hósdagur 1. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 1. august 2002
15
14
Nr. 144 - 1. august 2002
ÓLAVSØKAN 2002
Orð:Ingrid Bjarnastein
Myndir: Álvur Haraldsen
Ólavsøkan: Heilir tíggju
bólkar høvdu fingið pláss á
ólavsøkukonsertini í ár.
Stílurin teir ymsu bólkarnir
spæla er fjølbroyttur, men
tó hevur tann harði rockur-
in fingið eitt sindur meira
pláss enn annað.
Kommunuskúlagarðurin
var stúgvandi fullur av fólki
teir tímarnar konsertin var-
di, og vóru veðurgudarnir
okkum aftur til vildar hesu-
ferð, tí veðrið var fínt alla
konsertina.
MC Hár elskar teg
Teir ymsu bólkarnir komu á
pallin, ein fyri og annar
eftir. D-Zenz, sum vann
Pop Top kappingina í
Grasagarði fyrr í ár, løgdu
fyri um 21 tíðina og harfrá
og til klokkan gott 3 á
morgni fór tónleikurin við
fullari ferð runt um í Kom-
munuskúlagarðinum.
Tangz, sum hava ligið
stillir í eina tíð, vóru nú
aftur at síggja á palli sam-
an. Sum vant høvdu teir
aftur hesuferð gjørt nakað
heilt serligt burturúr klædna-
stílinum. Hesuferð vóru tað
oljuklæðini
og
skips-
troyggjurnar, sum pyntaðu
tónleikararnar. Við føroy-
ska tónleikinum, skríggj-
andi appelsinlittum olju-
buksum og skipstroyggjum
skapaðu tangzararnir ein
heilt serligan stemning í
garðinum ta løtuna teirra
tónleikur var at hoyra.
Gimpurin hoyrir til 200.
Tað vita øll. Og gimpurin
var eisini við tá 200 kom á
pallin leygarkvøldið. Tann
harði
og
provokerandi
punkrockurin hjá bólkinum
tænti sínum endamáli, og
vóru fólk uppøst tá teir fóru
aftur av pallinum.
Siga, hvat tú siga vilt,
men so átti manningin í
MC Hár kvøldins besta
show. Og soleiðis er tað
hvørja ferð MC Hár er á
palli.
Allan og Niels Uni vóru í
silvurlittum boksarashorts-
um og berum yvirbelti.
Rókur úr Tangz var gesta-
kórsangari hjá MC Hár
hetta kvøldið, og vóru hann
og hin kórsangarin, Eyðun í
klædningi.
Meðan tónleikurin buld-
raði uppá tað allar villasta,
vóru stórir luft bóltar kast-
aðir út til áskoðararnar.
Reyðar og gular kúlur
sveimaðu í luftini meðan
orðafloymurin hjá MC Hár
druknaði í áskoðarafjøld-
ini.
Í fjør hevði bólkurin dan-
skar stripparar við á palli-
num. Hesuferð høvdu teir
valt at víðka um pallin, so-
leiðis, at teir báðir, Niels
Uni og Allan, við tveimum
dansarum stóðu á hálvtaki-
num við dansaragentum,
meðan restin av bólkinum
stóð á vanliga pallinum.
Hetta vísti seg at rigga fínt.
Clickhaze setti
punktum
Tætt uppundir klokkan 3
kom Clickhaze á pallin. Í
leðurbuksum og troyggju
til føroyska búnan við mall-
um og stima kom Eivør við
restini av manningini á
pallin í Kommunuskúla-
garðinum.
Tey spældu løg av nýggju
fløguni, og sang allur garð-
Ólavsøkukonsertin 2002:
Buldur og brak undir víðopnum himni
Árliga ólavsøkukonsertin hjá FUT varð sum vanligt aftur hildin í
Kommunuskúlagarðinum fyri okkurt um 3000 áhoyrarum. Konsertin
kundi bjóða alt frá Kingo-sálmum til harðan og ráan rock
urin við tá lagið Daylight
varð spælt.
Bólkurin spældi væl sum
altíð, men tann tungi tón-
leikurin og Kingo sálmar
var kanska, men bara kan-
ska ikki tann besti mátin at
enda eitt annars so væleyd-
nað tónleikatiltak uppá.
Og løtu seinni var kon-
sertin liðug. Teir nógvu
tímarnir tóktust sum nøkur
fá korter, men tá Clickhaze
hevði spælt seinasta lagið,
var punktum veruliga sett
fyri ólavsøkukonsertina á
hesum sinni. Enn einaferð
ein brakandi succes hjá
FUT.
Fyrireikarnir eru, sum
vera man, stak væl nøgdir
við konsertina.
– Vit eru serliga væl
nøgdir við ljóðið, sigur Kaj
Johannesen úr FUT. – Vit
høvdu fingið ein professio-
nellan ljóðmann úr Dan-
mark, sum eitur Flemming
Hanson at taka sær av
ljóðinum, sum áskoðarar-
nir hoyrdu, meðan Jón
Steingrund tók sær av
ljóðinum á pallinum. Hesu-
ferð ljóðið konsertin veru-
ligani væl.
Kaj sigur, at tey flestu
orkestrini spældu væl, og
tað var stuttligt at síggja
tann heimagjørda tónleikin
hjá teimum ungu orkest-
rum blóma.
– Eisini høvdu vit sera
gott ljós. Egil Hansen, sum
lesur til ljósmann í Dan-
mark, hevði nýggj lekkur
ljós við, sum riggaðu ógvu-
liga væl.
Umleið 3000 atgongu-
merki vórðu seld, ella rætt-
ari 2840, men hetta talið er
ikki fíntalt enn.
– Tað sirmaði um dagin,
so tað hevur helst havt sína
ávirkan. Og so høvdu vit
onki veruligt trekkplástur
uttan Clickhaze, tí Frændur
vóru jú ikki við í ár, so ein
kann siga, at vit eru væl
nøgdir, sigur Kaj Johanne-
sen úr FUT at enda.
C
M
Y
K
14