Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-01-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Um áramótið VIT HAVA júst sett fótin inn í eitt nýtt ár. Við ársbyrjan í ár tykjast út- litini fyri framman ikki so bjørt, sum tey hava verið í undanfarnu árum, men kortini er ongin orsøk til at missa mótið eila at falla í fått. TAÐ EK ONK! dulsmål, at vinnan og samfelagið annars, hava ávísar trupulleikar at dragast við. Vit kenna øll trupulleikarnar og eisini eru vit kunnug við orsøkirnar til hesar trupulleikar. Í løtuni arbeiða fiski- vinnuráðið og landsstýrið við hesum spurningum og vónandi fer tað at eydnast at finna hollar og skilagóðar loysnir. LÍTA VIT AFTUR um bak, so finna vit fleiri dømi um líknandi og eisini størri trupulleikar enn teir, ið vit hava at stríðast við. So seint sum í 1975 høvdu vit ávísar trupulleikar. Seinast í sekstiårunum var stødan álvarsom. Og fara vit so aftur i fimtiårini so var stødan rættiliga hættislig við stórum arbeiðsloysi. Men í øllum teimum nevndu førunum vunnu vit á trupul- leikunum. Á HESUM SINNI eiga vit eisini at gera tað. Vit gera tað ikki við at seta okkum hendur í favn at stúra. Vit gera tað heldur ikki við svartskygni og afturhaldssemi. Vit gera tað einans við bjartskygni og við at ganga nýggjar framtaksleiðir. Hetta gjørdu vit í fimtiárunum. Eisini sein- ast í sekstiárunum. Og somuleiðis miðskeiðis í sjeytiårunum. Og í øllum teimum nevndu førunum gav tað úrslit. EITT STRÍÐ sum hetta setur krøv til okkum øll. Loysnirnar fara i fyrsta umfari at kosta nakað og her mugu vit øll lata nakað frá okkum. Men úrslitið eigur eisini at koma okkum øllum til góðar. Í tí trúgv, at allir føroyingar vilja luttaka og medvirka í stríðnum fyri at basa trupulleikunum, er tað okkara vón, at útlitini verða bjartari tá vit næstu ferð stíga inn í eitt nýtt ár. sosialurin Nr. 2 — 9. januar 1980 [fy yy| ff ye Spæliplåssini, Vårharra skapti, eru horvin Inngangurin til bókina. »Føroysk barnaspøl«, gav mær hugleidingar til hesi orå: Rithøvundurin og óivað ættarlið eftir honum, sum kanska vóru bern fyri bert 30 árum síðani, undrast á, at ungdómurin krevur, at tað almenna útvegar pláss til børn og ung. Eg harm- ist um tykkara undran, ti tað eru akkuråt tit, ið hava skapt tær umsteður vit liva í í dag. Tað er gaman í at líta aftur á tykkara menning- armeguleikar. Tá nýttust ikki veggustovur. barna- garðar, frítíðarheim ella ungmannafeløg. Nei, tit nýttu tey spælipláss, >Várharra hevði skapt tykkum«, sum tikið verð- ur til í innganginum. Tit vóru við í arbeiðin um hjá tí vaksna, tað væ sostatt ein arbeidsfelags- skapur, har eisini børfini kundu ganga til handa. Í dag er samfelagið broytt. Hesa/ broyting hava tit vepfå við til at gera. Mafnmurnar eru farnar út at arbeiða, tí tær nýtast á kontórum, flaka- virkjum o.s.fr. Páparnir eru á fjarfiskiskapi, á verksmiðjum og arbeiðs- plássum við vandamiklum maskinum. Hava bern í dag meguleika at luttaka í arbeiðinum hjá tí vaksna undir hesum umsteðum ? Tey spælipláss, Vår- harra skapti, eru burtur i dag. Ain er ein kloakk, túnið er antin gjørt til veg ella parkeringsplåss. Bø- urin er burtur, sethus og betongkassar eru bygd å honum. Hvat er so eftir av spæliplåssunum, Vár- harra skapti? Ti mugu tit, ið hava havt so góðar menningar- meguleikar, og sum kunnu síggja eina meining í tykkara uppvekstri, ganga á odda fyri at beta um ta stødu, ungfólk og bern eru í í dag. Sum góðgering eiga vit at hava góðar stovnar, tað verður seg vøggustovur, barnagarðar, frítíðarheim og ungmannafeløg við út- búgvnum fólki, ið hevur kunnleika til, hvussu góð- gering kann útvegast barninum fyri tað, ið fór burtur, tá samfelagið og umhvervið broyttust. Tórshavn hin 3/1-80 A ——————2;. Telefonóskilið Málið um nýggjan telefon- bygning hevur eina tíð verið til umreðu í blødun- um. Landsstýrið vil hava grundgeving frá Havnar býráði, hví tað noktar TFL byggiloyvi. Men tit við ábyrgd: Sigur ikki ein tinglisin klausul, at ongin garður og onki hús við Tinghús- vegin má brótast burtur??? Tað eigur at vera gildug grund. Landsstýrið eigur ikki at fjarstýra nekrum bý- ráði. Býráðslimir í Havn, havið tað í huga! Skítur veri við telefon- ini. Ein óneyðug útreiðsla, ein freistast til at siga ovurnýtsla. Eitt uppskot til TFL: Hví seta tit ikki telefon- boksir upp her og har í bý- num? Vit hava bíðað eftir telefon í uml. seks ár. Eg leggi onki í, um vit bíða seks ár afturat. Onkuntíð hevur ein brúk fyri tele- fon, meir enn so, so má ein læna frá grannanum, tá var betur, at tað var ein telefonboks í nánd. Ein spurning til TFL: Hvat kostar telefonsteðin, sum liggur vesturi í Vág- um? Hvussu leingi hevur hon ligið har? Tað var eitt ræðuliga skeivt keyp, í hvussu so er. Men tað er lætt at rista breiðar álar av skatta- borgarans ryggi. Jú, jú. Telefonin er eitt lands- mál. Havnin hevur ongar serligar skyldur mótvegis TFL. Sjúrður Joensen STL) Rætt honum lítlafingur — Einaferð, meðan Havnin enn var ein fittur pinku- býur, ið bert rakk nidan til tinghúsið, vóru býarkong- arnir so framskygnir, at »nyggi« Tinghúsvegurin við tilhoyrandi bygging gjørdist ein natúrlig leingjan av bynum, kanska enn og fittari og hugnaligar tå havarnir fóru at spretta og vaksa til. I hesum hugnaliga býlingi hava millum mong onnur búð okkara stersta skald og ein av mætastu - trúboðarum. Men og aðrir Tíðirnar broytast, skjótari = og skjótari. Til býarkongar koma. tara síðst eru myndugleikarnir so langt eftir teimum mum veruligu av- gerðunum, at teir missa endan og við eitt er mest onki eftir av býar- myndini við Tinghúsveg- in. Hóast klausular. Og nú skal síðsta sum minnið um henda hepna býarpartin undir gravkýr. betong, glas og asfalt, við tilhoyr- andi lufttunnel tverturum vegin. Og til hvat? Jú, fyri at rúma einum mikrodatakassa sum kundi staðið einum neysti, um rætt var at borið! tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Nú er álíkavæl tað gleði- liga hent, at 8 av 13 bý- ráðslimum eru vaknaðir úr tornurésusvøvninum og vilja ikki loyva hesum er- skapinum. Men fleiri eru kongarnir, og ] vera størstir allir vilja Landsstýrið saman við síni fyrisiting og játtandi legtingi gera ju lógirnar. eisini tær viðvíkja kommununum. Teir gera snildisligar lógir kommunur sum kommunal- byggilógir fyri og aðrar, tó bert altíð uttan at spyrja tey eftir, sum skulu akta Soleiðis sita teir og eru ovasta vald fyri, hvert eitt øki skal vera hesnagarður ella beur í Mykinesi. áðrenn nakar varir av Tí kunnu teir nú sita breiðsmílkaðir og hótta við sjálvir at geva fostur- barninum, TFL, byggiloyvi. Og tað skal akkurát passa, at teir hava loyvi at gera tað. Eitt landsstýri við ong- um havnarfólki, hvat legg- ur tað í um havnarfólk hava alsk til Tinghúsveg- in. Nei, mínir veljarar í Norðoyggjum, Sandoynni, Suðuroynni og vestanfyri, skulu sanniliga ikki bíða eftir tóna, meðan havnar- fólk kunnu gleða seg við minnum um ein hugnalig- an bý, har foreldrini kunnu siga bernunum: Í hasum við tí var Heinesen barn. búði Sloan. Nei, sum tey eru hugnalig nú, istandgjørd og við royki úr skorsteinunum. Alvaratos! húsinum deiliga havanum William Og í hinum Hvussu nógv tol halda tit havnar- fólk hava? Okkurt er tó sum bendir á, at landsstýrið álíkavæl ikki garderaði seg nóg væl, tá lógirnar vórðu gjerdar Tad var legið, um lands- styri”kann geva einum byggiloyvi á grundstvkk- inum hjá einum eðrum. Tí meinigheitin til Havnar kirkju eigur ekið, har landsstýrið ætlar at út skriva byggiloyvi til TFL. Ikki er gott at vita, hvussu samfelagið broyt- ist, men um landsstýrið fer at kunna geva teimum byggiloyvi, sum mangla nakað at vera í, eins og TFL sigur seg, so vil eg skjóta upp, at tit loysa íbúðarneyðina í Havn sum skjótast. Ein, ið heldur vil bíða eftir tóna KOND/ Føroysk ítróttarklæðir P/f SJÓKLÆDNAVIRKIÐ Telefon 5 50 40