mikudagur 31. juli 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 31. juli 2002
21
Vestmenningar
vunnu ólavsøku-
róðurin, og Runavík
fór avstað við meist-
araskapinum. Harvið
gjørdist Havnarbát-
urin stóri taparin í
framúr spennandi
ólavsøkuróðrinum
10–MANNAFØR
Jóannes Hansen
Dramatikkurin og spenn-
ingurin vóru so stórir í
finaluróðrinum í væl eydn-
aða kappingarárinum, sum
tað ber til at ímynda sær.
Undir upphitingini brotnaði
ein ár umborð á Havnar-
bátinum. Tí var neyðugt at
fáa eina nýggja ár til vega,
og tað vóru sjálvandi eingir
trupulleikar við tí.
Tá startskotið ljóðaði, og
uppspentu vøddarnir sendu
stóru og smidligu 10–manna-
førini frá Argjahøvdu, hekk
guli Eysturoyingurin eftir.
Teir høvdu trupulleikar við
at sleppa leysir av starti-
num, og høvuðsdómarin
gjørdi av, at bátarnir skuldu
starta umaftur.
Í nýggja startinum gekk
alt, sum tað skuldi, og tað
var heilt skjótt, at vest-
menningar løgdu seg á
odda og harvið boðaðu frá,
at teir ætlaðu sær at vinna
ólavsøkuróðurin.
Munurin var ongantíð
nakar serligur. Tí vóru teir
knøppu fýra minuttirnir av
málinum og framvið Mola-
num, har áskoðararnir vóru
so nógvir, sum teir sjáldan
hava verið áður, fyltir við
spenningi.
Vestmenningurin
var
leingi ein hálvan skut fram-
manfyri
Eysturoyingin,
sum aftur var ein hálvan
skut frammanfyri Havnar-
bátin. Tað var ikki leyst frá
tí fremsta og aftur til Klaks-
víkingin og Nólsoyingin,
sum aftur hesa ferð støðugt
kappaðust um at sleppa
undan aftasta plássinum. Tí
kappingini kom Klaksvík-
ingur aftur hesa ferð best
burturúr. Men róðrarárið
sum heild royndist ikki so
væl hjá nýggja Klaksvík-
inginum, sum teir í virkna
róðrarfelagnum í Klaksvík
høvdu vónað. Klaksvíking-
urin hevur framvegis ikki
vunnið síðani í 1970!
Vestmenningurin
helt
alla tíðina tørn um odda-
sessin.
Hálvi
skuturin
gjørdist til ein heilan skut,
og framvið Molanum var
Vestmenningurin
eina
hálva bátslongd framman-
fyri
kappingarneytarnar.
Teir báðir næstu royndu á
síðstu meiri enn eitt hund-
rað metrunum at hótta
oddafiskin. Munurin mink-
aði, men tað eydnaðist ikki
at taka Vestmenningin, sum
enn eina ferð var hinum ov
boysin í ólavsøkuróðrinum,
sum vestmenningar so ofta
hava vunnið.
Havnarbáturin og Eystur-
oyingurin kappaðust um
meistaraskapin. Tann av
teimum báðum, sum kom
fyrstur á mál, vann meist-
araskapin. Eysturoyingurin
vann ta kappingina. Harvið
stóðu teir seg betri, enn teir
fyrr í summar hava gjørt, tá
tað hevur verið kappast á
stuttu teinunum.
Men tað var so sera javnt.
Havnarbáturin var nummar
tvey og harvið á veg ímóti
FM heitinum, tá tað restaðu
eitt hundrað metrar. Men
teir umborð á Eysturoying-
inum áttu flestu kreftirnar
og mestu orkuna í enda-
spurtinum. Skuturin, sum
Havnarbáturin var fram-
manfyri, tódnaði og tódn-
aði, í nøkrtum tøkum í
endaspurtinum lógu bátar-
nar stavn um stavn, men á
málinum var Eysturoying-
urin næstfremstur og FM
vinnari.
Havnarbáturin var stóri
taparin. Eitt er, at tað ikki
eydnaðist teimum at vinna
FM heitið í heimasjógvi og
harvið at gera Sílinum við
dreingjum
og
gentum
kunstin eftir – altso bæði at
vinna ólavsøkuróðurin og
FM heitið. Tað verra fyri
Havnarbátin var, at triðja
plássið í ólavsøkuróðrinum
bar við sær, at Havnarbátur-
in í FM kappingini frá at
hava verið roknaður sum
favorittur at vinna FM heit-
ið datt heilt niður á triðja
plássið. Tað var eitt stórt
vónbrot.
Sigurin hjá Vestmenn-
inginum bar sjey stig við
sær í FM kappingini. Tað
var ikki nóg mikið at vinna
FM heitið. Kiksarin vesturi
í Miðvági, tá fleiri av vest-
menningum vóru illa fyri
orsaka av sjúku, kostaði tey
stigini, sum á ólavsøku
restaðu í fyri at vinna FM
heitið. Men ólavsøkusigur-
in mundi kennast søtur.
Umframt at vera góður endi
á róðrarárinum bar hann
við sær, at vestmenningar í
FM kappingini endaðu
frammanfyri havnarmenn.
Tað hevði sjálvandi verið
allar best hjá vestmenning-
um, um teir høvdu vunnið
FM. Men tá tað ikki bar til,
kundi tað neyvan kennast
søtari hjá teimum úr Vest-
manna, enn at teir fingu
sjey stig, vunnu silvur-
merkini í FM kappingini og
harvið trýstu Havnarbátin
niður á triðja plássið.
Drúgvu manningini um-
borð á Eysturoyinginum
verður ynskt hjartaliga til-
lukku við FM heitinum.
Síðani FM kappingarnar í
1973 vórðu skipaðar so-
leiðis, sum tær hava verið
síðani tá, hevur Eysturoy-
ingurin vunnið FM heitið
tríggjar ferðir – í 1998, í
1999 og aftur í ár.
Hetta er fyrsta árið, at
henda manningin vinnur
FM heitið, og tað man
neyvan vera nakar ivi um,
at teir flestu av ungu monn-
unum verða at síggja aftur,
tá Eysturoyingur og vón-
andi fleiri 10–mannafør,
enn tað hava verið við í
kappingini í ár, á norðoya-
stevnu komandi ár aftur
fara at leggja til brots í mest
spennandi hásummarkapp-
ingini á Føroya landi.
Bygdamenninir settu Havnarbátin upp á pláss
Vestmenningar snýttu FM-kandidatarnar
og struku av stað við ólavsøku-róðrinum.
Her heilsa teir uppá Eysturoyingin,
sum vann FM-kappingina
Mynd:Álvur Haraldsen
Størsti taparin á ólavsøkuróðrinum í ár, varð Havnarbáturin, ið hvørki vann FM ella á ólavsøkuróðurin í ár. Her spenna allir í, tá startskotið hevur ljóðað
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 143 - 31. juli 2002
Sílið var best í kapp-
ingini millum teir
tríggjar FM kandidat-
arnar, men Tjaldurs
dreingirnir, sum í
heimasjógvi vóru so
sera vónbrotnir,
vunnu ólavsøku-
róðurin og harvið
ognarsteypið fyri
triðjua ferð á rað
5–MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
Sílið er FM vinnari í kapp-
ingini millum dreingjabát-
ar. Undan ólavsøkuni var
greitt, at sera tætta kapp-
ingin stóð millum Fípuna
Føgru, Sílið og Blik. Fípan
Fagra leyp avstað í starti-
num, og eftir ein veldugan
spurt vóru klaksvíksdreing-
ir eina hálva bátslongd
frammanfyri hinar bátarnar.
Men Fípan Fagra vísti
seg at vera hara, sum teir
plaga at kalla tað í renni-
kappingum, tá ein leggur
ógvusliga fyri, men ikki
megnar at halda tørn um
oddasessin. Fípan Fagra
steðgaði fullkomuliga upp,
tá teinurin var hálvrógvin,
og dreingirnir úr Klaksvík
endaðu á fimta plássi tvær
bátslongdir frá oddasessi-
num, sum teir eina góða
løtu lógu til at vinna. Í
samlaðu FM kappingini
fekk Fípan Fagra bronsu.
Sílið og Blikur kappaðust
um FM heitið. Teir kappað-
ust eisini um næstfremsta
plássið í ólavsøkuróðri-
num. Kappingin var tøtt, og
Sílið var fyrri um málið.
Munurin var ein hálv báts-
longd. Harvið megnaði
nýggja Sílið, hóast teir vór-
ðu kolldømdir á Skála-
fjørðinum, at vinna FM
heitið, og tað ynskja vit
teimum hjartaliga tillukku
við. Tað er ikki á hvørjum
ári, at Sílið við dreingja-
manning vinnur FM. Síðsti
meistaraskapurin hjá Síli-
num varð vunnin í 1992.
Men so eigur at verða lagt
afturat, at hin dreingjabát-
urin hjá Havnar Róðrar-
felag, Drekin, vann FM í
1993, 1996 og í 1997.
Í Havnar Róðrarfelag
ganga teir høgt uppí, at árið
í ár er tað fyrsta síðani
1974, at Sílið hevur vunnið
FM bæði við gentumann-
ing og dreingjamanning.
Endaðu omaná
Tjaldrið hevði neyvan nak-
ar roknað við skuldi gera
seg galdandi í ólavsøku-
kappingini. Men guli bátur-
in var tann, sum heilt skjótt
legði eftir Fípuni Føgru, og
tá málið var hálvrógvið, var
tað Tjaldrið, sum var á
odda. Molin er 400 metrar
langur, og allan teinin
framvið
áskoðarapláss-
unum var Tjaldrið á odda.
Á málinum var fjarstøðan
aftur til FM vinnararnar á
Sílinum ein stórur skutur
ella ein lítil hálv bátslongd.
Sigurin hjá Tjaldrinum
var serliga søtur. Eitt var, at
hetta var triðja ferðin upp í
slag, at FM vinnararnir
tvey tey seinastu árini
vunnu á ólavsøku. Harvið
vunnu teir ferðasteypið til
ognar.
Hin síðan av søkini var,
at teir umborð á Tjaldrinum
vóru sera vónbrotnir, tá teir
kappaðust á Skálafjørði-
num. Ta ferðina komu teir í
kjalarvørrin á Sílinum, sum
varð kolldømt, og tí fingu
teir ikki endaspurtin, sum
hann skuldi vera. Tá vildu
teir á Tjaldrinum hava um-
róður, men tað ynskið varð
ikki játtað.
Eftir róðurin á Skála-
fjørðinum var lagið einki
serligt umborð á Tjaldri-
num. Fleiri umhugsaðu at
fara av, men teir luttóku
kortini í kappingunum, hó-
ast tað ikki gekk nakað ser-
ligt. Undan ólavsøkuni
gjørdu teir nógv við tað –
eitt nú vóru teir fleiri kvøld
á Havnarvág og vandu – og
nú eydnaðist rættuliga væl
hjá teimum.
Men eingin megnaði at
gera nakað við FM heitið
hjá Sílinum. Teir fingu
fleiri stig enn allir hinir
fingu. Tað var eitt gott av-
rik, tá havt verður í huga, at
teir einki fingu burturúr
róðrinum á Skálafjørði-
num. Argjadreingir vunnu
ikki á ólavsøku. Tískil vun-
nu teir ongan róður í ár,
men avrikini vóru so mikið
støðug, at teir ognaðu sær
næstfremsta plássið í FM
kappingini.
Tjaldrið segði takk fyri seinast
Men tá bátarnir komu
ímóti málinum, var
talan um uppvís-
ningsróður hjá FM
vinnarunum úr Vági
6–MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Mundi suvereni oddafisk-
urin síðani kappróðurin á
Skálafjørðinum
fara
at
kiksa hesa ferð. Tað var
spurningurin, sum hekk í
luftini, tá 6–mannaførini
við monnum høvdu róð
hálvan teinin. Og tað var
ikki at undrast á, at tað kend-
ist sum um, at tað var eitt
sindur av fjáltri á nógvu
vágbingunum, sum hoyrd-
ust so sera væl á Molanum.
Orsøkin var tann, at Páll
Fangi
og
Gongurólvur
fingu besta startin. Páll
Fangi hevði hug at halda
tørn um oddasessin, og tá
Smyril av álvara legði seg
út í kappingina og bjóðaði
Gongurólvi av, hevði Páll
Fangi hug at renna undan.
Tá teinurin var hálvrógv-
in lógu Páll Fangi og
Smyril stavn um stavn, so
glapp hjá Smyrli, og ungu
menninir umborð á Gongur-
ólvi vóru pretnari, enn teir
hava verið í nøkrum av hin-
um kappingunum. Teir tóku
Páll Fanga, og teir høvdu
eina lítla løtu kanska hug at
bjóða Smyrli av.
Men tað var ikki hugs-
ningur um. Smyril hevði
nógv tað mestu orkuna, og
á síðstu eitt hundrað metr-
unum fór hann í hvørjum
taki frá kappingarneytu-
num. Páll Fangi datt púra
burtur ímillum. Bæði Søl-
mundur og Hvessingur
tóku hann, og harvið fingu
teir báðir bestu úrslitini í
øllum róðrarárinum.
Smyrli
verður
ynskt
hjartaliga tillukku við fyr-
sta FM heitinum, síðani tað
í 1975 varð farið undir FM
kapping fyri 6–mannafør
við monnum.
Talan er bert um triðja
FM heitið á mannfólka-
síðuni til Vágs Kappróðrar-
felag, síðani 1973. Vág-
bingur vann í 1980, og
Royndin Fríða vann í 1994.
Smyril við kvinnum vann
FM í 1983, sum var fyrsta
árið,
at
kvinnurnar
í
6–mannaførum kappaðust
um meistaraskapin. Roynd-
in Fríða við gentumanning
hevur ongantíð verið meist-
ari. Tí er einki at undrast á,
at fløggini verða vundin á
stong, og vágbingar skipa
fyri móttøku, tá smiðjulær-
lingarnir umborð á Smyrli
vinna.
Smyril argaði vágbingar eina løtu
Dreingjamanningin á Sílinum vann á ólavsøku, og harvið eisini FM fyri 5-mannaførð
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20