Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 14 — 20: februar 1980 Ingeborg Winther, fakfelagskvinna á arbeiðskvinnufelagsskeiði: Álitisfólkini mugu fáa 100% stuðul bæði frå arbeidskammeratum og fakfelag Á skeiðnum fyri ar- beiðskvinnur, sum varð hidið á Háskúlanum herfyri, greiddi Inge- borg Winther frá álitis- mannaskipanini og gjørdi viðmerkingar til hesa skipan. Ingeborg Winther er formadur i arbeidskvinnufelag- num, Fjallbrúður í Vági, og er stjórnar- limur í Feroyar Arbeið- arafelag. Ingeborg segði: Eg skal við hesum upp- leggi royna at geva eitt yvirlit yvir ta feroysku álitismannaskipanina, so- leiðis sum hon fram- gongur av sáttmálunum — serliga hjá FA og HA. Eg skal eisini gera nakrar viðmerkingar til hesa skipan og síðan skal eg koma við nekrum hugleið- ingum um steðuna hjá fer- oyskum álitisfólkum. Í sáttmálanum hjá FA sigur álitismannagreinin, at á hverjum arbeiðs- plássi, har 5 ella fleiri eru í vinnu, skulu tey velja sær álitisfólk. Hesi skulu góð- kennast av arbeiðsgevar- anum og vera á plássinum. Tey skulu gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer sidiliga fram. Tey skulu eisini vera millumlið millum arbeiðs- fólk og arbeiðsgevara. Í Havnarsáttmálanum er meira gjert burtur úr: har stendur at á hverjum arbeiðsplássi hava arbeið- ararnir rætt at velja sær álitisfólk. Hesi skulu vera millum tey dugnaligastu og hava verið í vinnu minst eitt ár á sama plássi. Eisini í hesum feri skal arbeiðsgevarin góð- kenna valið. Vrakar hann tvey valevni, skal hann góðtaka tað triðja. Eftir havnarsáttmálan- um skal álitisfólkið góð- kennast av nevndini í fak- felagnum. Hann hevur átalurætt í trygdarspurn- ingum og fíelegini eru samd um, at hann eigur virðing í arbeiði sínum. Uppsagnarfreistin er 14 dagar og skal uppsegnin vera grundgivin. Verður ósemja um uppsegn av kemur heta fyri valdgerðarætt felag- anna millum, men skulu feløgini samráðast áðrenn gerðarrættin. Fastheldur arbeiðsgevari uppsegn sjálvt um gerðarrættur gongur honum ímóti, skal hann endurgjalda 6 viku- lenir rokna út frá miðal- lenini teir seinastu 3 mán- aðirnar Viðmerkingar: Tað má sjálvandi viður- kennast, at tað er ein góð ting, at álitisfólk eru viðurkend í sáttmálum hjá okkum, men samanbera vit okkum við aðrar, so eru vit komin stutt á leið, og kunnu tá nógvar sak- ligar atfinningar gerast til okkara álitismanna- skipan. Her skulu nakrar verða nevndar: a) Arbeidsgevarin skal góðkenna valið av ålitis- fólki. Henda skipan er ódámlig, tí hon kann fera við sær, at arbeiðararnir ikki altíð fáa tann persón- in valdan, sum tey veruliga ynskja — royndir okkara vísa eisini, at tað alt ov ofta hendir. b) Nevndin í einum felag, í hesum feri HA, skal góðkenna álitismann- in. Hetta er eitt haft, tí ein fyritreyt fyri einari góðari álitismannaskipan er, at arbeiðararnir á einum ar- beiðsplássi standa púra fríir í valinum av álitis- fólki. c) Orðingin í FA og HA- sáttmálunum um, at álitis- fólkini skulu virka fyri, at arbeiðið fer sidiliga fram, kann skapa trupulleikar, tí tað vil nú altíð vera ein ivaspurningur, hvat ið meinast við siðiligt í hesum føri. Henda grein kann tolkast á ymsan hátt og skuldi tí farið út. Held- ur ikki stendur nakað um, at arbeiðsgevararnir hava skyldu til at lata arbeiðið fara siðiliga fram. d) Nakað annað, sum haldar, er, at álitisfólkini at kalla ikki eru vard ímóti uppsegn. Bert í havnar- sáttmálanum er eitt eiti av trygd móti uppsegn. Tað skuldi næstan verið óneyðugt at víst á, at trygd móti uppsegn er ein fyritreyt fyri einari góðari og vælvirkandi álitisfólka- skipan. — Hetta vóru nakrar viðmerkingar — tað kundu væl verið fleiri — men eg haldi, at vit aftaná skulu tosa um, hvussu ein hóskandi álitisfólkaskipan skuldi sæð út — sjálvandi mett út frá føroyskum fyritreytum, og kanska serliga við kvinnunum huga. Vit kundu so gjert uppskot út frá tí Steðan hjá álitis- fólkum sum heild nú og í framtíðini Eg havi nú roynt at geva eitt yvirlit yvir álitisfólka- skipanina, soleiðis sum hon framgongur av teimum sáttmálum eg kenni best og roynt at gera nakrar viðmerkingar. Eg fari nú at loyva mær at koma við nekrum meira almennum hugleiðingum um viðurskiftini hjá føroyskum álitisfólkum, soleiðis sum steðan sær út fyri mær á tí feroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað vil so vera, at eg fari at royna at síggja tað út frá einum kvinnu- sjónarmiði, tí eg veit, at álitiskvinnur hava serligar trupulleikar í ávís- um førum. Men sum heild og i prinsippinum eru meginspurningarnir eins fyri kvinnur og menn. . Álitiskvinnan er sum tað framgongur av tí, sum eg longu havi sagt, vald av sínum arbeiðskamme- ratum á arbeiðsplássinum, og er sostatt talirer mill- um leiðsluna og arbeiðs- fólkið, og harnæst millum arbeiðsfólkið og tað lokala felagið. Hon skal virka fyri, at arbeiðararnir fáa tey rættindi, teir eiga, bæði hvat viðvíkur len, trygd og arbeiðsviður- skiftum sum heild á arbeiðsplássinum. Tí skal álitisfólkið altíð vera á arbeiðsplássinum. So minnist til, at tá arbeiðið minkar, tá eigur álitis- kvinnan at vera tann sein- asta, ið fer til hús. Tað er tí eisini neyðugt, at ålitis- fólkini fáa 100% uppbakn- ing bæði frá arbeiðs- kammeratunum og fakfelagnum. Góða reglugerð Og tí er eisini neyðugt at vit fáa eina góða reglugerð fyri álitisfólk, og at tey verða skúlað og upplýst gjøgnum skeiðvirksemi. F.A. hevur byrjað eitt upplýsingararbeiði, við at fáa limirnar á skeið; hetta er hent í samarbeiði viðtað danska A.O.F. har vit hava meguleika fyri at fáa 20 limir niður á skeið, og vit koma at hava 2 skeið her í ár Men hetta er jú á byrj- unarstigi enn; tí er eisini neyðugt, at vit fáa upp- bygt eitt upplýsandi arbeiði millum limirnar. : Hetta kostar sjálvandi pening, men nakað av stuðuli frá tí almenna koma vit at fáa. Harnæst er neyðugt, at øll fakfeløg- ini arbeiða saman um tey upplýsandi tiltekini. Vit mugu innan fakfelegini gera alt fyri at virka fyri samanhaldi og einigheit. Feilurin er nevniliga tann, at vit standa ikki saman, men eru spjadd. Tað hevur gjørt fakfeløgini veik, og tá vinna vit ikki á mál, heldur ikki við álitis- mannaskipanini. Saman- hald gevur styrki! Mótpartur okkara er ar- beiðsgevarafelagið. Har er bæði semja og samanhald innanhýsis, og tað ger teir sterkar mótvegis okkum. So nú mugu vit gera okkurt fyri at fáa saman- hald í lag. Minnist til, at tá ið ar- beiðsgevararnir meta til samráðingar, eru tað menn við hegari handils- útbúgving, ið duga at brúka seg, mótvegis okk- um, ið onga fakliga út- búgving hava. Tað hevur altíð verið eitt stríð hjá arbeiðar- unum at sleppa at fáa álitisfólk. Fyrsta royndin í Danmark at fáa álitisfólk vald á arbeiðsplássinum var í 1900 innan jarn- ídnaðin. Tá vildu arbeiðs- gevararnir ikki ganga við til at arbeiðararnir skuldu hava ein talsmarn á arbeiðsplássinum. Teir royndu við ellum snildum at forða tí, men máttu til síðst ganga við til, at álitisfólk skuldu vera. Men so kom eisini at standa í sáttmálanum, at arbeiðsgevarin skuldi góð- kenna álitisfólkini. Men nú er tað so hent seinni nógva staðir í Danmark, at henda regla er tikin burtur úr aftur sáttmálan- um og soleiðis átti eisini at verið hjá okkum, tí arbeiðsfólkið er illa negt við hesa reglu. Eitt annað, sum nógv verður brúkt í Norðan- londum, er, at tað verða settar samstarvsnevndir á teim ymsu arbeiðspláss- unum, har álitisfólkini eru við. Hetta fyri at med- arbeiðararnir kunnu vera við til at planleggja fram- leiðsluna og tilrættaleggja arbeiðið. Somuleiðis er við trygdarspurningum. Her eru nógv viður skifti, sum vit mugu virka fyri verða broytt, men lætt verður tað sjálvandi ikki. Tað eru jú einaferð tveir partar við ymiskum áhugamálum. Annar parturin vil hava betur arbeiðsumsteður, har kravt verður meira len, betri trygd móti vanlukk- um og meira at siga við setan av arbeiðsfólki. Við hesum meini eg, at vit kunnu forða fyri, at t.d. aktivir limir verða ikki bidnir aftur til arbeiðis altso útihýstir. Hinu- megin hevur arbeiðsgev- arin sín profitt at hugsa um, og vit skulu minnast til, at meira vit sum álitis- fólk vinna, tess meira verður minkað um arbeiðsgevarans profitt. Vit eiga eisini at minn- ast til, at tað altíð verða nógvir trupulleikar, ið taka seg upp hjá álitis- fólkum — eg vil tí endur- taka, hvussu átroðkandi neyðugt tað er, at okkara álitisfólk fáa eina grund- iga og breiða útbúgving í fakligum spurningum, so at tey gerast fer fyri at lofta teimum trupul- leikum, sum stinga seg upp. Sambært upplýsingum aðrastaðni frá, vísir tað seg, at bert 15% av arbeið- arunum kundu hugsað sær at verið álitisfólk. Somuleiðis vísa kanning- ar, at bert helvtin av arbeiðsplássunum hevur tey somu álitisfólkini meira enn 2 1/2 ár. So kann ein sjálvsagt spyrja, hvat er orsekin til, at álitisfólkini ikki halda fram. Ikki ell gáa um ta serligu stødu, sum álitis- fólkið er í við altíð at vera undir åvirkan, ja enntá trýsti frá tveimum síðum. Nógv álitisfólk eru ti ónegd við stødu sína. Undantikin eru sjálvandi tey, sum fáa eitt betri lent arbeiði á arbeiðspláss- inum ella tey gevast av sjúku, aldri ella skifta pláss. Tað er neyðugt at skilja, at hetta er eitt ótakkasmt starv og ofta verður víst á, at starvið kann geva trupulleikar í viðurskiftunum við kammeratar og familju. Vit hava innan fakfelog- ini ofta sæð, hvussu arbeiðsgevarar við snildum royna at seta eina góða álitiskvinnu út av spælinum — ja, summir fara so langt, at teir bjóða annað og betri arbeiði, meira len, men tíbetur eru tey flestu so sterk, at tey ikki lata seg freista til at svíkja sínar kammeratar. Eisini verður brúkt at seta tey til tað ringasta arbeiðið. Av hesum fram- gongur einaferð enn, hvussu avgerandi neyðugt tað er, at álitis- fólkini fáa stuðul frá teirra kammeratum. Ein serligur trupulleiki er hjá okkum kvinnum, tá vit fara upp í fakfelags- arbeiði, og tað er, hver skal passa bern og hús. Vit eru jú vanar við, at tað er maðurin, sum fer á fund. Nú, ið vit kvinnur royna at fara undir fakligt ella politiskt arbeiði, hoyr- ast reddir um, at vit: forsema bæði mann, bern, hús og heim. Hetta skulu vit bara síggja stórt uppá og royna at fáa fólk at skilja, hvussu neyðugt tað er, at vit kvinnur er við í samfelagsspurningum. Til síðst kundi eg hugsað mær, at vit viðgjerdu spurningin um, hvussu vit kundu hugsað okkum eina reglugerð um álitisfólk her hjá okkum. T.d. út frá hesum spurn- ingum: 1. Hverjar uppgåvur eiga álitisfólk á feroysk- um arbeiðsplássum at hava? 2. Hvussu skulu tey veljast? 3. Hvussu skulu tey tryggjast? i. Hvussu tryggjar ein hóskandi skipan verður ferd út lívið og fær virkað eftir ætlan? sær, at ein