Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 1979síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 sosialurin Nr. 99 — 22. desember 1979 30 ár sum útróðrarmaður: Tað var nógv meira fiskur tá — Tað var nógv meira fiskur, tá eg byrjaði at rógva út fyri 30 árum síðani. Hóast umstød- urnar í dag eru mun- andi betri bæði hvat viðvíkur útgerð og agni, so fingu vit um- leið helvtina meira av fiski uppá línuna tá. Soleiðis sigur tann 58 ára gamli tverámaðurin, Dán- jal Jákup Jensen, sum hevur verið á sjónum alt sítt lív — og bert hend- ingaferð arbeitt á landi fyri løn. Tað gongur ikki dagur, at vit ikki síggja umredd tí blødum fólk, feløg og stovnar, sum hava ein- hvenn merkisdag. Sosialurin hitti í farna mánað Dánjal Jákup Jen- sen á máli. Tað eru í ár 30 ár síðani, at hann keypti sín fyrsta útróðrarbát og fór at rógva út av Tver- oyri. Ikki gjerdi Dánjal Jákup nógv hóvasták burtur úr hesum merkisár- inum, men vit fingu eitt hugnaligt prát afturvið einum kaffimunni. Við Galatheu 14 ára gamal Tað var í árinum 1949. Dánjal Jákup var bert 28 ára gamal og hevði brenn- andi hug til sjógvin. Hann var vorðin sjúkur, men var nú so dánt komin fyri seg aftur. Dánjal Jákup greiðir sjálvur frá: — Eg fór longu til sjós sum 14 ára gamal. Fyrst við sluppini Galatheu. Tey fyrstu árini frá 1936 til 1939 var eg fiskari. Í 1940 fór kokkurin til tuberkla- kanningar í Hoydelum, og tað vísti seg at hann var sjúkur. Nú fór eg so við aftur Galatheu — hesaferð sum kokkur. Eftir hesi fyrstu árini á sjónum varð Dánjal Jákup greiður yvir eitt: at hansara framtíð var á sjó- num. Men alt skuldi ikki ganga heilt sum ætlað. Fekk smittuna Eftir at hava verið við gamla Leivi Øssursyni og við Rankanum bæði undir Íslandi og eystanfyri, var hann í 1948 noyddur at fara í land í Vestmanna- oyggjunum. — Hetta var menu- bresturin, sigur Dånjal Jákup. Eg fekk smittuna og mátti tí fara í land, og úr Vestmannaoyggjunum fór eg til Feroya. — Eg kom tíanbetur so dánt yvir sjúkuna. Hugur- in til fisk var framvegis góður. Meðan eg var til sjós, hevði eg havt eitt serliga opið eyga fyri heimaútróðrinum, og tað skuldi tíðin so fara at vísa. Sjógvurin dróg meira og meira. Ta fyrstu tíðina var Dánjal Jákup út at rógva við gamla Eliasen. Teir royndu við kalvalínu. Keypti bát — Hetta smittaði, sigur hann víðari. Fepurin kom á meg, og meðan eg var staddur í Klaksvík og sá allar bátarnar liggja har, spurdi eg meg fyri, um teir vóru til selu, og hvat teir kostaðu. Úrslitið varð, at Dánjal Jákup Jensen keypti sín fyrsta bát. Hesa letuna minnist hann serstakliga væl og greiðir soleiðis frá: — Tað var ein 12 tons- ari, og hann kostaði 15.000 kr. Tað var áhald- andi ódnarveður í 14 dagar, og eg slapp ikki til Suðriar. Tá eg so tók olju frá Jens Klæmint Isaksen og skuldi halda leiðina til Tveroyrar, segði hann við meg: — Dånjal Jákup, nú selja klaksvíkingar bátar- nar, men sanniliga, eina- ferð vilja teir keypa bátar- nar aftur. Lít á míni orð. Tað skuldi eisini vísa seg at vera rætt. Tí seinni keyptu klaksvíkingar fleiri av bátunum aftur. Brimnes Dánjal Jákup hevði sín fyrsta bát, Hóp, til 1957. Hann seldi tá bátin til Toftir. Hesin báturin sakk fyri fimm árum síðani. Í 1957 keypti Dánjal sín núverandi deksbát, tað er tann snotuligi 18 tonsarin, Brimnes, ið kostaði 28.000 krónur. Hesi seinnu árini hevur báturin fingið fleiri umvælingar. Hann hevur fingið nýggjan motor, nýtt stýrhús, nýggjar oljutangar og línuspæl og fimm oljutrýstsnellur ísettar. Alt í alt hevur hetta kostað nakrar hundraðtúsund krónur. Lína og snella Dánjal Jákup hevur øll síni ár róð út av Tveroyri. Um veturin róði hann út við toskalínu og við kalva- línu um summarið. Hesi seinastu 10 árini hevur hann eisini roynt við snellu á Norðhavinum frá mars til apríl og annars um summarið, tá megu- leiki var at fáa nakað av upsa. Dánjal Jákup heldur fyri, at tað er minni fiskur at fáa í dag, enn tað var fyri 30 árum síðani. Tá brúkti ein ofta trý stykki av línu og fekk um 150 pund uppá stampin. Í dag brúkar ein fýra til fimm stykki og liggur tað um 100 pund uppá stampin. Kemur og fer Tað er annars ógvuliga upp og niður ár frá ári. 1977 var eitt gott ár við línu. Tá lógu menn millum 150 og 200 pund uppá stampin. Hetta var hýsa og roynt varð heilt inni á grunninum. Í dag er hýsan burtur. Sjálvur heldur Dånjal Jákup, at tað er ringt at siga nakað um orsekina til at hýsan er burtur nú, tí hon hevur verið burtur fyrr og er komin aftur. Tað er einki ávíst tíðar- skeið ímillum, tá hýsan kemur og fer. 1969 var eitt gott hýsu- ár. Men árið eftir var hýs- an vekk. Tað var um tað mundið, at markið varð flutt út á 12 fjórðingar. Fleiri bóru ótta fyri, at markið var orsøkin til, at hýsan var horvin. — Eg ivist tó í, at nakar veit við vissu, hví hýsan kemur og fer, eiheldur fiskifreðing- arnir, leggur Dánjal Ják- up afturat. Góvu bretum skuldina — men! — Sum heild er fiskiskap- urin minkaður. Fyrr fingu bretar skuldina, men eg haldi ikki tað hevur víst seg at bata nógv, nú teir eru heilt burtur, sigur hann víðari. Tað er har- afturímóti onkur, sum heldur, at tað var fult so gott, at bretar lógu við sínum stóru bobbens og gróvu botnin upp og knústu skeljar, sum fisk- urin síðani savnaðist um. Hvat viðvíkur upsa- fiskiskapinum, so hevur hann heilt miseydnast í ár. Vanligt hevur verið at sagt, at tað er sum at fara út í hjallin, tá tvøråmenn fyrr royndu eftir upsa eystur úr Tveráfirði. Gevst ikki Tað eru teir, sum meina, at síðani føroysku trol- skipini mistu Ísland og aðrar leiðir at fiska á, og hava lagt seg á okkara egnu leiðir, er blivið minni til av upsa enn fyrr til snelluna. Spurdur um hann ætlar at gevast við útróðrinum skjótt, sigur Dánjal Ják- up, at hann plagdi at siga við seg sjálvan, at hann skuldi »hanga« i, til hann hevði róð út í 30 ár. Tað er so farið, men kortini fari eg at royna nakað enn. — Nú eigi eg bátin og hóast tað kann vera trup- ult at fáa fólk við sær, so havi eg fingið oljutrýst- snellur, og tá ber til at fara út einsamallur. fy f[fDQ AI Misnøgdur vid Råfiskagrunnin: Flakavirkini skuldu goldið pris og studning beinleiðis Dánjal Jákup Jensen er ónegdur við skipanina við Ráfiskagrunninum. Hann sigur, at í dag fáa flaka- arbeiðsfólkini útgoldið lenina beinleiis frá flaka- virkjunum, meðan útróð- rarmenn harafturímóti fáa sína úrteku slongda bæði seint og tíðliga. — Utróðrarmaðurin er hann, sum fyrst má út í arbeiði at skaffa ráveru úr havinum til flakavirkini at arbeiða. Og hann er tann samfelagsborgari, sum verður goldin seinast. — Eg haldi, at bæði studningurin og prísurin skuldi verið goldin sam- stundis frá flakavirkjun- um. So kundu flakavirkini fingið studningin aftur frá landinum, ístaðin fyri, at tað eru vit, sum skulu bíða.