Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 144 - 1. august 2002 Nr. 144 - 1. august 2002 3 Á Listastevnu Føroya 2002, sum verður sett komandi leygardag, fáa fólk eisini høvi til at síggja tað nýggjasta nýggja innan føroy- skan móta LISTASTEVNAN 2002 Ragnhild Ellingsgaard Gjøgnum seinastu tíðini hevur føroyskt mótadesign vundið alt meir uppá seg. Vit hoyra og lesa um føroy- skar sniðgevarar, og onkur er enntá farin undir at til- virka klæðir úr føroyskum tilfeingi. Á Listastevnu Føroya 2002 verður so høvi til hjá tær og mær at síggja okkurt av hesum føroyska móta- designum, sum tað eisini verður kallað. Seks føroyskir sniðgevar- ar fara at viðvirka á stevnu- ni, og koma tey at vísa fram ymiskt av tí, ið tey sjálvi hava tilvirkað. Handisligt til avantgarde Skipað verður fyri eini mótasýning við føroyskum modellum tann 3. august klokkan 14.00, samstundis sum Listastevna Føroya 2002 verður sett í Norður- landahúsinum. Her verður høvi hjá øllum at síggja hesu føroyskt tilevnaðu plaggini. Í tíðindaskrivi frá Lista- stevnuni stendur at lesa, at hetta verður tað besta av føroyskum mótadesigni júst nú. Millum tilfarið, ið sýnt verður fram, finna vit skinn av kópi og haru, ull og chiffon, og eisini verður okkurt bert lær at hóma. Hetta skuldi uttan iva boðað frá góðum, og spennandi verður at vita, hvat teir føroysku sniðgev- ararnir hava funnið uppá. Teir seks sniðgevararnir, ið verða við á stevnuni, eru Inga Maria Vang, Guðrun Ludvig, Borgny Patursson, Elisabeth Kruse, Barbara í Gongini og navnframi Ova. Klæðini, sum tey fara at vísa okkum, spenna heilt frá tí handisliga til heldur meir avantgarde. Inga Maria Vang fer at vísa okkum »street fash- ion«-klæði, sum hon hevur fingið íblástur til gjøgnum ungdómar og hip-hop mentanina í stórbýum. Guðrun Ludvig vísir okkum tilfar, sum er evnað til úr ull og skinni, sum hon sjálv hevur evnað til úr seyðaskinni og føroyskari ull. Borgny Patursson sýnir fram tilfar, tilevnað úr kópaskinni og ull, umframt at hon eisini hevur mann- fólkaklæði at vísa fram. Elisabeth Kruse fer at vísa fram tilfar, sum er evn- að til úr haruskinni, sum er fingið til vega í Føroyum, men tilevnað í Danmark. Barbara í Gongini ar- beiðir við sniðgeving í kon- septuellum høpi. Visuelt ar- beiðir hon við sniði á yms- um støði, soleiðis at eitt upprunaligt skap støðugt verður umskapað. Við á framsýningini verður eisini navnframi Ova, sum fer at sýna fram eina installatión, ið byggir á tað tvítýdda. Vit fáa gjøg- num ull innlit í reivverur, og verða fýra lutir partar av framsýningini. Tann eini luturin letur seg upp og fer í tvey, og umbroytist síðani til tvær sjálvstøðugar verur. Hinir lutirnir reika runt um upprunan, sum lutvíst er lívrunnin og ólívrunnin. Høvi verður eisini til at síggja pløggini eftir móta- sýningina í Norðurlanda- húsinum, tí frá 5. august fara hesir seks sniðgevarar- nir at sýna fram verk teirra í Mullers Pakkhúsi í Havn. Føroyskt mótadesign í Norðurlandahúsinum Borgny Patursson verður ein av teimum seks føroysku sniðgevarunum, sum fara at vísa fram tað nýggjasta innan føroyskt mótadesign á mótasýning í Norðurlandahúsinum veitst tú ikki tað? Síðani svimjihøllin í Klaksvík lat upp aftur fyri umleið trimum mánaðum síðani, hava eini 20.000 fólk verið og vitjað SVIMJING Solby A. Eliasen Klaksvík: Svimjihøllin lat upp aftur síðst i apríl mánaða eftir at hava verið stongd í átta mánaðir. - Vit hava havt sera nógvar vitjanir her, síðani vit lótu upp aftur í apríl. Tær svara til vitjanir fyri eitt hálvt ár, sigur Kári Kjelnæs, leiðari á Klaks- víkar Svimjihøll, og hann leggur aftur at, at tá eru skúlarnir og Ægir ikki við. Tí Ægir er ikki byrjað aftur at venja enn, og ikki so langa tíð eftir, at høllin lat uppaftur, byrjaði summ- arfrítíðin hjá skúlunum. Kári sigur, at hann vil skjóta upp á at eini 20.000 fólk hava vitjað høllina, síðani hon lat upp aftur, og tað er helmingurin av eini ársvitjan. - Tað er nakað minkað nú sjálvandi, men framvegis er talið nógv hægri enn áðr- enn, sigur Kári. Hann heldur, at fólk eru hugaligari at koma niðan at svimja nú enn áðrenn, tí høllin er vorðin nógv hugnaligari nú. Tað er nógv ljósari inni og minni gang- ur. Ljóðviðurskiftini í svimjihøllini vóru út av lagi vánalig, áðrenn umbyggingina. Og tað hava óivað venjarar ella lærarar merkt avbera væl, tí at standa við kantin og tosa við ein størri bólk av svimjarum í hyljunum var sera torført. Alt leyp saman í eitt, og ein hoyrdi nóg illa seg sjálvan harinni. Men tað er alt broytt nú. Tað bleiv arbeitt sera hart móti endanum at fáa alt liðugt innan, so at høllin kundi lata uppaftur. Ar- beiðið uttan er ikki heilt liðugt enn, so tað verður arbeitt uttan at fáa teir sein- astu snøklarnar lidnar. Men arbeiðið uttan órógvar ikki innan. Umframt teir smáu snøklarnir, sum framvegis eru eftir, skal høllin eisini málast uttan, áðrenn sigast kann, at fyrsta byggistig er liðugt. Umframt at svimja í høllini, er eisini møguleiki fyri kaving, sauna og solar- ium. Men Kári greiðir frá, at annað byggistig, sum ætl- anin er at fara undir um eini fýra ár, fer at hava aðrar møguleikar aftur at við sær. Eitt nú vatnskreiðibana og eitt heittvatnsumhvørvi við gosbaði. Ov lítið opið Fólk, sum dagliga nýta svimjihøllina í Klaksvík hava hug at fílast á, at hon er ov lítið opin sum er. Kári Kjelnæs sigur, at høllin er opin frá klokkan trý um dagin til átta á kvøldið allar yrkadagar uttan mánadag. Og miku- dag steingir hon klokkan hálvgum seks. Høllin er so eisini opin leygardag frá tíggju um morgunin til fimm seinnapart. Hetta eru umleið 25 tímar um vikuna. - Tað kemur av, at vit eru einans trý fólk, sum arbeiða her, og tað skal ein samtykt frá býráðnum til at seta fleiri fólk, greiðir Kári frá. Hann sigur, at hann hevur frætt, at tað er samtykt at seta tvey starvsfólk aftur at, sum tað helst fer at verða lýst eftir í heyst. Nær, tey so verða sett í starv, er ikki greitt, men Kári sigur, at tað fer at gera tað munandi lættari at hava høllina opna aðrar tíðir eisini. Tað kundi til dømis verið um morgnarnar, áðrenn skúlarnir koma og so longri út á kvøldini og eisini sunnumorgnar. Hann leggur tó aftur at, at tað hevur verið roynt at hava høllina opna sunnu- morgnar og aðrar morgnar áður, men tað vísti seg ikki at vera góð undirtøka fyri tí millum fólk tá. - Talið á vitjandi tá kundi vera millum eini 16 til 17 og niðureftir. Onkran morgun sótu vit her, og tað kom ikki ein sál. Men tað hevur kanska verið onkran kaldan vetrarmorgun, sigur Kári Kjelnæs. Høllin nógv brúkt Kári vísir annars á, at høllin verður sera nógv nýtt, hóast hon ikki er opin meira enn einar 25 tímar um vikuna. Hann sigur, at allir skúl- arnir í Norðoyggjum uttan skúlarnir í Fugloy og Svín- oy nýta høllina. Og so barnagarðarnir og bústovn- ar eisini. Og ikki at gloyma Ægir, sum fer undir aftur venjingarnar, tá skúlarnir byrja aftur. Trygdarmiðstøðin nýtti eisini høllina mánadag, og hevði tað við sær, at ongin annar var har tá. Men tey hava nú funnið aðra loysn, so tá skúlarnir byrja aftur, fara skúlabørn eisini at kunna svimja mánadag. - Skemaið har høllin verður nýtt, vísir also, at hon verður nýtt 75 til 80 tímar um vikuna, sigur Kári, og leggur aftur at, at tað letur til at øll vilja sleppa inn í høllina, og tað er bert tann eina. Men hann sigur kortini, at tá tey bæði nýggju starvsfólkini eru sett, so verður beinanvegin farið undir at hyggja eftir møgu- leikunum fyri at leingja tíðina, høllin er opin fyri almenninginum. - Í øllum førum longri opið yrkadagar og opið sunnumorgun – møguliga eisini hava longri opið leygardag, sigur Kári Kjel- næs, leiðari í Klaksvíkar Svimjihøll. Svimjihøllin væl vitjað Svimjihøllin í Klaksvík hevur verið sera nógv vitjað, síðani hon lat upp aftur í apríl mánaða C M Y K 3 2 Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. Fýra politistar skulu setast í 2003. Umsóknarfreistin til hesa upptøkuroyndina er 1/9-2002 Tlf. 35 14 48 Fax 35 14 49 Í Tróndargøtu 29 08.00 tel. 318200 218199 ÚTSØLA -50% Byrjar fríggjadagin t. 2.8.02 kl. Alt NOA-NOA