Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 99 — 22. desember 1979 sosialurin Eg vaks upp í einum býi við opnari á og sílum fuglum og vassandi børnum og hvørja Olavsøku fleyt har hvitur båtur i huganum livur liturin sum eitt smil Men so førdi teir kloakkirnar útí og Havnin sum skal skina fjaldi lortin vid betong. Tå eg var barn gekk dansurin i eini hugnaligari lon. Hølid var skrytt av elskuligum målara og har dansadu lærlingar arbeiðsmenn servitrisur eitt listiligt lag tambadi veggirnar vid kærleika jalousi gledi og bardaga til ein dagin teir skræddu husini nidur Í dag eitt monstrum ein spekulasjónsborg og Havnin sum skal skína fjalir minnið um lonina við betong. Men hvar eg gangi andar fortíðin undir mínum fetum. Eg kenni strevið og sveittan av teimum, ið gróvu boraðu og bygdu. Tey gomlu húsini kenni eg við Tinganes laðingarnar bøkurnar eg lesi ei ei eg vildi krøkt meg sum eitt fostur uttan mammu fór alt undir betong. Eitt ár tíggju ár ja líka veit eg gloymskan vildi køvt mini minnir og barndóm og Havnina hevði eg gist sum fremmandamaður á ferð vildi leita aftur tann blett børnini trallandi runnu har eg kysti eina gentu í bláum turriklæði. Síða 9 Nei býráðsmenn politikarar handilsmenn byrokratar: tit kunnu oysa um tykkum við orðum rópa halleluja Havnin skal skína men her skal onki betong útyvir ! Ikki ætlaði eg at skriva um langommu men tað sum eg eri er ein trappa aftur til hana og hini gomlu farnu deyðu Tey búnaðust í einum býi sum fekk kai pakkhús og lyktasteyrar men samstundis stákaði hin gamla í urtagarðinum og hundrað ár seinni vaknaði eg ein morgun og í hennara træi sótu syngjandi fuglar himmalskir vekkarar og lótu góðan morgun góðan morgun Og nú um dagar til ein dogurða sita beistini: Fyrsta punkt -- nei! Næsta punkt — nei! Íbúðir gongubreyt og blómur — nei! Men sætta punkt Sicans og Heinesens hús niður við lortinum — samtykt! Rúkandi toftir býir strikadir av landakortinum men her í Havn ? Samtyktir uttan bumbur og brand pilka gomlu Havnina niður. Ein skrivstova av betongheilum ein teggja av „stemma uppá meg« dreingjum pilka Havnina niður. Nei latið Havnina skína stoytið betong á teir heilar ið vilja Havnina svína. Jóanes Nielsen. NOVOSIBIRISK OKTOBER 1979 tað krevst tú eigur tað tað hevst . kanska tú meinar tað vit stóðu bæði og mussaðust undir horninum vit elskaðu munnarnar, skýggini, býin, vit vitjaðu barrirnar, vit drukku vínið vit ótu matin, vit guldu prísin og vit gingu vit gingu tí vit vildu heim og vit vóru eina í tveyrúma íbúð áh, Guð, sum vit kystust — men hann er jú ikki til og vit, góða, dovnaðu í ævigari augongu har onki var lógfest ella lagt í fiskasøluis. eg elskaði teg í átta samfullar tímar eg var so helvitis kommunistur sum tú og eg var bert til vinstru tú vart dripin av Moskva sum hinir eg segði »tvætl« tú segði »ongin møguleiki«. Í dag liggur konan og barnagarðurin og vøggustovan og arbeiðsplássið og vertshúsið og gotan Í dag liggur Novosibirisk deytt Í dag liva fólk aðrastaðni sum tilbiðja Sovjet og harvið bakteriukriggsforslu summastaðni nevna hesi seg »kommunistar«. Guð gævi at Ovasta sovjettin smakkaði sítt egna helviti. Og í hålsfevning við Pentagon doyði út og saman við ollum samsintum hermonnum í ollum londum sameintum lat okkum fáa frið. BURTUR VIÐ OLLUM STÓRVELDISSINNAÐUM! Latum okkum liva lat tey doyggja, sum vilja framleiða deyðan Doyggi Sovjet. men vit sum elska sosialismuna kunnu ju i ovasta sojettinum góðtaka at alt er lygn. Tá at alt er lygn CIA. og jú fleiri bakteriur Novosibirisk framleiðir til mannaættarinnar besta og jú fleiri sleppa út jú fleiri svíkjarar skulu steingjast inni í Prag. Demokrati eitur fólkaveldi tað vilja teir sláast fyri við neutrongass atomdeyða bakterium og trotyl men við vanligum meiriluta ætli eg at viðtaka einsamallur at Ovasta Sovjettin átti at smakkað fyrsta bakteriubommið um so Bresjneff doyr so hava vit onkran annan fana sum kann stýra ti »neyduga« Gud gævi at Gud var til so kundi hann bumbad bakteriulogisku skrivstovuna hjå sinum heilaga landi við deiligum elskadum bakterium Åh, sum vit eru komin langt fram i teknikki Gud, tu ert so guð náði meg óneyðugur vit kunnu drepa okkum sjálvi einsamolli frelsuni livi grindabýtið hin einasta foroyska kommunisman sum kann sleppa undan moskva og damslikkartinum. Viva la guerre — tora teir enn? eg tori ikki! Livi deyðin. ; kåri p.