mikudagur 31. juli 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 143 - 31. juli 2002
Nr. 143 - 31. juli 2002
13
ÓLAVSSØKAN
2002
Ragnhild Ellingsgaard
Á skaðastovuni hava tey
ikki bitið so nógv merki
í, at Ólavssøkan hevur
verið
seinasta
viku-
skiftið. Enn hava tey
ikki gjørt upp, hvussu
nógv fólk eru komin inn
á gátt hjá teimum farna
vikuskiftið, men heilt
illa statt hevur tað so
ikki verið.
- Ólavssøkan hevur
ikki givið okkum meir at
gjørt, enn hvat eitt okk-
urt annað tilvildarligt
vikuskiftið vildi gjørt,
siga tey frá skaðastovuni
á Landssjúkrahúsinum.
Talan hevur ikki verið
um nakrar álvarsligar
skaðar, men heldur um
drukkin fólk, ið eru dott-
in ella hava skorið seg
av einhvørjum.
Ein av orsøkunum til,
at stevnan hevur verið so
friðarliga, er uttan iva
hjálpin frá sámarittunum
hjá Reyða Krossi. Sáma-
rittarnir hava gingið úti á
gøt-unum alla stevnuna,
og eru tey skjót at veita
eina hjálpandi hond, um
okkurt skuldi verið áfatt.
- Tey eiga at fáa eitt
stórt herðaklapp fyri eitt
vísa eitt so flott intiativ,
heldur
yvirlæknin
á
Landssjúkrahúsinum og
leggur afturat, at uttan
sámarittarnir
høvdu
uttan iva fleiri fólk
endaði á skaðastovuni.
Friðarlig
ólavssøka
á skaðastovuni
ÓLAVSSØKAN
2002
Ragnhild Ellingsgaard
Týsnáttina kom ein 14
ára gomul genta inn á
politistøðini í Havn.
Hon vildi boða frá, at
hon fyrr um náttina var
vorðin neyðtikin. Gent-
an hevur nú verið til
læknakanningar,
og
staðfesta hesar kann-
ingar, at skelkandi hend-
ingin er farin fram.
Løgreglan ynskir tó
ikki at koma út við
nøkrum útsøgnum enn,
tá so stutt tíð er fráliðin,
síðan
hendingin
fór
fram.
- Vit kanna málið,
men enn ber ikki til at
koma út við nøkrum
detaljum, tá hetta kann
ávirka
kanningar-
arbeiðið, sigur vakthav-
andi á politistøðini í
Havn.
Sostatt vil hann heldur
ikki siga, um gernings-
maðurin er funnin ella
handtikin longu nú.
- Tað einasta, ið vit
vilja staðfesta, er at
hendingin er farin fram.
Restin má bíða, til
kanningararbeiðið
er
liðugt, greiðir hann frá.
ÓLAVSSØKAN 2002
Ragnhild Ellingsgaard
Seinasta vikuskiftið hevur
verið langt og strævið hjá
løgregluni í Tórshavn. Einir
20 mans hava skifts um at
verið til arbeiðis, og er
hetta væl fleiri enn eitt
vanligt vikuskifti.
- Størsti trupulleikin er
avgjørt druk, druk og aftur
druk. Ólavssøkan er vorðin
ein reguler drukfest, og
fólk eru sansaleyst rúsaði,
sigur vakthavandi á politi-
støðini.
Enn hevur løgreglan ikki
fingið til vega nøkur hag-
tøl, ið vísa hvussu nógvar
vitjanir, talan hevur verið
um á Ólavssøkuni. Men
vakthavandi veit tó at siga,
at støðin hevur hýst 21
gestum, ið av ymsum áðum
ikki náddu at koma heim,
áðrenn rúsurin tók yvir.
Hetta er eitt tal, sum
samsvarar væl við tølini frá
undanfarnu Ólavssøkum. Í
1992 var talan um 39
náttargestir, og fall talið eitt
sindur komandi árini. Í
1998 hevði løgreglan vitjan
av 28 náttargestum, og varð
talið í ár sum nevnt 21.
Hóast talið er minkað, so
heldur
vakthavandi
á
politistøðini, at torført er at
meta um, hvørt støðan er
nakað munandi betrað.
- Talið varirerar altíð eitt
sindur, tá vit jú hava við
rúsaði fólk at gera. Tó
liggur tað altíð eitt sindur
stabilt, og tí er torført at
siga,
hvørt
støðan
er
versnað ella blivin betri,
heldur hann.
Hann leggur afturat, at
talan ikki er um nakran
ávísan málbólk, ið endar
hjá løgregluni orsakað av
rúsandi evnum.
- Talan hevur í ár verið
um heilt ung niður í 12-ára
aldurin, eins væl og vit
eisini hava fingist við heilt
tilkomin fólk. Tey hava øll
fingið ov nógv niðurum, og
duga sær tí ikki hógv,
greiðir vakthavandi frá.
Harafturat koma eisini
allar uppringingarnar um
størri og smærri skaðar,
sum løgreglan fær. Tá
ringir løgreglan til sjúkra-
húsið, sum síðani sendur
sjúkrabilin út eftir fólkun-
um.
- Ólavssøkan í ár hevur
ført til stak nógvar uppring-
ingar. Hetta eru fólk, sum
eru komin til skaða á yms-
an hátt. Sum oftast stendst
hetta aftur av ov stórum
rúsi, sigur vakthavandi.
Hann heldur ikki, at talan
í so mongum førum er um
onnur rúsevni enn alkohol.
Heldur er tað ein blanding
av ymsum, sum ger fólk so
í ørviti, at løgreglan má upp
í leikin.
14 ára gomul
genta neyðtikin
ÓLAVSSØKAN
2002
Ragnhild Ellingsgaard
Undir kappróðrinum á
Ólavssøku kom ein 15
ára gamal drongur út
fyri eini minni hugna-
ligari hending. Undir
sjálvum róðrinum varð
hann nevniliga sligin í
høvdið við eini fløsku.
Drongurin
meldaði
sjálvur
tilburðin
til
løgregluna seinni um
dagin, og løgreglan veit,
hvør gerningsmaðurin
er.
Drongur sligin
við fløsku
Ólavssøkan 2002:
Strævið vikuskifti
hjá løgregluni
Helena nýtti í
setanarrøðuni á
Ólavssøku høvi til at
minna okkum øll á, at
vit eiga at standa
saman um tjóðina
Føroyar
ÓLAVSSØKAN 2002
Í bakandi sól varð Ólavs-
søkan 2002 sett sjálva
ólavssøkuaftan. Nógv fólk
vóru savnaði saman til
setanina, og saman við
skrúðgonguni varð enn eina
ferð
skjøtul
settur
á
tjóðarhátíð okkara.
Helena Dam á Neystabø,
fyrrverandi
landsstýris-
kvinna, flutti fram setanar-
røðuna. Hon byrjaði røð-
una við at umrøða sjálva
hátíðina, sum enn einaferð
hevði savnað so nógvar
føroyingar á sama staði.
Við hvør sínari søgu og
hvør
sínum
dreymum
stevna
føroyingar
til
Havnar at halda Ólavssøku.
Og á Ólavssøku er eisini
pláss fyri øllum, helt
Helena.
- Hetta eru dagar, sum
binda okkum saman. Hetta
eru dagar, tá tað sum skilur
okkum sleppu at bíða.
Hetta eru dagar, ið skulu
vísa okkum vegin fram.
Ólavssøkan er ikki bara ein
skái, segði Helena millum
annað í byrjanini av røðuni.
Standa saman
Helena nýtti eisini høvi til
at minna okkum føroyingar
á, at tjóðin Føroyar ikki er
nøkur sjálvfylgja. Tí eiga
vit eisini at halda fast við
okkara túsund ára gomlu
søgu og mentan, umframt
at vit eisini líta frameftir.
- At standa saman sum
fólk merkir ikki, at vit øll
skulu vera eins ella hava
somu
meiningar.
Tað
merkir, at vit standa saman
um at tryggja, at vit vinna
øll ty rættindi, sum ein
natión hevur rætt til. Standa
saman um at tryggja, at vit
eisini í framtíðini kunnu
vera ymisk, fjølbroytt og
fræls, og at pláss er fyri
øllum – serstakliga teim-
um, sum av ymsum ávum
fingu tað trupult, segði
Helena í røðuni.
Hetta eru virði, sum,
sambært Helenu, saman
mynda okkar samleika.
- Tað er eingin sjálv-
fylgja, at tað er so. Hetta er
ein gáva og ein uppgáva –
hvønn einasta dag. Hjá tær
og hjá mær – og sjálvandi
eisini hjá okkara politisku
leiðslu, førdi Helena fram.
Eisini søgan hjá Føroya
Løgtingið fekk nøkur orð á
vegnum.
- Tað er skyldan hjá
okkum øllum at standa á
varðhaldi um aldargamla
Føroya Løgting, demokrat-
iska umboðsstovn okkara,
segði Helena.
Helenda Dam á Neystabø í setanarrøðuni:
Vit skulu standa saman
um Føroyar
Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstýriskvinna, flutti fram røðu til setanarhaldið
Ólavsøkukabarettin 2002:
Ein mjørkadagur
við sólglottum
Ólavsøkukabarettin
2002 varð send av
bakkastokki leygar-
kvøldið klokkan 19
fyri fullum Sjónleik-
arahúsi. Men áskoð-
ararnir flentu ikki
takið av húsunum, tí
satt at siga, var ikki so
nógv at flenna eftir
UMMÆLI
Ingrid Bjarnastein
Vónirnar hjá leikararunum
undan ólavsøkukabarettini
vóru stak góðar. Teir lovaðu
áskoðarunum eina stuttliga
kabarett við nógvum feit-
um innsløgum. Og leygar-
kvøldið
skuldi
slagið
standa. Klokkan 19.00 varð
kabarettin send av bakka-
stokki fyri fyrstu ferð fyri
fullum
Sjónleikarahúsi.
Men smílivøddarnir vóru tó
ikki so nógv brúktir, sum
ein kanska hevði væntað.
Men tó, her skal ikki sig-
ast, at kabarettin als ikki
var stuttlig. Tí hon hevði
heilt vist sínar ljósu løtur,
har leikararnir veruliga
megnaðu at fáa meira enn
eitt hálvhjartað smíl frá
áskoðarunum.
Og nógv vóru, sum fingu
toyggið. Lagt varð út við
sjálvum Mr Big. Ein væl-
eydnað parodi við upptøku-
tóli og øllum. Og vendi
hesin sami aftur nakrar
ferðir ígjøgnum kabarett-
ina, bæði við og uttan brill-
ur.
Bill og øl
Nýggi trivnaðarmálaráð-
harrin, sum hevur verið
nógv at hoyrt til í seinast-
uni, stóð eisini fyri skotum.
Við sínum sjónarmiðum
um rúsdrekka stóð hann á
pallinum í klædningi og við
veingjum og prædikaði sín-
ar hugsanir.
Suðuroyingar,
Reidar
Nónfjall og Smyrol vóru
eisini uppi og vendu saman
við Sámal Petur, Annlis
Bjarkhamar, bispi, nýggja
landsliðsvenjaranum, Hen-
rik Larsen, Trónda Patur-
syni og øðrum.
Og ungi Brandur Enni
fekk eisini av grovfílini
hesa kabarettina. Við eini
heliumsballón varð sungið
»I´ll be waiting in the
moonlight«
saman
við
dansigentu og øllum, sum
hartil hoyrir.
Eisini høvdu leikararnir
lovað áskoðarunum ein
hvøkk. Og tað eydnaðist
eisini, men tað, sum kanska
heldur var eitt sindur
»keðiligt«, var tá øl (ella
var tað vatn?) varð stoytt
yvir áskoðararnar. Men alt í
lagi. Tað var ikki so nógv,
als ikki, nakrir dropar, men
kanska summi hava hug at
rykkja brýr um tey hava lat-
ið seg í sítt fínasta ólav-
søkustás.
Mest heilhjartaða spælið
var frá tónleikarunum hetta
kvøldið. Allir í reyðum
oberts-jakkum sótu teir so
fittir, og fullførdu teir teirra
uppgávu til lítar. Eitt veru-
ligt herðaklapp til tónleik-
ararnar.
Alt í alt er ólavsøkukaba-
rettin tó ikki so galin. Lat
ikki hetta ummælið steðga
tær við at fara niðan í sjón-
leikarahúsið, tí tú fært heilt
vist smílið fram, har tú
gloymir tínar sorgir eina
løtu. Men harafturat, so
tykist ólavsøkukabarettin
sum ein hálvhjartað roynd
uppá at fáa fólk at flenna
eftir tí, sum í síðsta enda
ikki hevur havt so nógv at
siga.
C
M
Y
K
13
12
ÚTSØLA
30. JULI
Braun El Ketil
wk210
Vanl.
prísur
625,-
Vanl.
prísur
1195,-
Nú einans
499,-
Nú einans
895,-
Nú einans 7795,-
Nú einans
2835,-
Nú einans
2835,-
Nú einans
1542,-
Nú einans
1542,-
Blomberg eymhetta
dz610, hvít
310 m3
Siemens komfýrur
v/luft grill & keramik
Blanco mega vask
v/bakka 6s
Blanco mega vask
v/bakka 6s
Blanco viva vask
60 cm 6
Blanco viva vask
60 cm 6
Blanco viva vask
60 cm 6
VØSK FRÁ BLANCO
Vanl.
prísur
4050,-
Vanl.
prísur
2053,-
Vanl.
prísur
2053,-
Vanl.
prísur
2053,-
Blanco Classic 8
Blanco Classic 8
Vanl.
prísur
4407,-
Vanl. prísur
9195,-
Nú einans
2864,-
Nú einans
2864,-
Ideline honddustsúvari
530,-
365,-
Voss eymhetta vhm605-0 stál 363 m3 (58db)
4195,-
3145,-
Voss eymhetta vhm617-1 hvít 560 m3 (50db)
3595,-
3055,-
Voss eymhetta vhm605-1 hvít 363 m3 (58db)
3295,-
2195,-
Moulinex hvirla (avmarkað nøgd)
668,-
499,-
Moulinex fritura Acp251 1000g 18W (Avmarkað nøgd) 998,-
798,-
Tefal fritura 6273 1000g 2000 Watt
1495,-
1160,-
Miéle micro m625w digitalur 21 L
5430,-
4895,-
Elvita micro 20l. 800 Watt
1290,-
999,-
Buknecht micro 21L digitalur 1000 Watt
3395,-
2795,-
Thermex deco vegg eymhetta stál (Avmarkað nøgd)
7495,-
6745,-
Blomberg komfýrur 50 cm yvir- & undirvarma
5995,-
4795,-
Miéle fingertouch km465
Miéle innb. ovnur h316bw v/luft grill & klokku hvítur
15990,-
13995,-
Blomberg uppvaskimaskina dwf041 hvít
5995,-
5395,-
Asko turkitrumla kondens El stýring
10595,-
8995,-
Asko trukitrumla Avtrek El stýring
9995,-
8295,-
Creda turkitrumla Kondens
5995,-
4395,-
AEG turkitrumla kondens (Avmarkað nøgd)
9795,-
8815,-
AEG turkitrumla Avtrek (Avmarkað nøgd)
7595,-
6835,-
Bauknecht turkitrumla Avtrek (Avmarkað nøgd) 5795,-
4900,-
Gram køliskáp ks240-06 H: 1070mm B: 550mm (energi B) 5995,-
5090,-
Gorenje køl/frysti k336/2p H: 1770mm B: 600mm (energiA)
10450,-
8500,-
Zanussi køli zt155 H: 85cm B: 55cm (energi A) 3290,-
2595,-