Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1980síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kjartan Hoydal, fiski- freðingur Hugaligt at onkur hugsar um annað enn tosk og hýsu — Tað er hugaligt, at onkur hugsar eitt sind- ur út um tosk og hýsu Einhver, sum kemur við einum uppskoti ella einum projekti innan- fyri karmarnar av é um fiskastovni, frammanundan er hart fiskaður, hann fær stuðul beinanvegin og hevur ongar trupulleik- ar — men tey projekt- ini, sum eru eitt sindur orginal mugu altíð liggja og bíða. Hetta haldi eg vera eina fantasileysa og undar- liga framferð av okkara myndugleikum Hetta sigur Kjartan Hoydal, fiskifreðingur, í eini viðmerking til ætlanina at veiða æti. Kjartan sigur víðari, at tað enn er ivasamt, um tílík veiða kann loysa seg. Úrslitini aðra- staðni hava ikki verið so heilt framúr góð, bæði tí tað hexyr verið trupilt at fáa tær rettu veiðunegdirnar og tí eingin ávísur marknað- ur er fyri ætinum — í hvussu so er ikki nak- ar, sum gevur ein nóg góðan prís. Hann heldur kortini, at kunnu vit finna fram til rætta máta at brúka æti, so er tað eitt frálíkt hug- skot at veiða æti. Negdirnar eru ómeta- liga stórar, og tí hevur ein fiskiskapur eftir æti ongar keðiligar fylgjur. Keldur: „Alternativir fiski- vinnumøguleikar«, Magni Arge og Ebbe og samreður við Knút Nolsee og Kjartan Hoydal Nr. 17 — 1. mars 1980 ÆTI — eitt alternativ til føroyska fiskivinnu: Føroyingar skulu veiða æti við nýggjum skipi Pionerarnir frá rækjutíðini standa aftanfyri Um eitt hálvt ár verð- ur kjelurin á einum nýggjum og heldur óvanligum feroyskum fiskifari strektur á eini danskari skipa- smiðju. Hetta er ein 57 fót langur bátur, sum skal gera veiðu- royndir eftir æti (plankton). Tað eru pionerarnir frá rækjutíðini og aðrir við, sum eru við í hesi ætl- anini. Teir eru samdir um at ganga saman um at finna út av onkrum nýggjum, sum kann vera til gagn fyri fiskimenn og fiskiflotan. Fyri nøkrum fáum ár- um síðani stovnaðu teir tí eitt felag, P/f Plank- ton, sum hevur til enda- máls at byggja skip, ið skal veiða æti, sum kann nýtast til djórafeði og meguliga eisini manna- fødi. Felagið hevur i dag ein teknaðan parta- pening uppá knappar 3 Felagið hevur bílagt eitt skip frá skipasmiðj- uni í Hvidesande í Dan- mark. Skipið kemur helst at kosta umleið 3 mill. kr. og verður liðugt um gott eitt ár. Nýtast til fleiri veiðuhættir Skipið líkist einum van- ligum fiskifari, men er kortini einki vanligt fiskifar. Tað skal byggj- ast soleiðis, at tað skal kunna nýtast til fleiri nú- kendar veiðuhættir. Tað skal kunna veiða við línu og við snellu, eisini eftir kongafiski á djúpum vatni, og skipið skal kunna skera tara. Skipið skal somuleiðis kunna dreggja hegguslokk úti á opnum havi. Men afturat hesum kemur so, at skipið skal gerast út til at gera royndir eftir æti. Hetta er sjálvt hevuðsenda- málið við skipinum. Ætl- anin er at fáa fatur á tí evarskalítla ætinum við at pumpa sjógv umborð á skipið. Sjógvurin verður síðani sílaður í- gjegnum ein serstakan fylturseparator. Á henda hátt vóna menn at kunna skilja ætið frá sjónum. Í fyrstu syftu er talan um at gera royndir. Fara hesar royndirnar at eydnast, so kunnu mest- sum øll skip hava ein tí- líkan fylturseparator umborð og arbeiða æti samstundis sum tey veiða annan fisk. Gera fyltur- separator í Sandagerði Knút Nolsee, sum er ein av undangongumonnun- um til hetta projektið, sigur í samreðu við So- sialin, at meðan skipið skal byggjast í Dan- mark, er ætlanin at gera fylturseparatorin í Før- oyum — á verkstaðnum hjá Anfinni Debes í Sandagerði. Knút Nolsee arbeiðir á verkstaðnum Sanda- gerði og verður tað helst hann sjálvur, sum kemur at gera fylturse- paratorin. Hann sigur, at teir fara at gera ein- stakar smærri royndir við honum komandi summar og vóna so, at hann kann brúkast, tá planktonfiskifarið verð- ur liðugt um gott eitt ár. Í samband við virkis- háttin av hesum fyltur- separatori, sigur Knút Nolsee, so fara teir at brúka stórhvalin sum fyrimynd. Soleiðis at hann kemur at »anda«, súgva inn og blása út sjógv og harvið taka burturfrá tað, sum er í sjónum av smákykdum. Bert mótgang í Feroyum Hóast P/f Plankton nú Knút Nolsee er maskinmaður og var tað hann sum gjerdi máliskeiðina til trolmeskar fyri landsstýrið. Hetta varð gjert á verkstaðnum hjá Anfinni Debes í Sandagerði, har Knút nú skal gera ein fyltursepara- tor til ætuveiðu hevur undirskrivað endaligan keypssátt- mála við donsku skipa- smiðjuna, so hava teir mett ikki so lítið av trupulleikum hesi seinastu árini roynt hevur verið at koma í gongd. Felagið hevur tvær reisir gjørt sáttmála við donsku skipasmiðjuna um bygging av einum skipi, men báðar ferðir- nar eru sáttmálarnir út- settir. Knút Nolsee sigur, at føroyskir myndugleikar og politikarar hava ikki trúð uppá projektið, fyrr enn nú, men hevdu teir gjørt tað fyri nøkrum ár- um síðani, so høvdu vit kanska longu í dag eina meguliga alternativa vinnu. — Bert í Feroyum hava vit mett mótgangi, sigur Knút víðari og vísir á, at bæði Fiskari- bankin og Realkredittur- in hava trúð uppá pro- jektið. Somuleiðis hevur danska skipasmiðjan verið ógvuliga tolin, tí eisini hon hevur trúð uppá hetta tiltakið. Knut heldur fyri, at sannleikin er tann, at tað sum kanska hevur dumpað hetta projektið ferð eftir ferð, er, at teir í metingunum hava verið so ærligir at vísa á, at neyðugt verður við al- mennum studningi — og tað ræðast feroyskir myndugleikar jú. — Lat tað verða sagt beinanvegin, sigur Knút víðari, at vit seta ikki nesina upp eftir at blíva millionerar uppá hetta projektið. Tað er har- afturímóti áhugin fyri at kunna byrja okkurt nýtt, sum kanska kann tara at løna seg einaferð framyvir, sum er orsekin til at vit eru farnir til verka