mikudagur 31. juli 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 31. juli 2002
25
HB verjuleikarin
Hans á Lag segði eftir
finaluna, at avrikið
var vánaligt, og at HB
innsatsurin als ikki
var heilhjartaður
LØGMANSSTEYPIÐ
Heini í Skorini
- Eingin okkara kann erliga
siga eftir dystin, at vit góvu
alt, tú tað gjørdu vit ikki,
segði HB verjuleikarin
Hans á Lag eftir finaluna
móti NSÍ, sum runavíking-
ar vnnu 2-1. Hans á Lag
segði, at innsatsurin var
høvuðsmunurin á liðunum
báðum, og at hann sjálvsagt
er sera vónbrotin av úrsliti-
num.
HB verjuleikarin vísti
m.a. á, at HB ikki hevði
uppiborið at vinna dystin, tí
teir stutt sagt ikki spældu
nóg væl, og hann segði eis-
ini, at tað sást alt ov illa aft-
ur, at HB spældi við ellivu
monnum móti tíggju í ein
góðan hálvan tíma.
Grasið darvar
Spurdur, hvat hann helt um
brotssparkið, svaraði Hans
á Lag, at hóast teir í HB
ikki vóru samdir í avgerðini
hjá
dómaranum,
gevur
hann ikki honum skuldina.
- Handa avgerðin varð
tikin, og tað gerst so ikki
við tað. Hóast eg ikki eri
samdur
við
avgerðini,
ynski eg ikki at viðmerkja
brotssparkið nærri, sigur
Hans á Lag. Sambært stóra
HB verjuleikaranum ávirk-
aði undirlagið eisini dystin,
og Hans sigur, at tá spælar-
arnir als ikki eru vanir við
gras, samstundis sum vøll-
urin ikki var heilt slættur,
kemur flótandi fótbólts-
spælið ikki til sjóndar.
- Hevði dysturin verið
spældur á graslíkinum á ov-
ara vølli, hevði dysturin
verið betri leiktur. Vit
høvdu torført við at fáa
bóltin at trilla á grasinum,
og undirlagi ávirkaði av-
gjørt fótbóltsspælið í hesi
finaluni, viðmerkti Hans
eisini.
Samanumtikið var Hans
á Lag ein ógvuliga vón-
brotin maður eftir steypa-
finaluna, sum NSÍ vann við
tveimum málum móti ein-
um.
Jónstein Petersen
spældi í vinstra borði
hjá NSÍ í steypafinal-
uni, og hann sigur, at
eftir ein heldur vána-
ligan fyrra hálvleik
spældi NSÍ væl í
seinna hávleiki
LØGMANSSTEYPIÐ
Heini í Skorini
Jónstein Petersen, sum fyri
fyrstu ferð vann nakað fyri
besta NSÍ liðið, helt, at
hálvleikurin var vendi-
punktið í dystinum.
- Eftir ein illa spældan
fyrra hálvleik, har vit als
ikki megnaðu at vísa nak-
að, komu vit ógvuliga væl
við í seinna hálvleiki, og
innsatsurin var ein heilt
annar eftir steðgin, segði
ein glaður Jónstein Peter-
sen eftir sigurin. Jónstein
vísti á, at eftir ein vælleikt-
an seinna hálvleik hevði
NSÍ uppiborið at vinna
dystin.
Brotsspark og reytt
kort í lagi
Sambært Jónstein Petersen
vóru nógv umstíddu dóm-
araavgerðirnar í lagi.
- Pól Thorsteinsson kom
við eini eftirtakkling, og
tað var í lagi, at hann fekk
seinna gula kortið. Hóast
eg ikki rættiliga sá brots-
sparkið, skilji eg á lagnum,
at Helgi varð hildin, og tá
er tað brotsspark, so dóm-
araavgerðirnar vóru ok,
sigur Jónstein Petersen at
en-da, sum fyri fyrstu ferð
vinnur eina føroyska kapp-
ing á besta NSÍ liðnum.
- Seinni hálvleikur var avgerandi
- Vit góvu ikki alt
Dómarakvartett: Birgir Sondum, Regin Egholm,
Georg N. Rasmussen og Jógvan Næs
4.207 áskoðarar
1–0: Rógvi Jacobsen 34.
1–1: Ulrik Balling 49.
1–2: Brynjolvur Nielsen br 82.
HB: 1. Bárður Johannesen – 12. Tór–Ingar Akselsen,
11. Jóhannis Joensen, 14. Jan C. Dam, 5. Hans á Lag
– 6. Nicu Dogaru (17. Pætur M. Dahl, 63.), 7. Rúni
Nolsøe, liðformaður, 8. Rógvi Jacobsen, 18. Hallur
Danielsen (28. Eyðun Samuelsen, 88.) – 19. Jón Rói
Jacobsen, 10. Andrew av Fløtum
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 21. Pól Næss
Joensen, 3. Ingi Rasmussen, 4. Janus M. Joensen, 9.
Uni Arge, 16. Bjarni Jørgensen
Gult kort: Jóhannis Joensen 16. Andrew av Fløtum
33., Nicu Dogaru 55., Hallur Danielsen 84.
Venjari: Ion Geolgau
Hjálparvenjari: Kári Nielsen
Fysioterapeutur: Hjørleif Niclasen
Liðleiðarar: Skylv Hartvigsson og Sigurð Hansen
NSÍ: 1. Jens Martin Knudsen, liðformaður – 15.
Brynjolvur Nielsen, 2. Arnfinn Langgaard, 14. Pól
Thorsteinsson, 18. Sjúrður Jacobsen – 7. Gert Lang-
gaard, 5. Kári Hansen (4. Djóni N. Joensen, 70.), 12.
Helgi L. Petersen, 8. Jónstein Petersen (11. Eddie
Mikkelsen, 85.) – 24. Ulrik Balling (26. Bergur Djur-
huus, 74.), 6. Ian Højgaard
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Jákup Emil
Hansen, 3. Ken Nónklett, 13. Mortan Hansen
Gult kort: Arnfinn Langgaard 28.
Reytt kort: Pól Thorsteinsson 68.
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Hjálparvenjari: Bill Jacobsen
Liðleiðari: Dan M. Olsen
Fysioterapeutur: Marjun Thomassen
LØGMANSSTEYPIÐ FINALA:
Á Tórsvølli ólavsøkudag 2002,
kl. 16.30
HB–NSÍ 1–2 (1–0)
Stóra áskoðarafjøldin úr
Runavík setti rættiliga stóran
dám á steypafinaluna í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
25
24
Nr. 143 - 31. juli 2002
Eftir sera trilvandi
fyrra umfar smoygdu
teir í NSÍ sær eftir
steðgin í arbeiðsham-
in, og tað bar tvey mál
og sigurin við sær,
sum HB hevði allar
fyritreytir at vinna, tá
dómarin hevði sent
Pól Thorsteinsson av
vøllinum
LØGMANSSTEYPIÐ
FINALA
Jóannes Hansen
NSÍ er steypavinnari 2002.
Teimum
verður
ynskt
hjartaliga tillukku við sigri-
num og við fyrstu atgongu-
merkjunum út í Europa. Tá
Jens Martin Knudsen í
dýrdarveðrinum um hálv-
gum seks tíðina ólavsøku-
dag stóð við steypinum
kundi ikki annað staðfest-
ast, enn at sigurin var
ruddiliga uppiborin. Teir
báðar tímarnar framman-
undan hevði hann tvær
ferðir tóktst kámur.
Men tað høvdu sigurs-
sælu vinnararnir onga or-
søk at hugsa um. Tá tað
stóð nógv á, høvdu teir
smoygt seg í vásaklæði. Ein
stríddist fyri allar og allir
fyri ein, og tað eydnaðist at
seta HB upp á pláss. Havn-
armenninir, sum við luta-
kasti undan dystinum vóru
gjørdir til heimalið, fánaðu
alt meiri, og í 2. hálvleiki
megnaðu teir ongantíð at
seta Jens Martin Knudsen
upp á stórar royndir.
Seinna umfarið var størri
tyngd og vilji í vinnaralið-
num. Helgi L. Petersen var
framúr arbeiðssamur, dy-
namiskur og skjótur, Sjúrð-
ur Jacobsen var í vinstru
akkurát so kaldur og góður,
sum hann plagar at vera,
Ulrik Balling vísti seg at
vera álopsstyrkurin, sum
tey bæði leikbannini krav-
du, og høgra síða var væl
betri við, enn hon hevði
verið í fyrra umfarinum.
Umstøðurnar gjørdu, at
tað var neyðugt við nýggj-
um kreftum á vøllinum, og
NSÍ venjarin vísti, at hann
hevði treytaleyst álit á
beinkinum. Tríggir ómóðir
spælarar vórðu sendir á
vøllin, og teir vóru í góð-
veðrinum við til at fáa
sigurin til høldar.
Skelkirnir
Fyrra ferðin, at sigurin
tóktist langt burtur hjá NSÍ,
var, tá spælararnir fóru av
vøllinum eftir fyrru trý kor-
terini. Tá var lítið, sum
bendi á, at teir gulu og
svørtu skuldu fara við øll-
um.
Spælið hevði sum heild
ikki verið tað, sum roknast
kann við, at tað er, tá tvey
topplið eru á grasinum.
Persónligu mistøkini vóru
nógv, og ferðin í góðveðri-
num var einki at rópa hurrá
fyri.
Serliga var tað NSÍ, sum
hevði trupulleikar. Høgra
borð var eyðkent av, at
álopsparturin var púra lam-
in, og miðverjan var ikki
sannførandi. Ov ofta – ella
rættari næstan hvørja ferð –
varð bólturin sparkaður
heldur enn spældur fram á
vøllin. Tað hevði aftur við
sær, at fyritreytirnar hjá
miðvallarunum vóru alt
annað enn góðar. Kári Han-
sen arbeiddi á verjukenda
plássinum,og í vinstru var
Jónstein Petersen um repp-
ið onkra ferðina at sleppa
einsamallur ígjøgnum, men
tað varð ikki meiri enn nær
við og næstan.
Í álopinum gav Ulrik
Balling onkra hóming av, at
hann hevði evnini at hótta
og avgera, men fjálturin
longri afturi á vøllinum
hevði við sær, at lítil ella
eingin tyngd var í álops-
partinum, og tað var væl
skiljandi, tá venjarin fram
ímóti steðginum setti Helga
L. Petersen fram og tók Ian
Højgaard aftur á miðvøllin.
HB spældi ikki á nakran
hátt væl. Men teir høvdu
betri tak á bóltinum. 1–0
leiðslan var staðfesting av,
at roynda steypaliðið hevði
verið spælførandi. Jan C.
Dam og Jóhannis Joensen
høvdu ongantíð verið settir
undir trýst. HB hevði bóltin
meiri, men tað var lítil
tyngd í álopspartinum.
Vongverjarnir vóru ongan-
tíð vandamiklir, og í álopi-
num vóru Jón Rói Jacobsen
og Andrew av Fløtum rætti-
liga tamir.
Hallur Danielsen var í
vinstru mest skapandi HB
spælarin, og tað var hann,
sum sendi innfyri, tá Rógvi
Jacobsen stútaði til 1–0.
Inngangurin til støðuna,
sum bar málið við sær, var
sigandi fyri NSÍ avrikið í 1.
hálvleiki. Arnfinn Lang-
gaard hevði ikki nóg mikið
av áliti á sær sjálvum og
málverjanum til úr ikki ser-
liga kroystari støðu at spæla
aftur til málverjan, men
beindi bóltinum út til
óneyðugt
innkast
við
hornaflaggið. Tann støðan
hevði trý HB horna í høgru
við sær, og í triðja førinum
endaði bólturin í hinum
borðinum, og tá var tað, at
Hallur Danielsen smoygdi
sær framvið einum mót-
støðumanni, áðrenn hann
legði innfyri og í pannuna á
Rógva Jacobsen.
Seinni NSÍ skelkurin átti
at komið miðskeiðis í 2.
hálvleiki. Birgir Sondum,
sum hevði gott tak á døm-
ingini, sendi Pól Thor-
steinsson av vøllinum. Tá
sá svart út hjá NSÍ, men
støðan tók seg merkiliga
væl upp. Djóni N. Joensen
varð settur í miðverjuna, og
NSÍ hevði bara ein á toppi-
num. Men tað tóktist ikki
bila, tí tað vóru fleiri, sum
løgdu stórar arbeiðsbyrðar
á seg, og tað var ikki undar-
ligt, at HB menninir eftir
dystin iðraðu seg um, at teir
á ongan hátt megnaðu at
gera nyttu burturúr, at teir
vóru yvirmannaðir.
Avgerandi støðurnar
Fyri NSÍ og spenningin var
tað avgerandi, at útjavnandi
málið kom beinanvegin í 2.
hálvleiki. Tríggir minuttir
vóru farnir, tá Ulrik Balling
við góðum skoti úr høgru
og dygst niðri við stólparót-
ini gav HB fyrstu ávarðing-
ina. Og avleidda horna-
sparksstøðan bar útjavn-
andi málið við sær. Eftir út
frá í høgru longdi Helgi L.
Petersen við høvdinum
heilt inn undir málið, har
Ulrik Balling var fyrstur á,
og so fór rættuliga at prutla
undir gulu og svørtu grýtu-
ni.
HB legði um frá 4–4–2
og til 4–3–3 við Pæturi M.
Dahl sum triðja manni í
álopsketuni,
og
Hallur
Danielsen varð fluttur í
høgra borð. Umskipingini
skuldi rættuliga standa sína
roynd, tá NSÍ var skert,
men fáu málmøguleikarnir
stóðust í hinum endanum.
Sjúrður Jacobsen sendi
yvir 45 metrar fríspark til
innskifta Bergur Djurhuus,
sum var so mikið leysur í
høgru, at bólturin stakk
tvær ferðir í svørðin, áðr-
enn Bergur úr góðari støðu
smekkaði til. Bólturin fór
skeivu megin stólpan, men
støðan bar boð um, at HB
ikki fór at fáa sigurin og
harvið steypið og Europa
Cup luttøkuna borna upp í
føvningin.
Tað restaðu fimm minutt-
ir, tá Sjúrður Jacobsen nak-
að úr vinstru sendi fríspark
í HB brotsteigin. Eftir nær-
dyst millum Jóhannis Joen-
sen og Helga L. Petersen
bríkslaði
dómarin
fyri
brotssparki, og Brynjolvur
Nielsen, sum avgjørt var
millum teir, ið blomstraðu í
2. hálvleiki, megnaði at
bera stóra trýstið. Bárður
Johannesen varð sendur til
vinstru fyri seg sjálvan,
meðan bólturin streyk í net-
ið í hinum borðinum.
NSÍ fagnaðurin mundi
ikki steðga. Fyri fyrstu ferð
nakrantíð høvdu teir vunn-
ið sær rætt til Europa Cup
luttøku. HB, sum er tað lið-
ið, ið oftast hevur umboðað
Føroyar í europeisku kapp-
ingunum, varð sett upp á
pláss. NSÍ fór í arbeiðs-
hamin í 2. hálvleiki, og hó-
ast teir leingi vóru undir-
mannaðir, so fingu teir
fulla úrtøku burturúr. Eftir
góðu úrslitini í kappróðri-
num ólavsøkuaftan, trumf-
aðu teir í fótbóltinum ólav-
søkudag. Tað var flott!
Hamskift og undirmannað NSÍ setti trumf á
Hallur Danielsen og HB
taptu aðru steypafinaluna í
trý ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Gert Langgaard stríkur
avstað við bóltinum. Hann
og hinir NSÍ-ararnir
mannaðu seg rættiliga upp í
seinna hálvleiki
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24