mikudagur 31. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 143 - 31. juli 2002
Nr. 143 - 31. juli 2002
11
Alt hatta rokið til onga verðsins nyttu. Torbjørn
Jacobsen hevur leikað í eina løtu, men etur so alt
í seg aftur. Vit kunnu bert enn einaferð staðfesta,
at tómar tunnur buldra mest.
Hvat skuldi tað til? Torbjørn Jacobsen fór ivaleyst
ikki heilt skeivur, tá hann í kjakinum karakteri-
seraði Fólkaflokkin. At hann so skuldsetti
løgmann og fiskimálaráðharran er so ein onnur
søk, men tað hevur hann so alt etið í seg aftur.
Skuldsetingar sum tær, ið vóru á lofti, eru ov
álvarsligar til, at menn ganga og tveita um seg við
teimum, fyri so bert at halda øll til rukku og
trekkja tær aftur í síðstu løtu. Hevur Tjóðveldis-
flokkurin ikki eitt stórt problem, nú Torbjørn
Jacobsen eftir øllum at døma aftur hevur sagt
ósatt alment?
Spurningurin er nú, hvør hevur bukað hvønn uppá
pláss. Er tað Torbjørn Jacobsen, ið er bukaður
uppá pláss av sínum egnu, ella er tað sum ikki
einaferð Tjóðveldisflokkurin, ið er bukaður uppá
pláss av Fólkaflokkinum. Tað er vist, at nógvir
kamelar eru svølgdir fyri fullveldið. Tá nú full-
veldisætlanin er løgd á ís og vit hava eina heim-
stýrissamgongu við borgarligari slagsíðu, við
onkrari hissini yvirtøku, so er ilt at síggja, hví
tjóðveldisflokkurin letur sær alt lynda. Fólka-
flokkurin hevur øll vinnumál í Tinganesi og hevur
tí buktina og báðar endar, meðan Tjóðveldis-
flokkurin sleppir at umsita nøkur mál undir
heimastýrinum. Er tað, at sita við valdið vorðið
eitt mál í sær sjálvum hjá Tjóðveldisflokkinum?
Nú tá fullveldisætlanin er løgd á ís, og vit hava
eitt vanligt heimastýrislandstýri, so kemur alt
týðiligari fram, at Tjóðveldisflokkurin og Fólka-
flokkurin hava ilt við at semjast um nakað sum
helst uttan fullveldi. Áralagið hjá sitandi sam-
gongu er sum at síggja grindalokk fara til gongu,
og eingi tekin eru um, at hetta fer at batna.
Tað kann væl verða, at Torbjørn Jacobsen var
heldur ófantaligur í orðavalinum í hansara
seinasta nummari, men tað skerst ikki burtur, at
Torbjørn Jacobsen hoyrir til teir í Tjóðveldis-
flokkinum, ið er ímóti privatiseringsætlanunum,
sum Fólkaflokkurin kókar upp. Esini er hann eina
teimum fáu Tjóðveldismonnunum, ið hevur talað
alment ímóti privatisering av kongsjørðini. Nú er
bara fryktandi, at hann eisini har fer at bakka, tá
man eftir øllum at døma ikki kann taka alt tað,
hann sigur, fyri fult. Óansæð hvat, so er hetta
málið ikki deytt, tí onkur fer ivaleyst at minna seg
sjálvan á, hvat málini viðvíkjandi løgmanni og
Jørgen Niclasen snúðu seg um. At samgongan
haltar víðari er ikki nøkur loysn, og í minsta lagi
ein formansrunda hevði verið uppá sítt pláss.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Aftur nú
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Magni Laksáfoss
Streymnes 26.07.2002
Vinnupolitikkurin
skal
leggjast eftir at beina
burtur
forðingar
hjá
vinnulívinum, so vinnu-
lívið fær best møguligu
karmar at virka undir. At
siga at eingin kapping er
millum samfeløg er heilt
burturvið.
Í frágreiðingini hjá Bú-
skaparráðnum verður sagt,
at politikkurin hjá Vinnu-
málaráðnum er heilt skeiv-
ur, tí hann tekur støði í at
Føroyar eru í kapping við
onnur lond.
Búskaparráðið
sigur:
"Her [á vørumarknaðin-
um] kappast øll móti øllum
uttan mun til landamørk. Tí
er eingin meining í at tosa
um kapping millum tjóðir á
fiskamarknaðinum".
Somuleiðis endar Bú-
skaparráðið frágreiðingina
við: "Høvuðsorsøkin til
skeiva vinnupolitikkin er
tann grundleggjandi skeiva
uppfatan, at samfeløg eru í
altjóða kapping á sama
hátt sum fyritøkur í altjóða
kapping ..."
Eg eri als ikki samdur við
kritikkin hjá Búskaparáð-
num. Eftir míni áskoðan er
føroyski
búskapurin
í
kapping við onnur lond og
skal
vinnupolitikkurin
leggjast til rættis eftir hes-
um veruleika.
Samfeløg í kapping
Orsøkin til at samfelagið er
í kapping við onnur sam-
feløg er, at allar tær
føroysku fyritøkurnar hava
somu fortreytir at arbeiða
undir í Føroyum. Um tær
somu fyritøkurnar høvdu
valt at lagt seg í einum
øðrum samfelag, vildu tær
havt aðrar, møguliga betri,
fortreytir at arbeitt undir.
Sostatt er kappingin mill-
um samfeløg ein kapping
um at bjóða fyritøkunum
best møguligar arbeiðsum-
støður, soleiðis at flest
møguligar vinnufyritøkur
vilja velja at leggja sítt
virksemi i júst hesum sam-
felagnum og ikki í einum
øðrum landi.
Munur á samfeløgum
Tá ein fyritøka skal kappast
á altjóða marknaðunum,
kann tað hava sera stóran
týdning fyri kappingarførið
hjá fyritøkuni, um tað velur
eitt land at leggja seg í, ella
um tað velur eitt annað
land.
Tað sum er avgerðandi
fyri
kappingarførið
er
framleiðslukostnaðirnir.
Her er talan um prís á
rávøru, lønarlag, útbúgvin
arbeiðsmegi,
flutnings-
kostnaður o.l.
Eitt samfelag kann so-
statt kappast við onnur
samfeløg við at bjóða betri
umstøður fyri fyritøkurnar.
Vinnupolitikkurin
Vinnupolitikkurin má hava
sum mál, at føroysku virk-
ini skulu vera millum tey
mest kappingarføru í heim-
inum. Tí skal vinnupoli-
tikkurin innihalda tiltøk,
sum eru privatu vinnuni at
gagni og sum harvið økir
okkara livistøði og vælferð.
Vinnupolitikkurin skal
sostatt leggjast eftir at
beina burtur forðingar hjá
vinnulívinum, so vinnu-
lívið fær best møguligu
karmar at virka undir.
Hvørjar vinnur?
Kanningar vísa, at tey
londini sum leggja seg eftir
at betra kappingarførið hjá
høvuðsvinnuni og hjávinn-
um hjá høvuðsvinnuni,
klára seg væl í altjóða
kappingini.
Hetta vil í Føroyum siga,
at vit skulu leggja okkum
eftir at betra um kapping-
arførið hjá fiski-, flaka- og
alivinnuni, sum jú eru
okkara høvuðsvinnur. Har-
umframt skulu vit betra um
kappingarførið hjá hjávinn-
unum, sum eru trolvirkir,
skipasmíð, trollemmavirki
o.l.
Í øðrum londum sæst
ofta, at hjávinnurnar vaksa
upp og gerast so stórar, at
tær fáa týdning sum ein
høvuðsvinna. Hetta vil í
Føroyum siga, at virkir,
sum lata vørur og tænastur
til høvuðsvinnurnar, møgu-
liga kunnu gerast ein
munagóð útflutningsvinna.
Vit skulu sostatt, efit
míni meining, ikki hyggja
droymandi eftir fjarskot-
num
nýggjum
høvuðs-
vinnum, men heldur leggja
okkum eftir at útvikla tær
vinnurnar vit hava, soleiðis
at onkur av hjávinnunum
kann vaksa upp til at gerast
ein nýggj høvuðsvinna
saman við hinum høvuðs-
vinnunum.
Útbúgving og gransking
Vinnupolitikkurin skal ikki
vera studningur til vinnu-
lívið, tí tað vísir seg at av-
laga vinnubygnaðin og
elvir til ineffektivitet. Í
staðin skal vinnulívspoli-
tikkurin leggja seg eftir at
beina burtur forðingar.
Hetta kann t.d. vera út-
búgvingar og gransking
innan tey øki sum vinnan
hevur brúk fyri. Talan kan
eisini vera um at broyta
kostnaðarstøðið. T.d. fór
telekommunikatiónskostna
ðurin niður tá Føroya Tele
bleiv gjørt til partafelag og
onnur feløg komu inn á
marknaðin. Kann tað á
sama hátt hugsast, at um
SEV fær kapping, so fór
orkuprísurin niður? Hetta
hevði bøtt munandi um
kappingarførið hjá vinnuni
- øllum vinnum, ikki einans
útflutningsvinnuni.
Naohiro Amaya
At enda vil eg endurtaka
orðini hjá fyriverandi vara-
ídnaðarmálaráðharranum í
Japan, Naohiro Amaya:
"Vinnulívsfólk dáma ikki
væl at taka vágan av at
nýta pening til gransking
og nýútviklan. Tá tann
ósjónliga hondin sostatt
ikki syrgir fyri at tað verður
granska og útvikla, so má
tann sjónliga hondin syrgja
fyri tí."
Hervið er eisini staðfest,
at tað almenna eigur at hava
ein aktivan vinnupolitikk, tí
politikkurin kann gerast av-
gerandi fyri at okkara livi-
støði gerst betur.
Føroyar í altjóða kapping
Sámal Matras
Kristiansen
Í tí heldur baldruta kjakin-
um, ið í løtuni fer fram við-
víkjandi privatisering av
Føroya Fiskavirking, eru
nógvir spurningar, ið stinga
seg upp. Tann kanska mest
áhugaverda og grundleggj-
andi er spurningurin um
hvat Føroyar í veruleikan-
um eru. Eru Føroyar eitt
virki, eru Føroyar eitt sam-
felag ið broytist, ella eru
Føroyar kanska ein heilag
og ævugtgaldandi eind, og
sostatt meiri eitt religiøst
objekt enn nakað annað?
Í bløðunum hesar sein-
astu døgunum er fyrsti
møguleikin, t.v.s. Føroyar
sum eitt risastórt virki við
einum búskapi, ið helst skal
vaksa ár um ár, tann ið
oftast er vorðin nevndur.
Við øðrum orðum havi eg
lyndi til at hugsa mær, at
tað í hugaheimi føroyingra
er tann búskaparliga fatan-
in av Føroyum - Føroyar
sum tað grundarlagið, vit
byggja okkara tilveru á -
sum er tann alment gald-
andi. Hetta havi eg eisini
mangan sannað í gerand-
ispráti við fólk.
Tað, ið liggur til grund
fyri hesari búskaparligu
fatan, er at Føroyar eru ein
meiri ella minni búskapar-
ligur konstantur. Við øðrum
orðum at tað ár fyri ár er
nøkulunda tað sama vit
kunnu vænta okkum at
kunna gagnnýta av tilfeingi
landsins, serliga fiskinum.
Sambært hesari fatanini
er tað, at búskaparfrøðingar
mæla landins kosnu at selja
Føroya Fiskavirking til
hægstbjóðandi, tað veri seg
føroying ella útlending, tí at
hetta gevur mestan vinning
í krónum og oyrum. Her er
einki at ræðast, tí marknað-
urin er jú líka heilagur sum
gud er hjá religiøsum
fanatikarum, nevniliga tann
einasti
sannleikin.
Av
hesari búskaparfanatismu
fylgja logikkir sum hesir:
Tað er eitt búskaparligt
grundarlag fyri Føroya
Fiskavirking í dag, ergo,
Føroya Fiskavirking fer at
halda fram á nøkulunda
sama hátt sum higartil.
Politikkur og samfelags-
frøði mugu undir ongum
umstøðum blandast upp í
analysuna, líka so lítið sum
vit eiga at loyva kvinnu-
ligum prestum í fólka-
kirkjuni.
At tað veruliga eru so
nógv fólk, ið hugsa á henda
hátt, eri eg sjálvandi keddur
av at síggja. Men tað er nú
so, at búskaparfrøði er so
ómetaliga einfalt at greiða
fólki frá, um tú væl at
merkja kemur við einari
einfaldari
frágreiðing.
Velur tú eina meiri torføra
frágreiðing uppá hví tingini
hanga saman sum tey gera,
sum eisini eg við hesari
greinini havi í hyggju at
gera,
ja
so
verður
frágreiðingin ikki góðtikin
millum manna. Tað er jú so,
at skal ein teori politiserast,
skal hon vera løtt at skilja.
Vit mugu fram við slagorð-
um og dylja allar tær truplu
detaljurnar, ið vónandi ikki
hava alt ov nógv uppá seg
tá ið avtornar. Við øðrum
orðum: Tað ið er lætt, tað er
eisini rætt.
Heldur lítil fiskur í
stórum hyli...
Burtur frá hesum lítla síðu-
støkkinum. Trupulleikin, eg
dugi at hóma, er at Føroyar
- í takt við tøkniligu menn-
ingina, og her hugsi eg ser-
liga um teir alsamt vaks-
andi trolararnar, ið kunnu
sigla jørðina upp og niður
upp á stutta tíð - eru við at
verða undirgrivnar sum ein
sjálvsøgd búskaparlig eind.
Í gomlum døgum var tað
lætt at skilja tað heila. Tá
vóru Føroyar í stóran mun
bara Føroyar, við teimum
sjálvsøgdu avmarkinum, ið
hetta hevði við sær. Føroyar
vóru isoleraðar.
Við
tað
at
Føroyar
sprongdu síni gomlu mørk,
gjørdust vit sjálvandi ríkari,
tí at búskaparliga grundar-
lagið gjørdist størri. Hetta
hava vit notið gott av í
Føroyum, og hava vit dugað
rímiliga væl at handfarið
okkara tilfeingi, hóast alt.
Nú er tað bara tað, at Før-
oyar, sum desillusioneraðir
danskir sosialdemokratar
plaga at taka til, hava "sej-
ret ad helvede til". Fyri-
tøkan Føroyar hevur veru-
liga verið ein gleðissøga.
Tað hevur gingið strálandi,
um vit bara líka gloyma tær
ymisku
kreppurnar,
ið
eisini hava verið, men sum
vit so lukkuliga gloyma í
góðum tíðum. Vit hava
sigrað Føroyar út um alt
mark, og harvið hava vit
eisini gjørt Føroyar til ein
part av sokallaða heims-
samfelagnum. Føroyar eru í
fullari ferð inn í globali-
seraða heimin við øllum tí
illa og góða, tað inniber.
Trupulleikin í dag er ikki
tann, at føroyingar ikki
klára at framleiða nóg mik-
ið til at røkja sítt egna land,
við ella uttan blokkstuðul.
Her eri eg fullkomiliga
samdur
við
tjóðveldis-
menn. Vit kunnu sum einki
klára
okkum
uttanfyri
ríkisfelagsskapin. Trupul-
leikin er jú ikki búskapar-
ligur. Hann er politiskur.
Trupulleikin er, at Føroyar
ikki eru nøkur sjálvfylgja
sum ein politisk og sosial
eind longur. Føroyar eru
átjan oyggjar í heiminum,
og tað er ikki nógv av
føroyska tileinginum, ið
man nýtist at vera búsitandi
í Føroyum fyri at troyta.
Við hesum bábelsstóru
skipunum, ið nú skúma
róman á føroysku havleið-
unum, er jú ikki neyðugt at
vera heimahoyrandi í Før-
oyum fyri at fara á flot á
Føroya banka. Tú kanst tað
sama vera skrásettur í t.d.
Aberdeen ella Bergen. Tað
er snøgt sagt ikki tvingandi
neyðugt við einum før-
oyskum samfelagi á stødd
við tí núverandi, fyri at
troyta føroyska tilfeingið.
Tað sama er uppaftur sjón-
ligari við oljuvinnuni. Um
vit ikki føra eina stranga
lóggávu út í lívið og spæla
uppá okkara (í løtuni sjálv-
sagda, men hvussu leingi
afturat?) rætt til egið til-
feingi, so velur stórkapital-
urin so gleðiliga at skíta á
okkum.
Tjóðin eigur lívið í
Føroyum
Um vit hugsaðu okkum
tann næstan absurda tank-
an, at einasta grundin til at
búgva í Føroyum var fyri at
tjena pengar, so hevði
neyvan verið rúm fyri fleiri
enn fáum túsund føroying-
um her í landinum. Vit
skuldu havt nakrar bøndur
at røkja haga, berg og bø,
nakrar hummarafiskarar,
nakrar alarar og onkran
hendinga útróðrabát. Og so
kanska nakrar fáar verk-
smiðjur og kanska eina lítla
beding í Havn at klára
bráðfeingisumvælingar,
umframt eina lítla kommu-
nalumsiting
og
nakrar
turistguidir, tí Føroyar eru
sum kunnugt eitt vakurt
land, ið ríkir týskarar og
danir gjarna vilja uppliva í
frítíðini.
Hetta hevði verið nóg
mikið til at røkja Føroyar
kalt og kyniskt. Men so-
leiðis er veruleikin nú
einaferð ikki, og soleiðis er
neyvan nakar føroyingur, ið
ynskir at Føroyar skulu
vera. Men hví eru Føroyar
so hættaðar sum tær eru?
Svarið skal helst finnast í
orðum sum mentan, mál,
traditión, almenn umsiting,
tjóðskapur,
lokalpatriot-
isma o.l. Tað eru hesi ting-
ini, ið halda lív í Føroyum,
og ikki fiskurin. Grundin til
at Føroyar eru ein fiski-
vinnutjóð er ikki, at tað
endiliga er so praktiskt, tá
ið hugsað verður um tann
langa og dýra útflutnings-
vegin. Vit framleiða fisk í
Føroyum, tí vit finna mein-
ing í omanfyristandandi
orðum. Vit framleiða fisk
(og onnur ting sjálvandi) í
Føroyum fyri at hava ráð til
at varðveita okkara tjóð og
okkara mentan og til at reka
ta almennu umsitingina í
Føroyum. Við framleiða
fisk fyri framhaldandi at
kunna búgva í Føroyum.
Vit búgva ikki í Føroyum
fyri at framleiða fisk. TAÐ
ER IKKI FISKIVINNAN,
IÐ ER GRUNDARLAGIÐ
FYRI TJÓÐINI. TAÐ ER
TJÓÐIN, IÐ ER GRUND-
ARLAGIÐ FYRI FISKI-
VINNUNI.
Hyggið bara Hetland...
Uttan føroysku tjóðina,
høvdu helst búð færri fólk í
Føroyum enn í Hetlandi, ið
fysiskt sæð jú er eitt "betri"
land enn Føroyar. Hugsast
skal um, at í tjóðarleysa
grannalandi okkara búðu
um farna aldarskifti tvífalt
so nógv sum í Føroyum!
Hesi seinastu hundrað árini
er íbúgvatalið ikki vaksið,
heldur ikki eftir at Hetland
er vorðið eitt olju(hjá)land.
Samstundis er føroyska
fólkatalið trífaldað. Hetta
er eftir mínari uppfatan av
einari einastu orsøk: Tjóð-
ini; okkara stoltleika av
egnum landi og okkara
kærleika til okkara mentan.
Tjóðin er tað, ið skapar
meining við at búgva í Før-
oyum. Og meining er eitt
tað týdningarmesta ein
menniskja kann eiga.
Tað, ið ein privatisering
av Føroya Fiskavirking í
veruleikanum er, er ein
minking av búskaparliga
mandatinum hjá føroyska
"statinum" ella heimastýr-
inum. Við øðrum orðum
verður eitt av størstu stýr-
ingstólum landsins selt til
"marknaðin", og úti á
marknaðinum er tað sum
kunnugt ikki tjóðin, men
kaldi og kyniski kapital-
urin, ið ræður fyri borg.
Tað, vit ikki mugu gloyma í
hesum kjakinum er, at vit
við at selja Føroya Fiska-
virking samstundis minka
um ræsarúmið hjá Føroya
Tjóð. Hetta fer við tíðini at
hava ta ósvikaligu ávirkan,
at grundirnar til at búgva í
Føroya Landi verða alsamt
færri og minni. Ikki bara
vegna tess, at tjóðin, og so-
statt løgtingsins vald, vikn-
ar. Eisini dugi eg alt ov væl
at ímynda mær at føroysk
fiskavirki verða burtur-
rationaliseraði, tí at tað sum
kunnugt er nógv bíligari at
sigla trolararnar beinleiðis
inn á marknaðin ella til
lond við bíligari arbeiðs-
orku enn at viðgera hann í
Føroyum fyrst og so at
senda hann víðari. Hetta
munnu øll, ið fylgja við
føroyskum fiskivinnupoli-
tikki, vera samd við mær í.
Ikki minst reiðararnir.
Sjálvur eri eg tjóðveldis-
maður, hóast eg ikki altíð
eru so glaður um alt teir
stákast við í hasum flokk-
inum, t.d. at summir teirra -
eingin
nevndur,
eingin
kendur - tykjast vilja geva
næstan hvat tað skal vera
fyri eitt tómt hugtak sum
fullveldi. Eg eri tjóðveldis-
maður, tí at eg trúgvi upp á
tjóðina og at eg trúgvi upp á
fólkaræðið. Við øðrum orð-
um trúgvi eg upp á tjóð-
veldið, vald tjóðarinnar, og
so kunnu tóm hugtøk sum
fullveldi og loysing renna
og hoppa. Í staðin vóni eg,
at tjóðveldismenn fara at
nýta sítt hegni til at steðga
ideologiska flippinum hjá
fólkafloksmonnum, ið sum
altíð eru fullkomiliga blind-
aðir av Mammon, ið er ein
tann vandamesti avgudurin,
ið er til.
Hvat er tað, vit vilja?
Vilja vit arbeiða fyri at liva,
ella liva vit fyri at arbeiða?
Tað er greitt, at eg vil tað
fyrra. Men hvat vil Føroya
fólk? Hvat vilja føroyingar
við sínari tjóð?
Aksel Johannesen
Klaksvík, hin 26. juli 2002
Tobbi hevur alment skuld-
sett Anfinn Kallsberg løg-
mann og Jørgin Niclasen
landstýrismann fyri at hava
eina so kriminella fortíð, at
teir ikki høvdu kunnað sitið
í stjórn í nøkrum øðrum
landi í heiminum enn í Før-
oyum. Um skuldsetingar-
nar hjá Tobba eru rættar, er
tað rætt, at Føroyar eru
einasta demokratiska land í
heiminum, ið hetta kann
lata seg gera. Orsøkin til, at
hetta hevur kunnað og kann
lata seg gera í Føroyum er
millum annað tann, at hesir
báðir persónar hava ein
parlamentariskan meiriluta
aftan fyri seg á løgtingið, ið
millum annað Tjóðveldis-
flokkurin og Tobbi sjálvur
eru partar av.
Eg haldi, at Tobbi hevur
skyldu til at greiða Føroya
fólki frá, hví hann í ein
stóran part av teimum sein-
astu 4-5 árini hevur verið
partur av parlamentariska
meirilutanum hjá løgmanni
og framhaldandi er tað í
skrivandi løtu, tá Tobbi
sambært sær sjálvum er av
tí fatan, at løgmaður hevur
eina so kriminella fortíð, at
hann ikki hevði kunna sitið
í nakrari stjórn í nøkrum
øðrum landi í heiminum.
Um nakað hald er í
skuldsetingunum hjá tyg-
um, Tobbi, átti tygum so
ikki fyri langari tíð síðani at
tikið tygara stuðul til løg-
mann aftur. Ella er tín
hugburður kanska tann, at
menn, ið tygum skíra fyri at
hava eina so mikið krimi-
nella fortíð, at teir ikki
høvdu kunnað sitið í nakr-
ari stjórn í nøkrum øðrum
landi í heiminum, gott
kunnu sleppa at stýra í
Føroyum, so leingið tygum
og
Tjóðveldisflokkurin
hava politiskan vinning av
tí politikki, ið førdir verður.
Tobbi, hvar er moralurin?
VIÐMERKINGAR
Hvar er moralurin, Tobbi?
Faroe Islands for sale
C
M
Y
K
11
10