Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 23. februar 1980 sosialurin Dagny Joensen, bladkvinna Børnini blivin offur fyri hægstbjóðandi Tað er gamalt at sláa tunnu og at ganga grýlu á fastalávint — soleiðis hevur altíð verið, men nú er ivasamt, um hesin sidurin ikki fer at detta burtur í framtíðini. Festulávint plagdi at vera fyri bernini, sum stákaðust dúgliga við at gera sær gekkaskortar og grýluklæði. Um dagin varð farið at sláa tunnur, og seinni, tá tað varð myrkt, fór allur barna- flokkurin á garðinum inn at vitja í grannalagnum, sum skuldi gita, hver ávísa grýlan í veruleik- anum var. Tá galt um at fjala seg væl aftanfyri grýluklæðini, og spenn- andi var at vita, hvussu leingi grýlan kundi halda sær, fyrr enn láturin fekk yvirhond og viðkomandi ikki kundi dylja rætta navn sítt. Tey vaksnu spældu væl við, og segdu seg ikki vita hver grýlan var, hóast tað kanska ikki var so torført at gita seg fram til, men hetta bert fyri at gera tað so skemtiligt sum gjerligt Tá grýlan varð kend aftur, fekk hon okkurt góðgæti ella eitt oyra. Tað er ikki langt síðani at »vinningurin« var ein sukurmoli, eitt 10-oyra ella nakrar rosinur, men tað var í teirri tíðini ikki tað mest umráðandi. — Tað at ganga saman í stórum bólkum, hevði stóran stuttleika við sær, alt eftir hvat bernini sjálvi dugdi at fáa burturúr. Heartil kom, at bernini festulá- vintskveld sluppu at vera leingi úti, og bert tað hevði veitsludám- in við sær. Nútímans grýlur hava tað ikki so stuttligt, men tey vaksnu hava heldur ikki lært bernini at stuttleika sær, so sum foreldrini áður lærdu í sínari tíð. Hvat er tað vit hava lært okkara bern, og hverjir eru stuðlarnir? Í Havn er tað vanligt at halda festulávints- hald í Ítróttarhellini. Skúlabernini hava frí henda dagin og tá plagar onkur vælgerðarstovnur at standa fyri tiltakin- um. Tað er allan heiður og æru vert, at fólk ókeypis stuðla vælgerðar- arbeiði, men hví skal tað altíð ganga útyvir bern okkara? Mær vitandi eru foreldur ongantíð boðin í veitslu, har tey bert kunnu reika millum nakrar gjerdar búðir, har ymist stakkalastás er til keyps fyri dýrgoldnan pening. Tað bernini kunnu keypa verður kortini blakað burtur á heimvegnum. Tað er av avgerandi týdningi fyri bern okkara, at tey læra at stuðla tann, sum hevur hjálp fyri neyðini, tí tað gevur teimum ábyrgd at vita, at ikki øll fólk hava somu semdir Kortini vil eg halda, at tað júst eru tey bernini, sum fara í Itréttarhøll- ina festulávintsmána- dag, sum eru við sviðið soð! Mær var fyri henda dagin, at hoyra eina samreðu millum tveir hálvvaksnar dreingir, har annar »bert« hevði 25 krónur at stuttleika sær fyri í hellini, meðan hin hevði 100 krónur Tad stóðst ein tvidråttur millum vinmenninar, tí so stórur munur var á peningamongdini. Hann, sum bert hevði 25 krón- ur. helt tað vera bíligar! at fara til keypmannin at keypa góðgæti, tí har var helst bíligari enn høllini. Hin vildi niðan í heilina, har hann skjót- ast kundi sleppa sær av við tær 100 krónurnar Bernini vistu sjálvandi, at tað at fara til festu- låvintshald í høllini, bert var at brúka pening Hetta gav einum nakað at hugsa um. Hvat er tað vit gera við bern okkara? Læra vit tey ikki júst, at tað ikki ber til at stuttleika sær, um ein ikki hevur nóg mikið av peningi við? — Hugsanin um føstu- lávint í gomlum degum kom soleiðis fram fyri ein aftur. Tá kendu vit kanska ikki so nógv til vælgerðararbeiði - annad enn at binda til basar ella at lata nøkur oyru til Ungarnshjålp- ina, men tað forðaði kortini ikki fyri, at vit kundu stuttleika okkum, um so skuidi vera Tidirnar tad hava tær broytast, longu lært »kkum vaksnu ein hóp um seinastu 15—20 árini. Vit vita eisini, at stóra peningamongdin millum fólk ikki fer at verða verandi, men hví læra vit ikki bernini um tað sum er væntandi? Tad sýnist so hjartaleyst at hugsa um, hvat okkara bern skulu geva víðari til komandi ættar- liðið. tí tá vit hugsa okk um um, so hava vit í jagstranini eftir peng- ingaligum rikidømi, full- komiliga slept núverandi uppvaksandi ættarliði upp á fjall, har tey eru býti fyri tað hægstbjóð- andi. Hver, ið hevur skuldina av hesum, skai ikki verða umrett her, tá tað neyvan heldur er nakað beinleiðis prógv fyri, hví so er Sum sagt skulu tey, ið fyrireika slík tiltek, hava tekk fyri, at tey lata ókeypis arbeiðsmegi til góðgerðarendamál, men er tað neyðugt, at tað skal gerast ti eitt handilsvirki, ið eingin sum Jletur pengar børnini) hava stuttleika :|la gagn av? Tað eru, sum áður sagt, bert skulabørnini, sum hava frí festu- låvintsmånadag og soleiðis hava aðrir stovn- ar ikki afturlatið tað vil siga, kunnu td. lærarar ikki verða forð- aðir í at vera við til at skipa fyri hesum haldi. Eg vildi tí fegin vita, um tað ikki er gjørligt hjá skúlastarvsfólki at gera okkurt munagott fyri skúlabernini. Ítrótt arhøllin er til taks, og teir, ið stjórna fyri góð- gerðararbeiði, hava higartil arbeitt ókeypis. — Vælisignað veri tykk- um, stuðlið = okkars bernum eins og tit stuðla vælgerdåarstovn- unum. — Tað er júst tað uppvaksandi ættarliðið, sum skal taka yvir eftir okkum men hverjar fyrimyndir geva vit teimum, tá tey reika aftur og fram uppi Itrottarhøllini, har einasta samtaluevnið er „Hvussu nógvar pengar hevur tú vid. ?« Dagny Joensen Í jagstranini eftir peningaligum rikidømi hava vit slept uppvaksandi ættarliðnum upp á fjall... RS AS A AA A) BP NR VAR