mikudagur 27. februar 1980síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
sosialurin
húsateigurin
Nr. 16 — 27. februar 1980
v/ Bjarka Højgaard
møbla- og innrættingararkitekti DMI
Bjålvingin
Hvagar fer hitin — og hvussu ” >= 5
nógv kann sparast
Hitin í einum 6bjålvadum húsum hvørvur upp í gjøgnum takið,
út í gjøgnum veggirnar og vindeyguni, niður í gjøgnum gólvið, í
gjøgnum rivur í konstruktiónini og harafturat fer ein stórur
partur av hita til spillis við avlopsvatninum frá køkinum, badi-
stovuni og vaskikjallaranum
Eini bjålvad hus spara ein stéran part av hesum hitamissin-
um. Hvussu nógv hetta er, veldst um hvussu tjúkk bjálvingin
er, og hvussu nógv løg av glasi vindeyguni hava. Ein kanning á
hesum ski sigur, at um man skiftir frå vindeygum við einkult-
um glasi til termorútar við dupultum gløsum, sparir man 33
litrar av olju um árið fyri hvønn vindeygaðkvadratmetur. Hevur
man t.d. 10 m? av vindeygum við einkultum glasi, sparir man
330 litrar av olju við at skifta til termorútar. Við dagsprísinum á
olju uppá kr. 1,53 fyri liturin, sum grundarlag. svarar hetta til
504 kr. um árið. Fær man sær termorútar við trimum legum av
gløsum, økist henda sparing við 9 litrum pr. vindeyga-
kvadratmetur og svarar hetta til 138 kr. afturat.
Heit luft flytur seg sum kunnugt uppeftir, og tí er tann størsti
hitamissurin upp í gjøgnum takið. Eitt 100 m? óbjálvað tak
missir fyri 1500 litrar av olju um árið. Hetta svarar til einar 2295
kr. Verður ein 100 mm bjálving nýtt her, sparir man 1100 litrar
eila 1683 kr. um árið. Prísurin fyri 100 m? 100 mm bjálving er
3040 kr. (30,40 kr. pr. m?), so hesin peningurin er spardur inn
aftur eftir tveimum árum. Um 200 mm bjálving verður nýtt í
staðin, verða tveir lítrar av olju spardir pr. m? afturat ella ialt
306 kr. um árið fyri teir somu 100 m? Kostnaðurin fyri 100 m?
av 200 mm bjálving er 6080 kr, so um hesin bjálvingarháttur
verður nýttur. verður kostnaðurin av honum spardur inn aftur
eftir trimum árum
Taka vit hetta húsið sum heild (mynd i) og rokna við, at út-
veggirnir eru uppá 100 m*. gólvið eisini 100 m? og tað samlaða
vindeygaarealið er uppá 20 m? og rokna út, hvussu nógv vit
kunnu spara, um vit bjálva tað við 100 mm bjålving, tetta ailar
lekar í konstruktiónini og minka um nýtsiuna á tí heita vatn-
inum frá 1500 litrum av olju til 750 litrar. síggja vit, at íalt kunnu
sparast 5270 litrar av olju eila fyri 8063 kr. um árið!
Hitavekslarar
Hitamissurin av tí heita avlopsvatninum kann setast níður
fyrst og fremst við at spara uppá vatnið. Í aðru syftu fáast so-
nevnd hitaendurvinningartól (hitavekslarar) til avlopsvatnið.
Hesi tól taka hitan burtur úr avlopsvatninum, áðrenn hann fer í
kloakkina, og føra hann aftur í miåstøduketilin. Tað finnast
eisini hitavekslarar. ið endurvinna avlopshitan úr luftini í
teimum »våtu« rúmunum, so sum køkinum (komfyrur, køli-
skáp og uppvaskim.), baðstovuni og vaskikjailaranum (vaski-
maskinur, turkimaskinur og frystiboksir). Hesi tól, sum eru lett
at seta upp. serstakliga í nýbyggjaríi — samstundis sum tey út-
skifta og reinska luftina regluliga alt samdegrið. Henda
spurning skal eg koma nærri inn á í eini seinni grein.
Størri krøv til
bjálvingarevnið
Teir hækkaðu oljuprísirnir hava gjørt, at krøvini til bjålvingar
evnini eru vorðin alt størri. Men fyri at taka nøkur demi um
bjålvingarhættir, ið áður hava verið nýttir. kann eg nevna: hol
mursveggur, lættbetong, træspønarplåtubetong, tiguisteinur
træ og bleytar træullsplåtur
Í dag eru tey mest nýttu evnini steinull, glasull, polystyren
plastskúm og carbamidplastskúm (til holmursveggir), ið hava
ein bjålvingareginleika, id liggur langt omanfyri tey evnid eg
just havi nevnt frammanundan.
Plaseringin av bjålvingini lagar seg eftir, hvussu veggurin er
uppbygdur. Eg skal ti nevna nøkur dømi upp å bjålving av
nøkrum vanligum utveggjum.
Trækonstruktiónsveggurin
Hesin veggurin er nokk tann mest nýtti veggurin til sethús í
dag. Mynd Il sýnir ein tílíkan vegg við 100 mm steinulls-
bjálving. Her er bjálvingin plaserað í millum teir berandi stólp-
arnar. Tann innanhysis klædningurin er annaðhvort úr gips-,
spøn-, træfipurplátu ella ødrum hóskandi evni. Millum henda
klædningin og bjálvingina er eitt damptætt lag úr antin plast-
ella aluminiumsfolio. Longur úti á tí køldu síðuni á bjálvingini
er eitt vindtætt lag av antin asfaltimpr. ella asbestcellulosu
plátu/pappi. Uttast kemur so regnskermurin, ið annaðhvort er
úr vatntættum ella loddrættum brettum, ella plátum úr træi,
plast, matal eila aðrum evnum. Í millum tann uttasta klædning-
in og bjálvingina eigur at vera ein sloka, ið skapar trystutjavna
og forðar vætuni í at treingja inn í veggin innanfyri.
bjálving —
TT
UI
Tann múraði veggurin
Her kann eg sum demi nevna tvey sløg. Tann eini (A) hevur ein
innara part, ið er ein trækonstruktión og hin (B) hevur ein
innara part, ið er úr lættbetong.
Tann fyrri veggurin (A) hevur eina 50 mm bjálving. Hon er
plaserað í sjálvari trækonstruktiénini, ið er uppbygd sum tann
trækonstruktiónsveggurin, eg just havi vidgjørt (Mynd Il).
Imillum henda partin og tann uttasta múraða partin, ið er regn-
skermurin, eigur at vera ein sioka, ið ikki må vera undir 50 mm
breið.
Tann seinni veggurin (B) er uppbygdur sum tann vanligi,
klassiski holmúrveggurin, men her er holrúmið fylt upp við
bjálvingarevni (7 cm br.), ið er impregnerað ímóti vætu. Í hes-
um vegginum er einki serstak vindtætt- ella damptætt lag.
Tann vætan, ið treingir inn í gjøgnum tað uttasta múraða lagið
verður steðgað av bjálvingini, ið her er vatnskýggjandi. Tann
dampur, ið treingir út í gjøgnum lættbetongid, verður sogin
upp í bjålvingina og »luftadur« út aftur í gjøgnum múrin uttast.
Hervið hendir eingin kondensskaði. Vindur. ið treingir inn í
veggin verður steðgaður av lættbetonginum.
Hesin seinni veggurin (B) kann eisini verða uppbygdur sum
vanligur holmúrsveggur við múrsteini uttan og innanfyri slok
una, og vid ti vatnskyggjandi bjålvingini imillum. Men tå er
tann innasta flatan gjørd vindtøtt vid pussi. Bjålvingaregin-
leikin hjå hesum veggjaslagnum (B) er ikki so góður, av ti at
vindurin sleppur inn i bjålvingina og avkølir hana.
regnskermur
lufisloka
Um ein óbjálvaður holmúrsveggur verður bjálvaður á henda
hátt (B), verður ofast nýtt skúm ella grús sum bjálvingarevni.
Framgangshátturin er tann, at nakrir steinar verða pilkaðir
burtur úr ymsastaðni í útvegginum og bjálvingarevnið verður
sprænt inn í gjøgnum holið, ið síðani verður typt aftur. Havast
má í huga, at flest all skúmevni svinna upp til 15% eftir at tev
eru sprænd inn í veggin. Hetta kann elva til tær sonevnd:
kuldabrýr og eisini kann væta uttanífrá nú treingja inn í gjøgn-
um hesi op og gera skaða innanfyri. Eitt annað bjálvingarevni,
ið verður nytt her, er malið, slætt steinevni. Hetta svinnur ikki
nær til so nógv. Felags fyri bæði sløg av bjálvingarevni má
vera, at tey eru vatnskýggjandi.
INNI
—+
Aðrir veggir
Á myndunum V og VI síggja vit tveir veggir. ið t.d. antin kunnu
vera betong-, leca- ella heilmúrsveggir (múrsteinur). Hetta
kunnu vera veggjasløg í gomlum húsum, ið nú skulu bjálvast.
Umstødurnar vilja viðhvert gera tað so gott sum ómeguligt at
bjálva húsini ella ein part av teimum innan. Tá verður ístaðin
tikið til at bjálva tey uttan. Verður bjálvingin sett inni í húsun-
um, má minnast til tað damptætta lagið, ið mynd V sýnir
Verður bjálvingin harafturímóti sett uttan, nýtist einki damp-
tætt lag, men eitt vindtætt lag eigur at vera ímillum bjálvingina
og regnskermin, sum mynd VI sýnir. Hesin seinni bjálvingar-
hátturin verður ofta gjørdur við teimum sonevndu »flamingo-
plåtunum«, ið er stivt plastskum. Hetta evnid er ógvuliga eld-
fimt og skapar harafturat eitt ógvuliga vandamikid gass-slag,
um eldur kemur í tað. Tað må sostatt undir ongum umstødum
nýtast inni í húsunum. Tað finnast annars serligar brandreglur
fyri nýtslu av hesum evni.
Eg havi í hesi greinini ikki nevnt, hvussu bjálvingin upp í
móti takrúminum ella undir gólvinum verður gjørd. Sum heild
kann sigast, at bjálvingin móti takrúminum verður gjørd á
sama hátt sum útveggurin. Bert má ansast eftir, at báðar bjálv-
ingarnar og tey avvarðandi vindtøttu- og damptøttu løgini eru
samanhangandi, so at eini op vera í samankomingunum, ið
kunnu elva til kuldabrýr ella kondensvatn. Viðvíkjandi gólv-
3
:
á
SE