leygardagur 22. desember 1979síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
Nr. 99 — 22. desember 1979
sosialurin
Sida 15
Føroyski útróðrarmaðurin við sviðið soð:
Keyparin setti prisin á fiski
sum honum listi
Tað eru skjótt 20 ár
síðani, at feroyskir
útróðrarmenn av álv-
ara fóru at gera vart
við, at teir ynsktu
fastar fiskaprísir um
alt landið. Tað var við
stríð og strev, at út-
róðrarfelsgini kring
landið — tey vóru fá í
tali tá — fingu gjert
síni krev galdandi: AT
FÁA EIN FASTAN
FISKAPRÍS FYRI
ALLAR FØROYAR.
Hetta var eitt sjálvsagt
krav, tí staðan upp til
fyrst í 60-árunum var
tannat tað eina og
aleina vóru fiskakeypar-
arnir, sum settu prísin.
Hesin tilvildarligi keyps-
hátturin gjerdi, at prís-
irnir vóru ymiskir á
teimum ymsu
plássunum. Meðan ein
prísur var galdandi á
Tveroyri, var ein heilt
annar prísur galdandi í
Klaksvík fyri júst sama
fisk.
Dánjal Jákup Jensen
var ein teirra, sum
stríddist fyri at fáa
fastan prís um alt landið.
Hann var tá formaður í
Froðbiar Sóknar Útróð-
rarfelag og róði sjálvur
út við Brimnes.
Lægst á Tveroyri
Dánjal Jákup greiðir frá,
at útróðrarmenn vóru
sera ónegdir við prísir-
nar, sum vóru galdandi
fyrst í 60-årunum, og
teir komu tí ofta saman
at tosa um, hvat kundi
gerast við hetta álvars-
mál. Tankar = vóru
frammi um, at fáa eina
ella aðra prisnevnd.
Endamálið við hesum
var at beta um ta ógvu-
liga keðiligu steðu, sum
útróðrarmenn vóru í, sig-
ur Dánjal Jákup víðari.
— Líka frá tí at eg keypti
Hóp í 1949 avreiddi eg á
Tveroyri fyri 10 til 15
oyru minni pr. kilo enn
bátarnir, sum avreiddu í
Klaksvík. Flestu pláss
hevdu ymsar prísir. Í
Vági fingu vit nekur
oyru meira enn á Tver-
oyri, og eg avreiddi eisini
tveir vetrar í Vági.
Tað var serliga í
Klaksvík, at rættiliga
nógv varð gjert vart við
teir órættvísu prísirnar.
Fyrst í 60-unum bleiv
prísurin á saltfiski tví-
faldaður, og útróðrar-
menninir kravdu tí at
fáa meira fyri fiskin.
Kjelbro bjóðaði nakað
meira, men útróðrar-
menninir segdu tað vera
ov lítið.
Tað var tá, at Hákun
Djurhuus, táverandi løg-
maður í sjálvsstýris-
landsstýrinum kom uppí
og utnevndi ein gerðar-
rætt. Ætlanin var at selj-
ararnir skuldi velja ein
mann og keypararnir ein
mann og landsstýrið
triðja mannin í
gerðarrættinum. Keyp-
ararnir kravdu nú at fáa
tveir mans, og tað fingu
bæði teir og seljararnir,
meðan landsstýrið setti
formannin, sum var
Bjarni Niclasen.
Vaktur á nátt
Dánjal greiðir soleðis
frá: — Tað var fyrst og
fremst Fritz Olsen, for-
maður í Klaksvíkar Út-
róðrarfelag, sum kom at
hava eitt avgerandi orð
at siga, tí hann var ein
av undangongumonnun-
um har norðuri. Við tað
at skrivarin í Froðbiar
Sóknar Útróðrarfelag
var í Havn og fygldi við
tí sum hendi, fekk eg
bráddliga snarboð á nátt
um at koma til Havnar
alt fyri eitt, tí okkurt fór
at henda.
Eg fór avstað tíðliga
næsta morgun, og vit
mettust í Havn. Har
settu vit fyri fyrstu ferð
fastan prís. Her var bert
talan um tosk og hýsu.
Prísurin á toski varð 87
oyru og fyri hýsu nakað
minni.
Hóast hesa prísáset-
ing, so var langt eftir á
mál. Tí eingin lóg gav
nekrum heimild til at
krevja ein ávísan prís frá
keyparunum.
Prisnevnd vald
fyri fyrstu ferð
Í 1964 varð so ein rá-
fiskaprisåsetingarnevnd
vald. Hon virkadi til
1975, tå heildarloysnin
kom.
Henda nevnd var eitt
veldugt stig framá,
hóast teir menn, sum
keyptu fisk frá okkum
har suðuri, vóru teir
ringastu til at geva ein
hampuligan prís, sigur
Dánjal. Í Klaksvík var
spurningurin eðrvísi.
Har vóru tað Dávur og
Kjelbro, sum keyptu.
Teir vóru misnegdir við
prísirnar, tí teir hildu
teir vera ov hegar. Men
teir keyptu kortini fiskin
fyri tann ásetta prísin.
Í 1968 hendi tað, at
keypararnir avgjørdu at
gevast við at keypa fisx.
Hetta hendi eftir, at
Karten Rasmussen kom
í nevndina. Hann hevði
savnað tilfar um prísir
o.a. og lýsti fiskaprisin
eftir hesum. Tað var sum
„morð“, leggur Dånjal
Jákup afturat. Keypar-
arnir lýstu keypssteðg
beinanvegin um alt land-
ið. Tad gjerdu teir gjøgn-
um Ráfiskakeyparafe-
lagið, sum varð sett á
stovn fyrst í 60-unum.
Hetta var ein álvars-
lig steða, stórur partur
av flotanum lá stillur og
tí varð tingið kallað sam-
an. Lóg varð samtykt,
sum segði, at teir prísir,
sum ráfiskaprísáseting-
arnevndin setti, vóru
bindandi framyvir, og
úrslitið varð sostatt, at
keypararnir máttu geva
seg.
Buktina um
báðar endar
Ráfiskaprísásetingar-
nevndin hevði kortini
nógvar byrjanar trupul-
leikar at dragast við, og
tí virkaði nevndin ikki so
væl hesi fyrstu árini.
Keypararnir vóru teir,
sum hevdu allar upplýs-
ingarnar um seluvirði og
framleiðslukostnaðin,
meðan útróðrarmenninir
so gott sum ongar tílíkar
upplýsingar hevdu at
halda seg til. Dånjal
Jákup heldur fyri, at
keypararnir framvegis
hevdu buktina um báðar
endar.
Tað var tå Carl Vil-
helm Weihe gjerdist for-
maður í nevndini, at
steðan broyttist. Carl
Vilhelm var revisor og
dugdi væl at arbeiða við
telum. Hann gjerdi eitt
gott arbeiði, tað var
næstan sum partarnir
vóru samdir, tá prísurin
kom á borðið, sigur
Dánjal Jákup.
Hóast hesi bettu
viðurskifti, so kundi út-
róðrarmaðurin tó ongan-
tíð kenna seg heilt trygg-
an, ti dollarin >svingaði<
frá einum degi til annan.
Útróðrarmaðurin visti
ikki altíð hvenn prís
hann fekk. Hann kundi
væl fars út á morgni og
vita ein prís, og tá hann
kom aftur á kveldi var
ein annar prísur gald-
andi.
við bátinum.
Vilja ikki geva minstavinning
— tí hann fór til útróðrar einsamallur
Síðani heilderloysnin
kom i 1975 hava allir
føroyskir fiskimenn
fingið játtaða eina
minstuløn, sum er pris-
talsvidgjørd. Sam-
stundis varð samtykt,
at teir ómynstraðu
fiskimenninir á deksfer-
um — útróðrarmenn —
skuldu fáa ein minsta-
vinning.
Í dag er hesin minstivinn-
ingurin 218 kr. um dagin.
Dánjal Jákup Jensen hev-
ur ikki fyrr enn í ár sekt
um henda minstavinning.
Vanliga eru tveir mans
við Brimnes, men nú síð-
ani hann fekk oljutrýst-
snellur ísettar, kann Dánj-
al Jákup ofta fara út
einsamallur. Og tað gjerdi
hann eisini nakrar ferðir
fyrr í summar. Lítið var at
fáa og hann sekti tí um
minstavinning.
Hann sendi umsóknina
og fekk stútt eftir bræv
frá Lenjavningargrunn-
inum, sum segði, at hann
hevði ikki rætt til minsta-
vinning. Orsekin var tann,
at teir mettu bátin at vera
ómannaðan, og kundi
Dánjal Jákup tí ikki fáa
minstavinningin.
— Eg skal við eðrum
orðum revsast, tí eg fór til
útróðrar einsamallur,
sigur Dánjal Jákup. Tað
stendur í lógini, at báturin
skal vera mannaður sum
vanligt á staðnum fyri at
fáa minstavinning. Hetta
tulkar Lenjavningar-
grunnurin sum at
Brimnes er ómannaður, tí
vanliga eru teir tveir mans
Til hetta sigur Dánjal
Jákup, at síðani hann hev-
ur fingið tey automatisku
amboðini so sum olju-
trýstsnellurnar, metir
hann seg ikki vera ómann-
aðan, tá hann fer einsa-
mallur til útróðrar.
— Eg havi síðani skriv-
að bræv til Lenjavningar-
grunnin, sum hevur sent
tað víðari til landsstýrið.
Heðin Klein, landsstýris-
maður, sigur, at eisini
hann metir bátin sum
ómannaðan.
Framhald á siðu 23