Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. juli 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 31. juli 2002 23 Einasti báturin, sum á ólavsøku vann fyri fyrstu ferð í hesum róðrarárinum, var Tjaldrið við dreingja- manning SAMANUM ÓLAVSØKURÓÐURIN Jóannes Hansen Kappróðrarárið 2002 er lið- ugt. Tað fer í søguna sum eitt av teimum best eydn- aðu nakrantíð. Neyvan nakrantíð áður hevur tað gingið so væl, sum tað hev- ur gjørt í ár. Kærurnar hava verið heilt fáar, gulu kortini hava verið heilt fá, og bara í einum føri hevur ein bátur verið kolldømdur. Tað vóru dreingirnir umborð á Síli- num, sum sóu reytt á Skála- fjørðinum. Nógv hevur verið tosað um, hvussu væl tað hevur riggað við fasta startinum. Á ólavsøku hava teir sín egna fasta start, og alt gekk upp á stás við honum. Um- framt teir seks FM róðrar- nar vóru tríggjar aðrar kappingar, og alt var liðugt klokkan fimm. Tveir meistarar vóru kos- nir á vestanstevnu, og í tveimum kappingum skuldi tað ganga meiri enn illa hjá bátunum, sum lógu á odda í FM kappingini, um teir ikki skuldu vinna FM. Hjá teim- um gekk, sum tað skuldi. Í fyrsta FM róðrinum – tí millum 5–mannaførini við dreingjum – og í tí síðsta FM róðrinum – tí millum 10–mannaførini – var kappingin púra opin, og mongu áskoðararnir fingu spenning fyri allar pengar- nar. FM vinnararar vórðu Síl- ið við dreingjum og gent- um, Jarnbardur við kvinn- um, Smyril við monnum, Kvívíkingurin og Eysturoy- ingurin. Í trimum av teimum seks kappingunum vann FM vinnarin ólavsøkuróðurin: genturnar umborð á Síli- num, kvinnurnar umborð á Jarnbardi og menninir um- borð á Smyrli. Í hinum trimum kappingunum megnaði annar bátur enn FM vinnarin at smakka sigursrákan á ólavsøku. Tjaldrið við dreingjum snýtti Sílið í heimasjógvi, Argjabáturin tók Kvívík- ingin, og Vestmenningur megnaði at vinna framman- fyri FM vinnaran Eysturoy- ingin. Havnarbáturin gjørdist stóri taparin í kappingini millum 10–mannaførini. Teir endaðu á triðja plássi. Eysturoyingurin fekk 32 stig, og bæði Vestmenning- ur og Havnarbáturin fingu 30 stig. Men Vestmenning- ur vann ólavsøkuróðurinm, og tí var tað hann, sum vann silvurmerkini í FM kappingini. Nú eru bátarnir drignir í neystið, og næsti FM kapp- róðurin verður ikki fyrrenn á norðoyastevnu komandi ár. Men áðrenn tað verður komið har til eru fleiri spurningar á skránni. Ein er FM kappingini á róðrar- maskinum. Ein annar er, hvar sjeyndi FM kappróð- urin skal verða hildin. Tað skal nevndin í Róðrarsam- bandinum leggja uppskot fyri aðalfundin um. Og so hevur verið nevnt, at gentu– og kvinnukapping- arnar eiga at verða flokkað- ar í fleiri aldursbólkar, enn tað higartil hevur verið gjørt. Tríggir FM vinnarar vórðu tiknir á ólavsøku 23 22 Nr. 143 - 31. juli 2002 FM vinnarar í kappróðri 10-mannafør: Eysturoyingur Mynd: Sofus Johannesen 5-mannafør gentur: Sílið Mynd: Sofus Johannesen 8-mannafør: Kvívíkingur Mynd: Sofus Johannesen 5-mannafør dreingir: Sílið Mynd: Sofus Johannesen 6-mannafør dreingir: Eysturoyingur Mynd: Sofus Johannesen 6-mannafør kvinnur: Jarnbardur Mynd: Sofus Johannesen C M Y K 22