mikudagur 12. mars 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 20 — 12. mars 1980
— Eg eri
nøgdur
við
li t i 0
— Mær fyrikemur, at tann manning,
sum er í dag, er før fyri at føra verkið
vidari. Eg fari ur tinginum væl nøgdur
við tað úrslit, vit eru komnir til.
Í oktober mánað 1978
— í Sosialinum nr. 79
21. oktober hevði blað-
ið eitt prát við Jákup
Fr. Øregaard, sum tå
hevdi gjørt av ikki at
stilla seg uppaftur
sum tingvalevni.
Í hesum blaðpráti
segði J.Fr. Øregaard
sína hugsan um ymisk
politisk og samfelags-
lig viðurskifti annars.
Sumt av hesum
hevur sama aktualitet
í dag, sum ta ferðina,
og í samband við
deyða hansara hava
vit valt at taka upp-
aftur nakað av tí,
sum hann tá segði. At
hann ikki tá fór úr
tinginum, tí hann
feldi seg móðan, man
vera rætt, men hann
fór tí hann metti árini
vera vorðin so mong,
at hann nú vildi lata
nakað av tí, sum hann
hevði havt sum langt
og krevjandi lívsstarv
á aðrar herðar. Upp-
gávur í gerandisdeg-
num metti hann seg
hava 'ríkiligar um-
framt.
Kut úr prátinum frá
1978:
Orsekirnar til, at eg
bleiv umboðsmaður
javnaðarfloksins, vóru
fleiri. Millum annað
hevði eg eitt neyvt sam-
band við javnaðarmenn
ta tíð eg var í Danmark.
Tá var javnaðarflokkur-
in tann leiðandi í donsk-
um politikki. Tíðirnar
vóru ringar og arbeiðs-
loysið stórt. Stauning
var tá tann stóri høvd-
ingurin, og tað var so
ónatúrliga nógv, eg sá
har niðri til frama fyri
tað arbeiðandi fólkið,
sum okkum tervaði
heima í Feroyum. Tað
var eingin grund hjá
mær at leita eftir, hverja
steðu eg skuldi taka í
politikki. Skuldi eg uppí
politikk, so bleiv eg
javnaðarmaður.
Tá legtingið fekk
fíggjarmeguleikar
— Hvørji mål fingust
tingmenn serliga vid tey
fyrstu árini, tú sat á
tingi?
— Eg hevði bert verið
tinglimur einar tríggjar
dagar, tá Danmark varð
hersett av týskinum.
Nakrar dagar seinni
komu enskir hermenn til
Feroya, so vit máttu
skipa okkum av nýggj-
um beinanvegin. Hetta
mátti gerast, áðrenn vit
kundu fara undir aðrar
uppgávur. Men fyri 1940
vóru ongar broytingar
gjerdar Vinnulívið
koyrdi júst líka tungt tá,
sum tað altíð hevði
koyrt. Vit hevdu ein av-
oldaðan fiskiflota. Menn
fóru til skips um heystið.
Nakrir fóru tá at rógva
út, aðrir at velta, men
inntekurnar vóru í botni.
Tað var traditiónin
So kom kríggið og
steðan broyttist nakað.
Traditiónelli fiskiskap-
urin helt uppat. Feroy-
ingar fiskaðu ikki longur
— tað, sum var, var bert
undir Føroyum — men
fóru ístaðin at keypa og
flyta fisk uppi í Íslandi
Legtingið kundi íkki
gera nógv tá. Pengar
vóru ongir at ráða yvir.
Feroyingar hevdu verið
eitt amt í ríkinum og
tann formurin gav okk-
um ónatúrliga fáar
meguleikar. Eg haldi, eg
kann siga, at vit onga
fíggjarlóg hevdu, og
tað almenna helt seg utt-
an fyri alt, sum hevði við
vinnulívið at gera. Men
undir krignum fóru vit
undir at leggja skatt og
1 13
toil á okkum sjálvar
Øregaard í formannsstólinum — P.M. Dam á talarapallinum. Myndin er frá tingskeiðinum 1958 —62
fíggjarmeguleikar.
Tað var rættiliga
skjótt, vit komu við tí
fyrstu 10 ára havna-
ætlanini og var tað ein
ónatúrliga stór broyting,
tá hesar bygdirnar, sum
einki havnalag høvdu
havt, fingu nøkunlunda
góð líkindi at hava skip
liggjandi. Serliga útróð-
rarbygdir.
Vit mundu missa eini
40% av føroyska fiski-
skipaflotanum undir
krignum og nyggj skip
fingu vit ikki. Hetta var
fyrsta takið, vit máttu
fara undir, tá kríggið var
liðugt — at fáa okkum
nýggj skip ístaðin fyri
tey, vit hevdu mist. Tað
var tó ikki lætt. Skip
fingu vit ongastaðni
bygt, og til selu vóru
ongi uttan hesir gomlu
bretsku trolararnir, og
teir blivu so keyptir í
stórum stíli. So vítt eg
minnist vóru í tíðar-
skeiðnum 1948—50 26
ella 28 trolarar í Feroy-
um. Hetta vóru gomul
skip, sum kravdu nógv
viðlíkahald, og ikki so
effektiv fiskiskip heldur.
Flestu av hesum skipum
komu tí í fíggjarligar
trupulleikar. Fiskaprís-
urin lækkaði nógv, og
høvdu vit eisini ovnógv
álit til ta kvotu, sum vit
hevdu fingið rætt til í
Onglandi
Heimastýrislógin
einastandandi góð
— Ein tann týdningar-
mesta lóg, sum tú hevur
verið við til at fremja,
man vera heimastýris-
lógin. Hvussu stóran
dent legði tú á hetta?
— Eftir at vit hevdu
verið at kalla suverenir í
fimm ár — hevdu stýrt
sjálvir — hildu vit, at í
hesum lá stórur fyrimun-
ur. Tað var tí ligt, at
Hi
na eina
få
1
Kl
n
S
vit ta máttu fi
nýskipan. Hvussu henda
nýskipanin skuldi síggja
út, var ein annar spurn-
ingur. Vit royndu at seta
okkurt nýtiligt uppá
pappírið, men hin part-
urin, tann danski, skuldi
eisini hava eitt orð at
siga, og tað var torført
at fáa tað at ríma. Men
vit fingu so at enda eina
loysn, sum gjerdist okk-
ara heimastýrislóg.
Henda lóg hevur virkað
heilt einastandandi væl.
Sjálvandi kunnu vit tó
ikki geva heimastýris-
lógini æruna av øllum,
sum er hent. Í hesi tíð
hevur ein stórur fíggjar-
ligur vekstur verið, bæði
her hjá okkum og aðra-
staðni. Øll lond hava nú-
tímansgjert vinnulívið
— eisini vit. Men tað er
einki yvir at dylja, at
stersta orsekin til, at vit
hava kunnað gjørt tað,
er okkara stýrisskipan.
Her hava vit havt ræðið
á okkara egnu inntskum,
og kunnað nýtt ein
stóran part av innteku-
vøkstrinum í samfelag-
num til at stuðla fyri-
tøkum — bæði á landi og
sjogvi. Hartil hava vit
tingið bygt upp eina fyri-
siting, sum eftir mínari
meining virkar rættiliga
væl. Henda stýrisskipan
hevði eisini
fyrimun, nevniliga at
danski staturin helt
fram við at lata stuðul til
Feroyar, men í so nógv
størri mun enn fyrr. Og
hetta hevur havt við
sær, at vit meira hava
kunnað brúkt tey skaptu
økonomisku evnini til at
studla vidari vinnulivi,
enn vit høvdu verið førir
fyri, um vit ikki hevdu
havt hendan
studningin.
em annan
danska
— Tað hevur so ofta
verið sagt, at heimastýr-
islogin er ein rammulóg.
Tá vit nú hava nýtt hesa
lógina hesi mongu ár, er
tað onkur, sum vil vera
við, at javnaðarmenn eru
vorðnir loysingarmenn.
Var tað tykkara hugsan
tå, at staðan skuldi vera,
sum hon var, ella skuldi
lógin brúkast?
— Vit vildu í hvussu
er hava eina víða
rammu, og var hetta ikki
tí, at vit frá javnaðar-
floksins síðu roknaðu
við, at vit í fyrstu fram-
tíð vóru førir fyri at yvir-
taka ell hesi økini, sum
vóru sett upp á listan og
kundu yvirtakast og
gerast til føroysk ser-
mál. Hetta var fult so
nógv fyri, at vit einaferð
með alla kundu sleppa
undan at klandrast um
sjálvstýri ella ikki sjálv-
stýri. Nú hevdu vit
fingið eina rammulóg,
hareftir føroyingar
høvdu fingid sjålvstyri.
Vit måttu tå sjålvir um,
nær vit hildu tíðina vera
búna og økonomisku
berievnini so stór, at
man kundi yvirtaka onn-
ur eki enn tey, sum
vórðu yvirtikin beinan-
vegin.
Fólkapensjónin
— Eitt annað mál, sum
javnaðarflokkurin hevur
lagt alstóran dent á, var
fremjanin av fólkapens-
iónini. I dag sær út, sum
allir eiga æruna av hes-
um. Hvussu varð hetta
móttikið, tá tit tosaðu
um fólkapensión á sinni?
— Frá 1950 til -58
vóru vit í andsteðu, og
tað er ikki alt, ein flokk-
ur í andsteðu fær framt.
Vit høvdu hesi árini ein
hóp av ymiskum upp-
skotum, men tað var so
langt frá, alt varð sam-
tykt. Soleiðis var eisini
við uppskotinum um
fólkapensión, sum vit
løgdu fram i 1957. Vit
fingu ikki uppskotið
gJØøgnum Lg
bert var ein sambands-
maður, sum atkveddi
fyri okkara uppskoti.
Men eftir valið í -58
fóru vit í samgongu við
sjálvstýrisflokkinum og
sambandsflokkinum, og
varð tá tingast um, eins
og nú, hverji mál, hver
flokkur vildi hava framt.
Fyri javnaðarflokkin var
tað avgerandi at fáa
fólkapensiónina framda
tá, og tingast varð um,
hvat skuldi standa ovast
í setningi samgongunn-
ar. Vit vildu hava fólka-
pensiónina fyrst á
skránna, meðan
sambandsmenn fyrst
vildu hava útbygging av
vinnulívinum. Vit samd-
ust so um at seta hesi
bæði javnt.
Nú sigur tú, at allir
vilja taka æruna av
fólkapensiónini. Rætt er
tað, at allir tá atkvøddu
fyri henn, men tann, sum
kom við uppskotinum,
var javnaðarflokkurin.
Tað skerst ikki burtur
Skulu ikki geva
góð ráð
— Nú tú leggur frá tær
sum aktivur politikari,
vilt tú geva flokkinum
góð ráð framyvir?
— Eg hugsi, at man
sum politikari skal halda
seg frá at geva góð ráð
til teir, sum taka við.
Tíðirnar broytast so
nógv, at tað, sum var alt
avgerandi fyri meg, tá eg
kom á ting, tosar einki
menniskja um í dag. Hjá
einum politikara er altíð
at loysa úr lagdi.
Frammanundan vali
verður ofta so nógv sagt,
men tá valið er av, er
uppgávan hjá politikar-
unum at taka saman
hendur og loysa tey mál,
sum liggja framman fyri
teimum. Vit hava so
nógv demi um, at tað er
altíð lættari at ávirka
fólk til tað negativa og