leygardagur 5. januar 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 1 1820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Pláss fyri øllum
SJEYTIÁRINI munnu helst vera tað
tiggjuåraskeid i søgu okkara við
størstu broytingunum å materiella
økinum. Ídnaðarútbyggingin tók
reiðiliga dyk á seg, og við skilagóðari
landsplanlegging hevur borið til at
byggja út á ein so skilagóðan hátt
sum gjørligt, og somuleiðis serliga á
teimum stødum í landinum har tørv-
urin hevur verið størstur. Vit fingu
minkað um eina hóttandi sentraliser-
ing.
HENDA útbyggjan á so mongum økj-
um hevur eisini gjørt sítt til at minka
um innflutningin av teim vgrum, sum
vit frammanundan íkki sjálvir hava
verið førir fyri at framleitt.
EISINI á sosiala økinum eru framdar
nógvar nýskipanir. M.a. kunnu nevn-
ast dagpeningaskipanin, heima-
hjálparskipanin, serlig einkjupensjón
0.a.
Å MENTUNARLIGA økinum eru eis-
ini ymisk framstig gjørd. Vit hava
fingið HF-útbúgvingina, steðisút-
bugving, fróðskaparundirvísingin
varð víðkað o.s.fr. Eisini hava vit bygt
békasøvn og tað verður kanska ikki
so leingi til nýtt útvarpshús og
norðurlandahús koma upp at standa.
Hetta má tó bert verða roknað sum
ein karmur um ein møguliga komandi
mentanarpolitikk, sum vit higartil
ikki hava sæð nógv til.
SPARSEMI verður at sýna, men eing-
in sparir seg burtur úr trupulleikum,
hann framleiðir seg úr teimum, segði
løgmaður í nyggjårsrødu síni. Hetta
hevur eisini verið politikkur lands-
stýrisins, og vil tað vónandi eisini
vera tað í framtíðini.
LANDSSTÝRIÐ fer vónandi framveg-
is at stuðla allari sunnari vinnu á
sjógvi sum á landi, men samstundis
at vera vakið fyri ótálmaðari profitt-
jagstran á vinnuliga økinum. Hetta
hava vit ikki ráð til, hvørki peninga-
liga ella moralskt. Hetta landið eiga
vit oll, og hava ali somu rættindi til
rikidømi tess.
sosialurin
Nr. 1 — 5. januar 1980
Hví ikki leggja kappingina
í avreiðingarprísin?
Ein viðmerking til grein, skrivaða av Absalon Absalonsen í Tingakrossi 14/12 1979:
—
Eg må fyrst siga at eg taki
undir vid teimum tankum,
sum her verða førdir fram.
Tað er ikki rætt, at okk-
ara fiski- og útróðrarmenn
ikki fáa somu úrteku, sum
teir, sum selja sína veiðu
beinleiðis. Tað er ikki
rætt, at tann fiskur, sum
verður avreiddur í Feroy-
um, ikki fær tann sama
prís sum tann, sum seldur
verður uttanlands.
Ikki bara útróðrar- og
fiskimenn, men alt okkara
samfelag, er merkt av
kreppuni, sum er nú, og
eitt er ellum greitt: tað,
sum er avgerandi, er ikki
politiskur tvídráttur fyri á
slíkan hátt at vinna sær
ella flokki sínum nakrar
atkveður. Tað, sum ræður
um, er eitt breitt politiskt
samarbeiði við vilja til at
loysa kreppuna. Henda
kreppa hjá okkara sam-
felag er eins nívandi sum
heimsbardagin var fyri
Ongland, men har vóru
politikarar av formati,
sum i lagnustund funnu
saman i konstruktivum
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
samarbeiði fyri at loysa
uppgávuna.
Tí kreppan gongur onga
hurð forbí.
Vit mugu í dag sanna
og tað vísur seg, at grein-
skrivarin í Tingakrossi
fyri 14/12 1979 sannar tað
við týðuliga at fera fram,
at um tiltakið keypið av
LASSA II ella skip av
slíkum slag varð framt,
hevði verið ein onnur
steða enn tann, vit eru í í
dag. Tann ætlan, sum
landsstýrið hevði við hes-
um skipakeypi var júst
henda, sum í grein í Tinga-
krossi verður væl og virði-
liga lýst. Greinskrivarin er
skilamaður, sum er roynd-
ur bæði á sjógvi og landi,
bæði sum fiskimaður og
sum reiðari, so hann veit,
hvat hann skrivar og talar
um. Bert harmiligt, at
hansara partamenn á tingi
ikki hevdu sama flog, tí
flokkurin, sum Absalon
hevur verið valevni hjá nú
mangar ferðir, tók ikki
undir við skipakeypinum,
sum eftir uppskoti Absa-
lons um ikki hevði greitt
kreppu okkara, so í
hvussu so er verið við til
at bett munandi um ta
stødu, vit eru í i dag. Men
allar súðir eru ikki syftar
enn. Tað ber til at reisa
málið aftur, og um vilji og
áræði eru, er ikki bara
meguleiki at vinna á
kreppuni, men forða fyri
arbeiðsloysi á landi við at
reisa seg og stemma fyri
einari slíkari loysn, sum
hesin skilamaður vísur á í
grein síni í Tingakrossi.
Absalon skrivar víðari:
Tann frágreiðing um
lágu fiskaprísir okkara, at
vit liggja langt frá megin-
landinum, hon heldur bara
ikki.
Um Smyril (Lasse II)
siglir til Scrabster tvær
ferðir um vikuna, kundi
allur fiskur, ið kemur á
land í Feroyum, verið
fluttur beinleiðis til
brúkara í Onglandi, Frak-
landi, ja, longur burturi.
Hetta kundi verið gjørt
uttan at minka um
arbeiðið á flakavirkjunum.
Hetta vildi eisini fert við
sær eina hækking av fiska-
prísinum við 100%. Ein
kg-prísur uppá kr. 6,00
kundi verið galdandi.
Við at ganga hesa leið
stuðlar tað almenna meira
tað fría fyritakssemið, enn
nú verður gjert, við yvir
fíggjarlógina at oysa eina
rúgvu av studningi, sum í
veruleikanum ongin veit,
hvussu teir roynast.
Uppgávan hjá politikar-
unum er at syrgja fyri, at
samfelagshjólini mala, og
at arbeiði er til allar
hendur á sjógvi og landi.
Greinin hjá Absalon
Absalonsen er sett upp við
nekrum konkretum
punktum.
1. Avreiðingarprísurin á
feskum fiski og harvið úr-
tekan hjá útróðrarmonn-
um og fiskimonnum hevði
verið 100% hægri (ein
fiskaprísur uppá kr. 6,00
fyri kg kundi verið gald-
andi).
2. Strandferðslan og
óivað Skipafelagið Føroy-
Hvar var yvirklassin?
Jóannes Dalsgarð skrivar
um Chile, at tað var
»midalklassin« sum
saman vid amerikanskum
monopolkapitalistum sa-
boteraðu Allende-stjórn-
ina. Hetta ljóðar eitt
sindur óskilligt. Hvar var
yvirklassin tá? Var hann
sintur fyri Allende-stjórn-
ini?
ar hevdu fingið væl meira
í innteku (sum nú, er tað
einahelst Copenhagen
Reefer).
3. Flutningur av fesk-
um fiski og frystum ver-
um við feroyskum bilum
til Bretlands, Fraklands
ella longri hevði verið ein
nýggj og týðandi vinnu-
grein í Føroyum.
4. Fría kappingin hevði
noytt Feroya Fiskaselu at
gjert nakað munandi fyri
at hækka fiskaprísin.
5. Tann partur av vinn-
uni, sum nú er uttan ávirk-
an á seiuna (útróðrar-
menn) høvdu komið í bein-
leiðis samband við markn-
aðin.
6. Almennur stuðul til
fiskiflotan kundi verið
minkaður ella verið avtik-
in.
Hesar hugleiðingar frá
Absalon mega tala til ikki
bara hansara egna flokk,
men eisini Fiski- og fram-
burðsflokkin.
Hugleiðingar, sum í
mong ár eru bornar fram
av javnaðarflokkinum.
Men vit hava verið ov
stuttir at rekka mál við tí
samanseting sum er á
tingi. Men nú tykist mær,
at tað er farið at lýsna, so
vit kanska sleppa frá teirri
stødu, sum hevur verið
galdandi í mong, mong ár í
Føroyum. Har tað er so-
leiðis, at tað almenna
hevur goldið gildið, men
ikki sloppið við til veits:-
una.
Sverre Midjord
Ofta eru hesar frágreið-
ingar um »klass« ógreiðar.
Fyri vanliga foroyska les-
aran hevði tað uttan iva
verið ein stór hjálp at vita
hver hoyrir heima í hverj-
um klassa og hví. Kanska
eisini fyri at kunna plasera
seg sjálvan í mun til hesa-
r ymisku analysurnar.
Hver er „miðalklassa-
maður<, »småborgari«,
„stórborgari<, »bara borg-
ari«, og hvussu standa
hesi hugtek í mun til onn-
ur sum »kapitalistur«,
»arbeidarastættur«, »mill-
umstættur« osfr.?
Hvussu ber tað til, at
føroyskir fiskimenn ikki
verða tiknir sum »arbeids-
menn« (arbeida teir ikki?),
hvi hava vit eitt »fiski-
mannafelag« og eitt
»arbeidarafelag«? Er tað
bert vegna hugtakser-
kymling?
So nógvir spurningar,
so nógv sver.
Klassaleysur kioddafæ-
loysingur av III stigi, sum
ikki stendur í telefonbókini
Hevur tú eitt serligt nýggjársynski Bergljót?
Jú, eg havi eitt brennandi
nýggjársynski og tað er,
at íslendingar og føroying-
ar ganga saman um felags
fiskimark og felags selu
av øllum fiskaverum.
Hevdu vit Ísland aftan-
fyri okkum, so eydnast
tað kanska ikki bretum at
stjala Rokkin frá okkum.
Eisini ynski eg, at vit fara,
eins og Ísland, at útihýsa
E.E.C. skipum á okkara
fiskileiðum. Ístaðin fyri at
lata teir liggja her og mis-
brúka ta kvotu, vit í býtt-
leika geva teimum, skulu
hasi ríku londini noyðast
at gerast keyparar av okk-
ara fiskavørum. Ganga
hesi ynski míni út, so
gerst ikki neyðugt at
minka um landsins ein-
astu inntekukeldu, veiðu-
flotan.
Bergljót Petursdóttir