Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 1. august 2002 23 Dómarin dømdi tað hann sá Birgir Sondum er væl nøgdur við sítt avrik í finaluni, men hann hevði einki havt ímóti at sloppið undan tí, sum honum hevur verið fyri aftaná final- una LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Tá vit undan ólavsøku tos- aðu við Birgir Sondum, sum skuldi døma finaluna um løgmanssteypið, helt dómarin fyri, at hjá dómar- um er tað soleiðis, at teir kunnu døma væl, men at eitt ella tvey dómaramistøk kunnu vera avgerandi fyri úrslitið. Í sambandi við hetta vísti hann á, hvussu tað gekk í HM kappingini. Tú komst rættuliga í brennidepulin í finaluni. Ert tú fullvísur í, at tú ikki mistók teg, tá Pól Thor- steinsson sá reytt, ella tá tú dømdi brotsspark til NSÍ? – Dysturin var sum heild lættur at døma. Tað er altíð keðiligt, tá dómaraavgerðir koma í miðdepulin heldur enn avrikið hjá spælarun- um. Eg havi hoyrt millum lítið og einki fyri útvísing- ina av Póli Thorteinsson. Tað, sum eg havi fingið oman yvir meg fyri brots- sparksdómin, hevur ikki verið serliga hugaligt. Men fyri meg hevur tað stóran týdning, at eg veit við meg sjálvan, at eg havi dømt fyri tað, sum eg havi sæð. Hví var Pól rikin av vølli- num? – Hann fekk tvey gul kort. Í 1. hálvleiki var tað fyri at spenna bein, og í tí seinna førinum var tað fyri at taka ein mann, sum var um at gerast leysur. Í Dimmalætting í gjár sigur Helgi L. Petersen, at hann heldur ikki, at tað var brotsspark. Men tað metti tú tað vera? – Tá frísparkið varð lagt í brotsteigin, sá eg, at Jón Rói Jacobsen og Helgi L. Petersen tókust. Tað gera spælarar so ofta. Tá so Helgi skuldi fara avstað, slapp hann ikki, tí Jón Rói helt í honum. Soleiðis sá eg tað, og tí dømdi eg. Um eg ikki dømi fyri tað, sum eg síggi, so skal eg ikki vera dómari. Tveir dómaraeyg- leiðarar vóru. Teir sótu í hvør sínum borði. Annar sá ikki, at tað var brotsspark, men tað gjørdi hin, er við- merkingin hjá dómaranum, sum komandi vikuskiftini fer at halda skil á í lands- kappingini. Dómarin í steypafinaluni hjá monnum, Birgir Sondum, er komin rættiliga í andglettin, eftir at hann dømdi brotsspark til NSÍ í steypafinaluni. Sjálvur heldur Birgir fast um dómin. Mynd: Savnsmynd Fyrireikingarnar góvu bonus Í steðginum boðaði NSÍ venjarin frá, at hann heilt skjótt í 2. hálvleiki fór at gera fleiri útskiftingar, um ikki annað lag kom á LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Jógvan Martin Olsen var alt annað enn nøgdur, tá hann í góðveðrinum ólavsøkudag var á veg undir tak at tosa við spælararnar: – Okkara avrik í 1. hálv- leiki var undir allan kritikk. Eg segði spælarunum, at nú høvdu teir 45 minuttir til at prógva fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at tíðin er farin, tá NSÍ er nummar 6 og 7, og at liðið ongantíð megnar at vinna avgerandi dystirnar. Eg segði eisini við tríggjar spælarar, at teirra avrik høvdu verið so lítið sannførandi, at teir fingu fimm minuttir afturat at vísa, at teir megnaðu meiri. Um teir ikki gjørdu tað, so fór eg at skifta út. Kontanta útsøgnin hjá venjaranum hjálpti. Tað var sum eldur í NSÍ liðnum frá fyrsta bríksli í 2. hálvleiki. Teir spældu seg til møgu- leikar, javnaðu til 1–1 og høvdu leikliga yvirvágina og harvið uppiborið at vinna, sjálvt um teir hálvan seinna hálvleik vóru tíggju ímóti ellivu. – Spælararnir eiga alt rós fyri hugburðin og arbeiðið, sum teir útinntu í 2. hálv- leiki. Vit vóru eina viku í Íslandi og fyrireikaðu okk- um til finaluna og tað, sum er eftir av landskappingini. Í 2. hálvleiki í finaluni vístu okkara spælarar, at teir eru sera væl fyri. Eg eri sannførdur um, at tað var íløgan, sum m. a. varð gjørd í Íslandi, ið tá kom til sjóndar, heldur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, sum nú arbeiðir fyri at fáa spælararnar at snara hugsanunum ímóti lands- kappingini. Í fyrrakvøldið var stór móttøku í Runavík fyri teimum, sum vóru við til at útinna góðu avrikini á ólav- søku – manningunum á Eysturoyingi og Tjaldrinum og steypavinnarunum í NSÍ. Kappróðrarfólkini kunnu í góðveðrinum halda á við at sóla sær í ólavsøku- avrikunum. Tað ber ikki til hjá fótbóltsspælarunum. Sunnudagin skulu teir spæla sera týdningarmiklan landskappingardyst í Gøtu. HB liðformaðurin hevur ilt við at finna frágreiðingina til, at hansara lið fór full- komuliga niður við nakkanum í 2. hálv- leiki LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Í HB royna teir at snara hugsanunum frá finaluni ólavsøkudag og ímóti landskappingini, har teir í átta umførunum skulu verja oddasessin, sum teir hava átt síðani fyrsta umfarið. Men tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa av við vónbrotið, eftir at liðið hevur verið so tætt við at vinna steypa- kappingina fyri 26. ferð. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur HB tapt tvær steypa- finalur á rað, og fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur HB ikki vunnið steypakapping- ina í fýra ár. Eftir at teir hava vunnið eitt ísafjarðar- bikar, tríggjar súlur og eitt løgmanssteyp til ognar, hava teir ikki fingið navnið á løgmanssteypið, sum tað hevur verið spælt um síðani 1999. Liðformaðurin hjá HB, Rúni Nolsøe, er vónbrotin, og hann heldur, at hann og hansara bara kunnu takka sær sjálvum fyri, at teir ikki vunnu. – Teir fingu sigursmálið við brotssparki, sum eg haldi meg vera eitt hundrað prosent vísan í ikki var brotsspark. Eg stóð heilt tætt við, og har var ikki tal- an um togan í troyggjuna. Vit eru sera harmir um, at hatta skuldi vera alt avger- andi. Men tá tað er sagt, so mugu vit ásanna, at vit kunnu ikki fara aðra staðni enn til okkum sjálvar fyri at finna orsøkina til, at vit ikki megnaðu at vinna. Teir vóru undirmannaðir í ein hálvan hálvleik, og tað áttu vit at fingið gagn av, heldur Rúni Nolsøe. Hví gjørdu tit tað so ikki kortini? – Allir spælararnir vóru uppsettir til finaluna, men tað sást ikki á avrikinum, serliga í 2. hálvleiki. Teir vístu rætta hugburðin, men tað gjørdu vit ikki. Vit megnaðu ikki at spæla okk- um til málmøguleikar, og vit vóru ikki nóg dyggir í verjupartinum. Tað var alt annað enn gott. Nú hava vit spælt tvær finalur á Tórs- vølli, og vit hava tapt báðar (0–1 í 2000 ímóti GÍ, blm.). Úrslitini og avrikini vísa, at vit ikki kenna vøllin sum okkara heimavøll, heldur Rúni Nolsøe. Og hvussu verður nú í landskappingini? – Burtursæð frá dysti- num á Eiði var finalan vánaligasta avrikið hjá okkum í ár. Í landskappingini ber til at spæla ein vánaligan dyst og kortini koma afturíaftur. Tað ber ikki til í steypa- finaluni. Árið hevur roynst væl higartil í landskapp- ingini, og nú mugu vit vísa, hvør dugur er í okkum. Venjarin hjá nýklaktu steypavinnarunum úr Runavík, Jógvan Martin Olsen, gav sínum leikararum ein rættiliga uppsang í hálvleikinum, og hevði tað við sær eitt hamskift NSÍ-lið í seinna hálvleiki Mynd: Savnsmynd Uppsettir menn dumpaðu 23 22 Nr. 144 - 1. august 2002 Gunnar Dahl Olsen vann Grand Prixið Gunnar Dahl Olsen vann samlaðu Grand Prix súkklukapping- ina, eftir at seinasti teinur varð súkklaður fríggjakvøldið. Danin Kenn Holmquist Ol- sen vann ólavsøku- teinin, meðan odda- maðurin undan sein- asta teininum, ungi Eli Christiansen, ikki luttók vegna skaða SÚKKLING Heini í Skorini Undan seinasta teininum í Grand Prix súkklukapping- ini fríggjakvøldið var 17 ára gamli Eli Christiansen á odda við 166 stigum, með- an Gunnar Dahl Olsen á øðrum plássi hevði 160 stig. Men Eli Christiansen gjørdist skaddur í hondini undir Statoil Kring Føroyar kappingini, og tískil var hann ikki við fríggjakvøld- ið. Dani vann teinin Danin Kenn Holmquist Olsen gjørdist vinnari, og honum á bakið kom annar dani, Jack Petersen. Hesir báðir eru ikki hvørjir sum helst, tí vinnarin súkklar dagliga í B bólkinum, með- an Jack Petersen hevur koyrt í A bólkinum seinastu árini. Teir báðir súkklaðu rætti- liga sannførandi fríggja- kvøldið, og vóru teir eitt heilt umfar frammanfyri Gunnar Dahl Olsen á triðja plássi og Kenneth Ellefsen á fjórða plássi. Triðja pláss nóg mikið Sostatt gjørdist føroyingur- in Gunnar Dahl Olsen nr. 3, og var hetta nóg mikið at yvirhála Eli Christiansen í samlaðu støðuni og vinna Grand Prix súkklukapping- ina 2002. Honum á bakið kom Kenneth Ellefsen, og fylgdust Gunnar og Kenn- eth allan vegin. Óheppið fyri Eli Sera óheppið var tað fyri kappingina og ikki minst fyri Eli Christiansen sjálv- an, at hann var skaddur í hondini og tískil mátti hyggja at, meðan føroysku og donsku súkklararnir kappaðust fríggjakvøldið. Við sekst stigum á odda hevði hann góðan møgu- leika at vinna samlaðu kappingina, og um hann hevði luttikið, hevði verið lagt upp til ein enn meiri spennandi endabrest fríggjakvøldið. Samanumtikið gjørdist tað so Gunnar Dahl Olsen, sum fór avstað við samlaða sigrinum, meðan danin Kenn Holmquist Olsen vann teinin fríggjakvøldið. Rógvi Johansen í stórari kapping Hósdagin 1. august skal føroyski súkklar- in í Danmark, Rógvi Johansen, luttaka í stórari súkklukapp- ing, har fleiri kendir súkklarar eisini lut- taka SÚKKLING Heini í Skorini Danska súkklufelagið hjá Rógva Johansen, »Cycling Aarhus elité«, skipar aftur í ár fyri stórari súkklukapp- ing, har fleiri fulltíðar yrkissúkklarar vera við. Vágbingurin Rógvi Johan- sen skal eisini luttaka í kappingini, sum ber heitið »Grand Prix CSC Scandi- health«, og verður hetta ein sera stór avbjóðing fyri før- oyska súkklaran. Kendir mótstøðumenn Tveir av luttakarunum í kappingini eru Tyler Hamilton og Carlos Sastre, sum báðir súkkla fyri heimskenda súkklufelagið CSC/Tiscali. Hamilton gjørdist fyri stuttum nr. 2 í stóru súkklukappingini Giro de Italia, og gjørdist hann nr. 15 í heimsins størstu súkklukapping, Tour De France. Carlos Sastre gjørdist nr. 10 í Tour De France, og umframt teir báðar eru fleiri aðrir kendir súkklarar á CSC/Tiscali liðnum við. Topp 10 torført Tískil er talan um súkklarar í heimsklassa, og Rógvi Johansen sigur, at vónirnar at enda millum tíggju teir bestu, eru sera lítlar. Hin- vegin vísir hann á, at líka- mikið hvat endaliga úrslitið verður, fer hetta avgjørt at vera ein ógvuliga lærurík og mennandi uppliving fyri seg sum súkklara. Kappingin verður skipað sum ein individuel kapp- ing, men Rógvi Johansen sigur, at kappingin altíð verður koyrd sum ein lið- kapping, eins og flest allar aðrar súkklukappingar. Gunnar Dahl Olsen gjørdist nr. 3 í seinasta Grand Prix teininum á ólavsøku, men hetta var nóg mikið at tryggja sær fyrsta plássið í samlaðu kappingini Føroyski súkklarin Rògvi Johansen skal luttaka í stórari súkklukapping í Danmark, har súkklarar frá Tour De France og Giro de Italia eisini vera við C M Y K 22