hósdagur 1. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 144 - 1. august 2002
Nr. 144 - 1. august 2002
5
DISNEY – FYRSTU FERÐ Í EVROPA
Samstarvandi partur í Listastevnu Føroya er biografurin Havnar Bio.
Í samráð við stýrið fyri Listastevnu Føroya er aftur í ár hepnast biografinum at fáa
nýggjar góðar filmar, sum ikki hava verið sýndir í Føroyum áður.
Millum hesar filmar eru eisini barnafilmar. Ein teirra, "Lilo og Stitch" er nýggjur
Disney teknifilmur. Hin 10. august verur hesin filmur fyri fyrstu fer sýndur í Evropa!
Sýningarstaður er Havnar Bio.
Í filminum, sum fær framúr ummæli, er ein hópur av Elvis-sangum. So her er ein
rættur filmur bæði fyri faðir og son, móðir og dóttir.
Hvønn leygardag og sunnudag, meðan Listastevnan er, verða barnafilmar sýndir í
Havnar Bio. Umframt Disney filmin "Lilo og Stich", er talan um Spielberg-filmin
"Spirit of the Cimmaron" sum hin 17. august verður sýndur fyri fyrstu ferð í
Norðanlondum.
Triði barnafilmurin á Listastevnuni er danski "Úlvagenten Tinka". Hetta er nýggjur
danskur stórfilmur, sum byggir á søguna "Hungerbarnet" hjá Cecil Bødker. Filmurin
um Úlavgentuna Tinku verður eisini sýndur í Suður Bio á Tvøroyri og í Atlantis í
Klaksvík.
BESTI ÚTVARPSLEIKURIN
Leygardagin verður avdúkað, hvør vinnur hálvt hundrað túsund krónur fyri besta
handritið til útvarpsleik.
Kappingina útskrivaði Listastevna Føroya í samstarvi við Útvarpið. Hvør, ið eigur
vinnandi handritið, verður avdukað undir setanini av Listastevnu Føroya, leygardagin
klokkan 14.
Í dómsnevndini, sum mettu um innkomnu handritini, sita Eyðun Johannesen, Lív
Jacobsen, Heðin M Klein og Høgni Joensen.
Útvarpsleikurin, sum byggir á vinnandi handritið, verður sendur í Útvarpinum
leygarkvøldið eftir V4-dráttin klokkan 19.00.
Í fjør skipaðu somu partar, Listastevnan og Útvarpið, fyri stuttsøgukapping.
Innkomnu søgurnar vórðu givnar út í bók, "Mjørki í Heilum", sum Bókadeild Føroya
Lærarafelags stóð fyri. Við tað høvið vann Hanus Kamban fyrstu virðisløn fyri
stuttsøguna "Angels Place".
Umframt, at vinnandi handritið í ár verður gjørt til útvarpsleik, arbeiðir Útvarpið
eisini við tveimum øðrum handritum, sum komu inn til kappingina í sambandi við
Listastevnu Føroya í ár.
SIGVART DAGSLAND VITJAR
Á Listastevnu Føroya 2002 medvirkar norski sálmasangarin Sigvart Dagsland
Annan stevnudagin, sunnudagin 4. august, verður konsert í Høllini í
Norðurlandahúsinum við kenda norska sangaranum Sigvart Dagsland. Hann er úr
Stavanger og hevur givið út eina røð av fløgum á plátfelagnumm Kirkelig
Kulturverksted. Seinastu tíðina hevur Sigvart samstarvað við svenska
gittaraleikaranum Georg "Joje" Wadenius. Við sær til Føroya hevur Sigvart hesi fólk:
Eilif Stene, Karl Olof Wennerberg og Torjus Vierli.
Á Listastevnuni syngur Sigvart Dagsland norðurlendskar sálmar, sum vit øll kenna,
umframt nútíðar gospel og popp, har nærvera er lyklaorðið. Hann bjóðar eina andaliga
uppliving, sum nemur hvørt hjarta, ið hevur áhuga fyri norðurlendsku sálmunum, frá
Grundtvig til Linu Sandell. Millum kendastu útgávur Daglsands er "Det er makt i de
foldede hender".
Sunnudagin 4. august í Høllini í Norðurlandahúsinum kl. 19:30 Kostnaður 150 kr.
Teitur Lassen hevur
skrivað sáttmála við
Universal Music um
tvær fløgur. Og upp-
tøkurnar fara fram í
upptøkuhølum, ið eru
ein sonn glastriborg,
ið liggur væl undir
bláum himni og sól.
Og heimsins heitastu
nøvn vitja javnan
henda heita marg-
lætismiðdepil fyri
tónleik, t.d. Mariah
Carey og Bjørk og
Roxette
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Fríggjadagin skrivaði Teitur
Lassen, tónleikari, undir
sáttmála við heimsins stør-
sta plátufelag, Universal
Music.
Teitur er nú í Los Angel-
es. Tvær fløguútgávur fevn-
ir sáttmálin um og verða
tær givnar út á altjóða
fløgumarknaðinum.
Sól og marglæti
í glastriborg
Beint fyri ólavsøku lat Teit-
ur úr hondum fløgu til før-
oyska marknaðin. Hendan
nevnist Sólin og Regnið.
Men undir upptøkunum
sunnaliga í Spania verður
neyvan talan um regn, men
hinvegin sól. El Cortijo
upptøkuhølini eru í Suður-
spania, Andalusia, Costa
del Sol. Næsti býur, ið er 10
minuttir burtur, nevnist San
Pedro. Høvuðsbýurin er Se-
villa. Og annar býur tætt
hjá er Granada.
Og
umstøðurnar
eru
framúr. Ein glastriborg av
aðrari verð, ið er bygd til
endamálið, nevniliga at
hýsa
heimsins
heitastu
nøvnum undir upptøkum
undir heitum, bláum himni.
El Cortijo The Spanish
House Recording Studio
nevnast upptøkuhølini. Og
tað eru ikki smávegis høli.
Á heimasíðuni hjá El Cor-
tijo sæst, hvussu kringum-
støðurnar eru. Frá stóra
ljómpultinum sæst út ígjøg-
num hválv og í baksýni er
heiður himmal. Sama sjón
sæst, tá sangarin stillar seg
til mikrofonina og hyggur
út ígjøgnum hválvvind-
eygað.
Sjálvt upptøkuhølið, har
tøknin er, er sera flott við
útsýni til Miðjarðahavið.
Og umstøðurnar annars eru
framúr, sæst á heimasíðuni.
Himmalsengur og svimji-
hylur. Sum heild minnir alt
mest um eina glæstriborg,
har høgt er til loft og vítt er
til veggja. Sum ferðamál-
ini, sum tey flestu bert vitja
í dreymum.
Og eyðkendi blái liturin
við suðurlandsstrendur er
eyðkendur og sermerkir
myndina.
Umframt stóru gongir-
nar, rúmini, svimjihylin og
himmalsengurnar og flottu
umstøðurnar annars, so er
eisini egin køkur og heima-
síðan hjá El Cortijo veitir
eisini upplýsingar um hesi
viðurskifti.
Heitt og heit nøvn
Teitur skal arbeiða saman
við kenda framleiðaranum
Rupert Hine, ið hevur
starvast við t.d. Tinu Turner
og Suzanne Vega.
Og tað eru eisini heit
nøvn, ið vitja niður til heita
Spania og upptøkuhølini El
Cortijo. Heimasíðan upp-
lýsur, at millum vitjandi og
væl nøgdu stjørnurnar, ið
nýta – og óivað eisini njóta
– El Cortijo, eru nøvn sum
Mariah Carey, The Manic
Street Preachers, Björk,
Sade, Underworld, Goldie,
Tricky, Howie B, Nellie
Hooper, Ash, Tito & Taran-
tula, Babybird, Meja, Rox-
ette,
dEUS,
Compay
Segundo og Duncan Sheik.
Umframt nýta fremstu
sponsku tónleikastjørnur-
nar eisini upptøkuhølini El
Cortijo.
Sólin og Regnið, nýggja
føroyska fløgan hjá Teiti
Lassen er komin á føroyska
marknaðin, meðan sólin
enn sær í Føroyum. Nú er
tað stóra fetið tikið á leiðini
hjá Teiti áleiðis móti lívs-
dreyminum, sum hann hev-
ur miðað ímóti. Og undir
sponsku sólini eru umstøð-
urnar tær best hugsandi,
meðan ein fríløta kann njót-
ast í svimjihylinum, himmal-
songini ella í vakra lands-
lagnum.
Tónleikurin, ið sigst vera
tann kassaguitarmerkti, ið
vit kenna Teit fyri, er tó tað,
ið telur mest í hesum marg-
lætisumstøðum, men betri
umstøður kann ein neyvan
droyma um, tá lívsdreym-
urin skal umsetast til veru-
leika.
Teitur í upptøkuhøli
í sól og marglæti
Sum heild minnir alt mest um eina glæstriborg, har høgt er til loft og vítt er til veggja. Sum
ferðamálini, sum tey flestu bert vitja í dreymum
El Cortijo sunnaliga í
Spania. Upptøkuhølini,
ið eru ein sonn
glæstribrog, eru bygd til
endamálið. Her skal
Teitur Lassen í næstum
taka upp
Norðoya Sparikassi
hevði avlop upp á
12,2 milliónir krónur
áðrenn skatt fyrstu
seks mánaðirnar í ár.
Tað er ein millión
meira enn somu tíð í
fjør
SPARIKASSI
Eyðun Klakkstein
Leiðslan í Norðoya Spari-
kassa er sera væl nøgd við
úrslitið av virkseminum
fyri fyrra hálvár í ár.
Fríggjadagin kom hálvárs-
roknskapurin, sum er tann
fyrsti hjá føroysku peninga-
stovnunum í ár.
Fyrru seks mánaðirnar í
ár góvu sparikassanum í
Norðoyggjum eitt avlop
upp á 12,2 milliónir krónur
áðrenn skatt. Hetta er ein
millión krónur betur enn í
fjør.
Inntøkurnar hjá Norðoya
Sparikassa vuksu fyrra
hálvár í ár. Netto rentuinn-
tøkurnar fóru úr 25,6 mió.
kr. og upp í 25,5. Netto
kostnaðarinntøkurnar
hækkaðu eisini nakað upp í
26,7 mió. kr.
Útreiðslurnar til starvs-
fólk og umsiting hækkaðu
við meira enn einari millión
fyrstu seks mánaðirnar í ár.
Tað er ein vøkstur, sum
svarar til 10,3 prosent.
Høvuðsorsøkin til hetta er
meirvirðisgjaldið, sum nú
verður lagt á tænastur frá
Elektron. Tá hesar útreiðsl-
ur verða roknaðar frá, eru
útreiðslurnar hjá sparikass-
anum heldur minni í ár, enn
tær vóru í fjør.
Eginpeningurin økist
Avskrivingar og burtur-
leggingar ímóti tapi av
útlánum og ábyrgdum vóru
2,1 mió.kr. ímóti 3,3 mió.
kr. í 2001.
Norðoya Sparikassi sigur
seg hava sum mál at reka
ein varnan útlánspolitik, og
í dag eru 3,9% av samlaðu
útlánunum og ábyrgdunum
sett av ímóti tapi upp á
skuldarar.
Eginpeningurin
hjá
Norðoya
Sparikassa
er
seinasta árið øktur við 20,7
mió.kr. og er nú 213 mió.kr.
Gjaldføri hjá sparikass-
anum er sera gott, og sol-
vensurin
er
framvegis
høgur.
Fyrra hálvár royndist væl hjá Norðoya Sparikassa
– Landsstýrið vil hava
innlit og ávirkan á
verjumál, ið viðvíkja
Føroyum, og seinni í
hesi tingsetuni fer
løgmaður at taka stig
til aðalorðaskifti um
tann føroyska
trygdarpolitikkin.
Málið er, at Føroyar
skulu verða meira
virknar í verju- og
trygdarmálum
VERJUMÁL
Eyðun Klakstein
Løgmaður fer í næstum at
taka stig til, at Føroyar fáa
ein meira virknan lut, tá tað
ræður um trygdarmál á
føroyskum leiðum.
Anfinn Kallsberg ætlar at
fáa í lag eitt aðalorðaskifti í
løgtinginum um føroyska
verjupolitikkin, og málið er
at fáa undirtøku fyri, at
føroyingar fara meira aktivt
inn í verjupolitiska sam-
starvið í NATO.
– Vit hava áður sagt, at
Føroyar vilja ikki verða við
í
NATO
ella
nøkrum
líknandi felagsskapi, men
tað ber heilt einfalt ikki til
at vera uttanfyri. Fortíðin
vísir, at tá vit siga, at vit
vilja einki hava við slíkt at
gera, so verður alt bara dult
fyri okkum, sigur Anfinn
Kallsberg.
– Løgtingið hevur áður
samtykt, at Føroyar skulu
verða uttan fyri allar hern-
aðarligar felagsskapir, men
nú haldi eg, at tíðin er
komin at viðgera hetta av
nýggjum. Vit eiga heldur at
fara aktivt við í samstarvið
í NATO og fáa tað innlit og
ta ávirkan, sum vit kunnu.
Skulu vit hvat hendir í
Føroyum
Anfinn Kallsberg segði í
løgmansrøðu síni á ólav-
søku, at eitt týdningarmikið
stig til at fáa meira innlit og
ávirkan hevði verið, um
umboð fyri landsstýrið
kundi verið eygleiðari á øll
um fundum í NATO, sum
snúgva seg um Føroyar og
leiðunum kring okkum.
– Danski verjumálaráð-
harrin, sum júst hevur verið
á vitjan í Føroyum, helt, at
sjálvandi skulu føroyingar
vita, hvat gongur fyri seg
her í landinum, og tað er út
frá hesum, at vit halda, at
vit áttu at verið við sum
eygleiðari í NATO, tá tað
snýr seg um okkum ella
okkara leiðir, sigur Anfinn
Kallsberg.
– Politikkurin hjá lands-
stýrinum er, at vit skulu
ikki vera nakar trygdarvági
fyri okkara grannar, og tí
eiga vit eisini at verða við í
trygdarsamstarvi.
Men
sjálvandi mugu vit eisini
ásanna, at hetta er eitt
felagsmál í ríkisfelagsskap-
inum.
Men heldur tú, at før-
oyska skipanin er til reiðar
at vera við í slíkum sam-
starvi, har tað mest skal
haldast loyniligt fyri al-
menninginum?
– Nei, tað er hon ikki
sum er, men tað er eisini
nakað, sum vit skulu ar-
beiða við. Hernaðarmál er
serlig, og tí skulu vit í
Føroyum
eisini
finna
mannagongdir og skipanir,
sum kunnu tryggja Føroyar
kunnu verða við í verju-
politiskum samstarvi.
Løgmaður vil gera upp
við gamla verjupolitikkin
Hóast Tórbjørn
Jacobsen hevur sátt
iva um, hvørjar
skuldsetingar hann
tók aftur ólavsøku-
dag, heldur formað-
urin í Tjóðveldis-
flokkinum at málið er
úti av verðini, og
næstu tíðina skal tað
snúgva seg um
veruligan politikk
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkin kennir seg sann-
førdan um, at teir trupul-
leikar, sum á ólavsøku
hóttu við at slíta samgong-
una, endaliga eru fingnir út
av verðini.
Hetta sigur hann, hóast
Tórbjørn Jacobsen í Degi
og Viku týskvøldið sáddi
iva um, hvørjar skuldset-
ingar hann veruliga hevði
tikið aftur í brævinum,
hann sendi løgmanni ólav-
søkudag.
– Eg havi tosað við
partarnar í málinum eftir
tíðindasendingina hjá Sjón-
varpinum, og eg havi fingið
váttan fyri, at tær skuld-
setingarnar, sum gjørdust
til eitt samgongumál, eru
tiknar aftur, sigur Høgni
Hoydal, formaður í Tjóð-
veldisflokkinum.
– Vit hildu alla tíðina fast
um, at hetta var eitt mál,
sum teir involveraðu part-
arnir sjálvir skuldu loysa,
men málið gjørdist til eitt
floks- og samgongumál, tá
ið tað varð sett upp á
spíssin og hótti við at slíta
samgonguna.
Avleiðingarnar
Høgni Hoydal heldur, at
næstu tíðina skal sam-
gongusamstarvið verða í
miðdeplinum, og flokkarnir
skulu aftur til at viðgera tey
mál, sum ósemjur eru um.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at samgongan skal
aftur til at føra veruligan
politikk og semjast um
kósina í teimum ymsu mál-
unum.
Men er hetta ikki ein
keðiligur máti at byrja eina
nýggja samgongu uppá?
– Summi mál útvikla seg
knappliga til at involvera
alla tað politisku skipanina,
og tað er greitt, at eitt slíkt
mál reisur nógvar spurn-
ingar. Men tað skulu vit
viðgera og arbeiða við
komandi tíðina.
Fær hetta málið nakrar
avleiðingar frá støðuna hjá
Tórbirni Jacobsen í Tjóð-
veldisflokkinum?
– Tað havi eg onga við-
merking til. Tað er greitt, at
tað eitt mál kann føra til
samgonguslit, so verður tað
eisini eitt floks- og sam-
gongumál.
Høgni Hoydal:
Skuldsetingarnar eru tiknar aftur
– Løgtingið hevur áður
samtykt, at Føroyar skulu
verða uttan fyri allar
hernaðarligar felagsskapir,
men nú haldi eg, at tíðin er
komin at viðgera hetta av
nýggjum, sigur Anfinn
Kallsberg, løgmaður
– Eg havi tosað við partarnar í málinum eftir tíðindasend-
ingina hjá Sjónvarpinum, og eg havi fingið váttan fyri, at tær
skuldsetingarnar, sum gjørdust til eitt samgongumál, eru
tiknar aftur, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldis-
flokkinum
C
M
Y
K
5
4