Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-01-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Her er eingin neyð... SAMSTUNDIS sum landspolitikarar okkara í hesum døgum viðgera land- sins fíggjarlóg fyri komandi fíggjarár, og eru samdir um, at útlitið ikki er so ógvuliga bjart m.a. orsakað av skerd- um veidimøguleikum og hækkandi útreiðslum, sýnist ikki sum tað reiði- liga rínur við ávísar býarpolitikarar í landsins høvudsstadi. HER VERÐUR ikki spart. Fyri nøkrum árum síðani samtykti býráðið at lata verkfraðingafelagnum eini gomul hús í Havnini til niðurrívingar, men seinri komu menn eftir, at húsini kortini ikki áttu at takast niður, men heldur setast í hóskligan stand. Ein partur av hesum arbeiði er nú gjørdur, og á seinasta býráðsfundi mælti figgjarnevnd býráðsins til at jåttadar verda 200.000 kr. afturat til liðugtgerðan av húsinum. Hetta »pappverk« av einum umvælingar- arbeiði, sum ein av býráðslimunum tók til, kemur tá upp um eina miljón krónur. HETT ER tíverri bert eitt einstakt dømi um hvussu tilvildarliga býráðs- limir „spæla politikk«. Eitt hús fyri og annað eftir verður friðað og skulu setast í stand, uttan at menn hava minstu hugsan um, hvat hesi skulu nýtast til. Miljónirnar rulla. Okkara skattamiljónir. UM NÚ landið fleyt í mjólk og hunangi var minni at finnast at, men so leingi ein vanligur arbeiðsmaður ongan sum helst møguleika hevur til at fáa sær tak yvir hevdið, so leingi sum familjur við smáum bernum mugu búleikast í vánaligum kjallara- íbúðum, so leingi ungdómur okkara er vístur á getuna, so leingi vit ikki hava ráð at gera fleiri barnagarðar, vøggustovur, spælipláss o.s.fr., er hesin ævintyrpolitikkur býráðsins burtur úr vón og viti. VIT HAVA stóra virðing fyri søgu okkara, um talan er um søgulig hús, segulig pláss og annað, men eftir okkara hugsan er hesin býur eisini fyri tey, sum í dag skulu búleikast. A ———————— Nr. 6. — 23. januar 1980 Slatursøgur ella kapitalistiskt landasvik å alheims plani? tjak og meiningar Vit geraesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. »Sjåldan kemur roykur av ongum brandi« er eitt vánaligt orðatak, sum ofta hevur verið nýtt til at sannfera slatursegur um ósekar persónar, sum eru vorðnir syndabukkar fyri ljótar hugmyndir, sum fólk ikki vil viðganga at tey sjálvi hava. So — um henda illgiting er ósonn, so latum okkum uppfata hetta sum eina skaldsegu, bygd á fantasi. Fyri at komast undan ærumeiðingum, eiga heldur ongi nøvn at nevn ast Kundi tad hugsast, at ein bólkur, samansettur av umboðum fyri ávísar bankar, ávísar kapital- monopolfyritøkur og ávís- an flokk, sum er knýttur til kapitalveldið í einum ávísum lítlum landi — í einum ávísum mánað, latum okkum bara sum dømi taka oktober 1979, kundi funnið sær tey ráð at leita sær til samráð- ingar hjá hægstu myndug- leikum, forsetanum í ávís- um heimsveldi, og prátað um ynski um hermál og royni at fáa í lag avtalur um kapitalistiska hjálp og í staðin fyri at gjalda við loyvum til herin hjá hesum heimsveldi at rekja t.d. sjóverju ella »verju« yvirhevur? Kundi tað hugsast, at slík »loyni- sendinevnd« við limum úr bankum, kapitalistiskum fyritøkum og flokki teirra, uttan at spyrja fólkavaldu umboðini hjá hesum lítla landi eftir, kann gera av talur, sum hernaðarliga og búskaparliga hava týdning fyri framtíðina hjá fólkinum í hesum landi? Um slíkt fór fram hjá okkum, so mundu vit øll nevnt tað landasvik, undirgravingarvirksemi á hægsta stigi, og at snið- ganga fólkavaldið. Men fólk eiga at vita, at kapi- talurin og flokkur hansara hava onga veruliga tjóð- skaparkenslu, um hon ikki veksur um mapputjúkt- ina. Kapitalvald og fólka- vald eru sum eldur og vatn — men eldur kann brenna omaná vatni, um tú stoytur olju á vatnið. Um peningapungurin krevur útlendska uppílegging fyri at tryggja innihaldið, so spyr hann ikki nakran fólkavaldan eftir. Tí er borgarliga tingræðið einans ein táta í friðartíð sum av og á má ripast úr munninum tá á stendur. Men vit eiga at vera á varðhaldi. Serliga demo- kratiskt valdu umboðini eiga at seta hart móti herðum, tá tað snýr seg um kapitalistiskar landa svíkjarar, sum vilja selja land, frælsi og fólkaræði fyri peninga-áhugamál. Og serliga blaðmenn í frælsu pressuni hava eina ábyrgd at avdúka alt slíkt sum mistonkiligt er. Heldur ein saksøking ov nógv, enn ein vandamikl- an sannleika ov lítið. Togn er bert gull verd fyri teir, sum eiga nóg mikið av tí í forvegin. Kanska er hetta ein ósonn sega. Livst, so spyrst í 1980-unum. ” Snevil Leypa frá, tá rokningin kemur „Det koster at være karla, sigur man, og tað skal nokk passa. Frá seinasta býráðsfundi lesa vit, at býráðslimurin Heðin Mortensen bleiv heilt skelkaður, tá hann hoyrdi, at Pætursastova, tá ið hon var heilt liðug, kom at kosta út við einari millión krónur. Sjálvur er hann ein av teim átta, sum við fyri, at hesi bæði gomlu og avfeldigu húsini, hjá Sloan og Heinesen, ikki mugu farast, men mugu varð- veitast. Hetta skal so kommunan syrgja fyri verður gjert bæði væl og virðiliga. At hetta fer at kosta nógvan pening, nei, tað vilja Heðin Mort- ensen og aðrir ikki ganga við til. At tað kostar at hesir somu harrar gera sær klárt. Men so langt nýtist man ikki at hugsa í letuni. Bara varðveita, so ikki meira. Tá rokningin kemur, nei, tá spæla teir ikki við meira, men eru, sum í hesum tilfelli, heilt skakaðir. Fyri stuttum atkveddi hesin sami skelkaði mað- ur saman við Jákupi Suna anarnevndini fyri at pynta Eysturskúlan .við máln- ingum fyri 1 millión krón- ur. Eg meini persónliga, at tað er at skelkast yvir. Tað eru væl eisini skatta- borgarans pengar, tað snýr seg um? Ja, skilji tey, ið kunnu. Eg geri tað ikki! hond og fót hava stríðst friða og tað nógv, mugu og trimum ødrum úr ment- Grettur | Til skaldið William Hei | | einesen | | , N 0 , d N ; a ara egnum Fáir vistu um Feroyar N og hvat ið fram her fer. N | Vallari vildi vita Tú lýsti lívið á landi N X heiman, hvat rann um veg. — og havi um Feroya sker. 4 Hoyrdi hann nevndar Feroyar, : N hoyrdi hann nevndan t eg! Talaði ein við frægar, X fróðar — so tosið gekk: ' ; Føddur vart tå i Føroyum, »Flestalt, eg veit um Føroyar, | tråddi her Føroya tu; úr bókum William seg fekk!« ' útlendskt var móðurmálið, men feroysk var brá og brún. Tí eg takki tær, skaldið, ; N og heilsi vid vardan her. N N Væl verði tínari móður, Feroyar og Feroyingar gitnar ; N takk fåi hon, danska sprund, tu gjørdi i vidu verd. ' N listina í teg legði, ' væl tu livgadi um stund! Dagur av degi dettur, ' so stokkut er stundin her. N Tó einki er sum móðir Skeggjar teg minnast, so leingi , R og fátt sum faðir, er sagt. tað hvítir við oyggj og sker. X ' Togadur år hans tonnum ; tú er — gott í teg er lagt. Til lukku! J. Berg % I SSTSSTSTSLTSISSSISSSTISSSSS SSITSISSSSSSSSSSSSSLSS TILLLOPSSSSSS:L40