leygardagur 23. februar 1980síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
£ .
"Nr. 15 — 23. februar 1980 s0sialurin Síða 9
Vinnuskúlarnir við er = In
. —— 8 rem.
Marknagilsvegin: i ; þm
ærøemes tæerne
Handelsskole MaSKITISKOM
+ .
Á — »rmmnnnmæmen mompå +
—— - pr 2. ——
þá er» ,
. pi
Kk Fr, os, PR
arætlan
fyri vinnu-
Myndin synir útbygging-
arætlanina fyri skúlagkið
skúlarnar
góðkend
Ein útbyggingarætlan
fyri triggjar vinnuskul-
ar vid Marknadargils-
vegin er nú góðkend av
Undervisningsminister-
iets Byggedirektorat.
Utbyggingarætlanin fevnir
um Tekniska Skúlan, Feroya
Handilsskúla og Føroya
Maskinskula.
Ætlanin um at byggja hes-
ar triggjar skularnar við
Marknadargilsvegin er fleiri
åra gomul, men fyri at fåa
skjøtul settan å, hevur Tekn-
iski skulin, í samráð við Und-
ervisnings Byggedirektorat,
ynskt at fáa hesa útbygging-
arætlanina gjerda.
Tað er Árni Winther, arki-
tektur, sum hevur gjert út-
byggingarætlanina. Arbeiðið
varð gjert í desember og góð-
kent herfyri.
Fáa greiðu á
tervinum
Endamálið við ætlanini
er at fáa greiðu á tørvinum og
ynskjunum hjá teimum ym-
isku skúlunum, og at laga
hesi eftir viðurskiftunum á
staðnum fyri á tann hátt at
fáa sum best burtur úr økin-
um.
Frammanundan er fyrsta
byggistig fyri ætlaðu
byggingina á økinum gjørt.
Tað er skúlaheimið hjá Tekn-
iska Skúlanum, sum varð lið-
ugt í 1976.
Upprunaliga fekk Tekniski
Skúlin ekið frá Tórshavnar
kommunu í 1972. Seinri varð
so avgjert, at Handilsskúlin
og Maskinskúlin eisini
skuldu byggja við Markna-
gilsvegin.
Økini til hesar skúlarnar
skulu nú matrikulerast frá,
og skulu ganga í byggingina
sum eginkapitalur
Handilsskúlin
næsta stig
Næsta byggistig á økinum
fevnir um Handilsskúlan.
Hesin bygningurin skal helst
vera liðugur í 1983, tí tá
gongur leigusáttmálin, sum
Handilsskúlin = hevur við
Fiskaseluna, út, og hesin
sáttmálin kann ikki leingjast.
Viðvíkjandi Maskinskúl-
anum, so kann eisini roknast
við, at hann fer undir bygg-
ing í komandi árum.
Tað er einki dulsmál, at all-
ir tríggir skúlarnir hava
ógvuliga vánaligar umsteður
at virka undir. Eins og Hand-
ilsskúlin heldur Maskinskul-
in til í leigaðum helum, með-
an Tórshavnar kommuna í
letuni byggir verkstaðs-
barakkir við Velbastaðvegin
til Tekniska Skúlan fyri at
beta um umsteðurnar hjá
honum. Leigusáttmálin við
býráðið gongur til 1985, so tá
skal Tekniski Skúlin eisini
verða bygdur.
Steddin á
skúlanum
Tekniski Skúlin, sum bæði
fevnir um lærlingaskúla og
próvtekuskúla, skal eftir ætl-
anini byggja ein bygning,
sum verður um 6.380 kvm. til
staddar.
Handilsskúlin, sum er
skipaður sum dagskuli og
kveidskúli, verður um 1115
kvm. til steddar. Men um til-
gongdin av næmingum ikki
broytist, verður tervur á
fleiri rúmum, einir 540 kvm.,
im nøkur få ár til
Ivamali3 um tilzongdina
við Marknagilsvegin
av næmingum stendur
band við ætlaðu handils
skúlabyggingina í Kambsdali
pg møguliga
Førovum
2drastadni
Maskinskulin, sum fevnir
im fyrireikingarskeid, ma
sKinist prog DE naskin
neistaraprógv, skal byggja
ein bygning upp á 1720 kvm
Ríkiskassin letur
meginpartin
Allir tríggir skularnir eru
sjálveigandi stovnar, men
verða fyri meginpartin fíggj-
aðir av danska ríkiskass-
anum.
Viðvíkjandi rakstrinum av
Tekniska Skulanum og
Handilsskulanum figgjar
rikiskassin 80 pst., medan
heimstadarkommunurnar hjå
næmingunum figgja 20 pst.
Rikiskassin fíggjar allan
raksturin av Maskinskúlan-
um.
Byggingin av skúlunum
verður fíggjað við ríkiskassa-
lán: (3/6), láni frá kreditfelag
(2/6) og við eginkapitali (1/6).
Ríkiskassalánini eru av-
dráttar- og rentufrí, meðan
onnur prioritetslán ganga inn
í roknskapin hjá skúlunum.
Tey verða tó goldin av rík-
inum.
SERVIETTA
til hátíðarhald
Í
JJ á
26. OKTOBER 1979
so sum, dóp, konfirmatión,
fæðingardag, brúdleyp, silvur-
brúdleyp og gullbrúdleyp.
Navn verður prentað á.
Stórt úrval av pynt- og
konfirmatiónskortum.
HJALMAR JACOBSEN,
Bókhandil
N. FINSENSGØTA 14, TLF. 1.1584