Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 144 - 1. august 2002 Nr. 144 - 1. august 2002 9 LØGMANSRØÐAN 2002 Anfinn Kallsberg Harra formaður! Vit fara í dag undir fyrstu ting- setuna í hesum valskeiði. Tann 6. juni varð nýtt landsstýri skipað, sum hevur sett sær sum mál at ar- beiða fyri at gera Føroyar sjálv- bjargnar – fíggjarliga og fyrisit- ingarliga – til tess, at Føroya fólk kann gera framtíðarstøðu sína av uttan forðandi bindingar. Samgonguflokkarnir eru samd- ir um, at sjálvstýri, sosial trygd og framburður eru høvuðssetningur landsstýrisins, og hava sett sær sum mál at skipa víðfevnt sam- starv við allar flokkar á Føroya løgtingi. Undanfarna landsstýrið sam- ráddist við donsku stjórnina um ein sáttmála, ið skuldi skipa Før- oyar sum land við fullveldi í frælsum felagsskapi við Dan- mark. Í hesum samráðingum var landsstýrið, sum Føroya fólki og Føroya løgtingi kunnugt, í støðugum mótvindi. Men henda støða broyttist, tá ið løgmaður og danski forsætismálaráðharrin á fundi í januar í ár samdust um eina felagslýsing, ið skapar grundarlag undir eini nøktandi sjálvstýristilgongd, har møguleiki eisini er at taka yvir mál, ið ikki eru nevnd í heimastýrislógini. Støði er nú lagt undir eini tryggari sjálvstýristilgongd, og samgongan ætlar at yvirtaka hesi málsøki: familjurættarmál, hav- umhvørvi, kortlegging, upphavs- rætt, vinnulóggávu, tilbúgving, veðurtænastu, vitaverk, uppmerk- ing, fjølmiðlaábyrgdarlóg og ar- beiðs- og uppihaldsloyvi. Vit hava longu yvirtikið al- manna forsorg og undirvísingar- mál, og nú er tað okkara uppgáva at gera skipanir á hesum økjum við grundarlagi í egnum viður- skiftum. Sjóbjargingarstøð, er stovnað, sum tekur sær av at samskipa bjarging og leiting á sjónum. Tyrluskipan við nýmótans leiti- og bjargingarútgerð, ið røkkur allar partar av føroyskum sjógvi, hevur nú verið virkin í eitt ár, og arbeitt verður við eini skipan, har læknar og bjargarar við serligari útbúgving, kunnu fara út við tyrl- um. Hin 1. januar 2002 varð radio- samskifti og radiogrundaða neyð- og trygdartænastan yvirtikin. Sama dag varð Skipaeftirlið yvir- tikið. Fyribils arbeiðir skipaeftir- litið eftir donskum forskriftum, sum verða føroyskaðar eftir tørvi. Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, og arbeiðið at yvirtaka løgreglu og rættarskipan heldur fram í neyvum samstarvi við allar partar á økinum. Ætlan um útbygging og fígging av Vága floghavn verður gjørd, og tryggjað verður sunnur rakstrar- bygnaður, so floghavnin kann út- byggjast og takast yvir. Arbeiðið at taka yvir loftferðslumyndug- leikan heldur fram. Semja er gjørd við danska ráð- harran í útlendingamálum um, at øll útlendingamál koma undir før- oyskt málsræði. Búskaparvøksturin heldur fram At byggja landið við føroyskari lóg er tann tátturin, sum einamest hevur ligið á láni. Eitt stórarbeiði liggur í at menna føroyska løg- frøði, rættarskipan og dómvald, tað, vit vanliga rópa triðja stats- valdið. Grundlógarnevndin handaði álit á nýggjárinum, har arbeiðið og úrslitini higartil eru lýst, og upp- skot eru gjørd um, hvussu arbeið- ið hereftir verður skipað. Landsstýrið fer í neyvum sam- starvi við kommunurnar at leggja stóra orku í at fremja eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur og at leggja størri ábyrgdarøki til kommunur- nar at røkja. Í heyst verður ein tíðarætlan gjørd fyri arbeiðið. Ein týdningarmikil grundar- steinur undir samfelagi okkara er búskapurin. Politiska endamálið er at laga búskapin til ein sjálv- berandi búskap, sum byggir á framleiðsluvirði landsins. Síðani mitt í nítiárunum hava vit havt ein árligan realvøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni, góð 5,5%, og vøksturin sær út til at halda fram. Góða búskapargongdin sæst aftur í øllum samfelagnum, og fólkatalið veksur. Vit kunnu vænta, at um árslok búgva eini 48.000 fólk í Føroyum. Arbeiðs- loysið er nú komið niður á 2,7%. Innflutningsvøksturin seinastu árini er steðgaður. Tó er gongdin ymisk fyri teir ymsu vørubólkar- nar. Útflutningurin er vaksin støðugt seinnu árini, men í løtuni sær út sum, at vøksturin er steðg- aður, fyribils í øllum førum. Stóri búskaparvøksturin hevur vaksið trýstið á handilsjavnan. Tó vísa tølini fyrsta ársfjórðing í ár eitt avlop Í 90-árunum hevur verið stórt avlop á gjaldsjavnanum, og í fjør var tað 910 mill. Í fleiri ár á rað hevur avlop ver- ið á fíggjarlógini, og higartil í ár eru bæði skattur og avgjøld væl hægri enn mett. Gjaldføri lands- kassans er gott, og góðar 2 mia. eru á bók í Landsbankanum. Øll skuldin uttanlands var um árslok 6,4 mia. og ognin 8,6 mia. Landskassaskuldin til danska statin er nú 4,1 mia. og landskass- ans brævalán 300 mill. kr. Sjálvt um ætlanir eru um at gera stórar íløgur í komandi ár- um, og upphæddirnar á fíggjar- lógini til íløgur kunnu tykjast av- markaðar, ber til við neyvari íløguætlan at fáa útint tær ætlanir, sum leingi hava ligið á láni. Vinnan er hornasteinurin Ein sjálvberandi og kappingarfør vinna er hornasteinurin undir ein- um sjálvberandi búskapi. Lands- stýrið fer framhaldandi at arbeiða fyri, at føroyskt vinnulív hevur bestu fortreytir fyri at geva avkast og mennast. Menningin seinastu árini í ali- vinnuni hevur gjørt føroyska bú- skapin sterkari. Í Føroyum eru nú alifyritøkur, sum í altjóða kapp- ing megna at gera seg galdandi við dygdarvørum. Landsstýrið fer at fylgja væl við, hvussu tær av- bjóðingar, alivinnan seinastu tíð- ina hevur møtt m.a. av herviligari sjúku, ávirka alivinnuna. Arbeið- ið saman við alivinnuni at styrkja skipanina viðvíkjandi sjúkuniður- berjing heldur fram. Nógv orka verður í løtuni nýtt at fylgja og loysa trupulleikar í sambandi við avgerð ES um at kanna um laksur av føroyskum uppruna hevur verið dumpaður á ES marknaðinum. Leingi hevur verið tosað um, at Løgmansrøðan 2002: Vit hava sett okkum høg mál Landstýrið hevur sett sær nógv og høg mál. Tað er tí umráðandi, at raðfestingar verða gjørdar á øllum økj- um, soleiðis at landsstýrið nær tey mál, tað setur sær hvørja tingsetu, segði Anfinn Kallsberg millum annað í fimtu løgmansrøðu síni nýggjar vinnur skulu mennast til tess at gera føroyskt vinnulív meiri fjøltáttað. Vónandi kann nýggi Vinnuframagrunnurin virka við til, at framtøk verða gjørd á økjunum sum til dømis: kunning- artøkni, bio- og ílegugransking og ferðavinnu. Ein av fortreytunum fyri vinnu- lívsmenning er hóskandi ferða- og flutningssamband millum tey ymsu plássini í Føroyum og mill- um Føroyar og útheimin. Lands- stýrið hevur tikið stór stig til tess at gera innlendis undirstøðukerv- ið betri so lættari verður at koma millum oyggjarnar. Hetta arbeiði heldur fram. Á vinnu- og arbeiðsmarknaðar- økinum hevur landsstýrið sett sær fleiri mál í hesi tingsetu. Ætlanin er m.a., at landbúnaðarlóggávan skal verða endurskoðað, og kapp- ingarlógin skal verða dagførd, har samanleggingareftirlit eisini verður partur av lógini. Ætlanin er m.a. eisini, saman við pørt- unum á arbeiðsmarknaðinum, at gera skipan at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum, so skjótt tær koma í. Somuleiðis verður farið undir at gera eftirlønarskip- an fyri øll. Einskiljing Landsstýrið fer at virka fyri, at greiður skilnaður er millum tað almenna og tað privata. Hetta er besta trygd fyri, at beinleiðis politisk stýring viðvíkjandi føroy- skum vinnulívi kemur ikki aftur. Í hesum sambandi fer lands- stýrið nú undir eina tilgongd, sum væntandi fer at halda fram í fleiri ár, har tær ymisku fyritøkurnar, sum landið eigur, verða einskild- ar. Henda tilgongd eigur at verða skipað so, at hon hevur stórt álit millum teir íleggjarar, sum hava áhuga í at ogna sær hesar fyritøk- ur. Tað er tí umráðandi, at fyri- treytirnar fyri einskiljingum eru greiðar, eins og at arbeiðið verður gjørt varliga og gjøgnumskygt og við so stórum politiskum stuðli sum gjørligt. Landsstýrið kann við at vera virkið á einum komandi virðis- brævamarknaði hjálpa til at menna ein virðisbrævamarknað, sum fer at gera møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi betri, at fáa atgongd til vágafúsan kapital. Fiskivinnan Eftir tað at Løgtingið hevði aðal- orðaskifti um fiskivinnupolitikk- in, er lógin um vinnuligan fiski- skap broytt. Umframt broytingar viðvíkjandi ráðgevingini í fiski- vinnuni og eina fylgissveina- skipan, sum skal bøta um trygd- ina á sjónum og um fiskiveiði- eftirlitið, eru greiðari reglur gjørdar um at avhenda fiskirætt- indi og um brúksskyldu. Fiskidagarnir næsta fiskiár verða óbroyttir, og lógaruppskot verður lagt fram um hetta í dag. Sínámillum fiskiveiðisamráð- ingar fyri 2002 hava gingið rími- liga væl. Botnfiskakvoturnar í Barentshavinum eru hægri í 2002 í russiskum sjógvi og nakað hæg- ri í norskum sjógvi. Kvoturnar í ES-sjógvi eru tær somu undantik- in svartkjaftakvotan, sum semja ikki fekst um. Í grønlendskum og íslendskum sjógvi er kvotastigið óbroytt. Strandalondini hava havt 10 samráðingarumfør um at loysa svartkjaftakvoturnar. Eitt uppskot um veiðisetning er gjørt, men enn er ikki semja um mest loyvdu veiði og um býtið millum strandalondini. ES, Føroyar, Noreg og Ísland hava sett sær sína egnu kvotu fyri 2002. Fiskimøguleikarnir eftir upp- sjóvarfiskasløgum eru enn góðir, men vísindaliga ráðgevingin ávarar um støðuna hjá svart- kjaftastovninum, sum er í vanda av ov stórum veiðitrýsti. Her má havast í huga tann alstóra týd- ning, sum hesin stovnurin hevur fyri føroyska samfelagið. Norð- havssildin og makrelstovnurin eru væl fyri, og vísindaliga ráðgev- ingin mælir til at halda fram við sama veiðisetningi. Fiskivinnan er høvuðsvinna okkara, og áhugavert verður at síggja, hvønn týdning oljuvinnan kann fáa fyri Føroyar. Vit vita frá úrslitum av royndarboringunum í fjør, at borið varð við munandi nøgdir av olju í djúpum jarðløg- um. Ein frágreiðing við nágreini- ligari lýsing av boriúrslitunum verður latin Oljumálaráðnum ein av fyrstu døgunum eftir ólavsøku. Finningarbrunnurin í fjør liggur tætt upp at landgrunsmarkinum móti Bretlandi, og roknast kann við, at ein møgulig oljuleið gong- ur tvørturum markið. Mentan er góð íløga Tað er ikki einans vinnan, ið ber framburð í sær. Flestu tjóðir ásanna, at mentanararbeiði, út- búgving og gransking eru grund- arlag undir samfelagsmenningini. Støddin á londum, nøgdin av náttúrutilfeingi og fólkatal eru ikki einastu treytir fyri at standa seg í heimssamfelagnum. Útbúgv- ing og skapandi evni hjá fólki- num hava týðandi leiklut í hesum samanhangi. Tað skapar ikki bert fólkaræði, trivnað og javnbjóðis møguleikar, men eisini framburð, vinnulívsmenning og búskapar- vøkstur. Okkara dugnaligu listafólk, tónleikarar, sjónleikarar, ítrótta- fólk, rithøvundar og granskarar hava seinastu árini aftur og aftur prógvað, at íløgur í mentan, út- búgving og gransking kunnu løna seg og seta Føroyar á heimskort- ið. Í heyst verður aðalorðaskifti í løgtinginum um sernámsfrøði, og farið verður undir at fyrireika skúlatilboð til ung menningar- tarnað. Útbúgving er ikki longur eitt avmarkað tíðarskeið, men fevnir um alt lívið. Tað er tí neyðugt at samskipa útbúgvingarverkið í Føroyum í eitt vitanarkervi og at skapa møguleikar fyri øktum samstarvi millum útbúgvingar- verkið, arbeiðsmarknaðin og vinnulívið. Árið í ár er lýst sum árið hjá tí góða fólkaskúlanum. Ætlanin er at brúka tað, sum eftir er av ári- num, at hevja upp og røða um viðurskifti, sum hava við skúlans virki at gera. Skipað verður fyri ráðstevnum, fundum o.ø., sum kunnu vera við til at leggja lunnar undir eitt livandi kjak um fram- tíðar fólkaskúlan. Síðani er ætlan- in at fara undir at eftirmeta fólka- skúlalógina eins og lógina um læraraútbúgving. Ein vælvirkandi fólkaskúli hev- ur alstóran týdning fyri næmingin og fyri familjuna sum heild. Familjan raðfest høgt Landsstýrið raðfestir familjuna høgt, og fyri fyrstu ferð er máls- øki skipað serstakt undir einum landsstýrismanni. Ætlanin er í hesum valskeiði at orða ein familju- og heilsupolitikk at leggja fyri Løgtingið til aðal- orðaskiftis. Samgongan staðfestir, at familjan er kjarnin í samfelag- num. Tí eiga lógir, sum ikki sam- svara við hesa grundreglu, støð- ugt at verða broyttar, so tær virka fyri at fjálga um familjuna. Tiltøk eru longu sett í verk, sum hava til endamáls at finna orsøkirnar til fosturtøkutrupulleikan. Fólkatalið veksur alsamt, og stórur tørvur er á at fáa tak yvir høvdið. Grundarlagið undir góð- um familjutrivnaði eru góð bú- staðarviðurskifti. Landsstýrið hevur tí sett sær fyri at gera møguleikarnar fyri øðrvísi bú- staðarbygging betri. Arbeiðið at tillaga lóggávuna er farið í gongd, og lógin um Húsalánsgrunnin verður í hesum sambandi broytt. Familjumynstrið er broytt nógv seinastu 50 árini. Hetta sæst mill- um annað aftur í bráðfeingis tørvinum á ellis- og røktarheims- plássum. Bráneyðugi tørvurin á eldrabú- støðum, ellis- og røktarheims- plássum skal – í samstarvi við kommunurnar – nøktast eftir galdandi skipan. Hóskandi upp- hædd verður sett av til endamálið, og ætlanin er, at kommunurnar taka stig til byggingina. Eldrarøktin verður skjótast gjørligt løgd til kommunurnar at reka, og ein semja verður gjørd millum land og kommunur um íløgur og skattabýti. Ein annar partur av hesum øki er heimarøktin, sum nú eisini skal fevna um samdøgursrøkt. Trygd- in hjá teimum veikastu, ið búgva heima, verður tá styrkt munandi og tænastan tíðarhóskandi. Sosial trygd í hásæti Tað er alneyðugt í einum nú- tímans samfelag at seta sosiala trygd í hásætið og tryggja, at eingin av landsbúgvum okkara dettur burturímillum. Landsstýrið fer í fyrra parti av valskeiðinum at broyta í teimum mest átroðkandi almannamálum, og fer áðrenn valskeiðið er runn- ið, at hava eina fullfíggjaða sosiallóggávu. Ein arbeiðsbólkur verður settur at gera uppskot til nýggja forsorg- arlóg, og skipanin við hjálpartól- um verður endurskoðað. Almannaverkið fer undir at tryggja fólki við skerdum ar- beiðsevnum og sosialum tørvi at- gongd til útbúgvingar og arbeiðs- marknaðin. Hetta verður gjørt saman við pørtunum á arbeiðs- marknaðinum og fer at gera rætt- indini og trivnaðin hjá fólki við skerdum førleika betri. Á heilsuøkinum eru somuleiðis munandi batar fyri framman. Á heysti 2003 verður nýggi sjúkra- húsbygningurin á Landssjúkra- húsinum liðugur at taka í nýtslu. Tað fer at bøta munandi um dygd og trivnað í heilsuverkinum, bæði fyri sjúklingar og starvsfólk. Klaksvíkar sjúkrahús fer óivað at hava størri virkisøki, tá ið Eyst- uroyggin og Borðoyggin verða samanknýttar við undirsjóvar- tunli. Suðuroyar sjúkrahús hevur fyri Suðuroynna sum útjaðara al- stóran týdning fyri trivnaðin og tryggleikan í oynni og hevur sen- tralan týdning fyri umhvørvið á staðnum. Umhvørvisverndin dagførast Seinastu árini hevur umhvørvi og umhvørvisvernd fingið alt størri leiklut í altjóða politikki. Lands- stýrið ætlar sær ikki at standa aftanfyri, hvat hesum viðvíkur, og hevur tí raðfest arbeiðið at gera náttúruverndarlóg, kemikaliulóg og at dagføra umhvørvisverndar- lógina ovarlaga. Sum tað sæst, eru nógv mál longu loyst úr lagdi, og fyri framman eru stórmál at fremja. Men tað er ikki bara innanríkis- politiskt, at tøk skulu verða tikin. Landsstýrið hevur sett sær fyri at vinna Føroyum veruliga uttan- ríkispolitiska og verjupolitiska ávirkan. Á teimum økjum, sum eru týdningarmikil fyri okkum, skulu Føroyar tí tryggja sær fult innlit og skulu virka fyri at fáa umboðan í millumtjóðafelags- skapum. Í yvirtiknum málum eiga Før- oyar at hava heimildir at gera um- sitingarsáttmálar við onnur lond og millumtjóðafelagsskapir, og í felagsmálum at taka avgerð um at lata seg umboða sum eygleiðari í øllum viðkomandi donskum sendinevndum. Landsstýrið hevur sum poli- tikk, at føroyskar fyritøkur skulu ikki vera verri fyri enn fyritøkur hjá EBS-londunum, tá ið hugsað verður um atgongd at heimsmark- naðinum. Royndirnar at fáa sam- ráðingar í lag við tey lond, ið EFTA-londini hava í umbúna at gera fríhandilssáttmálar við, eru higartil miseydnaðar. Tó eru royndirnar at gera fríhandilssátt- málar við hesi lond ikki sleptar. Enn eru týdningarmikil øki í fríhandilssáttmálanum millum Føroya og ES, sum eru fyri forð- ingum. Nevnast kann m.a., at kvoturnar av pilkaðum rækjum og fiskafóðri stigvtíst mugu vaksa, og tað er somuleiðis týd- ningarmikið, at Føroyar fáa lima- skap í alevropiska upprunaøki- num. Stór orka verður nýtt at virka fyri eini loysn á hesum. Eygleiðarar í NATO Í trygdar- og verjupolitiskum málum vil landsstýrið hava innlit og ávirkan á mál, ið viðvíkja Før- oyum. Eitt týdningarmikið stig kundi verið at latið umboð fyri landsstýrið verið eygleiðari á øll- um fundum í NATO samanhangi, ið viðvíkja Føroyum og leiðunum kring okkum. Víðkanarætlanin hjá NATO her á landi, sonevnda SSSB-Far ætlanin, er dømi um, at føroying- ar hava verið hildnir óvitandi ov leingi. Harafturímóti tykist henda málsviðgerðin at vera dømi um, at tað ber til at hava skilagott samskifti við danskar útinnandi myndugleikar á økinum. Hetta varð eisini staðfest á fundi mill- um løgmann og danska verju- málaráðharran fyrr í hesum mánaðinum. Landsstýrið hevur sum yvir- skipaðan setning, at trygdarskip- anin í Norðurhøvum, sum NATO umsitur, ikki verður órógvað. Tvey marknamál eru aktuel í løtuni. Annað er ósemjan millum Føroya og Íslands um marknaset- ing millum londini, har arbeitt verður við at fáa semju. Hitt er ósemjan um ytra landgrunnin uttan fyri 200 fjórðingar út á Hattonbanka og Rockallbanka. Okkara uppgáva í hesum føri er at prógva framhald av egnum land- grunni út til Hatton og Rockall, og at mótprógva, at onnur hava eins góð krøv og vit. Einki brigsl Harra formaður! Røða løgmans hesa tingsetu ber brá av, at hetta er fyrsta tingseta í hesum val- skeiði. Landsstýrið hevur sett sær nógv og høg mál. Tað er tí umráð- andi, at raðfestingar verða gjørdar á øllum økjum, soleiðis at lands- stýrið nær tey mál, tað setur sær hvørja tingsetu. Øll høvuðsmál verða umrødd, viðgjørd og staðfest á landsstýris- fundi, áðrenn tey verða sett í verk ella latin Løgtinginum. Tað er ein av høvuðsuppgávum løgmans at samskipa landsstýrisarbeiðið til tess at tryggja felags stev, saman- hang, og at politikkur samgongu- nnar verður framdur í verki. Løg- maður fer í komandi tíð at leggja dent á at gera hesa samskipan bet- ri og styrkja hana. Tað hvílir ein stór ábyrgd á okkum politikkarum. Vit kunnu velja at leita eftir trupulleikum og leggja hvør eftir øðrum í eirinda- leysum brigsli og skuldsetingum. Tá er víst, at vit lata ábyrgdina í hendurnar á tilvildini, og er tað tá ikki vit, ið taka avgerðirnar. Vit kunnu hinvegin velja at leggja alt brigsl og skuldsetingar til viks og í staðin taka tøk saman, hóast vit eru ósamd politiskt á nógvum økjum. Tá byggja vit land. Tað er við hesi vón, at eg ynski øllum løgtinginum eina góða tingsetu og góða ólavsøku. C M Y K 9 8