Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-05, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 1980síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

… Ov trongligt á sjúkrasystraskúlanum: Skulu byggja uppi B 75 Tað er í umbúna at byggja uppí E 73, ein av »blokk- unum< við landssjúkra- húsið. Orsøkin er tann, at tað er alt ov trongligt á sjúkrasystraskúlanum, ið heldur til í stovuhæddini á B 75. Utbyggingin verður gjerd vestureftir. Talan er um at byggja tvær hæddir oman móti vegnum vestanfyri. Utbyggingin fevnir um fleiri skúla- stovur, skrivstovuhøli, høli til bólkaarbeiði o.a. Poula Poulsen, fyristødukvinna á sjúkra- systraskúlanum, sigur í samreðu við Sosialin, at útbyggingin neyvan verður byrjað í ár. Men hóast tað er tervurin á fleiri hølum ógvuliga stórur. Tískil mugu næm- ingar og starvsfólk húsast sum frægast undir verandi umsteðum í eina tíð enn. Á síðu 3 hava vit sam- reðu við Poulu Poulsen um m.a. nýggju sjúkra- systraútbúgvingina ið kom í gildi í fjer. Skúlin heldur til i stovuhæddini á B 7! Uppskotið um sjålvstøduga føroyska umboðan í N.R.: Snarviðgerð í juridisku nevndini Uppskotið hjá donsku stjórnini um, at Føroyar og Grønland skulu fáa sjålvstøduga um- boðan í Norður- landa Ráðnum, kemur ikki til at- kvødugreidslu dag, sum tað skuld eftir skránni. z Hetta avgjørdi formans- skapurin i råånum måna- kveldið. Oluf Palme, limur i formansskapinum, sigur vid Sosialin, at formans- skapurin mælir til eina snarviðgerð í juridisku nevndini. Orsøkin til, at uppskot- ið verður tikið av skránni, er hon, at tað hevur ikki fingið ta viðgerð, sum skal til. Grønlendski fólka- tingsmaðurin fyri Atasut- flokkin, Otto Stenholt, harmast tó ikki. — Eg haldi, at tað er betri, at uppskotið fær eina nevndarviðgerð aftur- at, enn at tað meguliga verður felt, sigur hann. Hvussu uppskotið skal viðgerast av nýggjum, var ikki meguligt at fáa greiðu á, áðrenn blaðið fór til prentingar. Harafturímóti = kemur uppskotið hjá Erlendi Pat- urssyni og Steen Folke (VS) um, at Feroyar skulu fáa. sjálvsteðuga umboð- an, fyri á fundi í ráðnum í morgin. Hetta uppskot hevur fyrr verið til við- gerðar í ráðnum. Í fjer at- kveddu 12 ráðslimir fyri uppskotinum, meðan upp- skotið árið fyri bert fekk 6 atkveður. Erlendur Patursson roknar við, at uppskotið hjá honum fer at fáa nakrar atkveður afturat á hesum sinni. Legin steða Uppskotið hjá donsku stjórnini hevur sett K.B. Andersen, sum er formað- ur í juridisku nevndini hjá Norðurlanda Rådnum, eina heldur legna steðu, við tað, at beint eftir jurid- iska nevndin hevði stað- fest, at bert sjálvsteðug lond kunnu hava egna um- boðan, setti danska stjórnin sitt fram. uppskot Nógv tjak um uppskotið Tað verður annars nógv tjakast um uppskotið hjá donsku stjórnini. Tað ljóð- ar, at Noreg og Finnland ikki vóru serliga fegin um uppskotið, tí norðmenn kundu rokna við at fáa trupulleikar av samum, meðan finnlendingar vilja bíða, til greiða fæst á eini framtíðar fyri Aland. stjórnarskipan Reiðarin kundi spart olju fyri 1,4 mill. kr. Íslendskur serfrødingur í nýtslu av tungolju havt skeið við føroyskum maskinmeistarum síða 5 Norðurlanda húsið: Spakin settur í 1. august Líkt er i i, at arbeiðið uppá Norður- landa húsið í Feroyum byrjar tann 1. august í ár Arbeiðið verður fyrsta dagin boðið út fakentreprisu og til- boðini verða opnað Tråndheimi 29. og 30 mai. Síðani skulu norð- wlendsku mentamåla- ráðharrarnir taka steðu til tilboðini á ein- im fundi i juni. Gong- 1 tir ætlan, verður ryrsti spakin settur august, upplýsir Í Danielsen, landsstyr!s- maður Skrivar um foroyskan skaldskap Ein av blaðstjórunum á svensku avisini Ar- betet hevur verið í Fer- vum. Tað er Ture Borg lund og ørindini higar vóru at tosa við ymisk listafólk. Hann hevur prátað við m.a. William Heinesen, Steinbjern B. Jacobsen og Guðrið Helmsdal Nielsen. Hann hevur eisini verið Fuglafirði og tosað við landsmannin. Ronny Gunnarson, venjaran hjá IF Vit hava havt eitt stutt prát við 2 Borglund. Ture Lesid å baksiduni