Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða4 kring oyggjarnar Gríma: Onki frætt UStuding Frá teirri tíðini, tá Gríma var falkmannað. Her spæla tey ein barnaleik á Býarbókasavninum. Tað eru Rosa og Birita, sum eru á pallinum — ella gólvinum. Rosa er tann einasta av uppruna- ligu manningini í Grímu, sum framvegis er í leik- bólkinum. Og tað er enn óvist, nær Gríma verður full- mannað aftur Tað er framvegis åvist, hvussu arbeiðið hjá leikbólkinum Grímu verður háttað í næsta leikári bólksins. Gríma hevur enn onki frætt, um hon kann vænta at fáa tann studning, sum er neyðugur fyri, at hon kann fullmannast Tað er tó avgjert hvussu leikárið byrjar | Tað verður við einum leiki eftir Dario Fo | sama hevund Afturvald Norrena felagið hevði aðalfund týskveldið. Eftir lógini skuldu trý fólk fara úr nevndini. Tey, Kjartan Hoydal, Bárður Jákupsson og Jórun Simonsen, blivu geil afturvald. Samtykt bleiv á fundinum at hækka limagjaldið í 50 kr. um árið. Greitt varð frá starvsætlan felagsins fyri 1980. Eitt av tí, felagið fer at virka fyri, er at finna fram til, hvussu vit feroyingar kunnu fylla tann ramma, sum ætlaða Norðurlandahúsið i Havn verdur. Tad er meiningin, at føroy- ingar skulu skipa fyri tiltøkum í húsinum sterra partin av árin- um. Upplýst bleiv á aðal- fundinum, at bókagávan til limirnar í ár verður ein norður- lendsk sangbók. sum skrivaði >Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra<. Venjingar- nar eru byrjaðar Gríma hevur í hesum leikárinum spælt »Kærleiksrimur« y staðni í landinum. Nú eftir ein drúgvan steðg fara tær báðar, Rosa og Laura, aftur út at ferð- »Kærleiksrim Spælt verður i Kl-hellini í Klaksvík i kveld ki. 20 og í morgin kl. 16 msa ast við um: Trolararnir farnir ut aftur Skipini, sum hava ligið i Miðvági síðani tíðliga í vetur, eru nú farin út aftur at royna. Skipini blivu legd orsakað av fíggjarsteðuni. Fimm skip fiska nú til Snarfrost í Miðvági. Tey eru trolararnir Jatnaklettur, Hamra- berg, Mars og Heldars- tindur. Reynsatindur roynir við gernum. Veiðan hjá skipunum er 90—120.000 pund uppá túrin. Tað er mest upsi, tey fáa. Nakað av kongafiski er eisini uppii. Utbyggingin av Snarfrost er liðug og kann virkið nú taka móti 7.000 tonsum av ráfiski um árið. Virkisleiðslan = ber ótta fyri at koma í ta steðu seinni í ár at rá- evni trýtur til virkið og boðaði tí herfyri øllum áhugaðum til ein orien- terandi fund um steð- una. 7 ———WWiø"IWIIIKiIIH——E———————————<——"J""——— sosialurin Nr. 15 — 23. februar 1980 Landsstýrið ger nyggja roynd at fåa Magnus Heinason Landsstýrið ger nú eina nýggja roynd at fáa trolaran Magnus Heinason keyptan. Landsstýr- ið hevur sett seg í samband við reiða- riid og fyrsti fund- urin um meguligt keyp verður nú mánadagin. Johan Djurhuus, skriv- stovustjóri í landsstýr'n- um, sigur, at landsstýrið metir Magnus Heinason at vera sera væl egnaðan til tey endamál, ætlanin er at brúka hann til. Tað er ætlanin at reka hann soleiðis, at hann ein trið- ing av tíðini ger vísinda- ligar fiskiroyndir, ein trið- ing brakteat fiski- royndir og ein triðing er til vanligan fiskiskap Datt niðurfyri andsstýrið hevur fyrr tað at ke >ypt M agnus son. Men tað da ri, tí reiðaríið metti lágt Reiðarin, Sofus Thomsen, sigur, neyndur ein at nú er prísur uppá uml. 18 mill. kr Tad er ikki einans lands- stýrið, sum hevur áhuga fyri Magnusi Heinasoni. Í Vágum vóru ætlanir um at stovna eitt partafelag og keypa skipið. Tað vóru flakavirkið Snarfrost og arbeiðsfólkið har, sum tóku stig til hetta. Men flakavirkið í Runa- vík, Lynfrost, vildi eisini keypa. Har hevði Runavíkar kommuna jått- að 1 mill. kr. til keypið, men tå avtornadi, vildi nevndin i Lynfrost ikki vera vid, upplysir Sofus Thomsen. Hann sigur, at reiðaríið helst vildi, at Magnus Heinason bleiv verandi í Runavík og tí heldur vildi selja hann til Lynfrost enn Snarfrost. Tað vóru tó ongantíð nakrar samráðingar um prís, hverki við Lynfrost ella Snarfrost, upplýsir Sofus Thomsen. Magnus Heinason hevur ligi í Runavík, har hann kom aftur úr Noregi, síðani hann var til garantieftirlit. Broytingar eru gjørdar á arbeiðsdekkinum. soleiðis, at tað nu er betur egnað til isfisk. Magnus Heinason varð annars bygdur fyrst og fremst við saltfiski í huga Býráðið fær helst Sloans og Heine- sens hús aftur Líkt er nú til, at býráð- ið fær aftur Sloans og Heinesens hús. Á ein- um fundi millum | byggi- og býarskipan- arnevndina og stýrið fyri Meinigheitshúsið týskveldið, kom tað Meinigheitshúsið stendur. Essa Arge, formaður í byggi- og býarskip- anarnevndini, sigur, at nú verður hugt eftir tekningunum, sum blivu gjerdar síðst í trýssunum, av einum nýggjum Meinigheits- húsi. Samstundis verður Gunnar Hoydal, býararkitektur, biðin um at gera uppskot til nýbygging á økinum við garðin. Tá uppskot er komið, sum báðir partar kunnu góðtaka, verða samráðingar millum figgjarnevnd ina og stýrið fyri Mein- igheitshúsið, sum eftir øllum at dema enda við x Kommunuskúla- | | | | 8 | | | | fram, at stýrið { viljugt at fara aftur til ekið við Kommunu- skúlagarðin, har 3 | ti, at makaskif verður tikið aftur Innbrot hjá Kaaber tannlækna: Sjáldsom føroysk fri- merki og myntar stolin — Peningaskáp hjá Oscar Kaaber, tannlækna, brotið upp og virði fyri fleiri milliónir stolin Virðimikil frímerki og myntar úr Feroyum eru ein partur av tí ríkidemi, sum hvarv úr peninga- skápinum hjá Oscar Kaab- er, tannlækna, eftir eitt innbrot í heim hansara í Ringe á Fjóni. Tað eina fri- merkjasavnið hevur eitt virði uppá 300.000 kr. Oscar Kaaber var tann- lækni í Feroyum í tretivu- árunum og undir krígnum. Hann fór aftur til Dan- markar eftir kríggið. Gull, D-markar, silvur og dollarar Innbrotið í heimið hjá Oscar Kaaber er framt, meðan hann var í Jútlandi á stuttari vitjan. Peninga- skápið er brotið við einari sleggju. Skápið var fult av alskyns ríkidemi. Har vóru virðismiklir skart- gripir við dýrum steinum, gull- og silvurarmbond, sjáldsom frímerkjasevn, stór myntasøvr, virðis- brev og D-markar, doll- arar og annað gjaldoyra. Hetta hevur alt eitt virði uppá fleiri milliónir krónur skrivar dagblaðið Aktuelt mikudagin. Politiið i Svendborg, sum arbeiðir við málinum, hevur ongar viðmerkingar til stuldurin. Tað vil til demis ikki upplýsa, um Oscar Kaaber hevði virð- ini, sum vóru í peninga- skápinum, rímiliga tryggj- að. Ikki ókent Tað er ikki ókent, at fer- oyskir lutir verða stolnir í Danmark. Innbrot hava verið hjá føroyingum, sum búgva niðri, og m.a. eru føroyskir knivar stolnir. Um hetta bert er av til- vild, ella um innbrotini verða framd einans við ti endamáli at fáa hendur á føroyskum lutum, er évist.