Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 99 — 22. desember 1979 RIKARD LONG — tann fjølbroytti humanisturin Við verkinum KVEIKT OG KANNAÐ er tað skaldsliga, málsliga og bókmentaliga tilfar, ið liggur eftir Rikard Long, á fyrsta sinni útkomið í bók. VIÐ BÓKINI KVEIKT OG KANNAÐ, sum kom í bóka- búðirnar nú beint fyri jól, er tað skaldsliga, málsliga og bókmentaliga tilfarið, ið liggur eftir Rikard Long, á fyrsta sinni komið út — savnað og skipað í bók. RIKARD LONG (1889—1977) yrkti nakrar av teimum fín- astu natúr- og kærleiksyrkingunum í føroyskum skald- skapi. Sum kritikari fjålgadi hann meira enn nakar annar um teir spírar, sum nældu í Føroyum í fyrra helm- ingi av hesi øld. Sum målfrødingur helt hann, at mål- læran átti at vera málsins hjartaslátti lýðin. Undir øllum virki hansara búði ein ótroyttiligur hugur til at edla tað einstaka menniskjað. KVEIKT OG KANNAÐ, eitt úrval av yrkingum, ummæl- um, greinum og umsetingum, er ein varði yvir Rikards trífalda virki í føroyskum mentunarlívi. Í innganginum til bókina skrivar Hanus Andreassen um yrkjaran, bók- mentaliga kveikjaran og målfrødingin Rikard Long, um tíðina, hann virkaði í, og um frændur hansara í europe- iskum bókmentum. TAÐ VAR yrkjarin og rithevundurin Magnus Dam Jacobsen, ið fekk hugskotið til hetta forvitnisliga verk. Ætlanin var, at Magnus skuldi hava prent, forlags- arbeiði og figgjarvidurskifti um hendur, meðan Hanus Andreassen skuldi savna og skipa tilfarið. Men Magnus doyði á sumri 1978 og kom tíverri ikki at síggja fruktir- nar av hesum tiltaki, sum hann tók fyrsta stigið til. Eftir at hava sæð handritið, játtaði FØROYA SKÚLABÓKA- GRUNNUR so at geva bókina út. SUM RÁÐGEVARA viðvíkjandi øllum tættum av hesum verki hevur Hanus havt rithøvundin og umsetaran Ebbu Hentze. Úrvalið hava Hanus og Ebba gjørt í felag. SOSTATT ER tað nú gjørligt at ogna sær allar yrkingar- nar hjá Rikard Long, allar hansara bókmentaligu greinir (um m.a. J.H.O. Djurhuus, H.A. Djurhuus, Jóannes Patursson og Chr. Matras), hansara mest týðandi máls- ligu greinir og ein stóran part av hansara týðingum, m.a. tær eftir Ludvig Holberg, Hjalmar Søderberg og Asbjørnsen og Moe. Eins og Rikard var fjølbroyttur, er bókin tað eisini: tú hittir í henni tað viðkvæma skaidid, tann speiska polemikaran, tann fjálgandi inspiratorin. Í BÓKIN! er ein hópur av fotomyndum. Ein part av teim- um hevur Rikard Long — ið var ein dúgligur og kønur amatørfotografur — sjálvur tikið. Umframt tað er bókin skrýdd við tekningum og vignettum eftir William Heine- san, Bárð Jåkupsson og Valdemar Dalsgarð. NIÐANFYRISTANDANDI BROT eru ætlað at geva eina mynd av tí forkunnuga innihaldinum í bókini. Várvísa (1916) Kom, set teg niður, hjarta mítt, hygg, her er grasið longu sítt, í dag er logn og summarlýtt. Av vætu bert eitt lítið slett, eitt várlætt fleyr við sævarklett; sum tjørnin er við sóljum sett! Men mjørki út um hav og alt, alt gamalt burt í dreymi fjalt — á, hann ið kundi dreymin valt! Kom, set teg higar tætt til mín — ell sælan, ið er her, er tín — nei, sum tín hond er ung og fin! Men tíni eygu orskublá eg tori ei at líta á: tað er sum eg í bládýp sá! Hygg, landið bert ein lind við strond, ein vón um ung og fogur lond — nei, glæman undir mjørkarond! skrivandi partin av fólkin- SE Vætan Og vætan kom. Ut yvir alt, id grør, seg lykkumjørkin fjålgt um landid smoygdi, teir flågvu dropar brustu tungt á jorð, hvert strá, hver urt seg móti teimum toygdi. (1916) Og lógvin læt til lógu um fjallatrom, og alt, ið livdi, skalv í hvørji lykkju og heiður bar tí velduga, ið kom á nátt til turru jorð við tostadrykki. Tí náttin kom við veldi og við vekt og alt á fold í fragd inn at sær kroysti, hvert krúp til jarðar neig í bon og spekt, himin brast, og regnið niður oysti. Í fossi leki drap á dimmu nátt, hver á rann stór, og vætan dreiv í reynum, og ort kom gróðrartyngd á grasið vátt, og toka reis úr brekkunum og heygnum. Tá kendi eg so evurlítlan meg og vildi burtur meg í smædni krógva, øll vitska svann — ti fram við vátum veg' á lýggju nátt eg hoyrdi grasið gróguva. Í orsku gekk eg, gloymdi hoyrt og frætt, mín sál var fragd, mín hugur einans sæla, og dult eg kendi meg við teir í ætt, ið fjart í stormi hoyrdu Harran tala. Men undir ælaboga vætan svann, og eftir vátu nátt kom fagur morgun, og bjart í sólarglæmu doggin brann sum tár, id glógva eftir farnum sorgum. Og sólin brendi heitt á vátan svørd, hver fuglur læt, ell foldin sang í kæti; úr toku reis ein ny og føgur jorð í tokk til alt, á fold av himni latið. Rikard Long, Jógvan við Brunn úr Nólsoy, Venzel Andreassen av Velbastað, Niels Pauli av Steinum av Velbastað, Jógvan Clementsen á Dunga úr Syðradali (á Kallsoynni), Luther Viderø úr Skálavík Málið »Føroyingar drivu sjógvin; — teir, sum mest drivu å, kundu fåa eina stóra drift; driva kom at verða sagt um so mangt annað: dríva keypskap, politikk, dríva sítt spæl 0.s.fr. So var tað onkur málreinsunarmaður, ið varnaðist, at íslendingar nú á degum vilja lítið og onki vita av orðinum dríva og tí sum hekk uppi í tí, og tað ótrúliga hendi: upp á rættiliga stutta tíð hevur tað eydnast at fáa tann um at trúgva, at danir hava uppfunnið hetta dríva og tí á bláman við tí. Nú skal alt rekast, bæði handil og sjógv og enntá jarðarbrúk. Sum var tað ikki nóg mikið sum fyrr at reka grind og seyð og neyt og dunnur o.a.m. Frá at vera lýst í orðatakinum: hundar reka annans er- indi, hevur reka nú beint fyri dríva og hevur sett seg í heidurssessin«. »afrette er m.a. lýst: hølva saman (t.d. fjalir til gólv). Hví ikki siga sum sagt hevur verið higartil avrætta, t.e. at helva ann- an kantin slættan og í vinkni við flatan. Annað orð, ið sum skjótast eigur at vera útihýst, men sum bæði ljédar í útvarpi og lesist í orðabókunum 1961 og 1967, er avrætta fyri danskt henrette. Danska orðið henrette er í sjálvum sær eitt lámorð, klombrut gjert eftir týska orðinum hinrichten, ið upprunaliga týðir døma hagar c: hidani, t.v.s. at avlivast, og so seinni fær týdningin at út- inna henda dómin. Avrætta í týdninginum útinna deyðsdómin er so púra låturligt«. (úr ummæli av Donsk- føroysk orðabók eftir Johannes av Skarði) Málið »Um kolsýru verður sagt, at tað er eitt loftslag. Hetta er so heilt 6før- oyskt. Fyri tað, um íslend- ingar enn anda inn loft, og fuglar har flúgva í loftin- um, so áttu vit feroyingar at verið fegnir við, at vit her um tvey so ymisk ting sum luft og loft nýta tvey ymisk orð, vit anda luft, fuglar flúgva í luftini, og sólin stendur á luftini, men vit kasta nakað upp í loft, vit hava loft í húsum, í bergi o.s.fr. Hvat høvdu fornir sagt, um teir høvdu hoyrt onkran tikið til, at „her er so tungt loft inni«, ella: »lat vindeygað upp, so vit fáa feskt loft inna.“ »Å næstu síðu hefti eg meg við hesa målbering« »Kertilkyknurnar gera flot av ymiskum slagi.« Eg veit væl, at onkur hevur fyrr nýtt orðið flot um tað, sum hverki er fast ella luftkent, men vátt, tað sum á donskum kall- ast vædske, á týskum Flússigkeit og á enskum fluid ella liquor. Tá ið mær ikki dámar at nýta orðið flot í hesari merking, er tað mest tí, vit í dagligari talu nýta tað um tey flot, sum halda veiðireiðskapi ' uppi í sjónum, og fyri tann, sum hugsar um tær trolarakúlur, = tundurflot ella kíkar, sum til ymsar tíðir her hava verið nýtt, er tað eitt sindur uttanhanda at lesa t.d.: »Ovast úr væl- indinum og niður í garnar- endan eru undir slímhinn- uni allan sodningarvegin slættir innvølisvøddar, sum kroysta hin sodnandi matin vegin fram, elta hann saman við slími og flotum, sum koma úr ótelj- andi sterri og smærri kertlum«. Tað skuldi ikki undrað meg, um onkur, ið lesur hetta, sigur fyri seg sjálvan: >Tað mugu vera kertlar!« (úr ummæli av Manna- kroppinum eftir H.D. Joensen)