leygardagur 26. januar 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Hasardspæl
FYRST í vikuni fingu allir akfarstrygg-
ingartakarar hjá Tryggingarsamband-
inum bræv. Í brævinum varð m.a.
sagt frå hækking á tryggingargjøld-
um, og at sjálvsábyrgdin í samband
við bilskaðar nú er sett til 25 pst. av
samlaða skaðakostnaðinum.
AT TAÐ NEYÐUGT er at hækka ávís
tryggingargjøld, er helst í lagi, tá
hugsað verður um dýrtíðina og tað
stóra talið á bilskaðum. Annað var
ikki væntandi, og hetta hevur fáur
nakað ímóti.
MEN AT sjálvsábyrgdin — frá at vera
eitt fast krónutal millum 400 og 800
krónur — nú er sett til 25 pst. merkir
beinleiðis, at Tryggingarsambandið
ikki longur tryggjar fult út, men bert
75 pst. av einum skaða. Ella við ødr-
um orðum, at Tryggingarsambandið,
sum hevur einkarrætt, bert tryggjar
3/4 av virðinum og samstundis ikki
loyvir einum at tryggja seg fyri tann
írestandi fjórðingin.
TIL HESA støduna er fyrst at siga, at
ein hevur ilt við at taka avgerðina við
fullum álvara, so burtur úr vón og viti
hon tykist vera. Um avgerðin er
lóglig. er ivasamt, men víst er, at
skipanin verður torfør at umsita.
AVGERÐIN fær eisini aðrar fylgjur.
Hugsast kann, at keyparin av akfari
nú má gjalda 25 pst. meir í útgjaldan,
um keypt verður við keypssáttmála.
Verkstødini vilja krevja 25 pst. í
depositum frá bilánara fyri trygging-
arskaðar. Fólk fara at taka akfør úr
tryggingini, og harvið missir
Tryggingarsambandið inntøkur, og
trýstið á myndugleikar landsins um
at bróta einkarrætt Tryggingarsam-
bandsins økist. Men tað er kanska
hetta seinasta, sum nevndin í Trygg-
ingarsambandinum er hugað fyri.
TÁ VIT SIGA nevndin, so er tað tí, at
tað er nógv, sum bendir á, at dagliga
leiðsla Tryggingarsambandsins ikki
er eftirspurd, og als ikki samd um
hesa avgerå nevndarinnar.
VIT VILJA als ikki góðtaka tílíkt
hasardspæl hjá nevndini í Trygging-
arsambandinum Føroyar.
sosialurin
Nr. 7 — 26. januar 1980
Er einki ómeguligt fyri
einum lærara?
Eg havi hoyrt sagt, at ein
lærari kann vera góður at
hava í einari bygd, tá hann
hevur ans fyri plássinum.
Soleiðis kann ikki sigast
um henda persón. Hans-
ara stersta uppgáva er at
fáa mest meguligt vald og
brúka tað uttan fyrilit. Er
jerð til selu, er lærarin
altíð framvið. Er ein jarða-
teigur til selu, so er hann
eisini har. Verður ein seyð-
ur seldur, bjóðar hann
seyðin so hegt upp í prísi
sum meguligt, og sigur
síðani, at „tað var bara til
stuttleika, forstendur tú<.
Henda sama stuttleika
noyðist so ein annar at
keypa sum kanska lítið
ella einki átti
undan.
Hesin persónur er
seyðamaður í tveimum
hagapertum í aðrari bygd
og rektar kanska tann
triðja úr skúlavindeygan-
um. Lembur ein ær á
benum, sleppa skúlabern-
ini frí, og lærarin kemur í
bili til ærina.
Tað viðvíkir
ikki mær, hvussu nógv
hann slaktar, men so
mikið kann eg siga, at
eingin her í bygdini kemur
hon nær í nánd. Hvussu
maðurin innan skúlagátt
er, kenni eg einki til, men
tað skal ikki undra meg,
kanska
im bernini duga væl at
kenna seyð.
Hesin lærarin bleiv
settur í starvið í 1966. So
legið tað ljóðar var bara
ein av teimum 5 sóknar-
stýrislimunum, ið góðtók
hann, so har var ikki
stórur áhugi at fáa hann
til bygdina, og heldur enn
at lýsa starvið leyst
beinanvegin, setti
táverandi skúlastjórn
læraran uttan víðari
diskussión. Men so í 1972
tók táverandi sóknarstýri
eina aðra steðu. Sí annars
gerðabók sóknarstýrisins.
Eg skal til . seinast
leggja tær eini ráð. Legg
árar út og rógv burtur,
men far ikki í ein eystan, tí
har verður ikki komandi
at landi.
Takk fyri upptekuna.
Willemoes Olsen
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Ein viðmerking til greinina hjá Paula Ellefsen í Dimmalætting 19/1 1980:
Tit oyddu hetta land
Greinin skal vera aftur-
svar til mín, men hon
sigur mær einki uttan eitt.
Hon sannferir meg um
tað, sum eg havi havt var-
hugan av, at Pauli Ellef-
sen dugir ikki at skoða
longur aftur, enn tey fimm
árini hann hevur sitið á
tingi, og ein maður, sum
ikki kennir seguna, kann
ikki leingi vera við, tá er
fyrigevandi bæði tað
viðkomandi skrivar og
talar
Tað tykist mær,, at
hesin maður sjálvur trýr
uppá tað, at um Sam-
bandsflokkurin sat i
Tinganesi, so hevði verið
lagað vóru
ongar kvotur, so vóru olju-
prísirnir ikki hækkaðir, tí
teir hevdu eins og ganda-
kallar bert við einum orði
greitt hetta. Hesum trýr
topppolitikari, og
hetta vil hann hava
Feroya fólk at trúgva,
men Pauli Ellefsen veit
betur — ella skuldi vita
betur. Sambandsflokkurin
er broyttur, tað skerst ikki
manni, so
hesin
burtur sambandsflokk
urin hevur eisini havt
leiðsluna í krepputíð
Feroyum, tað skerst
heldur ikki burtur, frá
1950 til 1958
Hetta er politisk sega,
men tað hevur kanska ikki
áhuga
Tí, nú dámar flokkinum
betur at standa uttanfyri,
nú avgerðir, sum krevja
rygg, sum ikki eru popul-
erar, skulu takast.
Øll kunnu standa til
róðurs í góðveðri, meðan
tað skulu vera menn, ið
standa á brúnni, tá á
stendur
„Tit oyddu hetta land-
iå« sigur Pauli E., men
mín góði maður, fyri at
oyða nakað, má fyrst vera
nakað
Og tann framburð, sum
hevur verið, hevur tú ikki
verið við til at skapa.
Sambandsflokkurin er
verjan av fría fyritaks-
seminum, hvat merkir
hetta? Hyggur tú at
skattalistanum fyri tey
seinastu 15 árini, fyri ikki
at fara ov langt aftur, so
kann ein spyrja: hvar er
tað privata fyritakssemið,
tað sást ikki har, meðan
gulltíðirnar vóru, meðan
pengarnir floymdi inn, væl
fyri at gardera seg ímóti
teimum tíðum, sum ikki
vóru góðar og sum kundu
koma. Nú eru slíkar tíðir.
so tað fría fyritakssemið
má seta nakað til av tí sum
tað sambært lóg hevði
skattafrítt tí tað skuldi
brúkast til at standa ímóti
við. Nú verður rokningin
skrivað til tað almenna, og
hver er tað?
Tað eru tey
tíðina hava
sum alla
svarað
samfelagnum skyldur sín-
ar uttan at fáa nakrar ser-
stakar fyrimunir. Tað eru
fiskimenn, fiskagentur,
arbeiðsmenn, ja, allur
verkamannastætturin.
Tey, sum alla tíðina
hava borið byrðarnar,
teimum skal aftur leggj-
ast á. Tú og tit verja tað
fría fyritakssemið.
Og hví verða byrðarnar
aftur lagdar á tær somu
herðar, Pauli Ellefsen?
Tí tað fría fyritaksemið
ikki kendi skyldur sínar,
tá ið gullið floymdi, tá ið
tað skuldi svara samfelag-
num skyldur sínar.
„Gev keisaranum hvat
keisarans er«. Fad er bara
gloymt.
Hetta er tad tu verjir,
hetta bygdi ikki landið.
Tey, sum bygdu hetta
landið, vóru fiskimenn,
arbeiðsmenn, fiskagentur,
ja, verkamannastætturin,
og uttan at fáa nakrar
fyrimunir
Og ikki, sum tú sigur
„tey oyddu ikki nakad«.
Tað, tú leggur okkum
undir, leggur tú eisini
veljarar okkara undir
Eisini eitt demi um,
hvussu lítið tú kennir til
seguna. og sega er tað,
sum hendi áðrenn tú kom
á ting, Pauli
Tey, sum hava lagt
rygg til, og framvegis
koma at gera tað, eru tey,
sum hava valt meg, og tey
gera skyldur sínar uttan
nakran persónligan
fyrimun.
Vit vóru greiðir yvir tey
myrku skýggj, men vóru
til reiðar at taka ábyrgd,
eisini saman við sam-
bandsflokkinum. Og
høvdu vit verið greiðir
yvir, at tú og flokkur tín
hevði so stórt vald, at tit
bara við einum orði kundu
steðgað oljuhækkanini,
tryggjað fiskileiðir og
hækkað fiskaprísir! So
høvdu vit ikki himprast
við.
Men tað er bara ikki so.
Føroya fólk hevur ikki
brúk fyri politikarum,
sum eins og strutsurin,
stinga hevdið í sandin, tá
ið á stendur. Aftaná hetta
skeiðið fara veljarar at
sanna, hver ið stýrir og
stýrir við ábyrgd, og
uttan at taka nakað frá
nekrum, kann Pauli E. við
at lesa siglingarsegu Páll
Nolsøes, fáa prógv fyri, at
tað eru og vóru mínir velj-
arar, verkamannafjeldin,
sum bygdi hetta landið.
Ein er ikki noyddur at
vera yrkjari bert ein
heldur seg til veruleikan,
og tað má ein topppolitik-
ari gera.
So Pauli
seguna.
Ellefsen, les
Sverre Midjord
Sendið lesarabrøvini
til SOSTALIN!
ER
3
æ
gs