Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 9. februar 1980 sjónarmið Ljóðmál, skriftmál, ljóðmál: Svabo fekk rætt Haldi føroyingar vera ov bjartskygdar, tá slíkt kemur uppá tal, hóast tað sjáldan kemur uppá tal, uttan tá tikið verður til: >Svabo fekk íkki rætt<, ið ætlandi skal skiljast sum, at nú stendur hampuliga væl til við tí máli, sum hann helt vera komið á gravar- bakka. Mangt er tó farið av lagi í heilt nýggjari tíð, og meira vælsaktans síðan Svabo skrivaði. Nú sigst hetta nýggja ár serliga at vera kannað málrektar viðurskiftum í Noråurlondum, eins og aðrastaðni. Loyvi mær tí nekur orð í lítlari segu, sum er eitt sindur fictiv, men vil kortini royna at taka upp ymist, sum hjá okkum ikki er í lagi. Vit hoyra ofta tikið til: Svabo, Hammershaimb, Svend Grundtvig, Jørgen Bloch o.s.fr., menn sum hava synt samhug við okkara við- urskifti og roynt at skriva upp. Teirra virki er vælkent, og hevur nú aftur verið í útvarping, men veruliga málsega okkara er tað, Hamm- ershaimb undantikin. Málið hava onnur skapt, vit vita bara ikki hverji. Tað nevnda Ænálstíð tykist eisini deild at vera um einkveldisvidur- skifti, skyldir sum hjå- lond og' skatlond kunnu hava mótvegis hevuðs- landi, haðan tey verða stýrd. Men nú Svaboar tíð. Tá var frælsisstríð í Amerika og broytingar ymsastaðna. Í Danmark kom ansur fyri at varð- veita og endurreisa ymist gamalt og burtur- gloymt. Svabo helt ikki føroyskt kunna varðveit- ast, men setti sær fyri, ið hvussu er at geva eftir- monnum eina orðabók, um tað mál, sum heyði verið einaferð. Í »Indbe- retninger« verður ikki sagt so nógv um tað, men har verður harmast um, at gamalt norrent hevur úrartað, serliga í Feroyum, men eisini í Ís- verið málkenur, bæði í íslendskum, og eðrum gomlum klassiskum væl- saktans eisini. Sum hann skrivar so någreiniliga um alt meguligt, gevur hann eisini gjelligt demi um tað feroyska, sum er í hansara tíð, og gera tað í egnari ljóðskrift, sum vit lættliga kunnu lesa í stavseting Hammers- haimb: „Góðan morgun! Gud signi teg! Hvat eru erindi tíni so tíðliga á morgni? Eg ætli mær til útróðrar! Hvussu er veð- rið, hvussu er ættað? Tað er gott enn, men eg veit ikki, hvussu tað vil taka seg upp móti degi! Vilt tú ikki fara við? Nei! Hví tá?. Tí eg vænti mær einki av sjónum, og tá er betri at fara at seydi!«. Eftir hesum er ilt hjá okkum at skilja vónloysi Svaboar, tí hetta tykist veruliga gott mál eftir okkara meti. Hevdu vit bara dugað so væl stutt og greitt at sagt frá okk- ara viðurskiftum í dag. At Svabo heldur fræg- ast vera at velja millum eldri norrønt og danskt, fyri at fáa eitt skriftmál, er kanska skiljandi, eft- irsum slíkt var frammi í tíðini. Danskt hevði fingið endurreising og umvaling, hetta er stutt eftir Holbergs tíð. Vit kundu so treingja tað ikki minni, sum einki skriftmál áttu. Svabo sjálvur nýtir vakurt danskt, og hann skilir føroyskt, sum tað sæst, um hann eisini hevur talað tað, vita vit ikki. Men hver man hava lært feroyinga ta greiðu grammatik, sum hoyrist gjøgnum brotið, og tær rettu bendingar, sum ikki eru bundnar, og hver hevur lært íslend- ingar somu grammatik, katólskir prestar? írskir munkar? elle heilt onnur? Sumt i hesum måli tykist benda sudur- eftir. Vil vera við í okkara old } } 1 FAT at hava hoyrt gomui foOik siga: »At vera at einum- hverjum virki, líkavæl sum at vera í ti«. Tað líkist tí í tekstini nýttað „at fara at seyði,< sum so aftur er meinlíkt tí enska >to be at work«. Ju, sitat Svaboar tykist gott føroyskt i dag, men útvarps-feroyskt er. tað ikki. Har má tað vera binding og hjá til hvers- fall. Vit kunnu gera eina roynd: >Góðan morgum, harrin signi teg!< er jú nakað tað sama. »Hvørji eru erindini hjá tær so tíðliga um morgun- un? Ætlanin hjá mær er at fara út at royna við bátin- um! Hvussu eru veður- vánar? og hvussu við veð- urlíkindunum? Hvussu er hann í ættini? Veðurvánar vóru góðar sambart tíðindunum frá Útvarpin- um, men eg veit ikki hvussu við líkindunum móti degnum. Kemur tú ikki við? Nei! Hví ikki tað? Tí eg vænti einki í vinninginum av sjónum, og tá er betri at royna okk- urt annað, so sum eftir- hyggjaninna og kannan- inna av seyðinum í hagan- um«. Nakað soleiðis mundi ljóða. 2 dansk felagskyns- orð »vånar« eru undir- strikad og eitt galið fall. Fleiri meta slíkt hampu- liga gott mál og fram- gongd. Tey meta málrekt sum orðasavning, ikki grammatik. Nú kundi kanska verið loyvt eisini at vent hugflognum evug- an veg. Ikki bara líta framá, men eisini aftureft- ir. Hugsa okkum t.d. at Svabo sjálvur slapp fram- at til at kanna sína gomlu meting mótvegis okkara meting av hansara meting. Besta stað til at lurta og kanna eftir er óiva ein- hver feroysk skúlastova fyri heldur eldri næming- ar. Hvat kann hoyrast har av tí sum lærarar og næm- ingar siga? Ja, um nú næmingar nýta hóp av danismum, sum td: »finna seg i, halda av, vera i ferð vid, egna seg til, vera Sida kedd av, ella glad fyri«, og ikki at gloyma hitt altum- fatandi »man«, hóast vit sjálvi eiga rett og nógv betri orð fyri alt hetta sama, so er einki legið í tí, tí tað eru orð og vending- ar, sum ein hevur hoyrt lærarar sjálvar nýta, tá teir hava verið alment frammi. Hurluvasi er, men hver hevur so skyldina, Læraraskúlin kanska, ja, vælsaktans, men har eru so eisini onnur aftanfyri. »Skulin bleiv útbygdur, og tað nógv, áðrenn málið bleiv útbygt, so kunnu tygum sjálvur ætla, harra Svabo.« >Tygum halda ikki hetta vera feroyskt, ið hvussu er, heldur íkki danskt?« Ju, men vit hava eisini eitt Útvarp. nú skulu tygum bara hovra og meta eitt sindur um tað. Útvarp er nakað, sum hverki tyg- um ella Hammershaimb kundu rokna við sum framtíðar meguleiki. Ann- ars er Hammershaimb maður, prestur, sum var seinri enn tygum í tíð, 1819—1909, og gjerdi okkum tað feroyska skriftmál, vit høvdu sakn- að so leingi, men hann kundi ikki vita, heldur enn tygum, at vit aftur skuldu fáa ljóðmál, nevnt fjøl- og út-varping, har eru fleiri sleg, sum gera nógv meira um seg enn tað ljóðmál, tygum viðgjerdu á sinni. Skriftmálið hevur tó havt sína segu í næstan heila eld nú. Tað fekk bara so nógvan mótburð, at tað nóg illa nakrantíð kom fyri seg millum vanlig fólk, tó tað fekk eina blóm- ing, gulløld, sum vit nevna, mest í bundnum máli, sum byrjaði um síðsta aldaskifti, og helt seg líka upp í 1940-árini, seinra heimsbardaga. Eftir tað kom vend í, og síðan hevur árinið uttan- ífrá verið ov stórt til, at vit kundu standa ímóti. Men her er so tað nýggja, sum er fjølvarp- ing av ljóði, ið fer so víða, at tað rekkur næstan allan knettin. Og tólið er í hverjum húsi at kalla. Slíkt ljóðvarp hevur eisini haft mangt ymist í kjala- verri. Men her hoyrist tað s0. Áhugavert hevði verið at vita tygara meting av tí, av eini vanligari al- mennari tíðindasending t.d. Kortini er í okkara tíð soleiðis, at eingin veruliga veit, hver ið ger hvat av ti, sum alment er. Hver ið ger hesar tekstir, sum ein uttanveltaður speakari lesur upp, vita vit tí ikki. Næstan alt er nú stovnar og innanfyri teir eru nevndir og ráð, men hverji ið har eru nevndarlimir, N SS Eingin hevur t.d. ábyrgd av tí vána máli, sum tyg- um nú fáa at hoyra. „Er tað nakað sama lag sum hitt fyrra, men lang- rekjutari? Skilst nakað? Jú, »Um-unum, ararnar, urunum, aninar, aninum o.t., ið kundu ljóða sum legnar endingar, men kortini hava trýst, tað plaga endingar ikki at hava«, Jú, tað er so. »Umun- ummuni« og hitt eru bundnar endingar, tygum fingu rætt, tá samanum kom, harra Svabo. Men kundu vit kanska sloppið at greitt eitt sindur frá, hvussu gingist hevur, serliga nú síðan fjelvarping kom. Fyri ta tíð var ikki so lætt at síggja útyvir tað, sum fór fram, so ein visti ikki rættiliga hvussu tilstóð, men nú hoyrist alt, serliga hvussu vánaligt tað er í grammatik. Orðið er heldur ikki til á feroysk- um. Nekur = gomul fólk nýttu, líka til útvarping kom, heilt rætta bending, tað var prentað inn í tey frá barni av, og fleiri av- bygdarfólk, feroyingar, sum hava verið leingi burturstaddir, og tey sum rekja sjógvin hjá okkum, hava nýtt toliliga rætta bending, til fyri stuttum, men nú er tað ikki longur, tí øll hoyra tað sama, hitt legna útvarpsmál. Meiningin tykist vera einsrætting gjegnum bindingarending. Tí verða øll navnorð bundin mið- víst. Tað virkar til at vit fáa 2 kyn »Fælles- og intetkøn«, tí kall- og kven- kyn renna saman. Vit hava longu i næstan 3 år havt eitt »fælleskøn-or&« fremst å utvarps-skrånni »Vedurvånar« (ván er kvenkyn, vánar kallkyn). Sama er við mongum eðrum »mennar, konnar o.fl., men serliga einstav. kvenkynsorð >vón, stjórn, kvern, logn, ódn, o.fl.«, tey vera ell kallkyn í bundnum formi á suður- oyarmáli. Spurningur er bara, um suðringar har fara so skeivir, tí endingar sum »nirnar, nurnar< eru ómeguligir at úttala, og útvarping er ljóðmál. Binding og —> bending åvirka og broyta hvør aðra. Tann sum vil gloypa utyvir bådar i senn uttan at samskipa tær, fær bara legin orð sum Klakk- arvíkaringararnar o.til. Í tí rimmarfestu út- varpsbinding stendur kortini eitt orð eftir, sum als ikki má nertast. Orðið sdani = danskari<. Dani bendist ikki sum hani, heldur ikki sum onnur fólkasleg: Bretar. sviar, fransar o.fl. ella sum okk ara fornu orð: Bøndur Frændur. Nei. danar hava serskilda bending, og mugu ikki bindast á nakran hátt, Honner fyri hevuðslandi! Vit fáa eisini gjegnum útvarp 2 fell: Hvørfall (nominativ) og hverjum- fall (dativ). Ikki genitiv sum danar, tí har taka vit eina fyriseting »hjå«, sum altíð tekur hvørjumfall. Sostatt er hversfall longu hverjumfall, sera einfalt. Meiningin er, at tað mesta hvennfall lakkusat.) skal fara sama veg, nú so nógv av fyri- seting og sagnorðum verð- ur broytt til at taka hverj- umfall. Tað, sum tá verður eftir, er næstan bara »um« og fleiri siga longu »um dagarnir“, so tað er hálva- vegna farið, restin fer so eisini. Næstan øll tíð- og stað-merking, sum fyrr ikki mátti taka hverfall fyri ikki at koma í bland við grundorðið, er nú kortini farin hagar, so hverfall hevur fingið sín part, hóast tað ætlandi fær meira enn, tá bara 2 fell skulu vera. Tá alt hetta er á jour, eru vit komin sær at danskum. Men hevuðs- vegurin til á-jour fering er kortini ikki nevndur, hitt felags-skandinaviska »man«. Tað ger næstan meira um seg enn alt hitt. Fólk aftraðu seg fyrr við at nýta »man«, tí tey hoyrdu, tað var galið, veruliga eitt hvennfall av smaður=. Tað hoyra tey ikki longur, so nú gongur strúkandi, best millum tey, sum hava lisið og ferð- ast nógv. Ja, ein kann við at telja »man« í einhverj- ari útvarpaðari tekst, sum skal eitast føroysk, beinleidis finna fram til, hvussu leingi viðkomandi hevur lisið dansk/skandi- naviskan tekst, og verið búsettur uttanfyri Feroy- ar. »Man« kann koma uppá næstan 50% av øllum orðum, sum nytt eru. »So, tygum fingu rætt, harra Svabo. Vit hava mett skeivt og eiga at biðja um fyrigeving. Annað tygara uppskot, danskt mál, hevur longu stóran frama, og forn- málið slepst ikki aftur til. So vita tygum leiðina. Vit biðja ársaka okkum« Ja, endi her mína segu í takklæti til tann seguliga Jens C. Svabo, sum hevur givið eftirtíðini so góðar og greinilar upplýsingar um gomul førovsk viður- skifti At segan sjálv kanska ikki er so vandalig og held- ur óvirðiliga skrivað, vóni eg mær erður fyrigivið F. Zachariassen 7 oe