hósdagur 1. august 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 144 - 1. august 2002
Nr. 144 - 1. august 2002
7
Ein 57 ára gamal
maður í Havn hótti
týskvøldið við at
taka seg sjálvan og
konu sína av døg-
um. Løgreglan
megnaði tó at hand-
taka mannin, áðr-
enn nakað hendi
HÓTTAN
Stefan í Skorini
Týskvøldið
klokkan
tíggju minuttir yvir seks
fekk løgreglan í Havn
eina uppringing frá ein-
um 57 ára gomlum
manni, sum var frá sær
sjálvum.
Hann hótti við at taka
lívið av sær sjálvum og
konu síni. Orsøkin var, at
hann var leiddur við lív-
ið. Politisturin bjóðaði
sær til at koma út at tosa
við hann, men so skuldi
løgreglan fáa somu við-
ferð, segði maðurin.
Nummarvísarin á politi-
støðini gav avvarðandi
politisti eina hilling á,
hvar maðurin helt til.
Politistar fóru síðani til
húsini, haðani maðurin
ringdi, meðan vakthav-
andi á støðini ringdi
mannin uppaftur.
Hann royndi sum fræg-
ast at tosa við mannin, so
at hann ikki varnaðist, at
politiið var á veg. Tá
politistarnir komu inn í
húsini, tosaði maðurin í
telefon, og hann varð
handtikin beinanvegin.
Maðurin hevði ikki
skotvápn í hondini, men
tað lá aðrastaðni í húsi-
num. Maðurin var ávirk-
aður av rúsdrekka, tá til-
burðurin fór fram.
Hótti við at taka
lívið av sær
SJÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Í dag fara tólv ungdómar av
landinum at royna síni evni
sum sjónleikarar. Tað er
Dramaverkstaðið hjá Hjør-
dis Johansen í Havn, sum
fer til Svøríki í eina viku,
har tey skulu framføra ein
leik.
Føroysku sjónleikararnir
skulu vera við á eini norð-
urlendskari
sjónleikara-
stevnu, sum verður í døg-
unum frá 1. til 7. august í
svenska býnum Västerås.
Á stevnuni verða sjón-
leikarabólkar
úr
øllum
teimum norðurlendsku og
baltisku londunum, og tað
eru bæði vaksin og ung,
sum fara at framføra leikir
á hesi stevnuni.
Speedy Gonzales
aftur á skránni
Á stevnuni fara sjónleikar-
arnir at framføra leikin
»Speedy Gonzales setur
ferð á«. Leikurin er leysliga
umsettur úr donskum av
Hjørdis Johansen. Síðani
hava sjónleikararnir og
leikstjórin improviserað,
áðrenn tann endaligi leikur-
in hevur verið klárur.
Leikbólkurin hevur fleiri
ferðir áður framført henda
leikin á palli á Meiarínum í
Havn. Tað var í juni mánað
í fjør, at ungdómsbólkurin
framførdi henda leikin.
Leikurin snýr seg um
misnýtslu av narkotika, og
um hvussu tey ungu fólkini
sjálvi royna at sleppa
burturúr hesum haftinum.
Persónarnir í leikinum
siga frá sínari lívssøgu, og
tað verður víst í flashback,
hvussu lív teirra vóru, áðr-
enn tey hittust og blivu vin-
ir. Leikurin varar ein góðan
tíma.
Býráðið, Sansir, Mentan-
argrunnur Landsins, Før-
oya Sparikassi, MáF, Menta-
málráðið og Nar hava stuðl-
að ferðini.
Ungdómar til Svøríki
at spæla sjónleik
Teir tólv sjónleikararnir fara at framføra leikin um Speedy Gonzales á sjónleikarastevnu í Svøríki
Leikarar:
Sofía Nolsøe Mikkelsen:
Speedy Gonzales
Heidi Borum Hansson:
Pisa
Rannvá Simonsen:
Julia
Aleksandra Neshamar:
Tornurósa
Sjúrður Simonsen:
Soldátur
Martin Andreas Kruse:
Hamlet
Marin Djurhuus:
Snjóhvíta
Rannvá undir Kletti:
7 skiftandi leiklutir
Sára Finsdóttir:
7 skiftandi leiklutir
Absalon Lydersen Jacobsen: 8 skiftandi leiklutir
Birna Heinesen:
7 skiftandi leiklutir
Durita Dahl Andreasen:
7 skiftandi leiklutir
Leikstjóri:
Hjørdis Johansen
Tónleikur/ljóðmyndir:
Sára Finsdóttir og
Marin Djurhuus
Búnar:
Hjørdis Johansen og
Leikarafelagið
Pallmynd:
Hjørdis Johansen og
Brynjolfur av Heygum
Ljóð:
Christian Kruse
Ljós:
Turpin Djurhuus
Ein 40 ára gamal
maður á Eiði varð í
gjár handtikin fyri
at hava koyrt á ein
bil við fólki við vilja
HANDTØKA
Stefan í Skorini
Í gjárkvøldið umleið
klokkan ellivu fekk løg-
reglan í Runavík fráboð-
an um ein tilburð á Eiði.
Kona og maður komu
heim til húsa í bili og
parkeraðu uttanfyri hús-
ini. Ein fullur maður sat í
einum lítlum jeepi uttan-
fyri húsini.
Hann ger ikki mætari
enn at bakka á bilin við
fólkunum tvær ferðir.
Parið boðar løgregluni
frá beinanvegin. Kvinnan
í bilinum var við barn, og
hesum visti maðurin av.
Tá løgreglan kemur á
staðið, er maðurin rýmd-
ur av staðnum, men hann
verður funnin aftur niðri
í bygdini.
Til Havnar
Maðurin var fyrst tikin
við á støðina í Runavík
og síðani fluttur í klivan í
Havn. Hann var ávirkað-
ur av rúsdrekka, tá til-
burðurin fór fram.
Maðurin hevði einki
koyrikort, og akfarið,
sum hann koyrdi í, var
heldur ikki skrásett, tí
bilurin hevði ongar plát-
ur.
Maðurin verður vænt-
andi skuldsettur fyri rús-
drekkakoyring, fyri at
koyra uttan koyrikort og
fyri at hava koyrt í einum
óskrásettum
akfari.
Maðurin verður helst eis-
ini ákærdur fyri at hava
koyrt á ein bil við tveim-
um fólkum við vilja.
Koyrdi á bil
við fólki
FERÐSLUKANNING
Stefan í Skorini
Løgreglan í Runavík
gjørdi týskvøldið ferð-
mátingar í Søldarfirði.
Kanningin vardi í ein
tíma, og tíggju frágreið-
ingar vórðu skrivaðar.
Tríggir bilførarar koyr-
du meira enn 80 kilomet-
rar um tíman og skulu
helst taka koyrikortið
umaftur, umframt at teir
fáa ein treytaðan dóm.
Trý tikin í
ferðmáting
Tann 1. august fara tólv ungir sjónleikarar, sum dagliga
venja í Dramaverkstaðnum, til Svøríki at luttaka á eini
sjónleikarastevnu. Tey fara at framføra leikin »Speedy
Gonzales setur ferð á«
SAMGONGUMÁL
Jan Müller
Anfinn Kallsberg løgmaður
er fullkomiliga ósamdur
við Tórbjørn Jacobsen, tá
hesin í sjónvarpinum týs-
kvøldið sáar iva um, hvussu
bræv hansara til sín skal
tulkast. Í sjónvarpinum týs-
kvøldið segði Tórbjørn
Jacobsen, at tað hann hevur
tikið aftur í brævinum til
løgmann er bara ein partur
av teimum skuldseting-
unum hann setti fram móti
løgmanni í bløðunum 7.
juli.
Tórbjørn Jacobsen segði
í samrøðu í Degi og Viku,
at tað hann hevði fingið at
vitað skuldi vera trupul-
leikin, var setningurin hann
skrivaði um, at løgmaður
kundi ikki verið leiðari í
nøkrum øðrum landi. Og tá
hann tískil hevur tikið tað
orðingina aftur, stendur
sjálvandi restin eftir.
Uppá fyrispurning um
hann kortini meinar, at
løgmaður kundi sitið í
stjórn í nøkrum øðrum
landi
svaraði
Tórbjørn
Jacobsen m.a.:
- Nú er tað so, at hasin
setningurin er rættiliga
yvirflødigur, tí ein føroy-
ingar kann neyvan blíva
stjórnarleiðari í nøkrum
øðrum landi.
Sambart úttalilsunum hjá
tingmanninum í sjónvarp-
inum, so hevur Tórbjørn
Jacobsen í skrivi sínum til
løgmann ikki tikið aftur
orðini um, at tað er ringt at
liva við einum løgmanni og
einum fiskimálaráðharra,
sum í eini greindari fortíð
ikki dugdu at skilja millum,
hvat var eins egna og ann-
ara.
Anfinn Kallsberg vísir í
viðmerking til hesi nýggju
úttalilsini frá Tórbjørn Ja-
cobsen til brævið hann fekk
frá honum ólavsøkudag. –
Tað er tað eg haldi meg til.
Brævið er soljóðandi:
"Til Anfinn Kallsberg,
løgmann, her, dagfest 29.
juli 2002. Hervið skal
verða sagt frá, at skuldset-
ingarnar, sum eru setttar
fram móti løgmanni, løg-
mansembætinum og lands-
stýrismanninum í fiski-
málum, hervið eru aftur-
tiknar. Tórbjørn Jacobsen,
løgmatingsmaður."
- Men nú sigur hann nú,
at tað er bara tann seinna
partin av skuldsetingunum
hann tekur aftur?
- Tað er nakað forferdiligt
slutur og tvætl. Hann
ringdi til mín ólavsøku-
morgun
klokkan
10.30
minnist meg rætt, og har
tosaðu vit aftur og fram. Tá
segði eg við hann, at eg
vildi hava eina treytaleysa
afturtøku av øllum skuld-
setingunum,
sum
hann
hevði sett fram móti mær
og fiskimálaráðharranum,
og eg vildi ikki hava nakað
uttanumtos.
Og so sendi hann eitt
skriv, sum bara er uttanum-
tos. Eg havi ongantíð ringt
til Tórbjørn Jacobsen og
biðið um nakað sum helst.
Men eg varð uppringdur
nakað seinni av Høgna
Hoydal, har hann fekk heilt
greitt at vita, at tað, sum
skuldi til fyri, at eg broytti
støðu ( at leggja frá sær,
blaðm) var, varð eitt skriv
sum hetta. Og tað havi eg
fingið.
- Er nú ikki skuldstingar-
nar settar fram av nýggj-
um?
- Tað veit eg ikki. Tað,
sum eg havi kravt og fingið
haldi eg meg til. Stendur
hann ikki við tað hann
skrivar, so veit eg ikki um
hann ella eg havi ein
trupulleika.
Løgmaður
spyr,
um
nakað sum helst trúvirði er
eftir í manninum eftir at
hann hevur undirskrivað
brævið og latið tað víðari,
nú framhaldandi fer at
leggja eina aðra tulking í
tað.
-Men hvussu ber tað til,
at Anfinn Kallsberg vil
halda fram sum løgmaður í
eini samgongu við Tór-
bjørn Jacobsen sum 17.
manni eftir hetta?
- Tað er so aftur ein annar
spurningur. Men eg havi
valt at halda meg til tað
brævið,
sum
Tórbjørn
Jacobsen hevur skrivað og
sum er so klokkuklárt og
uttan
uttanumtos.
Um
Tórbjørn Jacobsen í dag
ikki stendur við tað hann
undirskrivaði í gjár, so
hevur hann eitt alvorligt
problem.
Anfinn Kallsberg, sum
sjálvur sá Tórbjørn Jacob-
sen í Degi og Viku týs-
kvøldið, sigur, at tað inn-
trykkið, sum hann gav í
hesi tíðindasendingini, vís-
ir, at hann ikki so frægt sum
stendur við sína egnu
undirskrift. Tá hevur hann
ein stóran trupulleika.
Uppá fyrispurning um
hetta fær nakra avleiðing
fyri samgongusamstarvið
sigur løgmaður, at tað skal
man bíða við at siga nakað
um.
Eftir úttalilsini í Degi og
Viku týskvøldið ringdi
løgmaður til formannin í
Tjóðveldisflokkinum.
–
Høgni Hoydal er púra
samdur við mær í míni
tulking av brævinum frá
Tórbjørn Jacobsen. Vit
halda báðir, at skrivið frá
tingmanninum er púra ein-
týðugt. Hann tekur allar
skuldsetingar aftur.
- Tórbjørn Jacobsen er
framvegis 17. maður í eini
samgongu, sum bæði løg-
maður og varaløgmaður
vilja
halda
fram
við.
Hvussu ber tað til, at tit
vilja halda fram við eini so
smælari samgongu og har
ein persónur, sum tit eftir
øllum at døma hava so lítið
álit á, framhaldandi sleppur
at vera tungan á vágskálini?
- Eg havi ikki fleiri við-
merkingar til málið og kann
bara endurtaka, at eg havi
fingið eitt púra greitt svar
frá Tórbirni Jacobsen, sum
eg eri nøgdur við og sum
uppfylti tey krøv eg setti
fult og heilt. Um man nú
roynir at draga í land og
undirminera
sína
egnu
undirskrift, so vísir tað
bara,
hvørjar
politiska
bindingar, man kann hava
sínamillum.
Løgmaður leggur aftrat,
at seinastu úttalilsini hjá
tingmanninum frá sínum
sjónarhorni eru fullkomi-
liga hol í høvdið og
ógrundað og uttan nakað
sum helst perspektiv av
nøkrum slag.
- Men hví tá halda fram í
fýra ár við einum flokki,
sum ikki megnar at hava
tamarhald á sínum egnu?
- Tann spurningin skilji
eg sera væl. Verður hetta
arbeiðslagið, so verða tað
ikki vit, sum taka nakrar
avgerðir. Tá verður tað til-
vildin, sum tekur avgerðir,
og tað er ikki tað, sum skal
til, um vit skulu gera okk-
um vónir um at røkka tí
politiska setningi vit hava
sett okkum. Hinvegin vil eg
siga, at skulu vit røkka
einum politiskum setningi,
og hetta er ikki bara meint
millum Tjóðveldisflokkin
og okkum, tað er galdandi
fyri alt parlamentariska
grundarlagið og fyri bæði
samgongu og andstøðu,
skulu vit røkka tey opti-
malu úrslitini fyri okkara
land og fólk, so ræður um
at kasta slíkt brigsl burtur
og finna saman, sjálvt um
vit eru politiskt ósamdir um
nógv mál. Ber tað ikki til,
so er eingin meining í at
fáast við tað.
- Men er tíðin ikki longu
komin til at taka stigið til at
breiðka um parlamentar-
iska grundarlagið, so tað
slepst undan at vera bundin
av einum 17. manni sum
Tórbjørn Jacobsen?
- Tað kann blíva ógvuliga
aktuelt.
Løgmaður ringdi til Høgna Hoydal eftir Dag og Viku:
– Samdir um tulking av brævi
Anfinn Kallsberg, løgmaður: -Nú eri eg kanska í so naivur. Eg trúði, at hetta málið var avgreitt
við tí undirskrivaða brævi eg fekk, men sambart sjónvarpinum, so er okkurt, sum bendir á, at
tað er ikki so
Eftir Dag og Viku týskvøldið ringdi løgmaður til formann Tjóðveldisfloksins. Sambart løgmanni vóru teir fullkomiliga samdir
um, at brævið frá Tórbirni Jacobsen skuldi skiljast sum ein afturtøka av øllum skuldsetingunum.
C
M
Y
K
7
6