leygardagur 9. februar 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 11 — 9. februar 1980
telf. 14720, 1 1820
box 76, 3800 Torshavn
p/f sosialurin
Utgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
. —Jéhann Mortensen
Jan Miiller
Lysingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Plåss fyri øllum
HOSDAGIN VORDU nyggju evna-
veikradeildirnar å Landssjåkrahusin-
um handadar landsstyrinum. Hesir
bygningar, tveir i tali, eru teir fyrstu
av sinum slag i Føroyum. Tad, sum
samstundis er hent, er, at andveikra-
forsorgin, sum fyrr hevur ligid undir
donskum myndugleikum, nu kemur
undir Almannastovuna.
VID HESUM eru vit komin rættiliga
nógv nærri ti målsetningi at fáa hýst
teim føroyingum her heima, sum nú
eru á andveikradeildum í Danmark. Í
hesum bygningum verður pláss fyri
einum parti av teimum, og vit kunnu
fegnast um, at landsstýrið arbeiðir
við at útvega aðrar deildir kring
landið.
TAÐ MÁ VERA rætt, at tær komandi
deildirnar, sum bygdar verða í fram-
tíðini, vera í smærri eindum og lagdar
ymsastaðni í landinum, samstundis
at hóskandi arbeiðspláss verða
funnin og skapt nærhendis.
MÁLSETNINGURIN er ikki náddur
enn, men vit hava ta tiltrúgv til lands-
stýrið, at teir ikki fara at helma í, fyrr
enn vit eisini hava pláss fyri hesum
partinum av okkara landsmonnum.
Hetta er ikki annað enn skylda sam-
felagsins mótvegis teimum, sum eru
illa fyri.
Skyldur samfelagsins
— MEN TAÐ ERU eisini í ðrum forum, at
samfelagið átti at sæð sínar sjálvsagdu
skyldur. Her verður serliga hugsað um tann
stóra tørv, serliga í Havn, á dagstovnum —
vøggustovum og barnagørdum.
AT FORELDUR sita uttanfyri eina veggu-
stovu eina heila nátt í teirri vón, at hesuferð
fer at eydnast at fáa børnum sínum eitt
vøggustovuplåss, sigur ikki so lítið um tørv-
in.
TAÐ ERU íkki foreldrini ella bernini, sum
hava skapt hendan tørvin, men tann sam-
felagsgongd, sum er farin fram. Tað eru so
nógv dømi um, at tað er neyðugt hjá bådum
foreldrum at taka arbeiði uttan fyri heimið
fyri at fáa endarnar at rokka saman — fyri at
svara hvørjum sítt, eisini samfelagnum. Ti er
ikki ov nógv kravt, at samfelagið eisini ger
sínar skyldur mótvegis sínum borgarum.
Andveikraverndin í Føroyum
Soleiðis hava vit, i sam-
band við Fróðskapar-
setrið, valt at kalla tann
stovn, sum vit higartil
hava kent undir heitinum
Statens Ándssvagefor-
sorg, Forsorgscentret for
Storestremsamt og Fær-
øerne.
Hvat broytingin inni-
ber, og hvat hetta fevnir
um, er kanska hóskandi at
greida eitt sindur frå her,
nú vit eru vid at koma inn
í eitt nýtt tíðarskeið í segu
teirra andveiku.
Andveik hava altíð
verið og eru í ellum sam-
feløgum, sum ein eins
náttúrligur partur av fólk-
inum, sum vit eru ymisk
av lyndi. Tey hava íkki
valt at vera ein serligur
bólkur, men tey hava ein
serligan terv, tí hevur
samfelagið mest sum
skúgvað tey til viks í nógv
ár, sum ein bólkur, ið
eingin dugur er í.
Fram til krigslok seinra
høvdu næstringar
einsamallir åbyrgdina av
teirra andveiku. Ymiskt
hevur verid, hvussu tey
hava megnad hetta yvir-
fyri bygdarfólkinum og
umhvervinum annars. Frá
bókmentum okkara vita
vit, at hetta ikki bara
hevur verið gamansleikur.
Vit hava t.d. seguna um
»Åbal« hjá Sverra Paturs-
son, „Oskar: hjá Valde-
mar Poulsen og mangar
fleiri. Sibbarnir í skúlan-
um mugu flestu okkara
hava havt eina hóming av.
Onkuntíð hava tað tó
verið fólk, sum hava sæð,
at andveik við hvert hava
serligar gávur, t.d. hava
dugað at lært uttanat og
verið glað fyri at sungið.
Hava havt minni, so
kanska okkurt er
varðveitt av teirra ávum.
Seguliga gongdin í øll-
um tí framkomna heimin-
um hevur víst, at minni og
minni pláss hevur verið til
tey ófullferu. Krevini til
arbeiðsorkuna hjá tí ein-
staka eru ekt, krevini til
útbúgving somuleiðis, um-
framt økt krøv til meira
pening.
Tilboðið til tey and-
veiku í Feroyum var at
fara av landinum. Frá
seinast í 40'unum til fyrst
í 70'unum eru nógvir
feroyingar farnir á stovn í
Danmark. Í letuni er talan
um eini 70 fólk.
Næstringar hava latið
tey frá sær, tí arbeiðs-
byrðan gjørdist ov stór, og
tey fingu ongan stuðul her
á landi. Tey lótu tey frá
sær í teirri vón, at har,
sum tey komu, dugdu tey
at fáa sum mest burturúr
evnum teirra, og tey fingu
ta rekt og ta uppaling,
sum gagnaðu teimum best.
Hetta hevur eisini verið
rætt i mongum førum. Tað
er bara tad hent, at tey,
umframt sitt upprunaliga
brek, hava fingið eitt brek
afturat at stríðast við.
Tey hava mist sambandið
við sín uppruna, bæði
næstringar, feroyskt mál,
umhvervið og samfelagið
Tey eru fremmandafuglar,
tá ið tey koma at ferðast,
og tey eru fremmand yvir
fyri sínum nærmastu, um
tey koma at vitja, vanliga
einaferð um árið. Tey, sum
longu eru flutt heim aftur,
hava havt stórar trupul-
leikar, serliga málsliga og
í medferð. Ti kenst teirra
brek sjónskari.
Felagsskapurin »Javni«
og onnur hava leingi ar-
beitt við at broyta korini
hjá teimum andveiku.
Skjetil varð settur á verk-
ið seinast í 60-árunum,
men enn er langt á mál.
Endamálið er, eftir mínum
tykki, at eingin skal noyð-
ast av landinum, tí ikki
pláss er fyri honum her.
Øll eiga rætt til at sekja
sær hjálp ella heilsubót
ella kanska læru uttan-
lands, um hetta er
neyðugt ella ynskiligt,
men ikki tí at einki er fyri
tey her. Andveik eiga rætt
til manssømandi kor i egn-
um landi eins og aðrir
borgarar.
Eirargarður 14 og
16 í Tórshavn
A Landssjukrahusøkinum
er komin bygningur, tvey
hús áfast, sum er bygdur
til heim fyri ein part av
teimum, sum nú eru á
stovni í Danmark og
onnur, sum eru
heimabugvandi ella búgva
a stovni í Feroyum. Vit
eru mong, sum halda, at
sjúkrahúsumhvervið ikki
er so íheimligt til fólk,
sum stóran part av lívi
sínum skulu búleika á
stovni, men einki var í at
velja. Frá myndugleikun-
um varð sagt, antin henda
bygningin ella ongan. Nú
er bygningurin liðugur, og
vit mugu fáa sum frægast
burturúr.
Húsini á Eirargarði eru
tey fyrstu, sum eru bygd
til andveik í Feroyum.
Her hava tey eisini á
fyrsta sinni hevi til at fáa
sítt egna kamar. Bygt er
soleiðis, at fólk í koyristóli
kunnu koma inn og út úr
øllum rúmum.
Húsini verða nú handað
Andveikraverndini og
verða tikin í nýtslu so
hvert, sum starvsfólk eru
sett.
Á Argjum verður verk-
staður bygdur, so hús-
fólkið eins og onnur,
kunnu fara til arbeiðis.
Í næstum kemur rund-
skriv, sum ásetur, at
Andveikraverndin fram-
vegis er undir Sosialstýr-
inum, men partur av um-
sitingini er fluttur til Al-
mannastovuna soleiðis, at
millum annað allar veit-
ingar verða goldnar gjegn-
um Almannastovuna.
Loyvi mær við hesum at
ynskja teimum, sum fara
at hava sítt heim á Eirar-
garði, teirra avvarðandi og
starvsfólkunum góða
eydnu og ell góð ynski fyri
teirra virki og livilíkind-
um.
Marjun Sigurðsdóttir
| [[[f—-——— [——|————
Samanhald gevur styrki
Å adalfundinum 22/1 i ar-
beiðsmannafelagnum
Framtíðin varð einmælt
samtykt at halda lima-
fund innan 1/2 1980.
Í dag et 4/2 og enn er
einki tekin komið frá for-
manninum. Eg
undirritaði, krevji at for-
maðurin gevur okkum
eina frágreiðing um hetta.
Tað ber ikki til, at ein
maður skal gera gjeldur
burtur úr einum aðalfundi
og sleppa óátalaður fyri
tað, tí, sum ellum kunn-
ugt, er aðalfundurin
hægsti myndugleiki í fe-
lagnum. At avtaka tær av-
gerðir, ið eru tiknar á ein-
um aðalfundi, er tað sama
sum at avtaka demokra-
tiið, og seta einaveldi á
stovn. Hver finnur seg í tí.
Eg geri tað ikki! Hetta er
ikki fyrstu ferð, at for-
maðurin í Framtíðini ger
gjøldur burtur úr einum
aðalfundi. Vit minnast
allir aðalfundin í fjør, og
tað ið hendi tá, so íkki
kann sigast annað, enn at
vit hava ein diktator til
formann. Á aðalfundinum
22/1 varð eg valdur inn
sum nevndarlimur, og tí
loyvi eg mær at spyrja,
nær nevndin skal skipa
seg. Tað eru 14 dagar síð-
an nevndin varð vald, og
enn er einki hent, so ikki
kann sigast annað enn. at
hetta er ein legin framferð.
Men nú skilur man betur,
hví arbeiðsstættin er so
kúgað, sum hon er, tá ið
formenninir ganga á odda
fyri, at einki skal henda í
felegunum, at felagslívið
skal vera so deytt sum
meguligt, og kanska best
var, um eingin fundur av
nekrum slag var, so at teir
kundu gagna arbeiðs-
keyparunum sum best.
Nei, kammirátar, stundin
er komin, tá ið vit mugu
stimbra feløgunum, og fáa
betri samanhald tí
samanhald gevur styrki
og styrki hava vit so
sanniliga brúk fyri.
Vágur tann 4/2—1980
Petur Hans Hentze
—— A —
Tit revsa tann óseka
snrevsasanmm osekKas
Vit vóru nógvir trygg-
ingartakarar, sum fingu
ein frammaná, tá ið eitt
skriv kom frá nevnd
tryggingarsambandsins,
at nú skulu teir, ið eiga
privatvognar, revsast
(torturerast). Serliga teir,
sum hava koyrt skaðafríir
í áravís: Premian 25%
sjálvábyrgd. Vanligt er í
eðrum londum, at ein fær
premiu fyri at koyra
skaðaleysur í nógv ár,
men her fáa hesir somu nú
25% í sjálvsábyrgd í
premiu. Ein skuldi trúð, at
teir, sum vóru valdir at
stýra Tryggingarsam-
bandinum, kendu ábyrgd.
Man tað veruliga vera
gingið heilt upp fyri fólki,
hvussu burtur úr vón og
viti hendan avgerð er.
Lat okkum hugsa okk-
um eitt demi, sum avgjert
ikki er veruleikafjart.
Tú setur spildurnýggja
bil tín fyri 100.000 kr., fult
út lógliga, niðri á Skála-
treð. Tá tú kemur til hans-
ara aftur, hevur ein last-
bilur trumlað hann niður.
og har stendur tín materi-
elli stoltleiki meinlíkur
eini rúgvu av gomlum
jarni. Um ikki ber til at
finna hin seka, er hetta
einstýðandi við, at tú ert
vorðin 25.000 kr. fátækari.
Tú hevði onga skuld —
men verður hart revsaður.
Er hetta rætt?
Framhald á síðu 15