Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 1. august 2002 17 Higartil hevur Opel Combo verið ein vørubilur burturav, men nú er Combo farin at kappast við bilar sum Peugeot Partner, Renault Kangoo og Citroën Berlingo, við tað at hann nú eisini fæst sum ein rúmligur 5 persóna familjubilur BILAR Magnus Gunnarsson Tað eru nú nøkur ár síðan, at tað bleiv móti at gera vørubilar um til rúmligar familjubilar. Hetta hevur víst seg at verið ein succes hjá nógvum bilmerkjum. Nú eru eisini Opel komnir við í hesa kappingina við Combo Tour. Bilurin er eins og hinir kappingar- neytarnir sera rúmligur við góðum plássi til allar síður og uppeftir, har net og hillar eru til at leggja viðførið og aðrar lutir frá sær á. Tvey eykasetur til aftastu rekkju kunnu leverast sum eykaút- gerð, so bilurin verður ein 7 persónabilur. Dragihurðar á báðum síðum og dupultar hurðar aftan gera tað lætt at koma inn og út úr bilinum, ið er sera rúmligur innan. Tríggir motorar eru at velja ímillum, ein 1.6 litur bensin við 87 hk, og tveir 1.7 litur turbodiesel motorar við ávikavist 64 og 87 hk. Nr. 144 • hósdagur • 1. august 2002 • 76. árg. Opel Combo Tour 1.6 bensin Motorurin 1.6 litur 4 syl. bensin 87 hk 0-100 km/t 12,0 sek Bensinnýtsla 12,8 km/l Stødd og vekt Longd 432,2 cm Breidd 168,4 cm Hædd 180,1 cm Eginvekt 1175 kg Totalvekt 2025 kg Prísur kr. 158.000,- Søluumboð P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin FO-110 Tórshavn Tel. 345400 Opel Combo Tour – rúmligur 5 persóna familjubilur Opel Combo fæst bæði sum vørubilur og sum familjubilur Opel Combo Tour. Jens Sigurð Simonsen, sølumaður hjá P/F Meinhardt Arge, sýnir her bilin fram. Combo Tour kemur í harða kapping við aðrar bilar í hesum klassanum Dragihurðar á báðum síðum og dupultar hurðar aftan gera tað lætt at koma inn og út úr bilinum, ið er sera rúmligur innan Ford og James Bond Ford vann kappingina um at sleppa við í nýggja James Bond filmin, Die another Day. James Bond kem- ur at koyra í einum Aston Martin, Bond- gentan í Ford Thunder- bird og skálkurin, Rick Yune, skal koyra í Jag- uar. Øll hesi bilmerk- ini eru frá Ford kon- sernini Kelda: dba.dk Skoda Superb Nakað seinkaður kem- ur luksusbilurin Skoda Superb út til donsku bilhandlararnar tann 26. september í ár. Donsku prísirnir koma at liggja frá kr.300.000 til yvir eina hálva millión Kelda: bilpriser.dk A4 størri motorar Audi A4 kemur nú við størri motorum. 1.8 litur turbomotorurin fær 13 hk meira og hevur nú 163 hk. Bilurin koyrir frá 0- 100 km/t uppá 8,6 sek. og toppferðin er 228 km/t Kelda: dba.dk Um tey sum koyra uttanlands leggja sær túrin væl til rættis, sleppa tey frá at standa í tímalongum bíðirøðum. FDM hevur her nøkur góð ráð til tey sum ætla sær ein biltúr í Evropa KOYRING UTTANLANDS Magnus Gunnarsson Tey sum ferðast gjøgnum Evropa í vikuskiftunum, frá juli og til miðan august, kunnu vera næstan vís í enda í eini bíðirøð. Serliga ringt er tað í teimum størru býunum. Tí er tað ikki altíð skjótasti vegur at koyra eftir teimum størru høvuðs- vegunum. Innanfyri Schengen-londini, er tað at koyra um landamørk ongin trupuleiki. Um ein til dømis skal til Pólands, kann tað vera ein fyrimunur at koyra mitt í viku fyri at umgang- ast bíðirøðirnar. Ein annar møguleiki er at koyra um næturnar, men tað verður ikki tilrátt í londunum í Eysturevropa. Fleiri bilar hava nú navigatiónsskipan, hetta kann verða ein stórur fyrimunur á túrinum. TMC (Traffic Message Channel) er ein skipan sum móttekur ferðsluávaringar, ið verða sendir víðari á donskum máli. Fyri heilt at sleppa undan ferðslutrupulleik- unum ber til at koyra bilin uppá eitt biltok. Á tann hátt ber til at koma úthvíldur fram til frítíðarstaðið. Kelda: FDM / Motor Í Danmark endaði eitt sakarmál millum brúkaraumboðsmann in og ein danskan bilainnflytara, ið vardi í 6 ár, við semju. Nú kunnu danskir bilaeigarar fáa bilin umvældan á einum ikki autoriseraðum bilverkstaði uttan at missa garantiið uppá nýggja bilin BILHANDLARAR Magnus Gunnarsson Orsøkin til sakarmálið var, at fleiri kundar hjá bila- innflytaranum klagaðu til brúkaraumboðsmannin, tí teir meintu at bilainnflyt- arin setti órímilig krøv til teirra viðvíkjandi garantiin- um uppá nýggjar bilar. Um teir til dømis fingu bilin umvældan á øðrum ikki autoriseraðum bilverkstaði, fall garantiið burtur. Bil- handlarin hevur eisini plikta seg til ikki at seta krøv um at tænastur og um- vælingar - ið ikki eru um- fataðar av garantiinum - skulu verða gjørdar á einum autoriseraðum bil- verkstaði. Semjan, ið brúkaraum- boðsmaðurin hevur gjørt við bilainnflytaran, hevur fingið góða undirtøku frá felagskapinum, De Danske Bilimportører, og verður tað sama galdandi fyri allar teirra limir. Limirnir í felagsskapin- um, De Danske Bilim- portører, seta tó nøkur krøv viðvíkjandi garantiinum uppá nýggjar bilar, sum t.d. at bilarnir verða viðlíka- hildnir av útbúnum umvæl- arum og í samsvar við leið- beiningarnar í servicebók- ini. Tó verða ongi krøv um at arbeiðið skal verða gjørt á einum autoriseraðum bilverkstaði. Til eftirsýn og umvælingar, skulu eyka- lutir, ið eru gjørdir úr sama kvaliteti sum á nýggjum bilum, verða brúktir. Tað er ikki longur eitt krav at brúka originalar eykalutir til eftirsýn og umvælingar Kelda: Tíðindaskriv frá AUTIG Koyring í Evropa uttan bíðirøðir Semja við danskar bilainnflytarar Um túrurin gjøgnum Evropa verður lagdur væl til rættis slepst undan longum bíðirøðum Nú kunnu danskir bilaeigarar fáa bilin umvældan á einum ikki autoriseraðum bilverkstaði uttan at missa garantiið uppá nýggja bilin C M Y K 17 16