mikudagur 31. juli 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 31. juli 2002
15
ÓLAVSØKA
Eyðun Klakstein
Í fjør var veðrið á ólavsøku
nakað av tí vánaligasta,
sum tað ber til at fáa á mið-
um summari. Í ár vent í
holuni, og sólin bakaði tey
mongu fólkini, sum leitaðu
sær út á Havnargøtur um
vikuskiftið.
Tá ólavsøkan varð sett
ólavsøkuaftan var veðrið
gott, og tað helt sær allan
dagin. Men var veðrið gott
sunnudagin, so var tað enn
betri ólavsøkudag, tá sólin
bakaði dagin á tamb.
Fólk vóru í góðum lag,
og tað bar rættiliga til at
vísa tey føroysku klæðini
fram. Onnur gingu hálv-
ílætin og puffaðu, meðan
sólbrillurnar á nøsini hildu
ringastu sólskinið burtur
frá eygunum.
Góða veðrið gjørdi, at
nógv fólk var í býnum bæði
dag og nátt, og tey flestu
mundu ásannað, at tað er
langt ímillum, at ólavsøku-
veðrið roynist so væl, sum
tað gjørdist hesaferð.
Ólavsøku í fagrasta veðri
Báðir ólavsøkudagarnir eydnaðust sera væl við veðri, og tað sást aftur í
Havnar gøtum, har nógv fólk í góðum lag var at síggja bæði dag og nátt
Skrúðgonga við ítróttarfólki setti sum vanligt dám á setanina av ólavsøkuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Sunnudagin gingu politikarar, prestar og embætisfólk
skrúðgongu. Hesa løtuna var spenningur millum fólk um,
hvussu tað fór at vera við samgonguni
Mynd: Finnur Justinussen
Eisini børnini dugdu at hugna sær í góða veðrinum
Mynd: Finnur Justinussen
Stóra ólavsøkukórið sang
undir tinghúsinum
Mynd: Finnur Justinussen
15
14
Nr. 143 - 31. juli 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Tann størsti mus-
limski felagsskapurin
í Indonesia tekur fult
undir við atsóknun-
um hjá teimum pale-
stinsku sjálvmorðs-
bumbumonnunum
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Ein talsmaður fyri indo-
nesiska felagsskapin Nahd-
latul Ulama segði í gjár, at
felagsskapurin stuðlar av
fullum huga teimum pale-
stinsku sjálvmorðsbumbu-
monnunum, sum hava søkt
at ísraelskum málum.
Boðskapurin varð kunn-
gjørdur á ársfundinum hjá
felagsskapinum, sum sam-
bært indonesisku myndug-
leikunum umboðar umleið
40 milliónir indonesar.
- Islam bannar sjálv-
morði, er orsøkin ikki nóg
góð, og sjálvmorðsbumbur
er avgjørt tann seinasta
loysnin. Men tá um ræður
at berjast fyri sannleikanum
ella átrúnaðarligum sjónar-
miðum, kann tað góðtakast,
stóð í boðunum hjá mus-
limska felagsskapinum.
Indonesisku
myndug-
leikarnir siga, at víðgongdir
muslimskir felagsskapir í
landinum hava ofta tikið
undir við teimum pale-
stinsku sjálvmorðsbumbu-
monnunum, men hetta er
fyrstu ferð, at ein hóvligur
felagsskapur sum Nahd-
latul Ulama hevur tikið
somu støðu.
Næstan 85 prosent av
teimum 210 milliónunum,
sum búgva í Indonesia, eru
muslimar.
Í minsta lagi 90 fólk
fingu skaða, tá eitt
ferðamannatok fór av
jarnbreytini norðan
fyri Washington
mánadagin
SAMFERÐSLA
Árni Joensen
Óhappið hendi við Ken-
sington, sum er einar 20
kilometrar
norðan
fyri
Washington.
202 fólk vóru í tokinum,
sum var á veg úr Washing-
ton til Chicago, tá tveir av
vognunum loysnaðu og
fóru út av jarnbreytini og
oman millum nøkur trø.
Hinir vognarnir koppaðu á
breytini, men tey bæði
lokomotivini vórðu stand-
andi.
Bjargingarmyndugleik-
arnir siga, at tað var eitt
undur, at eingin lat lív.
Umleið 90 fólk máttu flyt-
ast á sjúkrahús til viðgerð-
ar, og sambært læknunum
vóru seks teirra illa meidd.
Hví vognarnir fóru útav,
vita myndugleikarnir ikki.
Óhappið við Kensington
er tað fjórða tokóhappið í
USA seinastu fýra mánað-
arnar. Tann 18. apríl doyðu
fýra fólk, og meiri enn 200
fingu skaða, tá eitt tok fór
av breytini í Florida.
Fimm dagar seinni doyðu
tvey fólk, tá eitt ferða-
mannatok og eitt góðstok
stoyttu saman nærhendis
Los Angeles. 265 fólk
fingu skaða.
Tann 14. mai fingu tvey
fólk skaða, tá eitt tok rendi
á ein lastbil í Suður Karo-
lina og fór út av breytini.
Tað er ikki vanligt, at
fyrrverandi ameri-
kanskir forsetar
finnast at virkandi
forsetanum, men nú
er Bill Clinton troytt-
ur av George W. Bush
og umsiting hansara
USA
Árni Joensen
Tað, sum hevur fingið øði í
Bill Clinton, er, at stjórn-
arumsitingin hjá George W.
Bush roynir at geva fyrr-
verandi forsetanum skyld-
ina av teimum álvarssomu
fíggjargølunum, sum eru
komnar undan kavi í USA í
seinastuni.
Bush hevur fleiri ferðir
róð uppundir, at tað var í
forsetatíðini hjá Clinton, at
amerikansku fyritøkurnar
fóru at svika við rokn-
skapinum, og at fyrrverandi
forsetin og stjórn hansara
gjørdu ikki nóg mikið fyri
at steðga óskilinum.
Hetta hevur eftir øllum at
døma fingið øði í Bill
Clinton.
- Vinnulívið breyt lóg-
gávuna, áðrenn Bush tók
við, og tað helt fram, eftir
at hann hevði tikið við.
Veruleikin er, at eg royndi
at gera nakað við trupul-
leikan, men at flokkur for-
setans, republikanararnir,
forðaði tí, segði Clinton í
einari
sjónvarpssamrøðu
sunnudagin.
Fyrrverandi
forsetin
legði afturat, at ein av teim-
um republikansku politik-
arunum,
sum
forðaðu
ætlaðu lógarbroytingunum,
fekk starvið sum leiðari í
kreditteftirlitinum, eftir at
Bush hevði tikið við.
Bill Clinton ilskast eisini
um, at Bush-stjórnin hevur
hug at geva honum skyld-
ina av støðuni í Miðeystri.
Teir vilja vera við, at tann
miseydnaða semingsroynd-
in hjá Clinton á heysti í
2000 elvdi til harðskapin
millum ísraelsmenn og
palestinar.
- Í sjey ár eydnaðist tað
okkum at halda viðurskift-
unum í Miðeystri á beinari
kós, og nú royna teir at geva
mær skyldina av viður-
skiftunum í dag, segði
Clinton í sjónvarpssamrøð-
uni sunnudagin.
Hvítu Húsini hava ikki
gjørt nakra beinleiðis við-
merking til tað, sum Bill
Clinton hevur sagt. Scott
Stanzel, talsmaður sigur, at
tað er ikki siður at finnast
at
undanmonnum
ella
eftirmonnum í amerikanska
forsetaembætinum, og at
Bush hevur valt at hyggja
frameftir.
Stuðla teimum palestinsku
sjálvmorðsbumbumonnunum
Aftur eitt tokóhapp í USA
Clinton ilskast inn á Bush
Bjargingarmenn kanna jarnbreytina, har tokið úr Washington til Chicago fór útav. Meiri enn 90 fólk fingu skaða
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14