Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 20. februar:1980- sosialurin Trúgvi Johansen, marknaðarfulltrúi Fiskasølan svevur sin »tornurOsu- SVØvn« Í Dagblaðnum 14.2. og Sosialinum 15.2. 1980, er Birgir Danielsen, fiska- sølustjåri, farin í hernað móti undirritaða, tí at eg í einum hjásetningi á ein- um fundi í Meginfelag Útróðrarmanna herfyri havi sagt, at meguleiki var fyri at loypa millum- lið um í fiskahandli m.a. í saltfiskahandlinum við Italia. Sum altid, tå ið fiska- selustjórin fer í hernað, er vápnið ein útspilling og niðursetan av mót- partinum og harnæst hitt alfaðirliga: >Nú skal eg siga tykkum, hvussu alt hongur saman. Ein kundi spurt seg sjálvan, hví Birgir Daniel- sen ikki steig fram á hes- um fundi og stillaði spurningar um tey evnið, hann hevði viðmerking- ar til, men nei, hetta forum var ov lítið og helst ov vandamíkið fyri fiskasølustjéran, eisini sjálvt um hann hevði fremsta vápnara sín við. Tað var betri aftaná at fara til blødini og kunn- gera fyri øllum Føroya fólki, hvat hesin »veldugi« maður hevði at siga. Tað er heldur ikki at forakta. Hví serliga hetta við saltfiskahandlinum er fallið Birgir Danielsen fyri bróstið, veit eg ikki. Á fundinum varð annars nógv sagt, sum í nógv størri mun kundi verið ein ákæra móti Fiskasøl- uni, hennara politikki og hennara »metodum«. Hvat júst ítalska mark- naðinum viðvíkur, er neyvan ivi um, at hetta man vera tað ekið Birgir Danieisen kennir allarminst til. Hansara vitan stavar frå meira ella minni tilvildarligum innflytarum og umboðs- monnum, íroknað Boris Jørgensen og Jákup Hansen og harumframt tveimum árligum hugna- ferðum í 2—3 dagar. Hansara metanir eru tí meira ella minni grundaðar á lið, sum hava serlig áhugamál at verja. Mín vitan um ítalska marknaðin stavar frá góðum 3,5 árum í landin- um umframt vitjanum javnan, har eg í ógvuliga stóran mun eisini tosi við heilsølur, fiskahandlarar osfr. Soleidis havi eg ein møguleika at kanna tað, sum fyrigongur á marknaðinum, frá fleiri síðum, og tað er ikki altíð sami »sannleiki« ein her fær, sum onkrir innflytarar geva einum. Henda møguleika at fara til onnur lið eigur Fiska- sølan ikki — eila brúkar hann í hverfall ikki. Alt er framvegis belaniða. Tað er ikki Fiskasølan, sum er konservativ, men italski marknaðurin, sigur Birgir Danieisen. Bæði Fiskasølan og ital- ski marknaðurin eru kon- servativ, men meðan tað hóast alt rørist nakað á italska marknadinum, liggur alt steindeytt å Fiskasøluni. Sjålvur havi eg ongar åbøtur sæð í sølupoli- tikki . Fiskasølunnar seinastu årini, sum ikki eru provokeraðar eila fyrst framdar av sðrum fyri so at verða tiknar sum uppfinnilsi Fiska- sølunnar, um tær ikki eru at koma uttanum. Tak td. fesku fiska- fløkini har hin fram- skygdi fiskaselustjórin fyri ári síðani segði, at hetta var bláljós, sum skjótast skuldi steðgast. Viðvíkjandi tí, sum er við at henda á ítalska marknaðinum, kann eg m.a. siga Birgiri Daniel- sen — kanska kunnu Albacora og Boris Jerg- ensen vátta hetta, at danskt felag, sum m.a. keypir tann saltfisk úr Feroyum, ið Fiskasølan ikki maktar at selja, seinastu árini hevur upp- arbeitt selu beinleiðis til heilsølur í Italiu, Spaniu, Grikkalandi og Frak- landi. Seinasta år seldi hetta felag umi. 6000 tons, og meðalprísur teirra må hava ligið í minsta lagi 10% omanfyri tað, sum Fiskasølan nakrantíð hevur fingið. Eg vil eisini upplýsa, at sama felag nú av álvara fer undir at detailpakka saitfisk til italska marknadin og hevur fingið EEC-studn- ing til at útvikla hetta fyri. Tað er m.a. Føroyar og Føroya Fiskasøla, sum skal levera henda fisk til danska felagið. Henda meguleika hava vit átt í fleiri ár, men hevur hetta beinleiðis mett måtstødu frá Føroya Fiskasølu. So vist er nakað við at henda, men Fiskasølan svevur víðari sín tryggja Tornurésusvøvn. Skuldi tað einaferð blivið ein glotti, eru tað óivað fleiri, ið vilja vera við til at hjálpa til at fáa nýggjar loysnir, ið geva betri úr tøku til føroyska sam- felagið. Eg skal ikki á hesum sinni fara inn í eitt víðari tjak um tann ítalska marknaðin, men um neyðugt kundu tað verið nógvar áhugaverdar de- taljur. Annars kann eg skoyta uppí, at politikkur Fiskasølunnar av keypar- um vida um verður mett- ur sum ógvuliga marg- háttligur Hetta er m.a. galdandi í Týsklandi, har hetta lutafelag beint móti egn- um áhugamálum hevur givið einkarrætt til eitt meira ella minni tilvildar- ligt felag at selja ailan teirra feska fisk, eitt felag. ið gjarna vil diktera prísir og treytir og sum selur víðari til feleg. sum eru nógv størri. At hetta ikki er ókeypis kann ein siga sær sjálvum. Viðmerking fiskaselu- stjórans, um at eingin fiskur fór til Týsklands, um hetta felag ikki var til, er bert at smírast at og vísir bert ta »profess- ionalismu«, sum Fiska- sølan brukar. Í Danmark eru tað heldur ikki so heilt fáir millumhandlarar, ið Síða 7 meira ella minni liva av at selja føroyskar fiska- verur víðari til onnur lond. Eisini her er ein uppgáva hjá Fiskaseluni, Birgir Danielsen, kanska ein uppgáva fyri okkurt av teimum 30 selufólk unum á Fiskaseluni! Higartil havi eg sjálvt bert hoyrt um tann sina eila kanska báðar tveir Loksins hetta: Fólk undra seg ofta yvir, at tá Birgir Danieisen hevur sagt sína metan í einum og hverjum máli, sigur sjáldan nakar honum ímóti, sjálvt um gudarnir skulu vita, serliga hansara spádómar sjáldan hava verið eftirfarandi. Orsøkin er tann einfalda — tað kann eg sjálvur prógva av roynd- um — at hesin ov stóri og maktfulli stovnurin í føroyska samfelagnum saman við ødrum í meira eila minni hanga saman við honum, hevur óav- marknaða makt at revsa teg. um tú gert móti boðunum. Tú skal knúskast. Maktin fyrst alt annað tykist undirornað. Hvussu leingi kann eitt so lítið samfelag sum hitt føroyska liva við hesum? — Havi ongar åbøtur sæð í sølupolitikki Fiskasøl- unnar seinastu árini, sum ikki eru provokeraðar ella framdar av øðrum!