mikudagur 5. mars 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Hesin leikur, Skálka-
bregd Scapins, er gamal.
Hann varð spældur
fyrsu ferð á leikpallinum
hjá Molie're í París í ár-
inum 1671, við honum
sjálvum sum hevuðsleik-
ara.
Molie're kann sigast
at vera.faðir at nútíðar
sjónleikarkynstri í Eu-
ropa. Hann kann mest
sum kallast lærumeist-
ari hjá so miklum manni
sum Ludvig Holberg.
Hetta er leikur, ið eins
og tað ið Holberg skapti,
ger gjeldur burtur úr tí
ið óektað og keiput er, og
vísir á, at tað eldra liðið,
fedrarnir og meðurnar,
ið manga lata sera illa at
tí yngra liðinum, lítið
mætari eru ella hava
verið.
Ein klókur maður hev-
ur einaferð sagt, at verri
kunnu foreldur ikki gera
ímóti sínum bernum,
enn tað, at gloyma sín
egna ungdóm.
Hesi fólkini, ið henda
sjónleik spæla, hava lagt
sær nær at alt skal rigga
væl.
Búnarnar hava tey
lænt úr Keypmanna-
havn, so teir eru teir
somu, ið vóru í brúki í
Napoli og París fyri 300
árum síðani. Tjeldini
hevur Brynhild
Serensen málað meistar-
liga.
Stykkið er spælt nú
fleiri kvold. Fyri fjøld av
fólki í Húsavík og norð-
uri á Oyrabakka, og fólk
lata væl at. Ætlanin er
at fara til Klaksvíkar við
leikinum nú um viku-
skiftið, so nú er at vóna,
at fólk meta líka so fjøl-
ment sum higartil, tey
vilja koma at síggja
góðan og vakran leik.
3.3.—80
V.D
Nr: 18— 5mars 1980
dagbókin
Festuguds-
tænastur
Nólsoy: Axel Tórgarð
Skáli: Petur M. Rasmus-
sen
Haldarsvík: Petur Peter-
sen
Hvannasund: Hans J.
Joensen
Beur: David Johannesen
Leiti: Eli Poulsen lesur
festuprædiku
Vesturkirkjan: Elsa Fund-
ing
Hósdagin:
Miðvágur: David Jo-
hannesen
Tveroyri: Johan Weihe
| Jørleif Næss
Argja kirkja: Kjartan
Mørkøre
Merkisdagur
Leygardagin 1. mar
hevði Nicodemus Rasmus-
sen, stjóri, starvast á
Gjaldstovuni í 40 ár.
Uppistova
Juniordeildin hevur fund
kveld ki. 19 og Ung-
mannadeildin kl. 21.
Samkoma fyri tilkomin
og eldri verður friggjadag-
in kl. 15 og um kveldið kl.
20 er opið hús fyri all.
Nýggju sjúkrasystrarnar saman við lærarum: Aftasta rað frá vinstru: Naina Poulsen, Toftir, Jonna Hansen,
Vestmanna, Torgerð Vilhelmsen, Klaksvík, Hildur við Høgadalså, lærari, Aurora Weihe, lærari, Poula Poulsen,
lærari, Birgitte Rasmussen, Arhus, Anne Lise Winther. lærari, Herdis Weihe, Tórshavn og Laila Dam, Tórshavn.
Sitandi frá vinstru: Ása Isaksen, Klaksvík. Johanna Johannesen, Funningur, Elisabeth Poulsen, Arnafjerður,
Æmna Reinert, Servágur, Ása Petersen, Klaksvík, Mirjam Heinesen, Viðareiði. og Annfríð Mikkeisen, Klaksvík
nýggjur før-
Fríggjadagin í síðstu viku
fingu tær nýggju sjúkrasyst
rarnar handað prógvini. Á
samkomu á landssjúkrahús-
inum segði sjúkrahússtjórin,
J.A. Sørensen, m.a
mi år er tað átjandu ferð, at
næmingar við sjúkrasystra-
skúlan fáa prógv. Tiisamans
266 næmingar hava fingið
prógv eftir teirri útbúgvingar
skipan, sum er grundað á
eina reglugerð frá 1957
Hafnia (Panorama)
UU 5 ……——
Havnar Hand-
verksmeistarafelag
Ársaðalfundur felagsins verður á Hotel
månakvøldid 10. mars kl. 20.00
Dagsskrå: Sb. lógini.
NEVNDIN
Tað ljóðar av so nógvum i
einum so lítlum samfelag,
men í hesum sambandi er
vert at leggja til merkis, at í
1960/61 vórðu nórmerað 51
størv sum sjúkrasystrar á
sjúkrahúsunum, meðan talið í
ár 1979/80 er 207. ein hækking
uppá 156. Harafturat var einki
sum at sjúkrahjálparar í 1960,
meðan vit í dag hava 48 tílík
Sstørv«
Sjúkrahússtjórin segði víð-
ari, at fleiri av hesum eru íkki
longur í arbeiði, og at fleiri
arbeiða uttan fyri
sjúkrahúsið. Samanumtikid
høvdu vit verið ógvuliga illa
fyri, um ikki skipaður varð ein
skúli á sinni, og tað eiga tey
ið skipaðu fyri, eina stóra
tøkk fyri, segði J.A. Søren-
sen
Hann segði víðari
Høvdu umstødurnar verið til
tess, kundu nógv fleiri fingið
útbúgving. men so er ikki. Til
demis kann nevnast, at í 1979
var ikki lýst eftir næmingum,
men ruddað varð upp í
talinum av umsekjarum frá
árunum frammanundan.
Í ár hevur ikki verið lýst
enn, men longu nú hava fleiri
enn 50 meldað seg til.
Hetta stendst lutvíst av, at
næmingarnir fáa eina góða
útbúgving, ið er tørvur á í
Føroyum, og harafturat gevur
hon meguleikar fyri at fáa
arbeiði í einum stórum parti
av Europa. Her á landi er tað
jú eisini soleiðis, at um konu-
fólk vilja hava eina víðari
útbúgving uttan at fara
uttanlands, er ikki annað at
velja í, enn at læra til sjúkra-
systir ella lærara, og tað vísir
seg eisini, at læraraskúlin
somuleiðis fær tvær til tríggj-
ar ferðri so nógvar umsekjar
ar sum kunnu upptakast,
segði J. A. Sørensen ma
undir samkomuni
oyameistari
i billard
Jørleif Næss ur felagnum
Mimir i Havn er nyggjur
føroyameistari i billard.
Hann vann seinasta viku-
skifti finaludystinum
ímóti Eirikki Nielsen úr
Havnar Klubba.
I dystinum um triðja
plássið vann Jan Miller
úr Mimir á Sonhard Jo-
hannesen úr Klaksvíkar
Klubba. Nummar 5 gjerd-
ist Tórur Andreasen úr
Klaksvíkar Klubba.
Kappingin fór fram í
helunum hjá Fuglafjarðar
Klubba. Kappast varð
bæði fríggjadagin og leyg-
ardagin. Allir fimm luttak-
ararnir spældu móti hverj-
um eðrum og úrslitið var,
at Jerleif og Eirikur
kvalifiseraðu seg at spæla
um 1. og 2. plássini.
Finaludysturin var
rættiliga javnur. Munurin
tá avtornaði var bert 48
eygu. Jerleif fekk tilsam-
ans 328 eygu og Eirikur
280 eygu.
Aftaná kappingina var
lítil samkoma á Muntra,
har steyp vórðu handað
vinnarunum. Mimir vann
A-liðskappingina, og
Klaksvíkar Klubbi fekk
steyp fyri at hava vunnið
B-liðskappingina í ár.