Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| sosialurin Nr. 19 — 8. mars 1980 nú er skjótt eitt år síðani, at barnasíðan byrjaði í Sosialinum. Tað hevur verið stuttligt at skriva og tekna barnasíðuna og at finna uppá okkurt at gera, sum tit kanska kundu brúka. Loysnirnar til uppgávurnar og onnur brev hava vit higartil biðið tykkum senda til Sosialin í Havn, og teir hava síðani sent alt víðari til mín. Tað hevur verið eitt sindur tverligt og hevur tikið nakað langa tíð, so nú haldi eg, at eg fari at siga tykkum, hver ið »eg« eri, so kunnu tit í framtíðini senda brevini beinleiðis til mín. Eg eiti Inge og síggi soleiðis út. Eg eri lærari á Viðareiði og havi sjálv tvey bern, sum hjálpa mær at finna uppá mangt til barnasíðuna. Maður mín eitur Thorben, hann týðir fram- haldsseguna og hevur gjert teir sangirnar, sum hava verið á barnasíðuni Ég vóni, at tit fara at halda fram við at senda mær nógvar tekningar og søgur og loysnir. Heilsan Inge Johannesen, Viðareiði DUGIR TO 222 at siga, hvør drongurin å hesum trimum myndunum er? Heldur tu teg vita, so send loysnina til Inge Johannesen, Vidareidi, innan kome di leygardag. Lutakast verdur um eina føroyska bék i vinningi. (Minst til at skriva, hvussu gomul/gamai tú ert). A ið 2 0 — i—ðiica þ Tú kanst saga spælið út úr krossfineri (10 mm) við eini leyvsag, ella um tú ikki eigur eina leyvsag, ber væl til at telgja tað úr eini fjøl. Tú borar holini við einum tjúkkum bori og telgir tey síðani so stór, sum tú vilt hava tey, við knívi. Harumframt skal tú brúka eina trækulu ella ein bólt av ti slagnum, sum er heilt innan (við ongari luft). Bandið kanst tú gera fast í eitt hol igjøgnum kúluna (ella tú kanst skrúva eitt eyga í kúluna at binda í). Pussa allar kantarnar á trænum væl og mála tað. (Tað minsta holið í trænum skal vera til staddar sum kúlan ella bólturin). Soleiðis spælir tú: Við trænum slært tú bóltin upp í loft, og so ræður um at lofta honum í einum av holunum. Tú fært so nógv stig, sum talið á trænum vísir. So kunnu tit kappast um, hver ið fyrst fær 100 stig, ella bara hver ið fær flest. SON6ER / SKULB-TRSKU 77/M, SO FRIHOR TERUN II 7 SKVLPNUK LOYNIHELLID eftir J. M. Neale Miseydnadar snildir Hann kundi eins væl sleppa vónini um at finna Pan hellið nú, hann skuldi vera fegin, um tað eydnaðist honum at finna eitt træ, sum tað bar til at klíva uppí, til tess at verja seg fyri teim villu djórunum um náttina. Hann fekk helst ikki sovið í einum træi, men tað var í hvussu er tryggari enn at liggja á jerðini. Hvussu hevði hann borið seg at við at villast? Pambo var greiður yvir, at tá ið rómverjar nú vóru komnir til Zericah, so leikaði á hjá honum við. Hann kundi ikki fara heim aftur við tað fyrsta. Og her sat hann so úti í oyðimerkini, matleysur og bert við teim- um klæðunum, hann var í. Hann kundi havt bukað seg sjálvan! Einasta vón hansara var, at hann, tá ið tað lýsti, fór at finna aftur á beina leið. Og vónandi var tað ikki longu ov seint at ávara Basilius og tey tá! Tá ið tað lýsti morgunin eftir, hevði Pambo ilt í hverjum liði. Hann eymkaði seg, tá ið hann ók niður úr trænum, men hann gjerdist bilsin, tí nú tað var ljóst, kendi hann seg beinanvegin. Hann var farin ov tíðliga til viks. — Tveir tímar seinni kom hann til Pan-hellið. Hellið var tómt. Kveldið fyri vóru Basilius og tey farin haðani. Pambo var vísur í, at tey ikki vóru so langt burturi. Men hann sá beinanvegin, at nógv av út- gerðini var tikin við, tí gitti hann sær, at Basilius mundi hava funnið eitt betri helli. Pambo fekk sær eitt sindur at eta, tók eisini eitt sindur av matinum, sum hini hevdu lagt eftir, við sær, og síðani fór hann av stað aftur at leita eftir Basiliusi ella einum tryggari lítlum helli. Hann ætlaði sær ikki heimaftur til Zericah, fyrr enn hann kundi vera rættiliga vísur í, at rómverjarnir vóru farnir haðani. Av tilvild tók hann leiðina til hellið hjá Charilaus. Hann gekk eisini framvið teimum fýra runnunum, men visti sjálvandi einki um, at flóttafólkini júst høvdu fjalt seg undir teimum. Hann kom sær eisini upp á tindin, sá gjónna niðri- — 8 Á te & ONE. KONE SRI 3 13. partur: TE undir sær og klintradi umvegis nidur i hana. Beint vid gjåarmunnan var ein litil riva i klettinum, sum lå yvir av gjónni. Har bar til at krógva seg, helt Pambo. Tá ið hann móti kveldi. hevði verið sær eftir vatni, nsaði hann eftir holinum i berginum. Hann var ikki meira enn komin aftur í rivuna at liggja, tá ið Cajus og telagi hansara vóru har. Pambo mátti brigda sær sjálvum sítt ósketni. Hann lá pinnastillur, og tá sá hann eisini alt, sum fyrifórst. So skjótt sum her- menninir vóru farnir, sovnaði hann. Hann var púra útlúgvaður, so strævið hann hevði havt tað hetta seinasta samdegrið. Morgunin eftir vaknaði hann tíðliga, av tí at hann hoyrdi mannamál tætt hjá sær. >Hatta holið? — Við Mars, hatta hevði verið eitt gott skýli. — Um bara har hevði verið ein inngongd onkunstadni!« Hatta var — Pambo førkadi seg longur fram i nvuna. Hann royndi at trýsta seg niður ímóti klettinum. — Hatta var tann rómverski hershevd- ingin! >Ég fati ikki, hvussu tey kunnu vera sloppin inn hagar, men ikki trúgvi eg, at tey eru nakra aðra- staðni!< helt ein av hermonnunum. Kurvamakarin kendi Cajus, sum hevði verið har kveldið fyri, aftur á málinum. >Við Jupiter! — Har vóru jú bæði bern og eitt konuféik við teimum! — Tey kunnu ikki vera langt burturi, tí tað sást týðiliga, at tey júst vóru farin úr hinum skýlinum, tá ið vit komu hagar!« »Tey munnu duga gand!« helt ein annar hermadur og kveitti bangin upp ímóti holinum. »Øll vita, at tey kristnu duga gand. Tey duga enntå betur, enn teir rómversku prestarnir!« »Tær snildirnar duga vit ikki. So vit megu senda boð til Zericah eftir nøkrum træsmidum, sum kunnu hjálpa okkum at sleppa upp til holið! a >Tað er óneyðugt!< — Tað var ein av trælunum hjá dadlukeypmanninum úr hinum gróðrarblettinum, sum segði hetta. — >Ég havi verið nógv saman við hesum fólkaslagnum, eg veit, hvussu vit skulu gera«. »Ja, men eg vænti ikki, tú fært tey at koma út úr hasum holinum, — allarhelst eru tey als ikki har ni s Fruminud nn A kr I