hósdagur 1. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 144 - 1. august 2002
Nr. 144 - 1. august 2002
11
Áhugavert er at lesa búskaparfrágreiðingina fyri
2002. Sum altíð er tað ógvuliga áhugavert at
síggja, hvat her verður sagt, og ikki ber til at hava
eitt skilagott orðaskifti um búskaparstøðu Føroya,
uttan hetta íkastið, har serfrøðin, ella í hvussu so
er partur av henni, ger sína meting av støðuni.
Eitt er serfrøðin, og eitt annað er, hvat politikarnir
vilja. Tann politiska diskussiónin um, hvat man
vil í føroyska samfelagnum eigur at hyggja at,
hvørji mál, vit eiga at seta okkum sum fólk. Skal
málið verða so høg framleiðsla pr íbúgva sum
møguligt? Kanska hetta burdi verið framleiðsla pr
arbeiðstíma. Skal málið verða eingin inflatión?
Skal málið verða fjøltáttan av búskapinum? Her
raka vit við eitt annað, ið verður tikið upp í frá-
greiðingina fra Búskaparráðnum. Er tað landsins
uppgáva ígjøgnum vinnupolitisk tiltøk, at skunda
undir ávísar vinnur? Hví júst KT vinnuna, sum
Vinnumálastýrið hevur fokuserað uppá í sein-
astini? Er hetta politisk bending av marknaðin-
um?
Tað, ið treingir til er eitt vinstra høgra orðaskifti
um generel mál viðvíkjandi búskapar- og vinnu-
politkki. Skal so høgur búskaparvøkstur sum
gjørligt gerast eitt mál í sjálvum sær? Kundi man
ikki havt ein eitt sindur lægri búskaparvøkstur við
einum øðrvísi arbeiðsmarknaði? Tað eru tey, ið
halda, at tað er nógv fyri, at vit ár eftir ár erpa
okkum av einum høgum búskaparvøkstri, men
klára ikki so mikið sum at hava ansing til øll
okkara gomlu. Lat okkum fáa eitt ideologiskt
politiskt kjak, óheft av tendensiøsum ynski-
tankum, sum at marknaðurin klárar at regulera
seg sjálvan, tí tað klárar hann ikki altíð. Lands-
stýrismaðurin í Vinnumálum hevur ivaleyst eisini
viðgingið hetta, tá hann brúkar landisins pening
uppá stimbran av ávísum vinnum.
Eitt annað orðaskifti kundi verið um protektion-
ismu. Føroyskur vinnupolitikkur er merktur av
protektionismu, men ikki fært tú nógvar borgar-
ligar kreftir at viðganga hetta, tí tað er jú ikki í
tráð við naiva heimsbílætið, har fría alheims-
kappingin klárar alt av sær sjálvum. Er ikki tíð
uppá, at vit fáa skápsprotektionistarnir í Fólka-
flokkinum at viðganga síni mál?
Vit hava ein blandingsbúsksap og ganga flestu
flokkar inn fyri hesum, kanska við undantak av
Fólkaflokkinum. Hvat teir so gera í praksis er
nakað annað. Lat okkum fáa eitt vinstra høgra
orðaskfti í tinginum um málini fyri Føroya land
sum skjótast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hvørji eru málini?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður
Privata vinnulívið skapir
grundleggjandi inntøkurnar
til at gjalda fyri almennu
útreiðslurnar.
-
Frælsa
vinnan hevur fyri neyðini at
ganga undan í effekektivi-
teti.
Búskapar- og samfelags-
frøðingar hava saman við
ávísum politikarum seinnu
árini gjørt nógv burtur úr,
at skal verða liviligt, er
neyðugt greitt at skilja
millum alment og privat.
Hetta verður eisini nevnt
bæði í frágreiðingini frá
Búskaparráðnum og í løg-
mansrøðuni 2002.
Grundarlagið undir sam-
felagnum er privatu inn-
tøkurnar sum skulu gjalda
almennu útreiðslurnar Í
øðrum lagi eru tað pri-
vat/almennu inntøkurnar,
ið gjalda fyri fleiri almenn-
ar útreiðslur. Í triðja føri
privatu/almennu inntøku-
gjøldini fyri brúks- og tæn-
astuvørur (MVG o.a.) til
fleiri hækkandi útreiðslur. Í
fjórða viðfangi koma al-
mennar inntøkur fyri tæn-
astur frá almennum stovn-
um, sum skriva rokningar
fyri gjørd arbeiði fyri lóg-
ásettar tænastur í privatum
fyritøkum.
Soleiðis kundi verið hild-
ið fram. Onki alment uttan
privat. Ongi heilsu- og
trivnaðarmál uttan fram-
leiðslu, og ongar tænastur
uttan primervinnan hevur
góðar sømdir. Hetta hongur
saman.
Borgarligir fyrimunirnir
Hóast torført er at finna
samanbering av Føroyum
og Kina, ber til at hyggja at
søguni hjá hesum risa
landi, har privata fyritaks-
semi ikki fekk sømdir í
meiri enn 50 ár. Fólkið
gjørdist ómotiverað - "eitt
deytt tól".
Seinastu 5 árini er veru-
lig gongd komin á. Privatar
fyritøkur úr USA, Týska-
landi, Japan, satilitt-ríkjun-
um Hongkong, Taiwan,
Singapore o.ø. eru nú
sloppin inn á henda stóra
og sera áhugaverda markn-
að at gera íløgur. Stórar
íløgur verða gjørdar at
kannað mentan til menn-
ing.
Hetta hevur við sær, at
búskaparframgongdin nú
økist, og økist við alt størri
ferð. Seinasta hálva árið
við yvir 7 prosentum og
útlendski íløguvøksturin er
øktur við 70%. Ein virðilig
kollvelting.
Samstundis
sæst,
at
dugnalig fólk gera innrás á
henda áhugaverda markn-
að. Týðiliga sæst siga
kinverskir samfelags- og
búskaparfrøðingar - at fólk
úr frælsa heiminum, t.d.úr
Hongkong, arbeiða millum
fjórðing og helvt skjótari
enn kinverjin á meginland-
inum, tey læra eisini nógv
skjótari.
Tílíkt fer ikki bara fram í
Kina, men allastaðni, har
fólkið sleppir at menna seg
og síni evni.
Privata og almenna brúk
hvørt fyri øðrum
Vit eiga støðugt at gera
okkum greitt, at grundar-
lagið undir einum samfelag
er bæði privati og almenni
parturin. Eingin tjóð livir
eydnusom, uttan hesir part-
ar fylgjast í eini tryggari
javnvág.
Seinastu tíðina hevur
nógv verið frammi um
privatiseringar ella einskilj-
ingar, her eru avgjørdar
metingar og sterkar mein-
ingar komnar til sjóndar. -
Sjálvandi eru ofta forút-
inntiknar meiningar sum
gera, at eitt kjak kundi
verið skilabetri.
Tað kann tykjast løgið, at
eitt nú kommunur skulu
binda
nógvan
pening
kanska einar 2 til 400 mió.
krónur í at eiga SEV. Tað
var nátúrligt, tá hetta fram-
brot varð sett á stovn. At
landið skal binda likviditet
í ognir sum Fiskavirking,
JFK o.a. fyritøkur. Her eiga
vit ikki bara at lata standa
til.
Í sjeytiárunum var roynt
at fáa JFK aftur á privatar
hendur, men hetta fekk ikki
viðhald frá landsstýrisins
síðu. Tílíkt skal gerast
dyggiliga umhugsað, væl
gjøgnumarbeitt og undir-
bygt.
Nógv gott fylgir við
Tað tykist bæði løgið og
harmiligt at hoyra formann
Javnaðarfloksins seta málið
so óseriøst fram, at koma
útlendingar at eiga part í
føroyskum fyritøkum, sigur
hann niðursetandi, sum
honum ofta liggur væl, so
kann roknast við, at Frank
Uhrenholt og Kjell Inge
Røkke, koma inn. Ja, hvat
um so er og hevði verðið!
Útlendingar eiga longu í
føroyskum fyritøkum, og
tað hevur higartil ikki verið
stórur trupulleiki Tvørtur
ímóti. Her fæst bæði íløgu-
og rakstrarkapitalur, nýggj-
ur marknaður við víð-
fevndum
møguleikum,
víður sjónarringur, man-
agement o.m.a. Sjálvandi
verður hetta gjørt við
vinningi.
Føroyska
samfelagið
kann ikki setast aftur um
onnur, tí ræðsla er fyri ná-
túrligari menning.
Eg las greinina hjá
Kristinu Háfoss í Dimma-
lætting fyri nøkrum døgum
síðani um einskiljing, og
má viðganga, at eg eri
samdur við fleiri av henn-
ara borgarligu sjónarmið-
um. Spurningurin er bara,
hvussu langt hon sleppir, so
leingi hon er bundin av
Tjóðveldisflokkinum.
Gott vit hava borgarligt
Vinnumálastýri
Annars havi eg hug til at
viðmerkja, hvussu mín
góði vinur Tórbjørn Jacob-
sen fer við nevndar-valin-
um hjá Bjarna Djurholm.
Tórbjørn, hetta er ikki til
sóma og tænir ongum
endamáli!
Ver fegin um, at Fólka-
flokkurin umsitur okkara
vinnupolitikk, tí hann er so
týdningarmikil. Grundar-
lagið, sum lagt hevur verið
seinastu árini við tilfari og
tí hugburði okkara lands-
stýrismenn, Finnbogi Arge
og Bjarni Djurholm, hava
greitt úr hondum, er gev-
andi at byggja víðari á.
Latið okkum standa sam-
an, gera samfelagið upp-
aftur meiri livandi. Lat
fólkið sleppa at royna seg
"við teim evnum sum
skaparin gav", so vit fáa ein
dyggari dynamikk og skapa
størri sjálvsvirði.
Búskapar- og samfelags-
frøðingar okkara saman við
ávísum politikarum hyggja
ofta bert eftir yvirflatuni,
teir gera sínar niðurstøður,
sum um menniskjan bert er
ein deyður maskinlutur og
ikki ein livandi, skapandi,
hugsandi
og
mennandi
skapningur, tá hon sleppir
at royna seg.
Nógv annað verður at
taka fram í komandi døg-
um, nú bæði "búskaparfrá-
greiðingin" og løgmans-
røðan 2002 eru greidd úr
hondum og nú verða við-
gjørdar, bæði um privatar
og almennar útreiðslur og
effektivitetin hjá hesum
samlaða liði. - Latið okkum
hava í huga, at "alment og
privat altíð og allastaðni
óloysiliga er knýtt hvørt at
øðrum".
Alment og privat altíð og allastaðni knýtt
hvørt at øðrum
Jóannes Eidesgaard
heldur, at løgmans-
røðan í stórum mun
ber brá av at vera
byrjanin til eitt nýtt
skeið. Tað er tann
liberala hugsjónin,
sum nú er avgerandi
fyri samgonguna,
heldur Jóannes, sum
væntar, at teir fara at
leggja dent á eitt nú
einskiljingar í við-
gerðini mánadagin
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Mánadagin verður fyrsti
regluligi tingfundurin í
hesari nýggju tingsetuni. Á
dagsskránni verður aðal-
orðaskifti um løgmansrøð-
una á ólavsøku.
– Givið er, at hetta er
fyrsta høvið vit fáa til at
viðgera samgonguna, sum
hon er nú, sigur Jóannes
Eidesgaard, formaður í
Javnaðarflokkinum.
Hann heldur, at løgmans-
røðan í stóran mun bar brá
av, at hetta var byrjanin til
at eitt samgonguskeið.
— Hann setti hol á nøkur
ting, samgongan og ætlan-
irnar sum konsept kundu
koma meira til sjóndar,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Viðgerðin av løgmans-
røðuni roknar formaður
Javnaðarfloksins fer at at
verða merkt av tí meira
hugsjónarliga
av
teirri
somu orsøk, at stungið
verður út í kortið í løg-
mansrøðuni.
— Tað eru nógv ting, ið
vit løgdu til merkist og
eisini ætla okkum at við-
gera, men tað var lítið yvir-
raskandi við røðuni. Har er
ríkiligt hjá Javnaðarflokk-
inum at taka fat í, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Hann nevnir eitt nú
spurningin um einskiljing-
ar, ið hann roknar við, at
teir fara at taka hond um í
viðgerðini av ólavsøkurøð-
uni.
Í løgmansrøðuni eggjar
løgmaður, Anfinn Kalls-
berg, eisini til samstarv
tvørtur um politisk mørk .
Hetta fær kortini ikki
Javnaðarflokkin at koma
rennandi.
— Næstan allar løgmans-
røður hava ein tílíkan app-
el. Sitandi samgonga hevur
tó eitt sindur trupult við at
yvirbevísa, at samstarv er
teirra vørumerki. Sam-
gongusamráðingarnar
vístu,
at
hann(Anfinn
Kallsberg) ynskir eina so
smæla
samgongu
sum
gjørligt,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Breiðar semjur eru kort-
ini nakað, ið Javnaðar-
flokkurin er áhugaður fyri,
men hetta skal so eisini
merkja, at flokkurin fær
aðra ávirkan enn bert at
samtykkja,
tá
uppskot
koma niðan í tingið. Hann
nevnir eitt nú pensjón-
spurningin sum eitt polit-
iskt stórmál, har samstarva
átti at verið, men Jóannes
Eidesgaard heldur tað vera
ógvuliga lítið sannlíkt, tí
politiska skipanin í Før-
oyum ikki er búgvin til
breiðar semjur, sum eru
púra vanligar aðrastaðni.
Liberalt
Jóannes Eidesgaard er ikki
í iva um, at hendan núver-
andi samgongan er ham-
skift í mun til hana, ið vit
sóu eftir valið í 1998. Hóast
Miðflokkurin er komin
uppí, so heldur Eidesgaard
talan vera um stórst sæð tað
somu samgonguna.
— Hetta er ein sam-
gonga, sum koman saman
um fullveldisspurningin í
sínari tíð. Nú er hon komin
í ein borgarligan búnað,
sigur Jóannes Eidesgaard.
— Kósin á sjálvstýrisleið
hava bæði Javnaðarflokk-
urin og Sambandsflokkurin
boðað frá, at teir í stóran
mun taka undir, so tað kann
ikki vera tað, ið heldur
samgonguni saman, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur meira, at
talan er um tann borgarliga
partin, tá tosast skal um
eindarskapandi partin av
samgonguni. Skrivingin í
eitt nú tingkvinna Tjóð-
veldisfloksins, Kristina Há-
foss, hevur staðið fyri sein-
astu tíðina heldur Jóannes
Eidesgaard vera meinlíka
liberalum fólkaflokssjónar-
miðum.
— Tjóðveldisflokkurin
líkist
Fólkaflokkinum
rættiliga nógv á tí liberala
økinum, og tað er eisini her,
at flokkarnir tykjast at ein-
ast, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Hugsjónarligt kjak
Tað var ikki nógv nýtt undir sólini í løgmansrøðuni á ólavsøku, heldur Jóannes Eidesgaard.Vil Anfinn samstarva við Jóannes, so
má Anfinn sjálvur taka sær um reiggj
Mynd: Finnur Justinussen
— Løgmaður hevur
dugað sera illa at
samstarva við and-
støðuna. Felagsstevið
mugu teir sjálvir
finna, sigur Lisbeth L.
Petersen, forkvinna
Sambandsfloksins
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Forkvinnan í tí størra and-
støðuflokkinum,
Sam-
bandsflokkinum, Lisbeth
L. Petersen, heldur ikki, at
talan var um nakran stór-
vegis nýggjan boðskap í
løgmansrøðuni á ólavsøku.
— Tað er einki nýtt í røð-
uni hjá løgmanni. Tað
mesta er um samgongu-
skjalið og ætlanir hjá sam-
gonguni, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Hon dugir í skrivandi
stund ikki at siga, hvat teir
serliga fara at leggja dent á
í viðgerðini av løgmans-
røðuni.
— Har vóru eisini nógv
gomul mál, ið samgongan
ikki hevur megnað at fingið
avgreidd. Eitt nú búskapar-
grunnurin og pensjónirnar
koma nú aftur upp at venda,
sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon vísir á, at tað ikki
vóru tey, ið forðaðu fyri bú-
skapargrunninum, men tað
er samgongan, sum eigur
ábyrgdina av, at hesin
grunnurin framvegis letur
bíðað eftir sær.
Lisbeth L. Petersen sigur
seg eisini hava trupult við
at fylgja løgmanni, tá
eggjar til og tosar um breitt
samstarv.
– Løgmaður hevur dugað
sera illa at samstarva við
andstøðuna. Vit eru sjálv-
andi sinnaði fyri samstarv-
ið, um tað gagnar fólkinum,
men tað er løgmaður, sum
má vísa vegin, sigur Lis-
beth L. Petersen.
Hon leggur afturat, at
samgongan í løtuni ikki
hevur nakað felgsstev, og
hesum mugu teir sjálvir
syrgja fyri, áðrenn talan
kann gerast um nakað breitt
samstarv.
Spurd, svarar Lisbeth, at
alt rokið við Tórbjørn Ja-
cobsen og løgmanni hevur
sett sín dám á politiska
arbeiðið seinastu tíðina, og
hon heldur lítið um virðing-
ina fyri arbeiðinumhjá ting-
inum.
– Virðingin fyri tinginum
og løgmansembætinum er
fallin munandi, sigur Lis-
beth L. Petersen at enda.
Einki nýtt
Lisbeth L. Petersen vil hava
løgmann at taka í egnan
barm, um tað skal vera til
samstarv millum andstøðu
og samgongu.
C
M
Y
K
11
10