leygardagur 16. februar 1980síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kolkomfýrar:
Lættir at selja — ringir at fáa fatur á
— Sølan av føroyskum koli nógv vaksin. Innflutningurin
minkar hinvegin. Stórur prísmunur.
— Vit hava selt ófera væl
av komfýrum. Men stersti
trupulleikin er at fáa hend-
ur á teimum. Í letuni er
leveringstíðin uml. fýra
mánaðir.
Hetta sigur Helgi Enni,
D.J. Enni á Tveroyri. D.J
Enni selur kolkomfýrar
stovuovnar bæði til við og
kol og árnar. Selan hevur,
síðani oljuprísurin aftur
fór at hækka veruliga,
gingið væl. Einir 30 kol-
komfýrar eru seldir og ein
partur av sendingini, sum
nú er á veg, er longu
seldur.
— Vit leggja stersta
dentin á komfýrarnar, tí
um ein verulig kreppa
skuldi tikið seg upp, er
komfýrurin tann hentasti.
Hann sparir bæði olju og
sigur Helgi
ravmagn,
Enni.
Gevast við
framleiðsluni
SCANDIA komfýrarnir,
sum D.J. Enni selur, koma
frá L. Lange & Co. í
Svendborg. Komfýrarnir
verða gjerdir so at siga
einans til føroyska mark-
naðin.
— SCANDIA komfýr-
arnir verða gjerdir í tveim-
um steddum. Tað vísir
seg, at tað er mest tann
minna steddin, sum
verður keypt. Men verk-
smiðjan hevur nú ætlanir
um at halda uppat við at
gera hesa steddina. Teir
hava kortini lovað okkum
at gera teir eina tíð enn,
sigur Helgi Enni.
Dupult so nógv kol
Tá talið av kolkomfýrum
og -ovnum veksur, so má
kolanýtslan eisini vaksa.
Hetta er hann! Komfýr
urin, sum nú gongur
sum heitt breyð. Hann
kostar 3.450 kr
Sniðið er frá 1920,
men nú skulu teir íkki
bustast sum í gomlum
degum. Teir eru
sprændir við grafitti
Johannes Holm Jacob-
sen, Roynds Kolaselu:
— Vit seldu dupult so
nógv kol í januar í ár sum í
januar í fjer. Selan av koli
er nógv vaksin, síðani
oljuprísurin fór at ganga
upp eftir.
Roynds Kolasela hevur
viðskiftafólk kring allar
Feroyar. Tá fólk sjálvi
koma til Hvalbiar eftir
kolinum og hava sekkir
við, kostar kolið 17 kr.
sekkurin (100 pund). Hini
mugu eisini gjalda . fyri
flutning og sekkir. Kolið
verður sent beinleiðis til
keyparan við Strand-
ferðsluni og tá kostar
sekkurin millum 24 og 30
kr.
Roynds Kolasela seldi
eini 500 tons av koli í
1979. Jóhannes Holm Ja-
cobsen roknar við at selja
umleið tað dupulta í ár. Í
januar blivu seldir útvið
2000 sekkir, ella
knappliga 100 tons.
Higartil hevur framleiðsl-
an kunnað fylgt við tí
steðugt vaksandi
eftirspurninginum.
Hjá P/f Valdemar Litz-
en er kolaselan hinvegin
stødugt minkandi. Í 1979
blivu seld uml. 110 tons av
koli, 60 tons av koksi og
10 tons av smíðikoli. Kolið
er innflutt úr Onglandi og
koksið úr Danmark.
Tað innflutta kolið er
munandi dýrar. enn tað
føroyska. Ein sekkur
kostar = hjá Valdemar
Løtzen 63,50 kr. Koksið
kostar 65,00 kr. Býr keyp-
arin uttanfyri Havnina
kemur flutningskostnað-
urin omaná.
Kolið verður innflutt í
sekkjum, men koksið
kemur leyst. P/f Valdemar
Lútzen selur ikki nógvar
kolkomfýrar, men kann
útvega teir. Hinvegin
verða nógvir brenniovnar
seldir.
Stovuovnur við ristirist. Hann kostar
1.900 kr. Bæði ovnar og komfýrar
kunnu eisini brúkast til torv
Eskimoar
í Listaskálanum
Í gjár læt upp ein fram-
sýning um eskimoar í
Listaskálanum i
Gundadali.
Tað er »Tukak
Teatret«, sum hevur
gjert hesa framsýning,
ið ber heitið: »Eskimo-
isk trommesang „dans,
digtning, livssyn, leg
og tegninger«.
Tað var ætlanin
samstundis at hava
eina grenlendska lista-
framsýning, men hon
kundi ikki vera nú og
kemur í september í
staðin fyri.
Framsýningin i
Listaskålanum er fyrst
og fremst bygd upp av
ljósmyndum. Nakað av
teksti er og tekningar.
Á fyrsta spjaldrinum
er eitt kort, sum vísir á
hvussu ómetaliga
víðum eki, eskimoarnir
finnast. Ljósmyndir-
nar eru sjáldsamar, tí
tær eru flestar tiknar í
tíðarbilinum 1900—
1930 (uml.). Ikki minni
sjáldsamur er tónleik-
urin, trummutónleikur
og -sangur tikin upp
síðst í 1930 árunum.
Nótableð hanga á
vegginum.
Alt tilfarið á fram-
sýningini er savnað í
snotuliga bók og fæst
hon til keyps í Lista-
skálanum.
Framsýningin um
eskimoarnar er opin í
dag og morgin kl.
15—20, mikudagin kl.
19—21 og komandi
fríggjadag, leygardag
og sunnudag kl.
15—20.
Ongin
heims-
meistara-
kapping
uttan
»autograf«
skriving.
Her noyð-
ist ein av
italiumonn-
unum at
skriva
navnið sitt
nakrar
— Eg taki tað róligt, tí sambært Dagblað-
num eru ongar músafellur at fáa í Havn
%
|
Um Tórshavnar býráð
veruliga meinar nakað
við sparitiltøk, skuldu
teir fyrst og fremst
sent hasar 13 býráðs-
limirnar til hús.
„%
LS8 80003 00030000 00060000