Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Bygningar til andveik lidnir Seinasta hósdag vórðu tveir nýggir bygningar við búðrúmum til 48 andveik handað Almannatovuni, sum herfyri yvirtók um- sitingina av andveikra- verndini í Føroyum. Í hesum sambandi var eitt stutt hátíðarhald í nýggju bygningunum, sum liggja beint vestan- fyri psykiatrisku deildir- nar á Landssjúkrahúsin- um. Tað var Jógvan Sund- stein, limur í bygginevnd- ini, sum fyrst handaði landsstýrismanninum i sosialmálum, Vilhelmi Jo- hannesen, bygningarnar. Vilhelm handaði síðani landsstýrisins vegna bygningarnar víðari til Almannastovuna, sum varð umboðað av Klaus herman, almannastjóra. Við teimum nýggju bygningunum kunnu 48 andveikir feroyingar í øll- um aldrum fáa eitt nýtt heim. Higartil hevur ein deild á Landssjúkrahúsin- um, P 5, verið búðstaður hjá umleið 20 andveikum. Harumframt búgva fleiri andveik heima hjá avvarð- Frá hátíðarhaldinum í nýggju andveikrabygningunum andi og rættiliga nógv búgva framvegis í Dan- mark. Teir báðir bygningarnir eru áfastir og eru í tveim- um hæddum. Teir umfata fýra deildir við hver sínum 12 búðrúmum. Byggikost- naðurin er mettur til 18,7 mill. kr. Danska innanríkismála- ráðið hevur goldið fyri byggingina, meðan tað er landsstýrið, sum er byggi- harri og ánari. Nýggju bygningarnir verða tiknir í nýtslu um heilt stutta tíð sosialurin Nr. 11 — 9. februar 1980 Nýggju helini hjá teimum andveiku eru snotulig. Á geingini eru stólar og borð. Nógv av tilfarinum innan er úr træ. Somuleiðis eru bygningarnir uttan klæddir við træ Framhald av síðu 5 nakað við, men eg spurdi, um hann ikki kundi geva teimum eina viku uppsagnarfreist Hana fingu teir Fólk á arbeiðsplássinum á Hálsi ætlaðu at skipa fyri ar beiðssteðgi, tá menninir blivu uppsagdir Men teir fingu ikki stuðul frá nevndini í hesum — Tað er sum kann boða frá steðgi og tað hevði hon ongan rætt til í hesum segði Karl Johansen teir triggir nevndin, arbeiðs- bert ferinum, Undirgraving Karl Johansen Tað verður ført um Havnar nnafelag ætlar Oyggjatíðindi $Krivingina um uppsagnirnar fyri og leikpartin hjá formannin- um, segði Karl Johansen, at tað verður ikki gjørt. — Vit vilja ikki stevna og arbeiðsgevara vera vitni hjá okkum | meinti 3 Kjartan Hansen, Kanjon. Tað ljóðar nu, a eykaaðalfundur Havnar Arbeiðsmannafelag í næstu viku. Í minsta lagi 25 limir kunnu krevja eykaadal- fund og 25 undirskriftir eru savnaðar, verður sagt. Nevndin hevði hóskveldið onki hoyrt um nakran eyka aðalfund Prutlini framvegis bannað í miðbýnum eftir kl. 21 — Nýta øll brøgd fyri at sleppa undan. Koyra á sjógv millum annað. Tað eru helst tey fæstu, sum hugsa um tað, men kunn- gerðin frá fútanum í 1975 um forboð móti at koyra á prutli í miðbýnum í Havn millum kl. 21 og 06 er framvegis galdandi. Hon er helst komin fyri at vera, sigur Niclas Akraberg Poulsen á politistødini Tað er ikki óvanligt at hoyra fólk gremja seg um tann nógva gangin frá prutlkoyringini í mið- býnum — einahelst oman og niðan eftir Aarvegnum — um kveldarnar. Av og á ger onkur álvara burturúr og ringir til politiið Forboðið móti at koyra í miðbýnum millum kl. 21 og 06 er ikki fráboðað við skeltum. Tað eru nú skjótt finm år, síðan kunngerðin kom, men Niclas Akraberg Poulsen heldur kortini, at nógv teir flestu prutlkoyrararnir vita um hana, eisini teir, sum hava fingið koyrikortið hesi seinnu árini. Spurdur, um tað hevði hjálpt at sett kunngerðina í blød og útvarp kanska tvær ferðir um árið, sigur hann, at tað hevði tað uttan iva. Men tað er ikki vanligt at lýsa eina kunn- gerð á henda hátt og politiið hevur heldur ongar ætlanir um tað Stinga av Niclas Akraberg Poulsen — Politiið roynir at steðga hesari koyringini, men tað gongst alt ov illa at fáa fatur á prultkoyr- arunum. Eitt prutl slepp- ur nógva staðni ímillum, har ein bilur ikki sleppur, og tað er ikki altíð vanda- leyst at koyra aftaná teimum. Prutlkoyrararnir gera alt fyri at sleppa undan politinum. Niclas Akra- berg Poulsen nevnir sum dømi, at ein koyrdi á sjógv úti á Tinganesi, tå politiið var eftir honum. Hann slapp so ikki víðari og bleiv tikin Annars eru tað heilt fáir, sum stinga av, tá politiið vil tosa við teir Nógv teir flestu steðga. Og politiið tekur javnan ólóglig prutl, m.a að Tað eru nú umleið 2600 prutl í landinum og harav man helvtin vera í Havn- ini, sigur Niclas Akraberg Poulsen. Hann metir ikki, at prutlkoyringin í mið- býnum er tann stóri trupulleikin. Hon kemur í ternum og tað fer ongan- tíð at bera til at steðga henni heilt. Niclas Akraberg Poul- sen heldur ikki, tað er nekur loysn á hesum at útbor- gera ungdóminum prutlbreyt einan burturav onkrastaðn uttanfyri býin Kunngerð um avmarking av ferðslu í Tórshavn Eftir $ 47 í lógar- kunngerð um ferðslu nr. 10 frá 18. mars 1966 verður eftir sam- ráð við Tórshavnar býráð gjert kunnugt, at ferðsla við prutli (knallert) verður ikki isyvd í tíðini frá kl. 21.00 til kl. 06.00 á strekkinum Aarveg- ur—Vaglið—Niels Finsensgeta frá Kongabrúnni til Sjúrðagetu, eftir Tórsgetu og Mylnu- getu. Henda kunngerð kemur í gildi hin 1. juni 1975 og sam- stundis fer kunngerð frá 15. februar 1974 úr gildi. Føroya landfuti 22. mai 1975 F. Cohn