Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 1980síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 sosialurin Nr. 19 — 8. mars 1980 Atli Dam ger viðmerkingar til tað, sum er skrivað um landsstýrisuppskotini: gráta Ymsar røddir í floksbladi javnadarfloksins hava seinastu tvær vikurnar sungið so syrgiliga, at høvdu tey góðu grundir at tára, so loystu hesar rødd- ir út sjóheitan grát, meðan tey óndu ikki bert læu, men gníggjaðu sær í lógv- arnar afturat. og her ser- liga tann >hetjar<, útrópt verður í spælinum, nevni- liga illkynjaði Dagblaðs- stjórin Óli Breckmann. Tað er skylda blaðsins at viðgera tey álvarsmál, nú liggja fyri, men skuldi viðgerðin sjálv ikki havt tað óætlaða úrslit, at orð Jóannes Dalsgaard sit- erað í yvirskriftini veru- liga fáa gildi, tí eg eri ikki samdur í, at nekur av- gjørd neyðug tiltøk, sum gera, at vit øll mugu bera eyka byrðar — kortini ikki tyngri enn so, at vit væl orka tær — geva teim góðu grund at gráta. Tverturímóti verða hesi, júst tí tey eru tey góðu, um rætt verður frásagt, og vart verður gjert við, hví vit hver sær mugu leggja nn eina torvu til lutin, at aka lógvatak saman fyri it verja tað, sum vunnið Yr semnu armi fyr: at verja tey arbeiðspláss, hesi sjálvi hava verið við til at skapa, og fyri at verja møguleikarnar at stíga fremri í komandi tíð. x Eitt, sum kann harma, er, at í viðgerðini, sum medarbeiðarar blaðsins hava greitt úr hondum hesum málum viðvíkjandi, hevur verið eins og ein afturundirgerð av læandi óndskapi, og ein hevur veruliga verið noyddur at nýta vilja, styrki og tankaorku fyri at vissa seg um, at henda afturundirgerðin var óætl- að Orsekin til henda harm er tann fullkomiliga »idiot- iska« forsíðugreinin 27 februar, sum gjørdi MIKKEL MOLS til pris- in, fólkaflokkurin skal rinda fyri at javnaðar- flokkurin »boygdi« seg í prístalsmálinum. Slíkt kann ikki fyrigev- ast blaðmanni, serliga tá hann sjálvur sigur, at tað bert eru gitingar. Fremsta skylda tíðinda manns er væl at tryggja sær álítandi keldu Hvussu ofta hevur ikki sami blaðmaður rivið t.d. G.L. Samuelsen hetta í nasarnar? Tá so hetta — umframt at vera stórt uppsett for- síðugrein — verður »gar- nerad« og pyntað við: rat persónar, sum hava nært tilknýti til landsstýrið, hava róð uppundir, at so er, men vilja ikki vátta kortini«, so er ikki legið, at formaðurin fyri landsins stersta fakfelag verður sendur inn í blindgetu og ger Molsin til syndabukk í hesum lógarsavni, sum snýr seg um nógv álvars- fullari vandamál. Ein j.m., sum ivaleyst hevur nært tilknyti til blaðið, vil eisini 1. mars vera við: „at loysnin vendir tunga endan niður- eftir“ og endurtekur: mat tey konstruktivu javn- aðaruppskotini eru farin at gjalda MIKKEL MOLS við<, hóast j.m. tá vísti, at so var ikki, og hóast lands- stýrismaðurin Vilhelm Jo- hannesen greitt hevur víst blaðnum á, at tann »tungi endin«, sjålvt um hann fær nakad minni endur- gjald fyri prishækkan, i samladu loysnini kortini fær umleid 4.000 kr. i end- urgjaldi ella umleid 9% av inntøku sini, medan hin »betri endin« einki endur- gjald fær, men skal rinda 650 kr., sum svarar til eina afturgongd uppá 1/2% av inntøkuni, um so illa skuldi viljað til, at prís- vøksturin í 1980 verður 15%. Hvar er objektivitetur in? Hvar er hin sakliga við- gerðin? x Eitt annað, sum eisini kann arga, er lofnaða stødutakan oddagreins- skrivarans i hesum mål- um. Eg skilji væl, at tú roynir at hava — sum danir siga — »tunguna mitt í munninum«. Men í hesum málum er ringt at »balansera«, ein noyðist at taka steðu og verja hana við argumentum. Landsstýris- og ting- menn floksins noyðast at taka steðu og halda fast við hana, tí annars verður eingin loysn. Teir mugu so verja hana, og teir mugu leggja rygg til tann árgang, sum eftir kemur. Tú hevur onga skyldu at verja landsstýrisum- boðini og heldur ikki ting- manningina, tí javnaðar- flokkurin er í hesum mál- um minst av øllum hesi umbod, men meira eitt stórt tal av feløgum og einstaklingum, sum take undir vid eini stevnuskrå, sum bæði sigur, at vit skulu tryggja arbeiði til allar hendur, og at vit skulu tryggja javnt býti av samfelagságóða (og harvið eisini samfelags skyldum). Í hesum føri er hann tí eðrumegin eitt stórt tal av fólki, sum ikki taka undir við landsstýris- uppskotunum, tí prístals- endurgjaldið tykist teim- um sterri trygd enn onnur verndartiltøk, gjørd verða frå politiskari síðu, og hinumegin eitt stórt tal av fólki, sum objektivt roynir at kanna steðuna, og sum tekur undir við, at láginn- tekurnar onga krónu hava at missa, men sum kortini ásanna, at eisini láginn- tøkurnar noyðast at lata onkra krónuna ella lata vera at fáa onkra krónuna, tær kundu fingið afturat. Fyri henda seinna bólk- in av javnaðarfólki er spurningurin tá meira, hvussu avvegaðar byrðar- nar eru sosialt, og eg ivist ikki í, at tann greiða talva 3, sum Vilhelm Johanne- sen setti upp í blaðnum 1. mars, sigur teim, at her er gjørd ein roynd at leggja meira á teir herðar, sum betri orka. Tí, góði oddagreins- skrivari, ver greiður í stødutakan tín, hvønn av hesum pørtum tu so velur at tala fyri. Ella greið frå báðum stødum, og ber fram prévgrundirnar skilagott, so kunnu lesararnir taka steðu. *x Men góðu medarbeið- arar blaðsins, lat meg kortini endurtaka, at hasa óndskapsins afturundir- gerð, eg helt meg kenna, havi eg sannfert meg um, var innbilningur. *x Síðan til tykkum trý Ingeborg Winther, Axel Skoubo og Jóannes Dals- gaard. Tad vekir ans sjålvandi, at so framstandandi floks- leidslu- og flokslimir leggja til brots ímóti einum parti av fteirri loysn, skotin er upp, nevniliga prístalsskipan- ini. Men kunnu vit halda kjakinum í slíkari legu, at tey óndu onga frøi finna, hugsi eg, vit tæna sakini, og so hugsi eg, vit finna semju um, hverjar tær veruligu avleiðingarnar eru av uppskotunum, og hverjar avleiðingarnar vildu verið av eðrum loysnum, skatta-, tollav- skrivingar — ella ødrum, sum ikki nurtu prístals- endurgjaldið. Men í dag fari eg ikki so langt í hesi viðgerð, tí vit fáa óivað hevi til at enda- venda hesum spurningum í bleðunum komandi vikurnar, á floksleiðslu- fundi og landsfundi um stutta tíð. Í hesi grein tí bert nakrar fáa rættleiðingar og staðfestingar, so grundarlagið fyri fram- haldandi = kjaki liggur greitt, og síðan nekur fá hjartasuff um eitt ávíst »fornermilsi«, sum eg havi fingið at dragast við seinastu dagarnar.