Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 1980síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 20. februar 1980 sosialurin Sida 9 Endaligu utflutningstølini fyri 1979: Utflutningurin minkaði við 7 mill. kr. Útflutningurin av saltfiski, rækjum og frystum toska- og hysufløkum minkaði, meðan útflutningurin av frystum upsafløk- um og saltaðum upsafløkum vaks munandi Samlaði útflutning- ur Feroya í 1979 minkaði við stívum 17 mill. kr. í mun til 1978, vísa tey enda- ligu telini frá Hag- deildini. Í prosentum er talan um eina mink- ing upp á 2,2 pst. í mun til 1978. Og taka vit metårid 1977 sum grund, so var útflutningurin í fjør 12,1 pst. minni. Samlaði útflutningurin var í fjør 757,65 mill. kr. afturímóti 774,8 mill. kr. fyrraárið. Stersti verubólkurin var eins og árið fyri salt- aður toskur, hóast talan var um eina rættiliga stóra minking í virði og í negd. Tilsamans útfluttu vit 11.000 tons fyri 122,1 mill. kr. afturímóti 15.912 tonsum og 158,1 mill. kr. Útflutningurin av rækj- um minkaði eisini rætti- liga nógv. Utflutnings- virðið av teimum frystu, kókaðu rækjunum var 85,5 mill. kr., meðan út- flutningsvirðið av ráfryst- um rækjum og pilkaðum rækjum var 10,3 mill. kr. Tilsamans útfluttu vit umleið 7.000 tons av rækj- um. Í 1978 var útflutnings- virðið av rækjum 133 mill. kr., meðan negdin hetta árið var 10.092 tons. Upsin gjerdi stórt lop Triðstersta útflutnings- veran í fjer var fryst upsa- fløk. 9.645 tons vóru út- flutt fyri 73,5 mill. kr. Her er talan um ein rættiliga stóran vekstur frá árinum fyri, tá vit útfluttu 7.046 tons fyri 57,7 mill. kr. Afturímóti minkaði út- flutningurin av frystum toskafløkum. Utflutning- svirðið var i fjør 71,9 mill. kr. afturiméti 81,5 mill. kr. i 1978. Nøgdin minkadi eisini. Ur 6.796 tonsum nidur i 5.469 tons. Útflutningsvirðið av teimum frystu hýsuflek- Útflutningurin av farmaskipum munaði væl unum minkaði eisini nakað. Úr 72,0 mill. kr. niður í 66,3 mill. kr. Negdin minkaði við kneppum 900 tonsum og var í fjer 5.083 tons. Ein annar av teimum stóru verubólkunum — fiskamjøl — minkaði eisini nógv í útflutningsvirði. Utflutningurin av fiska- mjøli var i fjør 44,9 mill. kr. afturímóti 64,9 mill. kr. árið fyri. Nøgdin mink- aði ur 24.317 tonsum nidur i 19.385 tons. Makrelur til matnad minkaði vid stivliga 5 mill. kr. og var i fjør 42,4 mill. kr. Nøgdin minkadi vid umleið 800 tonsum niður i 27.037 tons. Teir smærru vøru- bólkarnir øktu um utflutningsvirdid Afturímóti vóru tað teir smærru verubólkarnir, sum gingu fram. T.d. vaks útflutningsvirðið av ís- fiski úr kneppum 9 mill. kr. upp í stívliag 26 mill. kr. Tonsatalið ektist við kneppum 3.500 tonsum upp í 4.848 tons. Utflutningurin av salt- aðum upsafløkum vaks eisini munandi. Í 1978 vórðu 345 tons útflutt fyri 3.3 mill. kr. meðan 1.408 tons i fjør vórðu útflutt fyri 13,7 mill. kr Eisini vaks útflutning- urin av frystum fiski frá 6,1 mill. kr. til 11,1 mill. kr. Í negd var talan um eina øking upp á knapp- liga 400 tons. Bólkurin av eðrum frystum fiskafløkum vaks eisini munandi — úr 505 tonsum upp í 1.436 tons. Í virði var økingin úr 4,1 upp í 12,5 mill. kr Utflutningurin av fryst um slógvi gerst eisini sterri. Virðið vaks við 5,7 mill. kr. og var knappliga 18 mill. kr. Negdin vaks úr 19.931 tonsum upp 26.889 tons. Harafturat vaks út flutningsvirðið av fleiri eðrum smærri bólkum so sum kalvi, rogn, fiskafars og jåkupsskel. Fleiri troyggjur Umframt fisk og fiska- verur er nærum eingin út flutningur av framleiðslu- verum. Ull og bundna- verur hevdu ein lítlan vekstur í útflutninginum. Soleiðis varð útflutt fyri 2,9 mill. kr. í troyggjum í 1979 afturímóti 2,3 mill. kr. árið fyri. Talið av troyggjum vaks eisini munandi úr 21.793 upp í 25.452 troyggjur Fleiri farmaskip n storan mun AUUÐN ngsvirðinum gjerdi byg ingin a larmaskipum Talan er um tarmaskipini Saltfiskur er framvegis stersta útflutningsveran sum eru bygd á Skála skipasmiðju til Danmark ar og Ítalíu. Utflutningsvirðið av teimum var 51 mill. kr., sum er meira enn tað dupulta av útflutnings- virðinum í 1978, tá tað var 22,8 mill. kr Men nøkur gomul skip vórðu eisini seld av land- inum. Virðið av teimum var knappliga 8 mill. kr Innflutningurin ikki tekur Her er bert talan um út flutningin, sum Feroyar Keypsiondini býta seg soleiðis: hevdu í 1979. Tey enda- ligu tølini fyri innflutning- n eru vanliga ikki tek fyrr enn tað líður út a árið. Meðan Hagdeildin hjá Ferova Landsstýri ger út- flutningin upp. verður inn- flutningurin gjørdur av Danmarks Statistik, sum fær alt tilfarið frå Føroya Gjaldstovu. Hon hevur ikki útgerð at gera inn- + flutningin upp við. Leysliga mett lá innflutningur fjør um eina milliard kr., so talan verður um eitt rættiliga stórt hall á handilsjavnan- am. Keypslond Danmark Finland Noreg Sviariki Belgia Tjekkoslovakíið Frakland Grikkaland Háland irland Italia Sveits Spania Bretland Vesturtýskland Eysturtýskland Canada USA Grenland Japan kr. 181.939.601 22.656 21.667.367 16.343.860 6.248.027 7.727.089 64.139.352 11.570.089 7 830.067 6.375 57.029.919 138.435 56.743.024 141.344.341 71.757.878 444 530 3.895.438 108.691 .993 91.313 19.710 757.651.664