Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 8 - 13. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 8 - 13. januar 2000 Grace eru givnar Sigrid Rasmussen leggur seg nú eftir eini nýggjari tónleika- karrieru í Noregi. Vónin um at fáa altjóða gjøgnumbrot við bólkinum Grace er horvin Sigrid Rasmussen, til vinstru, leggur seg nú eftir eini nýggjari karrieru í Noregi. Samstarvið í bólkinum Grace er steðgað Dreymurin hjá føroysku Sigrid Rasmussen um at fáa altjóða gjøgnumbrot í nor- ska poppbólkinum Grace er brostin. Bólkurin er nú upployst- ur, og í staðin fer Sigrid at leggja seg eftir at fáa eina nýggja karrieru í Noregi. - Tað var eitt stórt upp- livilsi at verða við í Grace. Eg upplivdi eina rúgvu, kom at kenna meira til tón- leikaheimin og havi møtti nógvum spennandi fólki. Men tað bar ikki til at halda fram, greiður Sigrid Ras- mussen frá úr Oslo, har hon býr. Orsøkin til, at Grace datt niður fyri er, at ein av teim- um trimum gentunum í bólkinum fór burtur úr og valdi at leggja seg eftir eini solokarrieru. Higartil hevur tað verið uttan tað stóra gjøgnumbrotið. Sigrid og hin, sum var eftir í bólkinum, ætlaðu fyrst at halda fram. Plátu- felagið Sony helt, at í Grace skuldu verða tríggjar gentur, og tí vórðu fleiri kvinniligir sangarar royndir í bólki- num. Men royndin at fáa eina nýggja gentu við í bólkin miseydnaðist. Eingin av teimum, sum royndi seg, stóð royndina, og tí hildu tær báðar, sum eftir vóru í Grace, at tær skuldu halda fram sjálvar. - Vit høvdu 3 ár við royndum, og tað vísti seg at vera sera trupult at fáa eina nýggja gentu við í bólkin. Tí góvu vit upp. Samstarvið steðgaði Tær báðar, sum eftir vóru í Grace, gjørdu klárt til eina nýggja útgávu, men Sony tók sær góða tíð við hesum projekti, og endin var, at tað steðgaði, tá tær báðar gjørdu plátufelagnum greitt, at hendi einki beinanvegin, so sleptu tær endanum. Boðini frá Sony vóru, at so mátti samstarvið heldur steðga. - Eg eri als ikki firtin inn á Sony, sjálvt um eg haldi, at teir skuldu havt satsa meira uppá okkum. Vit hava einki umboðsfólk havt, og tí hava vit arbeitt tætt saman við Sony, og tey í felagnum eru framvegis áhugað at hoyra tað tilfar, sum eg í framtíðini fari at gera, sigur Sigrid Rasmussen. Men um tað kann hava við sær ein plátusáttmála við Sony, vil Sigrid als ikki meta um. Tað veldst alt um, hvat kemur burtur úr arbeið- num framyvir. Fleiri møguleikar Sigrid Rasmussen syngur framvegis nógv, hóast Grace er farið í søguna. Hon syngur millum annað í kirkjum og til onnur tiltøk. Men gongst sum ætla fer hon at samstarva við fram- leiðaran hjá Grace, David Erikssen. Men aðrir møgu- leikar eru eisini. - Tá ein hurð verður latin aftur, letur onkur onnur hurð seg upp. Soleiðis er eisini í mínum førði. Nú Grace er upployst, kann eg finna mær onnur fólk at samstarva við, sigur hon. - Men eg skal finna mín nýggja stíl, og eg ætli mær at smíða, meðan jarnið er heitt. Eg ætli mær at brúka tær kontaktir, sum eg havi fingið í tónleikaheiminum, og hvat fer at spyrjast burtur úr tí, fer tíðin at vísa. Sigrid Rasmussen fór í 1995 til Noregs at arbeiða sum genta í húsi. Hon kom alt í einum fram í eini norsk- ari sjónvarpssending, har hon skuldi syngja ein sang. Seinni fann hon saman við teimum, sum komu at manna bólkin Grace, og tað var lagt upp til, at bólkurin skuldi út í heimin at royna seg. Grace gjørdi sjónbanda- lag til MTV, og hetta lag var eisini at síggja onkuntíð. Bólkurin spældi eisini í út- londum, men stóra gjøgn- umbrotið kom ongantíð. Tá eini limurin í bólkinum so valdi at royna seg við solo- karrieru, tók tað beinini undan bólkinum. Nú roynir Sigrid Ras- mussen at fóta sær í norska tónleikaheiminum, og stendur tað til hana, fer hon ikki í gloymibókina uttan víðari. - Vit høvdu 3 ár við roynd- um, og tað vísti seg at vera sera trupult at fáa eina nýggja gentu við í bólkin. Tí góvu vit upp, sigur Sigrid Rasmussen Stórfingin útgávudagur Dagurin í gjár má metast sum stórur bókadagur, sum stóð í ávísum tekini. Nevniliga W. 3 forløg løgdu hvør sína bók fram, sum allar hava samband við føðingardag William Heinesens, ið er leygardagin. Bøkurnar verða alment lagdar fram á samkomu fríggjakvøldið í Kommunuskúlanum DAGFINN OLSEN í gjár boðaðu 3 forløg til tíðindafundar. Tey løgdu hvør sína bók fram, og allar 3 bøkurnar koma út í sam- band við 100 ára dag Will- iam Heinesens, ið verður leygardagin. Veingjaða Myrkrið Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærara- felags legði fram bókina Veingjaða Myrkrið. Bókin kom upprunaliga út í 1953. Edvard fekk fyri mongum árum síðani hug- skotið at myndprýða eina søgu hjá Williami og hann byrjaði longu í 1993. Í 1998 kom ferð á arbeiðið. Úrslitið er ein flott skreyt bók, ið vendir sær til børn, men sum alt húskið kann savnast um. At bókin eisini kemur út á donskum og íslendskum má metast sum viðurkenn- ing til Edvard og myndir hansara. William og Elinborg fyrimyndir Spurdur um, hvussu tað er at seta myndir til søgu hjá einum, ið eisini hevur tikist við at myndprýða, sigur Edvard, at hann av- gjørt hevur William Heine- sen og Elinborg Lützen sum Annika og William Annika Hoydal gevir í samband við 100 ára dag William Heinesens út fløgu. Hon hevur sett orð til yrkingar eftir William og fløgan nevnist Stjerner mine venner. 14 løg eru á fløguni, sum John von daler hevur havt tónlistar- ligu ábyrgdina av. Annika kenur um eina viku til Føroya á konsertferð. Bróður Anniku, Gunnar Hoydal, eigur inngangsyrking og tekst um William, sum Annika og Gunnar kendu sum børn. Ein sera snøgg fløga, sum plátufelagið Ambia Music gevur út. fyrimyndir. Myndir teirra hava ávirkað Edvard í stór- an mun. Edvard leggur dent á, at tað er við djúpari virðing fyri Williami, at hann hevyr myndprýtt Veingjaða Myrkrið. Stjørnuskaldið Vár í Ólavsstovu umboðaði Skúlabókagrunnin, ið gevur út Stjørnuskaldið undir Varða. Hon segði, at William Heinesen hevur verið sakn- aður innan føroyska skúla- verkið og at henda bók vendir sær til miðnámsskúl- ar, men eisini almenningin. Í bókini eru mangar av myndum Williams og Skúlabókagrunnurin gevur eisini út plakat og tvey post- kort í samband við 100 ára dag Williams. William ummælir fargrar listir Forlagið Fannir gevur út bókina William ummælir fagrar listir. Mentamaðurin Jóhannes Enni, sáli, fekk hugskotið til bókina og hann savnaði tilfarið saman, sum Árni Dahl og Marianna Debes Dahl hava valt úr. Jóhannes Enni andaðist í apríl. Árni Dahl metir, at Willi- am er sera fjølbroyttur ummælari, ið eisini sýnir góðan vilja. Onkur fanst t.d. at Hans A, Djurhuus, at hann skrivaði ov nógv. Wiliam segði tá, at ein eins væl kundi biða sangfugl um at tiga. Tilfarið í bókini er frá 1924 til 1984. Árni Dahl minnir á, at nógv er broytt. Tá koma kanska ein bók 4. hvørt ár. Í dag koma eini 150 árliga. Stjørnuskaldið Heinesens heiðarar Før- oya Skúlabókagrunnur hetta mæta skald okkara við einum savni, sum ser- liga er ætlað miðnáms- skúlunum, men sum í sín- um fjølbroytni eisini er bók, sum almenningurin og hin kræsni William les- arin fær sína gleði av. Leikandi løttu týðingarnar av tekstunum er ein gáva til tann føroyska lesaran. Tekstirnir eru allir týddir til hesa úutgávuna og høv- uðsdenturin er lagdur á at flyta William varlig aog neyvt yvir í føroyskt, og eisini er dentur lagdur á at varðveita stevið og tónan í máli hansara. Stjørnuskaldið undir Varða er savn við mynd- um, tónum og tekstum eft- ir William Heinesen. Úr- valið er skipað eftir høv- uðsevnum í skaldskapi hansara. Savnið er býtt í tríggjar høvuðspartar, ið eita Fólk og samfelag. Lívgevandi máttur og Til- verufatan. Flestu tekstirnir hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum og eru í fullari longd fyri at geva eina heildarfatan av tí tekstaslagi og evnisøki, sum tekstirnir umboða. Ymisk skaldskaparsløg og myndasløg eru umboð- að í savninum og savnið fevnir um øll øki innan listaliga og bókmentaliga virksemi William Heine- sens. William var heimsborg- ari, hevur lisið heimsbók- mentirnar, kendi teir stóru tónasmiðirnar, myndlist- ina og heimspekina. Hann skrivaði á donskum, og tí gingu nøkur ár, áðrenn føroyski lesarin tók William til sín sum før- oyskt skald. Hugflog Williams fevndi víða, frá gerandisligu smáhend- ingunum til óendaligu og órannsakiligu stjørnu- rúmdina. Hann sat uppi undir Varða í Havn í lítlu smáttu sínari og skapti heimsbókmentir. Nógv spyrja, hví William skal týðast til føroyskt, tí at ein týðandi partur av skald- skapinum er tað serstaka danska málið hjá honum. Til hetta er at siga, at ser- liga í skúlahøpi er William ikki nógv lisin í føroysk- um, tí nógvir av tekstum hansara enn bara eru á donskum. Hetta hevur verið stórur missur fyri føroyskan skúlaungdóm, og vónandi fer hetta savn at gagna bæði føroyskum skúlaungdómi og bók- mentaáhugaðum við. Endamálið við savninum er at geva eina fjøltáttaða lýsing av listamanninum Williami Heinesen. Ann Ellefsen og Krist- inbjørg Høgnesen, stud- entaskúlalærarar, hava staðið fyri úrvalinum, hava skrivað um rithøv- undin og skrivað inngang- irnar til einstøku evnis- tættirnar í savninum. Axel Tórgarð hevur týtt stutt- søgurnar, Gunnar Hoydal yrkingarnar og Zakaris Svabo Hansen greinirnar. Knút Olsen skrivaði nót- arnar til Tívilsdøtur eftir lagi hjá Williami. Í sambandi við bókar- útgávuna hevur Skúla- bókagrunnurin eisini givið út eina plakat við mynd- evni úr Sjúrðarkvæðunum og tvey postkost, sum eru gjørd úr myndum úr bók- ini. Bókin er 195 síður í lit- um og kostar 170 krónur. William og Heðin Brú stjórnaðu undir krígnum blaðsíðum í Sosialinum, ið nevndust Føroyar í dag. Fyri at lýsa tíðina, hevur forlagið valt at nýta blað- høvdini frá tíðarskeiðinum, sum tær ymsu greinarnar eru úr, og gevur hetta frá- liíka tíðarmynd. Í bókini er eisini listi yvir tey, ið um- mæld eru í bókini. Allar bøkurnar verða lagdar fram á samkomu í Kommunuskúlanum fríggj- akvøldið 14. januar. William ummælir fagrar listir William Heinesen,sum vit minnast, nú 100 ára føðingardagur hansara stendur fyri durum, skrivaði bøkur sínar á donskum. Tað vita øll. Men fæstu munnu vita, at hann eitt langt lív skrivaði greinir og hugleiðingar á føroyskum í tíðarritum og bløðum. Mentamaðurin Jóhann- es Enni, sáli, savnaði alt hetta tilfarið og burtur úr tí hava Marianna Debes Dahl og Árni Dahl gjørt eitt úrval, sum forlagið Fannir gevur út undir heit- inum »William ummælir fagrar listir«. Hetta eru umrøður og ummæli, ið William Heinesen skriv- aði í árunum frá 1924 til 1984. Talan er um tilsam- ans 46 greinir, tól kunnu vit nevna bókmentagrein- ir, fimtan bókaummæli, ein er um leiklist, fimm um tónlist, níggju um myndlist, og fýra kunnu vit rópa orðadrátt. Aftast í bókini eru evnisyvirlit og navnaskrá. Ingi Joensen hevur evn- að kápuna til. Har nýtir hann málningin »Fjalla- oyggjar«, sum Jacob Ol- sen, vinmaður Williams, málaði. Forlagið Fannir gevur út. Bókin er 230 síður. Hon fæst bara innbundin og kostar kr. 250,- Edward Fuglø hevur myndprýtt bókina og Gunnar Hoydal skrivaði formælið og týddi søguna úr donskum Tað eru fleiri ár síðan, Edward Fuglø settir sær fyri at myndprýða eina stuttsøgu hjá Williami Heinesen. Søg- an, hann valdi, er avgjørt ikki tann lættasta at fara í holt við, tí mest sum øll søgugongdin er í myrkri: Hon byrjar í ským- ingini, men so er tað einans lyktin hjá børn- unum, sum lýsir í bøla- niðuni, tí søgan fer fram fyrst í øldini, áðrenn elek- triska ljósið hevði rikið myrkrið og alt tað, ið har goymdi seg, út úr húsu- num og av alfaravegi. Ed- ward valdi tó júst hesa søguna, tí hon snýr seg um børn, og hann hevur alla tíðina havt barnið í hug- anum, tá ið hann teknaði myndirnar. Men hóast uppgávan var torfør, hepnaðist tað Edwardi so væl at mynd- prýða søguna við 18 stórum myndum, at for- løgini Gyldendal í Dan- mørk og Mál og Menning í Íslandi gjørdu av at geva bókina út saman við okk- um. Henda útgávan av Veingjaða myrkrinum kemur sostatt samstundis út í Føroyum, Danmørk og Íslandi. Søgan sjálv er sonn perla, sum kann verða lisin á ymiskum stigum, alt eftir hvør lesarin ella áhoyrarin er. Lesa vit søguna beint fram, snýr hon seg í stuttum um gentuna Antoniu, sum, saman við lítlabeiggja, verð- ur send ørindi til húsini hjá einum manni, ið býr uppi í haganum. Anton- ia er viðkvom genta, á gáttini at stíga inn í vaksna- mannaheim, og tað skal ikki nógv til, fyrr enn hon ímyndar sær myrkrið fongt við løgnum og óunniligum verum úr hennara egna hugaheimi. Men myrkrið og ræðslan má dvína fyri ljósinum, fyrst, tá ið tey koma til húsini uppi í haganum, og so at enda, tá ið tey á heimleiðini hitta ein vaksnan mann. Lítlibeiggi er glaður, men Antonia er illa til passar, nú hon so brádliga verður skrykt út úr veingjaða myrkrinum aftur. Veingjaða myrkrið er stór skreytbók. Hon er 42 bls. í litum, innbundin í stíva permu og kostar 149,- kr. Veingjaða Myrkrið Annika Hoydal gevur nýggja fløgu út við yrkingum eftir William Heinesen Forlagið Fannir, Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag hava givið hvør sína bók út í samband við 100 ára William Heinesens