Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 144 - 1. august 2002 Nr. 144 - 1. august 2002 13 Tórbjørn Jacobsen tekur bert partin um, at løgmaður ikki kundi verið løgmaður í nøkrum øðrum landi aftur. Restin stendur við POLITIKKUR Heri á Rógvi Løgmaður segði í røðu sínari á ólavsøku, at hetta metti málið millum seg og skuldsetingarnar frá Tór- birni Jacobsen sum úti av verðini. Hann hevði fingið eitt bræv frá tingmann- inum, har hann tekur orðini aftur í seg, og hetta helt løgmaður vera nóg mikið til halda hina "vanligu" løgmansrøðuni, heldur enn hin styttru, sum hann segði seg hava skrivað við einari fráboðan um, at hann legði frá sær sum løgmaður. Fráboðanin er soljóð- andi: "Hervið skal verða sagt frá, at skuldsetingarnar, sum eg havi sett fram ímóti løgmanni, løgmansembæt- inum og landsstýrismann- inum í fiskivinnumálum, hervið eru afturtiknar" Við hesum reglum, sum løgmaður fekk kl. 10.45 ólavsøkudag, sigur Tór- bjørn at nakrar skuldset- ingar eru afturtiknar. Hvørjar tær eru verður mett at vera undirskilt, hvørjar skuldsetingarnar eru. Tór- bjørn hevur undan hesum viljað verið við, at hann ikki ikki hevur skuldset løgmansembætið, men tað hevur so allíkavæl, sam- bært brævinum til løgmann ólavsøkudag. Við Sjónvarp Føroya, sigur Tórbjørn Jacobsen, at hann sjálvur ringdi til løgmann fyri at vita eftir, hvat Anfinn Kallsberg metti sum trupulleikan og neyðugt at taka aftur. Tórbjørn sigur við Sjón- varpið, at hann løgmaður tók samgonguna sum gísil í hesum málinum, og løg- maður vildi hava Tórbjørn at taka aftur tann partin um, at løgmaður og ikki kundi vera stjórnaleiðari í nøkr- um landi, sum løgmaður – sambært Tórbjørn Jacobsen – metti sum álop á løg- mansembætið. Restin stendur eftir – eisini parturin um, at løgmaður og Jørgen Niclasen ikki hava dugað at skilja ímill- um sítt egna og annara. —Tað er tað, sum eg havi fingið at vita er trupul- leikin, og tað er tað, sum eg havi tikið aftur, og tá stend- ur restin við, sigur Tórbjørn Jacobsen við Sjónvarp Føroya. Restin stendur eftir BAKGRUND Heri á Rógvi & Rúnar Reistrup Tórbjørn Jacobsen hevur sagt nøkur orð um løgmann og Jørgen Niclasen, sum fullu løgmanni fyri bróstið, og sum vóru beinleiðis atvoldin til eina rættiliga stjórnarkreppu, har løgmaður var fimtan minuttir frá at leggja frá sær. Men á ólavsøku legði Fólkaflokkurin trýst á Tórbjørn Jacobsen og Tjóðveldsiflokkin fyri at fáa skuldsetingarnar tiknar aftur, og hetta eyudnaðist í fyrstu atløgu. Fyrst át Tórbjørn nøkur av orðunum í seg aftur, ein dag seinni svølgdi hann restini. Men dagin eftir vendu nøkur av orðunum aftur út ígjøgnum munnin á væltalandi ting- manninum. Ein maður, nógv orð Týsdagin 9. juli skrivar Tórbjørn Jacobsen eina viðmerking í bløðini undir heitinum "Fiskimenn og hornblásarar", har hann í einum broti sigur: "Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum orsakað av einari gloymd- ari fortíð, har ið ilt var at skilja á mørkunum ímill- um eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum." Hetta brotið metir Halgir Winther Poulsen, advokatur í viðtali við Sosialin 10. juli vera so grovar skuldsetingar, at tær eru ærumeiðandi, um ikki Tórbjørn Jacobsen kann bera fram prógv fyri skuldsetingunum. Anfinn Kallsberg, løg- maður, boðar beinanvegin frá, at hesar skuldseting- arnar ikki sleppa at standa ósvaraðar. Men Tórbjørn hevur ongan hug at taka skuldsetingarnar aftur, og hetta endar við, at Anfinn Kallsberg leygarkvøldið 27. juli boðar Tjóðveld- isflokkinum frá, at hann fer at taka seg aftur sum løgmaður á tingsetanini ólavsøkudag, um ikki Tjóðveldisflokkurin ella Tórbjørn Jacobsen taka skuldsetingarnar ímóti løgmanni og Jørgeni Niclasen, fiskimálaráð- harra treytaleyst aftur innan ta tíð. Sunnudagin 28. juli, ólav- søkuaftan, sendir Tórbjørn út eitt tíðindaskriuv, har hann millum annað sigur: "Sum skilst er tað bara orðalagið, um hvør ið kundi sitið sum stjórnar- leiðari í øðrum landi, ið hevur sært onkran. Her er kanska tikið í so rívan til. Undirritaði kennir ikki førleikakrøvini í so máta í øllum heimsins londum. Og lat meg greitt stað- festa, at ætlanin við skriv- ingini hvørki var ella er at raka løgmansembæti sum soleiðis." Tórbjørn velur soleiðis at taka orðini um at løg- maður og Jørgen Niclasen "ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum" aftur í seg. Men í sama tíðinda- skrivi staðfestir hann, at hann ikki tekur orðini um at gloymdu fortíðina hjá Anfinni Kallsberg og Jørgeni Niclasen aftur: "Ein eykasetningur í greinini hekk tó eftir, ið viðvíkti persónunum, sum sita í løgmanssessinum og í fiskimálaráðharrasess- inum. Málini eru alkend, hava verið frammi fyrr, allir politikarar og stórur partur av almenninginum hava umrøtt tey, og so- leiðis skuldu hesi fáu, og fyri tey flestu meinkunn- ugu, orð, ikki komið óvart á nakran, heldur ikki teir báðar umrøddu. Tað hevur verið eitt ynski frammi um, at undirritaði skuldi taka skrivaðu orðini í seg aftur, men av góðum grundum gerst hetta ikki." Skrivar Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivininum. Løgmaður heldur ikki at Tórbjørn nóg treytaleyst hevur tikið skuldsetingar sínar aftur í tíðindaskriv- inum, og boðar aftur frá, at tekur Tórbjørn ikki allar skuldsetingarnar treyta- leyst aftur, leggur hann frá sær, tá tingið verður sett næsta dag. Mánadagin 29. juli, ólav- søkudag klokkan 10.45, eitt korter áðrenn løgtings- limirnir skulu í kirkju, fær Anfinn Kallsberg eitt skirv frá Tórbirni Jacob- sen, sum stutt ljóðar: "Hervið skal verða sagt frá, at skuldsetingarnar, sum eg havi sett fram ímóti løgmanni, løgmans- embætinum og landsstýr- ismanninum í fiskivinnu- málum, hervið eru aftur- tiknar." Løgmaður metir Tór- bjørn hava tikið allar skuldsetingarnar aftur, og markerar við einari sið- bundnu ólavsøkurøðuni, at hann heldur fram í land- sins fremsta politiska embæti. Týsdagin 30. juli, er inn- slag í Degi og Viku, har Tórbjørn Jacobsen sáðar iva um hann hevur tikið skuldsetingarnar um for- tíðina hjá løgmanni og Jørgeni Niclasen aftur. Við Dag og Viku sigur Tór- bjørn, at hann bert hevur tikið aftur skuldsetingina um at løgmaður og lands- stýrismaðurin við fiski- vinnumálum ikki kundi sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum. "Tað er tað, sum eg havi fingið at vita er trupul- leikin, og tað er tað, sum eg havi tikið aftur, og tá stendur restin við", sigur Tórbjørn Jacobsen við Sjónvarp Føroya. Týsdagur 9. juli: Tórbjørn setir fram skuldsetingar ímóti løgmanni og Jørgeni Niclasen Sunnudagur 28. juli: Tórbjørn velur at svølgja orðini um at løgmaður og Jørgen Niclasen ikki kunnu vera ráðharrar nakra aðrastaðni í heiminum Mánadagur 29. juli: Tórbjørn svølgir øllum sínum skuldsetingum, og løgmaður kann halda fram. Týsdagur 30. juli: Tórbjørn boðar frá, at ein partur av skuldsetingunum enn stendur eftir C M Y K 13 12