey vallað, og bert onkunstaðni sást tú eitt kryplað træ ella ein runn. Spakuliga setti sólin handan teir ødisligu tindarnar. Knappliga sá Filippus eitt fólk uppi á tindinum á tí sunnasta fjallinum. >Hyggið har!< rópti hann. Ein gamal maður kom spakuliga omaneftir getuni av tindinum yvir ímóti tí tindinum, har tey stóðu. Hann styðjaði seg við ein tjúkkan stav. Við hvert steðgaði hann á og leit seg íkring, eins og leitaði hann eftir onkrum. »Kenni eg rætt, so er hatta hin gamli einabúgvin Euthyfnius<, segði Jóhannes. >Tú sært ikki fólk, sum líkist honum. Hvussu man tað bera til, at hann er her um leiðir?“ „Ja, hverjum leitar hann eftir her?« helt móðurin. »Vit eiga at fara ímóti honum, helt Basilius. „Hver hatta so er, hann tykist vera ein tignarligur maður<. „Hatta er Euthymius!« rópti Jóhannes aftur. So fóru tey ell oman móti honum. „Guds friður veri við tykkum!< segði tann gamli, sum var farin at skunda sær, tá ið hann bar eygað við Basilius og tey. — »Eg havi leitað eftir tykkum, og tað er fyri tykkara skuld, at eg eri komin!« Framhald ——