Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. juli 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 31. juli 2002 19 Enn eina ferð stóðu Knørra kvinnurnar fyri mest sannførandi sigrinum av øllum 6–MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Kanska onkur miðvingur í tí dulda vónaði, at góða avrikið hjá Riddaranum í heimasjógvi á ólavsøku skuldi verða endurtikið, og at hóttanin, sum Riddarin á seinastu metrunum í Miðvági var ímóti Jarn- bardi, skuldi gerast til meiri enn eina hóttan. Um tað var onkur, sum hevði sovornar dreymar, so vórðu teir skjótt gjørdir til einkis á ólavsøku. Jarnbardur leyp avstað. Á fyrstu hálvt hundrað metr- unum vunnu tær umborð á Jarnbardi eina hálva báts- longd í mun til kappingar- neytarnar, og so var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. Spurningurin var heldur, hvussu sannførandi sigurin hjá Jarnbardi fór at vera. Á málinum var munurin meiri enn tvær bátslongdir, og um onkur av hinum bátun- um skuldi havt dittað sær at sett meiri á, so er neyvan nakar ivi um, at tær umborð á Jarnbardi høvdu krút eftir. Tær vórðu í hvussu so er ikki trýstar at leggja alla orku í. Kappingina um næst- fremsta plássið vann Ridd- arin enn eina ferð. Gongu- rólvur hevði hug at vera við eina løtu, meðan Páll Fangi ikki fekk tann startin, sum tær fleiri ferðir fyrr í summar hava havt. Men Páll Fangi tók Gongurólv, og Riddarin hevði ikki trupulleikar av at verja næstfremsta plássið, sjálvt um munurin frá Riddaranum og aftur til Páll Fanga á ongan hátt var so stórur, sum hann var frá Riddaranum og fram til Jarnbard, sum vann FM fyri sjeyndu ferð. Tað er fleiri ferðir, enn nakar annar hevur vunnið. Við einum framúr góðum endaspurti eydnaðist tað Argja- bátinum at vinna fyri fyrstu ferð síðani á norðoyastevnu, men teir høvdu ongan møguleika at hótta meistaraheitið hjá Kvívíkinginum 8–MANNAFØR Jóannes Hansen Teir hava stríðst, men tað hevur í fýra kappingum á rað ikki gingið, sum teir høvdu ætlað. Tað er mann- ingin á Argjabátinum, sum tað snýr seg um. FM vinnararnir í 2000 løgdu ógvusliga fyri, tá teir vunnu í Klaksvík. Síðani gekk væl, men ikki so væl, sum teir kundu hugsa sær. Startspurtirnir vóru góðir, og endaspurtirnir vóru meiri enn brúkiligir, men hvørja ferð var Kvívíking- urin drúgvastur, tá alt kom til alt. Tí er Kvívíkingurin FM vinnari. Teir hava verið drúgvastir, og vit ynskja Kvívíkinginum enn eina ferð hjartaliga tillukku við fyrsta FM heitinum, sum teir hava vunnið síðani 1996. Tað hava teir ruddu- liga uppiborið. Men á ólavsøku var tað Argjabáturin, sum stjól myndina. Tað tóktist annars skula myndast, sum tað frammanundan varð roknað við. Mótsatt fleiri av hinum kappingunum í summar, so legði Kvívíkingurin seg á odda beinanvegin, og har lá hann nógv størsta partin av róðrarteininum. Munurin til kappingar- neytarnar var ikki so ógvu- liga stórur, men við avrik- unum í undanfarnu kapp- ingunum í huga var ikki annað væntandi, enn at kvívíkingar fóru at vera teir drúgvastu. Men tá tað restaðu hálvt annað hundrað metrar, fór Argjabáturin at gera um seg. Teir løgdu fyrst fyri í rættuliga endaspurtinum, teir tóku seg fram á Kvívík- ingin, og kvívíkingar megnaðu ikki at svara aftur á sama hátt, sum teir á undanfarnu stevnunum høvdu gjørt. Argjabáturin át seg samt og javnt fram á Kvívík- ingin, og á síðstu metrun- um fór hann framum. Munurin var lítil, men tað var eingin ivi um, at Argja- báturin hevði vunnið, og tað bjargaði róðrarárinum á Argjum, har tey eftir norð- oyastevnuróðurin høvdu roknað við meiri, enn úr- tøkan varð á Skálafjørð- inum, í Hósvík, Vági og Miðvági. Argjabáturin vann FM í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998 og 2000. Tá tú vinnur so nógv er einki uttan tað besta nóg mikið. Kvívíkingurin streyk longu á vestanstevnu avstað við FM heitinum. Tað var eitt vónbrot hjá Argjabátinum, men á ólavsøku fingu argjamenn plástur á sárið. Jarnbardur í stórum stíli Argjabáturin endaði sum hann legði fyri Manningin á Jarnbardi vann mest sannførandi sigurin á ólavsøku Mynd: Álvur Haraldsen Við sigrinum á ólavsøku endaði kappróðrarárið væl hjá Argjabátinum 19 18 Nr. 143 - 31. juli 2002 Argjagentur vóru stinnastar í kapping- ini um næstfremsta plássið, men Fípan Fagra vann bronsu- merkini 5–MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Tað hevur verið sjón fyri søgn alt summar. Sílið hev- ur verið mannað við so nógv tí bestu gentumann- ingini. Á ólavsøku í heima- sjógvi vístu tær umborð á Sílinum, at tað var eingin slingur á valsinum. Blikur av Argjum fekk besta startin, og Fípan Fagra og Sílið fylgdu væl við. Harvið var tónin sligin ann. Ikki til kappingina um fremsta plássið, men um hvør skuldi kappast um næstfremsta plássið. Tá startspurturin var gott og væl av, hevði Sílið bæði lagt seg upp á síðuna av og tikið Blik. Á Molanum var munurin til Fípuna Føgru og Blik ein hálv bátslongd, og so var skjótt, at munurin varð longdur til eina bátslongd og meiri enn so. Tá tað rest- aðu tvey hundrað metrar, var Sílið leyst av hinum bátunum, og á málinum vóru tað næstan tvær báts- longdir á muni. Kappingin millum Blik og Fípuna Føgru minti nógv um kappingina mill- um hesar báðar bátarnir á ólavsøku í fjør. Tá hevði Fípan Fagra longu fram- manundan tryggjað sær FM heitið við at vinna fimm teir fyrstu róðrarnar. Men á ólavsøku vórðu klaksvíks- genturnar snýttar at Bliki, sum vann síðsta róðurin. Hesa ferð kappaðust somu manningarnar um næstfremsta plássið í ólav- søkuróðrinum, og aftur hesa ferð vóru tær av Argj- um tær stinnaru. Munurin var meiri enn ein bátslongd. Longu undan ólavsøkuni hevði Fípan Fagra tryggjað sær silvurmerkini í FM kappingini. Aftur hesa ferð var lut- tøkutalið størst í gentu- róðrinum. Ørnin, Drekin, Tjaldrið, Havfrúgvin og Tekla vóru við í kappingini um FM stigini. Síðstur á mál var Broddur. Tá hann kom á mál, høvdu tær á Sílinum frøtt seg um ólav- søkusigurin og FM heitið í 37 sekund og tað var skjótt, at munurin var so mikið øktur, at eingin ivi var um, hvar sigurin skuldi enda. Sílið sera sannførandi Kappróðrarárið 2002 er liðugt. FM vinnararnir eru funnin, steyp og heiðursmerki eru handað og býtt kring landið, og bátarnir eru drignir í neystini, har teir fara at standa til eina ferð í vár. Áhugin fyri kappróðri- num er stórur, og tað fjøl- miðlarnir gera støðugt meiri fyri at siga frá og lýsa umstøðurnar á róð- rarplássunum, í feløg- unum og millum rógvar- arnar. Útvarp Føroya hevur verið fastur fúsur, síðani tað fór at senda í 1957. Eins og í nógv flestu FM kappingunum síðsta stóra mansaldurin, so var tað á ólavsøku Jógvan Arge, sum segði frá. Sjónvarpið ger eitt sind- ur við at senda frá kapp- róðri. Teir fáa upptøkur frá øllum róðrunum, og tey eru fleiri, sum halda, at tað hevði verið fínt tilfar, um SvF sendi róðrarnar í fullari longd. Eisini hóast talan ikki hevði verið um beinleiðis sending. Róðrarsambandið skip- ar fyri upptøku av róðr- unum. Tað er Rúni Pers- son, sum er nevndarlimur í Havnar Róðrarfelag, sum er upptøkumaður. Higartil hevur bara úrslit- ið av tí, sum Rúni hevur tikið upp, verið at sæð. Men her síggja vit hann røkja uppgávuna, sum hann nýtir ein stóran part av frítíðini í vikuskiftinum til, meðan kappróðrarárið er í hæddini. Hesir bera orð og myndir kring landið Tá tað restaðu tvey hundrað metrar, var Sílið leyst av hinum bátunum, og á málinum vóru tað næstan tvær bátslongdir á muni Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18