mikudagur 31. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 143 • mikudagur • 31. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Bæði í kappróðrinum
og í fótbóltinum var
tað NSÍ, sum setti sín
serliga dám á ólav-
søkuna. NSÍ vann
løgmanssteypið,
Eysturoyingurin vann
FM í kappingini
millum 10–mannafør,
og endiliga eydnaðist
tað dreingjunum um-
borð á Tjaldrinum at
vísa, at tað framvegis
er dugur í teimum
ÓLAVSØKU-
KAPPINGAR
Jóannes Hansen
Tann guli og tann svarti
vóru høvuðslitirnir í góða
veðrinum ólavsøkuaftan og
í framúr veðrinum, sum var
ólavsøkudag.
Alt vendi rætta vegin hjá
NSÍ.
Kappróðrarfelagið
NSÍ gjørdi av álvara um
seg, og besta fótbóltsliðið
hjá NSÍ staðfesti, at tað
grør um gangandi fót í
ítróttinum
í
Runavíkar
kommunu.
Fyri triðju ferð seinastu
fimm árini eydnaðist tað
Eysturoyinginum, sum nú
er fimm ára gamal, at vinna
meistaraskapin í kappingini
millum
10–mannaførini.
Tað var krúnan á einum fyri
NSÍ sera væl eydnaðum
ólavsøkukappróðri.
Dreingirnir umborð á
Tjaldrinum
vórðu
FM
vinnarar bæði í 2000 og í
2001. Í teimum fimm FM
róðrunum undan ólavsøk-
uni hevði ikki gingið nakað
serligt hjá nýggju mann-
ingini. Men á Havnarvág
glapp av álvara. Tjaldrið
var fremst mest sum allan
róðrarteinin, og harvið
fingu teir av álvara eitt
plástur á tað, sum higartil
hevði sæð miseydnað út.
Tað plagar at verða tikið
til, at sigur í ólavsøkuróðr-
inum er sum at vinna
steypakappingina í fótbólti.
Um tað er so, so vann NSÍ
fleiri steypakappingar.
Higartil hevur NSÍ verið
tað einasta av fótbótlsfeløg-
unum, sum seinastu árini
hava verið við í fremstu
røð, og sum ongantíð hevur
havt møguleika at royna
seg í altjóða kappingunum.
Tað hava teir ongantíð
kvalifiserað seg til.
NSÍ vann finaluna um
løgmanssteypið 2–1 á HB.
Tað hevur við sær, at NSÍ
longu hevur vunnið sær
atgongumerkini til UEFA
Cup kappingina um eitt ár.
Í góðveðrinum á Tórsvølli
vóru 4.702 vitni til stór-
hendingina í fótbóltssøguni
hjá NSÍ. Um tey verða
roknað uppí, sum vóru at
síggja uttanfyri sjálvan
Tórsvøll, so var áskoðara-
talið omanfyri fimm tús-
und. Fleiri hundrað hildu til
framvið hegninum, niðan
fyri svimjihøllina og í skrá-
anum undir ítróttarhøllini á
Hálsi.
NSÍ átti ikki part í
kvinnufinaluni í fótbólti.
Har vóru tað HB og KÍ,
sum tókust fjórða árið á
rað. HB vann í 1999, KÍ
vann í 2000, HB vann í
2001, og í góðveðrinum
ólavsøkudag átti KÍ tørn
aftur.
Klaksvíkskvinnur
vunnu rudduligan 6–1 sig-
ur, og harvið hava tær lagt
lunnar undir møguleikan at
vinna bæði FM og steypa-
kappingina.
Við fyrsta finalusigrinum
nakrantíð í steypakapping-
ini hava teir í NSÍ lagt lunn-
ar undir møguleikan at
vinna bæði steypakapping
og FM. Um tað skal eydn-
ast fæst at síggja tveir teir
næstu mánaðirnar. Tá verða
átta tey síðstu umførini í
landskappingini spæld.
Ein dystur hongur eftir
frá 10. umfarinum. Tað er
tann millum EB/Streym og
TB. Hann verður spældur á
Eiði í kvøld. Sunnudagin
verður spælt soleiðis í 11.
umfarinum:
VB–EB/
Streymur, B68–TB, KÍ–
HB, B36–Skála og steypa-
vinnararnir í NSÍ skulu inn
til Gøtu.
Í hesum 11. umfarinum
eru finalistarnir í steypa-
kappingini partar av sera
týdningarmiklum uppgerð-
um. Í Klaksvík skal vón-
brotna HB prógva, at teir
framvegis eru besta boðið
upp á FM heitið, sjálvt um
teir taptu steypafinaluna.
GÍ er næsti kappingar-
neytin hjá HB. Dysturin í
Gøtu fer at vísa, um GÍ
framvegis megnar at fylgja
við, ella um tað nú er NSÍ,
sum er flúgvandi.
Ólavsøkan endaði
í gulum og svørtum
16
Nr. 143 - 31. juli 2002
Útisjonleikur í bakandi sól – brakandi succes
Í allarfagrasta stevnu-
veðri fór útisjónleik-
urin hjá MáF og
Grímu av bakka-
stokki. Leikurin byrj-
aði við SMS, og síðan
fór øll gongan avstað
móti Skansanum.
Hópur av fólki fylgdi
við leikarunum, og
gongugøturnar vóru
stúgvaðar av fólki
ÓLAVSSØKAN
Solby A. Eliasen
Veðurgudarnir vóru av
sonnum í besta hýri, tá
sjónleikurin hjá MáF og
Grímu fór av bakkastokki.
Skjøtil varð settur á leikin
klokkan 14.30 ólavsøku-
dag, og í bakandi sólk
sýndu leikarar, trummuslá-
arar og dansarar fram yms-
ar smáar leikir og dansir, alt
meðan leikurin flutti seg
frá SMS og oman í
Vágstún, har annar partur
av leikinum fór fram.
Nógv fólk tóku av upp-
lagda møguleikanum til at
hugna sær saman á ein
heldur øðrvísi hátt, og gøt-
urnar vóru fullar av fólki,
sum fylgdu við, hvussu
leikur fórst.
Trummusláttur á
sjónum
Á Vágsbotni snúði leikurin
seg um tíðarskeiðið, tá Før-
oyar vórði kristnaðar. Leik-
urin byrjaði á Bursatanga,
har Sigmundur varð sendur
til Føroya av Ólavi kongi.
Síðan flutti leikurin seg út á
Skansan, har endabresturin
fór fram.
Hóast gongan við leikar-
um og hyggjarnum varð
góðan tíma seinka á leiðini
móti Vágsbotni, so hugn-
aðu fólk sær óført.
Møguleiki var eisini fyri
at
uppliva
sansandi
trummusláttur á Føroya
landi. Trummusláarnir vóru
fleiri í tali, og harumframt
varð eisini leikt á onnur
ljóðføri. Trummusláararnir
stóðu ymsastaðni; onkrir
vóru á Bursatanga, meðan
aðrir stóðu umborð á bát-
um. Hesir spældu so síná-
millum, har teir svaraðu
hvørjum øðrum aftur við
dunandi
trummuljóði.
Hetta setti ein serligan og
áhugaverdan dám á alla
gonguna, umframt at hetta
var eitt sera væl fyriskipað
tiltak.
Bardagaleikur
á Skansanum
Úti á Skansanum varð skip-
að fyri bardagasenum, og
eisini her settu trummurnar
sín serliga dám á umhvørv-
ið. Bardagasenurnar vóru
stak væl fyriskipaðar, og
stuttligt var at síggja,
hvussu góðar leikarar vit
eiga her í Føroyum.
Leikararnir sýndu eisini
fram teirra kvøðu-evni, tá
teir allir fóru at kvøða. Av tí
at eingin vindur var, bar
væl til hjá áhoyrarunum at
hoyra, hvat kvøtt varð um.
Útisjónleikurin endaði
um fimm-tíðina úti á
Skansanum. Í stórum stíli
framførdu
navnframir
sangarir sum Rókur J.
Jacobsen, Kristina Elisa-
beth Mørkøre, Eivør Páls-
dóttir og Terji Rasmussen
»Frægir
funnu
Føroya
Land«. At hetta varð væl-
dámt á áskoðarafjøldini
hoyrdist eisini á lógvabrest-
unum. Saman við bríkslum
og rópum mundi teir ongan
enda fingið, og roynt varð
eisini at klappa fyri einum
eykalagi. Tað eydnaðist tó
ikki hesu ferð.
Samanumtikið var talan
um eitt sera væl eydnað
tiltak, sum uttan iva nógv
orka hevur verið løgd í. Til-
takið var framúr væl skip-
að, og samanspælið millum
leikarar bæði úr Havnini og
Klaksvík var av tí allar-
besta.
Hetta var triðju ferð
síðan 1991, at skipað hevur
verið fyri útisjónleiki á
ólavsøku.
Hinar
báðar
ferðirnar var leikurin eisini
sera væl eydnaður, men
hesu ferð var talan also um
eina brakandi succes.
Útisjónleikur setti serligan dám á ólavsøkudag
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
16