Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Tos og reyp »FISKIVINNAN er i trupulleikum. Vit missa rættindi aðrastaðni, og tað gerst trengri á heimaleiðunum. Vit mugu troyta aðrar ALTERNATIVAR vinnumøguleikar. Byggja upp idna, byrja fiskaaling og fremja bygda- menning. Arbeiðspláss til småbygdirnar. Vit mugu stuðla øllum tiltøkum, ið bera á hesa leiða... … á TINGSINS rødarapalli, og útvarpið er við mikrofonini. Hetta eru tey orð, ið hin før- oyski politikarin anno 1980 hevur at bera okkum. Orð, sum hverki kosta pening ella stríð — men sum geva atkvødur og eina ávísa virðing. VIT KUNNU skjótt verða á einum máli um, at tað mugu skapast alternativir vinnumøgu- leikar, sum ikki endiliga skulu hava beinleiðis tilknýti til fiskivinnuna. Men longur røkkur semjan heldur ikki. LAT TAÐ tí verða sligið fast beinanvegin! Við vøkrum orðum skapa vit ongar alternativar vinnumøguleikar. Gerðir mugu til — og eisini okkara løntu politikarar mugu vera við til at fremja gerðirnar. MANGIR framskygdir og virkisfýsnir menn og kvinnur brúka friløturnar og egnan pening til at royna ymsar nýggjar vinnumøguleikar. Politikararnir siga, at vit eiga at stuðla tilik- um monnum — og stuðul er júst tað teimum tørvar — fyri at kunna fara í gongd av álvara. MEN VIT eru jú i Føroyum. Mangir eru fyri- Munirnir at búgva á hesum klettum — men eitt, sum eyðkennir okkum í stóran mun, er øvundsjuka, missálit og klandur. Og eisini tað eyðkennir okkum, at tað er so avgerandi, hvenn politiskan flokk tú hoyrir til — fyri at kunna vera góður nokk og tí stuðlaður. TÍ VERÐA mangir av okkara framskygdu monnum køvdir á hálvari leið. Summir koma longri. Teir klára at gera tær neyðugu fyri- reikingarnar og skulu so fara í gongd. Teir skriva umsóknir, sum tó verða liggjandi hjá teimum mongu myndugleikum og stovnum — verða jarðaðar har. Í BLAÐNUM í dag er ein grein um aling av kræklingi í Føroyum. Felagið Atlantic Shell- fish, sum situr inni við ógvuliga virðismiklum tilfari frá egnum royndum, hevur nú bíðað í meira enn trý ár at fáa loyvi til at byrja eina royndarframleiðslu. HÓAST slík mál hava skund, skulu tey ganga vanligu gongdina igjøgnum búrokratiska maskinaríið — og verða á leiðini tarnað av misstrugvardi politikarum og embætis- monnum. Heldur átti viðgerðin av tílíkum málum at verið framskundað og ikki sett í sama bás sum eitthvert tilvildarligt byggjarí. TIL politikararnar! Tað eru tit, sum eiga at fáa tilik mál ígjognum sum skjótast. Tit, sum tosa um álvaran av alternativari vinnu Orðum áleina kann »eingin« liva av. Ella? | | sosi alurin Nr. 15 — 23. februar 1980 Gev fiskinum frið at gýta Vit hoyra nú um, at leg- tingið hevur eina ógvuliga áhugaverda sak til við- gerðar. Tað er einki minni enn at geva fiskinum frið í gytingartidini, og so liggur nær fyri at spyrja: Nær er gytingartidin? Tað er skjótt at svara. Gýtingartíðin er tríggjar mánaðir, og eru hesir februar, mars og apríl. Tað mesta fiskurin gýtur, er í mars og apríl, og er tað av allra stersta týdningi, at hesir tríggir mánaðirnir verða friðaðir fyri gørn og trol, frá 1. februar til 1. mai. Fiskurin, ið gýtir, tekur ikki húk við agni á. Hann heldur seg á botnin- um, og síðani vit fingu ekkoloddini, ber væl til at fylgja við, hvussu hann ber seg at. Tá hann so er liðugur at gýta, er áhuga- vert at síggja, hvussu nógv hann leggur eftir sge. Botnurin er tá púra fjaldur, sum eisini er skill- igt, tí fyrst hevur fiskurin sprænt rognið úr sær, og so hevur hannfiskurin sprænt silið úr sær Nú skuldi ein trú, at legtingsmenn vóru so mikið at sær komnir, at teir skiltu, hverja ólukku ein ella fleir1 trolarar, ið koma tóvandi gjøgnum hesa torvu av fiskayngli, gera. Tað rættist, at ein ávísur legtingsmaður ný- liga skal hava sagt í ting- inum, at gern gera ikki fiski, sum gýtir, ónáðir, og at húkurin ger mesta skaðan. Tað er at harmast um, at tílíkir tápulingar standa í tinginum. Og hesin sami legtingsmaður sigur seg hava hesar upp- lýsingar frå fiskifreðingi. Eg skal ikki siga nógv um fiskifrødingar, men tá talan var um at geva trol- bátum loyvi á landleiðini, fingu vit at vita frá ávís- um fiskifrødingi, at tað lógu dungar av reyðsprek- um á botninum — deyðar av elli, og tað ráddi um at trola dúgliga langt inn. Royndirnar hava prógv- að, at ikki bert í hesum fori er skeivt mett, og at ein ikki má vera ov góð- trúgvin. Skilamaðurin Esmar Fugle segði einaferð í út varpinum um garnafiski- skap: Drepið allan seyðin tá hann kemur fram móti lembing, og vita so hvussu nógv bóndin drepur á heystinum. Hetta er rámandi bílæt av garnaveiðu, men teir, ið fiska við gernum, gera einki annað enn tað, teir hava loyvi til, og allir vilja hava. Men her eigur løg- tingið at siga, at frá í dag og til 1.1. 1981 er loyvt at fiska við gernum, men so er loyvið úti. Og tá eigur legtingið at geva garna- bátunum ein hóskandi studning til umleggjan til aðra veiði. Gamal! fiskimaður Um álitismannaskipanina Nú ein álitismaður er koyrdur úr vinnu á einum arbeiðsplássi í Tórshavn, má ein spyrja seg sjálvan, hvat tað yvirhevur nyttar at hava álitismenn á ar- beiðsplássum? — Sum álitismannaskip- anin er nu, skal ålitismad- urin veljast av arbeiðs- fólkinum, men aftaná hetta val skal arbeiðsgev- arin góðkenna valið, tó so- leiðis, at um arbeiðsgevar- in vrakar tveir álitismenn, skal hann taka hin triðja. Mitismadurin skal syrgja fyri, at arbeiðið fer sidiliga fram á arbeiðsplássinum. Hvat hevur hann so at gera sum álitismaður? Í ðrum londum er tað so. at ein álitismaður er valdur av arbeiðsfólkinum til at hjálpa teimum, tá ið trup- ulleikar eru á arbeiðspláss- inum. Hann skal vera tann, ið arbeiðararnir líta á, ikki ein erindasveinur fyri arbeiðsgevaran. Tad er ógvuliga ódám- ligt, at arbeiðsgevarin skal góðkenna álitismann- in, tí tað vil siga, at hann helst vrakar tann. sum félkið dámar best og velur tann, ið hann kann makta, um konfliktir verða. Tað er líka ódámligt, at ein álitismaður kann upp við bert freist, sjálvt um grund- geving krevst, tí okkurt páskot kann arbeiðsgevar- in altíð finna, t.d. at tað ikki er arbeiði nokk til all. Men næsta dag setur hann kanska nýggj fólk, tí nú er aftur arbeiði nokk, bert ikki til persónar, sum hann ikki dámar. Um ein gerðarættur gongur ímóti uppsegnini skal álitismað- urin hava 6 vikurs løn: í ødrum londum er ein álit- sigast 14 daga ismaður vardur ímóti upp- segn soleiðis, at hann skal vera tann seinasti, sum verður uppsagdur um tað ikki er arbeiði til øll, og verður hann koyrdur, hann rætt til at blíva á arbeiðsplássinum í fleiri mánaðir hevur Onki er at undrast á, at eingin torir at vera álitis- maður í Feroyum. Heldur hann seg til sáttmálan um álitismannaskipanina, verður hann ørindasveinur arbeiðsgev- arans og illa dámdur mill- um arbeiðsfólkini, og ar- beiðir hann fyri, at arbeiðs- fólkið skal fáa bestar um- steður á arbeiðsplássin- um, verður hann koyrdur av arbeiðsgevaranum. Men uttan álitismenn standa arbeiðsfólkini rættiliga veikt, tá ið tey hava trupulleikar á ar- beiðsplássinum, tí eingin teirra torir at beklaga seg — tey kunnu jú sjálvi sig- ast upp uttan ávaring. Her er eitt álvarsligt brek í tí foroyska væliferð- arsamfelagnum, og tað krevst at beta um rættind- ini hjå ålitismonnum og - kvinnum beinanvegin. Ein ålitismadur ella kvinna eigur at vera vald(ur) av arbeiðsfólkin- um sjálvum. Krav um at arbeiðsgevarin skal góð- taka hann eigur yvirhevur ikki at vera í sáttmálan- um. Hann eigur at vera vardur ímóti uppsegn, soleiðis at hann skal vera tann seinasti, ið verður uppsagdur á arbeiðspláss- inum. Bert arbeiðsfólkið á ar- beiðsplássinum eigur at kunna seta hann frå. Hann skal hava 4 mánað- ar uppsagnarfreist. Hansara starv eigur ikki at hava nakað at gera við at ansa eftir arbeiðsfelag- unum hjá sær, men bert at verja tey. Hann skal stutt sagt tryggjast totalt ímóti forfylging frá arbeiðsgev- arans síðu. At vera álitismaður er eitt rættiliga ótakksamt starv. Arbeiðararnir eiga ti at standa saman fyri at fáa álitismannaskipanina broytta soleiðis, at álitis- maðurin kann rekja fólk- sins áhugamál uttan at skula stúra fyri at verða koyrdur um hann kemur á kant við arbeiðsgevaran. HEN. A ——iiiieL£4m; Er selan av bamsum rætta fortreytin? Sum onkuntið fyrr er Dimmalætting aftur farin at gremja seg um, at eingin er at finna í sitandi landsstýri, sum av egnum royndum veit um rakstur av fiskivinnu at siga. Hetta verður drigið fram í oddagrein blaðsins sein- asta hósdag. I nevndu oddagrein verður m.a. tikið soleiðis til: »Innan flokkarnar utt- an fyri landsstýrið sita fólk, sum hava nærri sam- band við fiskivinnuna enn teir, sum í landsstýrinum sita…« Ahugavert hevði verið at fingið uppspurt, hvønn sipað verður til. Síðani heimastýrislógin kom í gildi hevur sambands- flokkurin luttikið í seks landsstýrum. Hesi seks landsstyrisskeidini fevndu 99 2 ar 0 um <é arin) hevur sambandsflokkurin I hesi 2 havt 4 ymiskar persónar sitandi í landsstýrinum. Fyrst Andreas Samuel- sen, sála. Hvat visti hann um fiskivinnurakstur av egnum royndum? Síðani Kristian Djur- huus, fyrrverandi løg- mann. Hvat visti hann um fiskivinnurakstur av egn- um royndum? Og til endans Petur F Christiansen og Eli Nol- søe. H Vistu teir um fiskivinnurakstur av egn- um royndum? Tann seinasti var av sambandsflokkinum enn- tå settur at umsita fiski- vinnumål i landsstyrinum. Hevur hann nakrantíð sæð ein livandi fisk? Tað seinasta hann gjørdi, áðrenn hann kom í landsstýrið, var, at hann seldi dukkur og bamsur úr egnari krambúð í Klaks- Framhald á síðu 12