hósdagur 1. august 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 1. august 2002
21
Ólavsøkudysturin
millum B36 og KÍ á
Tórsvølli endaði við
einum sannførandi 3-
1 sigri til klaksvík-
ingar
FÓTBÓLTUR
Heini í Skorini
Heilt fitt av fólki var savn-
að á Tórsvølli í góðveðrin-
um til ólavsøkudystin mill-
um B36 og KÍ á Tórsvølli
ólavsøkuaftan. Fýra mál og
fleiri málmøguleikar var
tað, áskoðararnir fingu,
men hóast tað var dysturin
ikki vælleiktur, og støði var
sum væntað heldur ikki í
topp, tá dysturin "bert" var
ein vinardystur.
B36 hevði rímiliga gott
tak á dystinum í fyrra hálv-
leiki, men hóast tað legði
KÍ seg á odda beint áðrenn
hálvleik, tá Allan Mørkøre
sera vakurt skeyt beinleiðis
fríspark uppum múrin og í
netið. Stutt inn í seinna
hálvleik var aftur galið hjá
B36, tá KÍ liðskiparin Jan
Joensen eftir trunkaspæl
kundi økja til 2-0.
B36 spældi illa í seinna
hálvleiki, men hóast tað
megnaðu teir at minka um
munin og harvið seta
spenning aftur í dystin, tá
John Petersen eftir horna-
spark skallaði bóltin í mál-
ið. Men KÍ svaraði aftur
móti endanum av dystinum,
tá Hjalgrím Elttør eftir
einmansavrik skeyt besta
málið í dystinum. Eftir at
hava fanga bóltin á nakað
frammanfyri miðjuna, fór
hann framvið fleiri B36
leikarum og setti síðani
bóltin trygt í netið til 3-1 til
KÍ, sum var endaliga úr-
slitið.
Henrik sá nógv
landsliðsevnir
Landsliðsvenjarin Henrik
Larsen var til staðar á
Tórsvølli, og fleiri lands-
liðsevnir gjørdu um seg í
dystinum. Hóast teir ikki
eru í landsliðshitanum í løt-
uni, hava tveir av KÍ mál-
skjúttunum, Allan Mørkøre
og Jan Joensen, verið á
landsliðnum, og teir tóktust
vera væl fyri.
Hinir báðir málskjúttar-
nir vóru landsliðsleikarar-
nir John Petersen og Hjal-
grím Elttør, og serliga var
Hjalgrím sera vælleikandi.
Aðrir
landsliðsleikarar,
sum spældu fyri eygunum á
Henrik Larsen, vóru Jákup
á Borg, Julian Johnsson,
Arnbjørn Danielsen, Klæ-
mint Matras og Heðin á
Lakjuni.
KÍ basti B36 á ólavsøku
Rigmor Napoleons-
dóttir og Bogi Lenvig
gjørdust sannførandi
vinnarar í ólavsøku-
renningini 27. juli.
Positiva yvirraskilsi
var annars, at 19 ára
gamli klaksvíkingurin
Símun Joensen, sum
fyri fyrstu ferð roynir
seg í føroyskari
kapping, gjørdist nr. 2
ÓLAVSØKURENNING
Heini í Skorini
Við 50 sekundum framman
fyri nr. 2 á fimm kilometra
teininum var Bogi í einum
klassa fyri seg í ólavsøku-
renningini í regninum á
Skálatrøð 27. juli. Tíðin hjá
Boga
Lenvig
var
15
minuttir og 55 sekund.
Bogi legði seg beinanvegin
á odda, og helt hann síðani
støði teir fimm kilometrar-
nar, uttan at nakar av hinum
rennarunum megnaði at
hótta oddasessin hjá Boga
Lenvig.
Heilt óvæntað gjørdist 19
ára gamli Símun Joensen úr
Klaksvík,
sum
nøkur
kanska kenna frá fótbólt-
inum, nr. 2, og er hetta
fyrstu ferð, hann luttekur í
føroyskari kapping. Hóast
hann var 50 sekund seinni á
mál enn stóri sigursharrin
Bogi Lenvig, noyddust
nøvn sum Guttorm Søren-
sen og Cecil Weihe at lúta
fyri Símun Joensen. Á
triðja plássi var Guttorm
Sørensen, meðan Snorri
Patursson gjørdist nr. 4.
Rigmor enn einaferð
Hjá kvinnunum var Rigmor
Napoleonsdóttir enn eina-
ferð á ovastu rók tá avtorn-
aði. Eins og Bogi Lenvig
hjá monnunum tykist hon
vera einaráðandi í føroysk-
ari renning millum kvinn-
urnar, og var hon 16 sekund
frammanfyri Borgarhjørt
Holm, sum gjørdist nr. 2.
Eftir Rigmor og Borgar-
hjørt var rættiliga langt til
Tordis Debes Eiriksfoss á
triðja plássi, sum kom á
mál umleið tríggjar minutt-
ir eftir Borgarhjørt Holm á
øðrum plássi.
Rigmor og Bogi vunnu sannførandi
Rigmor Napoleonsdóttir vann kvinnurenningina á ólavsøku,
og var hon 16 sekund frammanfyri nr. 2 á 5 kilometra
teininum
Símun Joensen, her í miðjuni, gjørdist nr. 2, meðan Guttorm
Sørensen vinstrumegin gjørdist nr. 3. Í bakgrundini sæst
Snorri Patursson, sum kom á mál á fjórða plássi
Hjalgrím Elttør skeyt seinasta málið í
ólavsøkudystinum millum B36 og KÍ
Vegna plásstrot
verða tíðirnar hjá
øllum rennarum í
øllum aldursbólk-
um prentað í
blaðið í morgin
21
20
Nr. 144 - 1. august 2002
KÍ-liðskiparin, Ragna Andreasen:
-Lættari enn væntað
SAMRØÐA
Páll Holm Johannesen
KÍ-liðskiparin,
Ragna
Andreasen, spældi í ár sína
fimtu steypafinalu síðan
1996, og hon var væl nøgd
við avrikið hjá liðnum.
- Vit vóru nógv betra lið-
ið í dag, og eftir frálíku
byrjanina uppá dystin, var
ongin ivi um hvør fór at
vinna dystin, segði KÍ-
verjuleikarin eftir finaluna.
Ragna vísti eisini á, at
hóast KÍ-liðið hevur vunnið
á HB í landskappingini, so
varð dysturin væl lættari
enn væntað. Steypafinalur
eru altið serligar, og undan
dystinum, hevði eg vænta
ein nógv tættari og meiri
spennandi dyst
Ragna greiddi eisini frá,
at KÍ-liðið var eitt sindur
fjálturstungið undan final-
uni, tí undanfarin ár hevur
ikki gingið teimum væl í
steypafinalunum.
Sjálv
hevur Ragna luttikið í
fimm finalum undan henni
í ár, og bert einaferð hevur
eydnast henni at vinna
finaluna, so tað var væl
skilligt at, at hon var fjált-
urstungin undan dystinum.
- Vit er aldrin vísar, hvør-
jar leikarar HB hevur við til
finalurnar, og tí vóru vit eitt
sindur
nervøsar
undan
dystinum, segði Ragna
Andreasen við Sosialin.
Spurd um vánirnir til
seinnu
hálvu,
svaraði
Ragna, at málið er avgjørt
at vinna greipuna.
– Vit hava verið besta lið-
ið í ár, og halda vit fram at
spæla, sum vit hava gjørt í
ár, so meti eg, at vit verða
torførar at taka, segði lið-
skiparin eftir finaluna.
Ragna Andreasen og KÍ
kunnu nú fegnast um
steypasigurin, og stevna nú
ímóti greipuni.
Mynd: Álvur Haraldsen
Eyðfríð Kristiansen:
- Ikki óvæntað
SAMRØÐA
Páll Holm Johannesen
Eiðiskvinnan á HB-liðnum,
Eyðfríð Kristiansen, var
ikki so ovfarin av úrsliti-
num í steypafinaluni.
– Vit vistu, at KÍ-kvinn-
urnar hava eitt betri lið enn
okkara, og tí var úrslitið
ikki so óvæntað segði mið-
vallarin eftir dystin.
Eyðfríð vísti eisini á, at
byrjanin uppá dystin oyði-
legði taktiska uppleggið, tí
ætlanin var at halda fast
fyrsta hálva tíman, og har-
við frustrera KÍ-liðið, men
hetta miseydnaðist full-
komiliga, greiddi Eyðfríð
frá.
Eyðfríð Kristiansen hev-
ur verið í steypafinalum
seinastu fimm árini, og fin-
alan í ár verður avgjørt ikki
ein, ið hon fer at minnast á
aftur við gleði. Eyðfríð
hevur vunnið tríggjar final-
ur seinastu árini, meðan
tvær finalur eru taptar.
Steypakappingin
hjá kvinnum:
1990: HB-Skála 3-1 eftir
longda leiktíð
Helga Ellingsgaard, sjálv-
mál og Kára á Dunga -
Ingun Hansen
1991: B36- HB 1-0
Anja Rein
1992: Skála-VB 2-1
Ingun Hansen 2
- Jona Dahl,
1993: B36-ÍF 2-1
Judith Joensen og Eyðdis
Reinert - Durita Eliassen
1994: B36-ÍF 4-2 eftir
longda leiktíð
Anja Rein, Súna Mørk,
Majbritt Joensen og Bryn-
hild Klein - Linda Tofte-
gaard, Majbritt Lervig
1995: B36- Sumba/VB
2-1
Eyðdis Reinert og Bryn-
hild Klein - Mary Krosslá
1996: HB-KÍ 3-1
Sigrun Mikkelsen, Ann
Hansen og Helga Ellings-
gaard - Sólva Eystberg
1997: B36- KÍ 5-1
Judith Joensen 2, Rakul N.
Joensen 2 og Arnbjørg
Danielsen- Maria Jacob-
sen
1998: HB-B36 2-1
Eyðvør Thomsen og
Theresa Johnsson- Rakul
N. Joensen
1999: HB-KÍ 4-3
Eyðvør úr Dímun 2, Helga
Ellingsgaard og Eyðfríð
Kristiansen - Malena
Josephsen 2 og Rannvá
Andreasen
2000: KÍ-HB 2-0
Una Olsen og Rannvá
Andreasen
2001: HB-KÍ 3-3 (8-7)
Helga Ellingsgaard 2 og
Vivian Thorleifsson - Bára
Skaale
2
og
Malena
Josephsen
2002: KÍ-HB 6-1
Rannvá Andreasen 2, Vivi-
an Bjartalíð, Bára Skaale,
Malena Josephsen og Elsa
Maria Simonsen - Ása úr
Dímun
Finalan í steypakapping-
ini hjá kvinnum í ár var
tann 13. í røðini. Til í 1997
varð kappast um Dag-
blaðssteypið. Eftir at B36-
kvinnurnar vunnu í fin-
aluni í 1997 á KÍ, fekk árs-
talsfelagið Dagblaðssteyp-
ið til ognar. Fyri at vinna
steypið til ognar, skal eitt
felag
vinna
steypa-
kappingarnar fimm reisur.
Síðan 1998 hevur verið
kappast um FSF-steypið,
og higartil hevur HB lut-
tikið í øllum finalunum.
Havnarkvinnurnar
hava
vunnið tríggjar ferðir, og
KÍ-kvinnurnar tvær ferðir.
Málríkastu
dystirnir
hava verið millum HB og
KÍ, har heili sjey mál hava
verið skotin í finalunum í
1999 og í ár. Í finaluni í ár
var eisini størsti málmunur
millum finalistarnar- heili
fimm mál. Gamla metið
var frá 1997, tá B36 fekk
fýra mál fleiri enn KÍ, tá
endaði dysturin 5-1 til
B36.
Helga Ellingsgaard hev-
ur skotið flest mál í
steypafinalunum higartil,
hon hevur skotið fimm
mál. Helga skeyt mál í fin-
alunum í 1990, 1996, 1999
og 2001.
Seks feløg hava verið
umboðað í steypafinalun-
um hjá kvinnum. Tey eru
B36, HB, KÍ, VB, Skála og
ÍF. Fýra feløg hava vunnið
steypakappingina, tey eru
B36, HB, KÍ og Skála.
phj
Eyðfríð Kristiansen var ikki ovfaran at, at HB mátti
leggja rygg til ein lemjandi ósigur í steypafinaluni á
ólavsøku
Steypavinnarnir úr Klaksvík í ár, hava vunnið steypakappingina tvær ferðir, síðan farið var
undir steypakappingar fyri kvinnur í 1990
C
M
Y
K
20