mikudagur 20. februar 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á am telf. 14720. 11820
Sostalurin box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Tú mást einki
fáa at vita
TAÐ VERÐUR so mangan kastað
pressuni — blødum og útvarpi — fyri
at ov lítið kemur fram fyri dagsins
ljós. Hetta er eisini so satt sum tað er
sagt, men hevur tó eisini ávísar
orsøkir. Um vit ikki skulu taka tíðindi
úr leysum lofti, er neyðugt við upp-
lýsingum frá teimum, sum hava við
ávísa málið at gera.
MEN HESIR UPPLÝSINGAR eru ti-
verri ikki altíð líka lættar at fáa hend-
ur á, og tað kemur so mangan fyri, at
stovnar ella myndugleikar als ongan
áhuga hava at lata ov nógv leka út.
Hetta gav nú seinast av at býta, tá vit
kundu siga lesarunum frá, at Havnar
kommuna var í fíggjarligum trupul-
leikum, og at ymisk stórarbeiði verða
skerd ella steðgað.
EFTIR AT HESI tíðindi vóru komin út,
var býráðsfundur. Á fundinum varð
harðliga átalað, at fólk fingu nakað at
vita um hetta. Hetta má sigast at
vera heilt einastandandi. Skattaborg-
arar í kommununi máttu ikki fyri
nakran prís fáa at vita, hvussu til stóð
við okkara egnu pengum.
VIT MÁTTU einki fáa at vita um, at
kommunan var í fíggjarligari trong-
støðu. Einki um at stórarbeiði skuldu
steðgast, og at fólk helst skuldu
sendast heim. Men hetta skuldu bíða
til kommunan visti hvussu trupulleik-
arnir skuldu loysast. Tað er vóttia
fyri, at vit kundu komið at bíða leingi.
Í SEINASTUNI hevur drúgt orðaskifti
verið um hvussu kostnadarmikil um-
vælingin hevur verið av einum goml-
um húsum í Havn. Sambært rokn-
skapinum hjá kommununi hevur
umvælingin higartil kostað útvið
900.000 krónur, men borgarstjórin
sigur, at talan bert er um einar
400.000 krónur. Talan er um skeiv-
posteringar, verður sagt.
MEN SO HAVA vit eisini alla orsøk at
spyrja. Tá ikki ber til at hava skil á,
hvat umvælingin av einum húsum
kostar, hvussu er so skilið við teim-
um stóru tølunum?
sosialurin
Nr. 14 — 20. februar 1980
Skal brúkarin gjalda fyri
stolið arbeiði?
Tað er sanniliga seint, at
tjak er komið í um pirat-
sjónvarpið her á landi.
Men tað er nú ikki so lætt
— tú kanst rokna við at
verða kjølhåladur, um tú
skuldi verið ein av teim,
sum virkaðu fyri at fáa
steðgað ólógliga sjónvarp-
inum, tí nú hava allir góðir
borgarar við virðing fyri
sær sjálvum og sínum
góða navni lagt ílegur í
handa svarta kassan fyri
einar 8000 kr. Tey, sum
ikki tíma at reisa seg upp
fyri at tendra og slekkja,
kunnu enntá fjarstýra tað
frá lenistólinum fyri
umleið eina vikulen
afturat.
Einastu sum kundu
frett seg um at sjónvarpið
gavst, munnu vera fram-
leiðararnir av »Mogadon«-
tablettum. Hugsið
tykkum til — hvat skal
føroyingurin anno 1980 og
frameftir gera av sær
sjålvum tå hann kemur
heim frå arbeidi, um hann
ikki fær sitt »Muppet-
show« ella »Frøer i de
danske sump-egne« ella
danskt »TV-aktuelt« frå
tveimum vikum síðani?
Og skulu vit lata okkara
idealistisku umboðsmenn
fyri nýmótans sjónvarps-
móttakarar fara heilt á
heysin?
Nei, nei. Tí vendir
»Dagbladid« sær móti ein-
um almennum føroyskum
sjónvarpi. Hesin reysti
radionali flokkurin, komin
av Jóanesi bónda, vil
heldur at vit skulu stjala
danska framleiðslu. Hann
vil heldur at bern okkara
skulu venjast upp framm-
anfyri einum kassa við
donskum málburði í. AT
tann styrkjan av málin-
um, sum útvarpið hóast
alt hevur roynt at bygt
upp. skal brótast niður
aftur við at fólk okkara —
uttan feroyskar umseting-
ar — skal fáa potað tað
danska málið niður í
knokkin. Kæru fólkafloks-
menn á »Dagbladnum« —
verið ikki bangnir, so
leingi sum tit eiga tann sc-
nevnda »mentanar«-måla-
rådharran å kassanum, so
nerist eingin feroysk
mentan av tí almenna.
Eini góð ráð í sparitíðum,
»Dagbladid«: Tað
føroyska útvarpið er eisini
so sanniliga ov dýrt nú tað
er alment! Avtakið »javn-
ingin« og hansara al-
menna oyðsl, og latum
okkum fara at stjala
danskar útvarpssendingar
í staðin. Tað kostar einki
uttan tað bandið, sum
stolið verður upp á. So
spara tit skattgjaldar-
unum at gjalda løn til
Arge-familjuna og
vinstrasinnaðar útvarps-
menn og so kunnu ætlaðu
útvarpshúsini nýtast sum
goymsluhús hjá privatum
innflytarum av sjónvarps-
tólum. Tí um teir skulu
byggja sær goymsluhús
sjálvir, so fara teir á
heysin.
Av og á royna »video-
piratarnir« enntå at
eymka seg og biðja um
gjald fyri at síggja stolnar
sendingar. Fyrst skal
brúkarin keypa dýr tól,
síðan verður ein psykolog-
isk kríggsfersla ferd móti
samvitsku hansara, um
hann ikki rindar >lima-
gjald“ fyri at síggja send-
ingarnar! Í veruleikanum
skyldar feroyski sjón-
varpsnarkomanurin
1. gjald til Danmarks
Radio, haðan sendingar-
nar eru stolnar.
2. gjald til framleiðara
(producer) fyri nýtslu av
hansara tilfari.
3. og ikki minst: allir
listamenn, sjónleikarar,
tónleikarar, tóna- og leik-
smiðir, øll tann arbeiðs-
kraft, sum er legd í eina
sending, eigur at gjaldast.
Hetta er galdandi fyri all-
ar fjølmidlar, at teir gjalda
samsýning fyri eitt ar-
beiði. Hverja ferð ein
sending verður send, ein
bók keypt, ein pláta spæld
í útvarpi, so er hetta
arbeiði hjá fólki, sum eiga
at fáa samsýning.
Ti hava listamenn
heimsumfatandi fakfeløg
sum »Koda«, »Gramex«
og i Norðurlondum »Nord-
isk Copyright Bureau«.
Tey eru til fyri at verja um
rættindi listamanna at fåa
goldið fyri sína framleiðslu
eins og annað arbeiðandi
fólk.
So her skal heitast á
tey, sum hava ringa
samvitsku av ti, at tey
ikki hava goldið >sjón-
varpsgjald« um at taka
tað lætt. Tann ringa sam-
vitskan hoyrir heima í
Føroya Landsstyri, sum
hevur lagt sina vælsign-
andi hond yvir ólógligt
pirat-virksemi, fyri sjálvt
at sleppa frá at loysa ta
veruligu uppgåvu, sum
eitt hóskiligt sjónvarp er.
Eitt feroyskt sjónvarp,
sum vit ikki skulu skamm-
ast av, sum velur tilfar
eftir kvaliteti og rindar
listamonnum tað tað kost-
ar.
Og sum — hóast tað
sendir útlendskar
sendingar — fyri alt í verð-
ini hevur feroyskar
yvirsetingar við, so at mál
okkara kann varðveitast
og verjast móti teim
donsku orðum og vending-
um, sum sníkja seg inn í
málið í dag gjøgnum pirat-
sjónvarpið.
Men tað er jú ov dýrt
fyri >Dagblaðið< og fólka-
flokkin og teirra kommer-
ciellu + heilakyknur at
bjarga ella menna
føroyska mentan um tað
kostar nakað fyri tað al-
menna. Men hvat siga teir
reystu tjóðveldismenn-
inir? Hevur »mentanar«
málaráðharrin alla
ábyrgdina fyri danska im-
portinum?
»Sjonvarpsfelagid« hev-
ur tó reinar hendur. Teir
vita neyvan hvat teir gera
fyri eina bjarnatænastu
móti føroyskum máli og
mentan. Ti aftanfyri
stendur landsstýrið.
N.Nap.Nabeljohnsén.
VA
ÍSF og elitan
Samstundis sum eg takki
fyri viðmerkingina frá
Jógvani Arge til grein
mína seinasta mikudag
má eg siga, at tað undrar
meg, at hann fór at taka
hana so illa upp
Eg havi ikki brúkt
heimsmeistarakappingina
hondbólti fyri at gera
nakað álop á ÍSF, men eg
ávaraði bert ímóti, at ÍSF
nú er farið at leggja so
stóran dent á elituítrótt.
Somuleiðis hevur ISF
boðað frá, at teir í fram-
tíðini fara at leggja enn
sterri dent á elituítrótt.
Tá vit hugsa um hvussu
illa stendur til við ítróttar-
hallum og plássi fyri ollum
teimum, sum hava hug at
íðka ítrótt, haldi eg tað
vera skeivt at seta meira
og meira av til ítrótt fyri
tey fáu. Um tit halda fram
við hesi kós, haldi eg fram-
vegis tað vera náttúrligt
at umhugsa at gera nýggj-
an ítróttarligan felags-
skap, sum kann taka sær
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
Í varugar við. at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev
ur skrivað brøvini
av ítróttarligu áhugamál-
unum hjá fjøldini.
Tað er meguligt, at eg
standi einsamallur av øll-
um stjørnarlimum ISFs i
minum metingum, men
loyvi mær kortini at bera
tær fram.
Tu sigur, at eg sjåldan
havi møtt å fundi, tå stør-
mål hava verid fyri. Eg
royndi at vera vid so
leingi, eg fekk fundarbod
til stjørnarfundirnar, men
tað havi eg ikki fingið
hesar seinastu mánaðir-
nar. Tí verður torfert at
fylgja við í ellum teimum
stórmálum, tú skrivar um.
At fara at keglast í blød-
unum um hvat fyriferst á
stjórnarfundum i ISF,
haldi eg vera óhóskandi,
og at fara at kappast um
hver er klókari, formaður
in í ISF ella undirritaði.
haldi eg hava lítlan al-
mennan áhuga.
Tórfinn Smith
Lýsing
Sekt verður eftir sosialrådgevara til avloys-
ingar í 4 mánaðir frå 17. mars ella so skjótt
tilber til 15. juli 1980.
Arbeiðstíðin verður býtt i helvt millum
sosialu deild Tórshavnar býráðs og Lands-
sjúkrahúsið. Løn sambært sáttmála við
Dansk sosialrådgiverforening. Umsókn við
avriti av prógvi og møguligum viðmælum
verður at senda Tórshavnar býráði, Vaglið,
3800 Tórshavn, sum skjótast.
i
|
|
EN