Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 • hósdagur • 1. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Klassamunur HB-kvinnurnar høvdu sera lítið at bjóða uppá, og dyst- urin gjørdist tí aldrin eina rætta finalu, tí til tess, var munurin alt ov stórur á liðunum STEYPAFINALAN, KVINNUR Páll Holm Johannesen KÍ-kvinnurnar stevna ímóti greipuni. Í góðveðrinum ólavsøkudag hølvaðu tær HB av, og eru steypavinnar- ar fyri kappingarárið 2002. Dysturin endaði heili 6-1 til klaksvíkskvinnur, og dyst- urin var enn eitt prógv um, at KÍ-kvinnurnar verða ringar at taka í ár. KÍ legði út sum ódnarveður Dysturin var ikki meir enn minuttin gamal, so høvdu klaksvíkskvinnur lagt seg á odda. Málið kom eftir sera gott einmansavrik frá Elsu Maria Simonsen, har hon sneiddi fleiri HB-leikarar av, og setti bóltin framvið HB-málverjanum Randi Wardum. KÍ legði rættiligt trýst á HB fyrstu løtuna, við skjót- um og ágangandi spæli, og tað tyktist sum um, at HB- liðið slettis ikki megnaði at fylgja við. Ágangandi spælið bar eisini ávøkst, tí tá 25 minuttir vóru farnir, stóð 3-0 til KÍ. Miðvallarnir, Bára Skaale og Rannvá Andrea- sen, høvdu seinasta fót á til hesi bæði málini. Dysturin var í royndu veru avgjørdur longu tá, og KÍ-kvinnurnar skuldu bara, tað sum írest- aði av dystinum, halda tørn. HB hevði ikki tað stóra at bjóða uppá, og einasta løt- an, havnarkvinnur vóru í dystinum, var tá tær 10 minuttir fyri hálvleik, minkaðu um munin. Eftir innlegg úr høgru er Ása úr Dímun hægst og fær stútað bóltin framvið Vivi Andrea- sen í KÍ-málinum. Høvdu HB-kvinnurnar verið hepnar, so kundu tær fingið enn eitt mál løtu seinni, tá Eyðfríð Kristian- sen streyk ígjøgnum. Eyð- fríð varð í seinastu løtu tacklað av KÍ-verjuleikara, eftir at hon hevði beina kós ímóti málinum. Einvegis ferðsla Tá farið var til hálvleiks, stóð 3-1 til KÍ. KÍ-kvinnur góvust ikki so, hóast tær spældu við lægri blussi í seinna hálvleiki. KÍ hevði stóra yvirvág í spæli, og HB var ikki meir enn onkra hendingaferð inni í KÍ- brotsteiginum. 10 minuttir inn í seinna hálvleik lá bólturin aftur í HB-málinum. Vivian Bjartalíð royndi seg við góðum langskoti, og bóltur- in streyk upp í nettakið. Kí hevði fullkomiliga tak á dystinum, og eftir málið til 4-1 var allur ivi, viðvikj- andi úrslitinum burtur. Tvey mál komu afturat. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki, var Malena Josephsen fyrst á bóltinum eftir hornaspark, og kundi hon ótarnað økja um KÍ-leiðsl- una. Fimtan minuttir fyri leik- lok var aftur galið hjá HB. Ein frálíka sending frá Mal- enu Josephsen finnur Rannvu Andreasen, sum lyftir bóltin uppum HB- málverjan og setti punktum fyri størsta sigri í eini steypafinalu higartil hjá kvinnunum. Alt ov stórur munur var á liðunum til, at dysturin nakrantíð bleiv spennandi, og sjáldan hevur verið so lítil spenningur um steypa- finaluna hjá kvinnum, sum í ár. Leikara fyri leikara er KÍ-liðið betri á næstan øll- um plássum, og umframt tað, tykjast tær at verða nógv betri fyri enn HB- kvinnurnar. KÍ-kvinnurnar kunnu við sigrinum stevna ímóti greipuni, sum tær eis- ini vunnu fyri tveimum árum síðani. Sosialurin ynskir KÍ- kvinnunum tillukku við steypasigrinum. Dysturin í tølum: HB-KÍ 1-6 (1-3) 01. 0-1 Elsa M. Simonsen 07. 0-2 Bára Skaale 23. 0-3 Rannvá Andreasen 34. 1-3 Ása úr Dímun 58. 1-4 Vivian Bjartalíð 62. 1-5 Malena Josephsen 76. 1-6 Rannvá Andreasen HB: 1. Randi Wardum, 6. Gunn Müller, 4. Linda Jacobsen, 12. Liljan Peter- sen, Kristina Simonsen, , 15. Linda Weihe, Eyðfríð Kristiansen, 7. Silja á Borg, 10. Eyðvør Thomsen, 14. Ása úr Dímun, 2. Malan á Dunga Venjarar: Sigmund Mikk- elsen og Andrass Thomas- sen KÍ: 1. Vivi Andreasen, 7. Ragna Andreasen, 19. Poula Sjóstein, 11. Paula Mikkelsen, 15 Vivian Bjartalíð, 20. Bára Skaale, 18. Elsa Maria Simonsen, 6. Jensa Sirdal, 14. Una Ol- sen, 8. Malena Josephsen, 9. Rannvá Andreasen Venjarar: Jón Harald Poul- sen og Ove Nysted Frá vintru ovast: Magnus Magnussen (lækni), Ove Nysted (hjálparvenjari), Ann Olsen, Petra Sjóstein, Poula Sjóstein, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Mariann Joensen, Una Olsen, Annelisa Justesen, Vivian Bjartalíð og Jón Harald Poulsen (venjari) Frá vinstru niðast: Jensa Sirdal, Paula Mikkelsen, Bára Skaale, Elsa Maria Simonsen, Ragna Andreasen, Vivi Andreasen, Jonna Niclasen, Malena Josephsen og Rannvá Andreasen 19 18 Nr. 144 - 1. august 2002 BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Fyrivarni verður tikið fyri villum CITROEN SAXO 1.5D 3H Árg Jan-00, Km 64.500 . Kr. 99.000. CITROEN XSARA 1.9HDI 5H Árg Jun-99, Km 117.000 . Kr. 137.000. CITROEN XSARA 1.6I STC Árg Apr-99, Km 36.000 . Kr. 133.000. CITROEN XANTIA 2.0HDI 5H Árg Jun-99, Km 43.000 . Kr. 160.000. CITROEN XANTIA 1.9TD STC Árg Mar-99, Km 45.000 . Kr. 160.000. MITSUBISHI PAJERO 2.8TDI Árg Sep-97, Km 82.000 . Kr. 177.000. MITSUBISHI GALANT 2.0 Árg Jun-92, Km 150.000 . Kr. 37.000. MITSUBISHI CARISMA 1.6I 5H Árg Mar-97, Km 64.000 . Kr. 105.000. FORD MONDEO 1.8 4H Árg Jun-01, Km 16.000 . Kr. 210.000. JEEP CHEROKEE 2.5TD VAN Árg Jul-97, Km 80.000 . Kr. 135.000. AUDI A4 1.6 4H Árg Sep-96, Km 77.500 . Kr. 152.000. PEUGEOT 306 1.9D 4H Árg Apr-95, Km 152.000 . Kr. 80.000. SEAT CORDOBA 1.9SDI STC Árg Aug-99, Km 36.000 . Kr. 115.000. SUZUKI BALENO 1.6I 4H Árg Apr-00, Km 27.500 . Kr. 105.000. Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo OPEL ASTRA 1,6 STW Árg. mai-98, km 64.000, sýnaður mai 2002, vælhildin, kr. 115.000. tlf. 319440 C M Y K 18