leygardagur 22. desember 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 22. desember 1979
M. A. Jacobsen og Rikard Long
... Teir, sum royna at fáa
tað, sum býlgist í euro-
peiskum mentunarlívi,
at rína við í Feroyum,
eru fáir og spjaddir.
Rasmus Rasmussen
gevur í 1909 út skald-
seguna Bábilstornið, har
ættarbregðið verður við-
gjørt nakað á sama hátt
sum hjá Herman Bang
og Thomas Mann. Krist-
in í Geil greiðir í 1899 í
Fuglaframa í hvessum
polemiskum greinum frá
tí stóru lock-outini í
Danmark sama árið.
Hann verður seinni blað-
stjóri á Feroya einasta
radikala sosialistiska
blað, Tingakrossi, og
tann fyrsti til at yrkja
arbeiðarasangir á fer-
oyskum.
Triði undangongu-
maðurin er J.H.O. Djur-
huus, sum ár 1901 letur
sína fyrstu yrking, >Blíð
er summarnátt á Feroya-
landi«, prenta. Tað
frættist skjótt millum
føroyingar = í Keyp-
mannahavn, at millum
teirra er ein drongur,
sum yrkir yrkingar, ikki
sangir, sum hevur klass-
iskt grikskan og nýggj-
ari europeiskan skald-
skap sum fyrimynd, og
sum sostatt er við at
ringja inn eitt nýtt tíðar-
skeið í føroyskum skald-
skapi. Ein av teimum,
sum á fundum og sam-
komum fyrst í hesi eld
hoyrir henda unga yrkj-
aran bera fram sínar yrk-
ingar, sum situr undir
hverjum orði og leggur
Kafeið
sær tey betur í geyma
enn nakar av hinum, er
tann ungi havnardrong-
urin Rikard Long. Tá ið
so samkoman er liðug
ella veitslan er av, fer
hann heim á sítt kamar.
Á borðinum liggur ein
bók. Hon liggur opin og
er ikki sert slitin av at
vera nógv lisin. Hon
eitur Gitarr och draghar-
monika. Hann hyggur í
hana, lesur og brosar.
Hann hevur ansað eftir,
at hesin nýggi yrkjarin
og hann hava ein felags
skaldsligan frænda. Tað
er svenskarin Gustaf
Frøding.
Rikard Sigmund Long
var feddur tann 23. jan-
uar 1889. Móðir hansara
æt Svanhilda Pálsson og
var ættað sunnan úr
Vági. Pápin, Georg
Long, var prentari.
Hann var feddur í Keyp-
mannahavn í 1857 og
var av íslendskari ætt.
Hann kom til Feroya 23
ára gamal, t.e. umleið
1880, og var stjóri fyri
Fære Amtstidendes
Trykkeri til 1917. Hann
hevði stóran áhuga fyri
sjónleiki, var sjálvur
sjónleikari og luttók í ar-
beiðinum fyri at fáa eitt
sjónleikarhús í Havn.
Hann var eisini violin-
spælari og stovnaði
saman við Georg
Hansen, Traber lærara
og Dia við Stein Feroya
fyrstu strúkikvartett.
Rikard Long fór til
Keypmannahavnar i
1905. Hann tók stu-
sosialurin
Síða 11
dentsprógv í 1907 og
cand. phil. í 1909. Síðani
las hann fyrst lækna-
freði og so mál á lærda
háskúlanum í Keyp-
mannahavn. Hugsa vit
okkum, at stuttsegan,
hann skrivaði í 1917 og
læt prenta í Varðanum
10 ár seinni, fyri ein part
er sjálvsævisega — og
tað er nógv, sum bendir
á tað —, so var hetta
tíðin, »tå ein var ungur
og gekk í ersku, dusaði
seg burtur í dáðloysi og
dreym, í tær fjetrandi
kenslur, ið eru har ið
menniskju eru í tyrpandi
troka«, og somuleiðis
tann tíðin, „tá ið teir
sótu her (á kafénum) vin-
menninir, kveld eftir
kveld, meðan bekurnar
lógu víðopnar har heima,
sjáldan vísandi á annað
enn tey somu blað...“
Alt, sum Rikard Long
seinni hevur yrkt og
skrivað, vísir, at hann
longu hesi árini hevur
ognað sær ta kontinen-
talu kálvfeði, sum
J.H.O. Djurhuus eisini
hevði, men sum í stóran
mun treyt millum skriv-
andi og yrkjandi feroy-
ingar. Umframt at »dusa
seg burtur í dáðloysi og
dreym« hevur hann hesi
árini lisið og kannað
Gustaf Frøding, Edgar
Allan Poe, Ludvig Hol-
berg, Rudyard Kipling,
Jack London og kanska
eisini Baudelaire og teir
fronsku symbolistarnar.
At hann hesa tíðina
gjella hevur lisið
svenska rithevundin
Hjalmar Søderberg, er
lítil ivi um. Hansara
fyrsta umseting eftir
Søderberg, umsetingin
av En herreles hund úr
Historietter, er gjerd í
1913. Somuleiðis vita
vit, at hann hevur lisið
persiska yrkjaran Omar
Khajjam í tí víðagitnu
umyrkingini eftir bretan
Edward Fitzgerald.
Hansara týðing av 6
rubaijat er fest á blað í
1914...
(úr Innganginum)
… Haraldur Sveinsson var steðgaður á. Hann stóð uttan fyri kafeið, hansara ungdóms
kafe við teim bogaðu vindeygum. Ljósið trongdi vermandi og gulligt út igjøgnum tær
tættu gardinur, musikkurin hoyrdist gjella útum, hann læði og lokkaði í djúpum og hit-
andi ljómi, í einum lagi, ið var allegro og stakkato og sansahitandi lætt. Hann kendi ikki
ljómin; tað var ein av teim nýggju og modernaðu, frá Týskalandi ella Amerika, ein av
teim, ið ganga sigursgongd um verøldina í fylgi við maskinum, blámannadansi og
teknikk.
Hann læt upp hurðina og fór innar. Gangurin skolaði honum ímóti í forstovuni, ein
rennisjógvur av musikki og mannamáli, ringlan av borðiskum, látur og prát. Hann fór
innar í rúmið, og hitin læsti seg um hann, tungur og kevandi, ein skaddi av tubbaksroyki
og kvalari luft. Tað var seint á kveldi og stúvandi fult. Hann skákaði sær fram ímillum
borðini, andlit kveittu upp ímóti honum, reyð og glógvandi mansandlit, læandi kvinnu-
andlit, bleik og fregnandi andlit, eyguni virðisettu hann, drógu seg undan ella hugdu at
honum kaldliga og eins og uttan at síggja, eins og kveittu tey upp bert av óvart, uttan
fyri at njósnast. Hann kendi seg orna allan sum hann var, hitin, gangurin, ell hesi fólkini,
hetta knappliga skiftið frá kuldanum og einseminum har fyriuttan, alt hetta setti honum
fyri hjartað og dreiv honum blóðið út í hina minstu æðr...
(úr stuttseguni Kafeið)
Bókmentirnar
... Men hevði føroyskur skaldskapur leingi staðið í stað og skýggjað nýggjar ræsur, so
fór nú at líða skjótt eftir, tá ið fyrst gongd var komið á. Og tá ið J.H.O. Djurhuus í
oktober 1901 hevði sína fyrstu yrking fram á prent í Tingakrossi, ornaði mangur
føroyingur um hjartað. Her var skaldskapur — ikki sum vant orð borin av einum téna-
lagi, men orð, ið bóru seg sjálv í einum fríum, reinum kynstri, goymandi mið sítt í
sjálvum sær: ein roynd uppá at byggja ljóðsterk, tónandi orð upp um hugstórar
myndir til eina ljómandi heild, á somu tíð talandi til huga og oyra.
Her var gjella ein nýggjur tóni, eitt nýtt ljóðlag (rytma), liðiligt og treystligt á
somu tí, skiftandi frá erindi til erindi og endandi við hinum forna grikska heksa-
metrinum — hesum ljóðlagi, á somu tíð einfalt sum sterkt og háborið, men so vanda-
ligt í nýtslu, at ikki yrkist í heksametri á ellum málum.
Ein kann hugsa sær hetta unga skaldið — blóðheitur og áræðin — nýsloppin úr
skúlanum, hvussu tað hevur kitlað honum í grip eftir at royna at prógva, at feroyskt
mál var teirra millum, sum væl hóska til at verða borin fram í heksametri. Og væl er
prógvið fert:
genta, hví er tað sárt at síggja vónirnar doyggja?
hví gráta vetrarstormarnir vilt yvir summarið lidna?
eydnan frá jerð fór burtur, við skuggastrendur hon svevur,
um tú hana vilt ná, so mást tú yvir um ánna,
sekkja gleði og sorg í tí gloymskugevandi bylgju,
tá er eydnan tær vís og varar um aldur og ævir.
Tað er tó ikki einans ljóðlagið her, ið tikið er úr grikskum, eisini myndirnar miða
aftur í forngrikska hugsan og lívssjón, hana sum hin ungi J.H.O. Djurhuus við opnum
sinni læt koma til sín, og sum hann aldri síðan hevur mist.
Í Búreisingi komu so hansara næstu yrkingar, fyrst Ódn, hetta málmdrigna
ungdóms-preludium yvir litilleika menniskjans yvir fyri teim alt sundur sorlandi
náttúrukraftum, síðan Vetrarljóð, Eitt føroyskt kveld, Veitslan liðug o.a. Tad er nú
lætt at ávísa eitthvert ungdómsligt í uppbygging ella mynd í hesum J.H.O. Ds fyrstu
yrkingum — sum heild má ein siga tær vera merkiliga búnar av at vera fyrsta greði
skalisins, og óivað fagnar ungdómurin nú tær eins væl og ungdómurin tå og kennir
seg hugtiknan av teirra treysta frískleika og kraftfullu myndum ...
(úr grein um J.H.O. Djurhuus)
Niðri við Tjaldrið í Keypmannahavn. Rikard Long og J. H. O. Djurhuus
… Hann man hava flent
dúgliga at sær sjálvum
sum tann, ið skuldi kenna
studentunum ervitisskap-
in metafysikk, hann man
eisini hava stuttleikað sær
yvir teir spronglærdu álv-
arsmenninar, ið vóru
starvsbreður hansara á
universitetinum, stutt-
leikað sær fyrst, til tann
tómleiki og sjálvgóðska,
tað heilastirvna og trong-
skygni, sum sermerkti
kensluna har, gekk honum
ov nær, at hann mátti
rista alt hetta av sær við
spottandi látri.
Skaldskap hevði hann
ikki fingist við. Men nú
hann var vorðin professari
í latínskum bókmentum,
fór hann at umseta Juven-
als sætta spottkvæði, sum
hann gevur til yvirskrift:
»Poeten raader sin gamle
Ven, Jens Larsen, fra at
gifte sig«. Henda litla um-
seting elvir honum til
sjålvur at royna seg, og
hann yrkir tað fyrsta stóra
danska spottkvæði, sítt
fyrsta bragd, skemti-
kvæðið Peder Paars.
Her verða teir ikki
spardir, allir teir innan-
tómu, teir uppblástu, teir
kúgandi og kávandi,
prestar, hermenn og
dómarar, fákunnir borg-
arar, bøndur og fiskimenn
og ikki minst teir lærdu
harrarnir, her berjir hann
býttleikan og fákunnuna
hjá hegum og lágum. Fólk
flest skiltu væl ikki annað
enn tað, sum var at flenna
at í kvæðinum — ta álvar-
somu ætlan, ið lá aftur
undir orðunum, var tíðin
ikki búgvin til, men øll
fingu nóg mikið um at
vera við at gita, hvenn
Holberg mundi hava sipað
til við hasum og hesum.
Hetta kvæði elvdi honum
nógvar óvinir og gjørdi
hann varnari í framtíðini...
(úr grein um
Ludvig Holberg)
... Sum Aristofanes í Ath-
en fyri 2400 árum síðan
læt spott sítt regna niður
yvir teir, sum eftir hans-
ara hugsan brutu niður
gamlan sið og gamlan
hugsunarhátt, vildi Poul
F. draga fram í ljósið teir,
sum látast at vera eðrvísi,
enn botnurin er í teimum,
sum snulta uppi á tí, sum
fólkið metir reint og heil-
agt, húklararnar, sum
hann kallar teir. Hann er
mangan beinrakin og rám-
andi, og nógvar av hesum
spottmyndum eru meist-
arligar, men tá ið hann í
sínum ivri meira enn eina
ferð flytur spott sítt frá
húklarunum yvir á dýrd-
ina, teir snulta upp á, og
t.d. kann meta kristin-
dómin javnt við trúgv á
Baal og Molok ella fetisch-
ar, so kann ikki vera eðr-
vísi enn at onkur her á
landi spennir seg upp
ímóti. Harðskapur elur
fíggindaskap, og fíggindar
fekk Poul F. Um hann
nýtti herð orð og ofta
grovligar myndir, hann
segði sínar atfinningar
bart út — atfinningarnar
at honum vóru bornar
manna millum meira í
loyndum, men bitu ikki
minni fast. Tað lítla sam-
felagið roynist mangan
honum trongt, sum í sær
ber iva, um alt nú er ella
eigur at vera júst soleiðis,
vera í tí formi, sum tað er
stívnað í har um leið ...
(úr fyrilestri um Poul F.
Joensen)