mikudagur 12. mars 1980síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
sosialurin
Bjálvingin —
Í tí seinasta partinum vísti eg
á eina danska kanning. ið
sigur, at um sitt loft verður
bjálvað við 100 mm bjálving.
verður kcstnadurin av hesum
spardur inn aftur eftir tveim-
um árum. Verður sama loft
bjálvað við 200 mm bjálving.
verður hetta spart inn aftur
eftir tímum árum. Taka vit
veggirnar og seta oljunýtsi-
una pr. m í sinum óbjálv
aðum húsum til 15 litrar, vísir
tað seg, at bert ein 1 cm bjålv-
ing minkar um nytsluna við
45 litrum pr. m. Ein 2 cm
bjálving minkar um nýtsluna
við 6 litrum pr. m. Sostatt
síggja vit, at tað altíð kann
loysa seg at bjálva eini hús.
Ødrvisi er tað við sinum hús-
um, ið eru bjálvað — um enn
kanska ikki nóg væl —
frammanundan. Her vil t.d.
ein uttanhýsis bjålving, ið
kann vera ógvuliga kostnað-
armikil. ikki verða spard inn
aftur fyrr enn eftir 20—30 ár
um.
Set hitan niður
Ein ógvuliga kontantur og
skjótur háttur at spara olju, er
at seta hitan í húsinum niður.
Rokna vit við einum miðal-
hita uppá 217. vísir ein
kanning. at fyri hvert stig
hitin økist. økist oljunytslan
vid 6%. Í tí bjálvaða húsinum
kostar hvert hitastig 200 litrar
av olju um árið (fyri eini hús
uppá umi. 100 m?). Í tí óbjálv
aða húsinum umi. 500 lítrar
um árið. Um hitin í tí óbjálv-
aða húsinum verður settur
niður úr 23” tjil 20” verða 1500
lítrar (ella fyri 2295 kr.) spard-
ir í olju um árið. Í tí bjálvaða
húsinum er sparingin 600
lítrar (eila fyri 918 kr.) um árið
Midstøduketilin
Um vit rokna vid at fåa 75%
nyttukaloriur burtur úr oljuni í
einum góðum midstøduketii,
vísir tað seg. um midstødu-
ketilin ikki er í lagi, at nyttan
minkar niður í 55% ella meir
Hervið veksur oljunýtslan við
umi. 35% um árið.
Radiat .
Í gomium húsum er ein stórur
hitamissur út igjøgnum
veggin aftanfyri
radiatorarnar. Hetta kann
betast uppá við at bjálva
veggin. ið radiatorurin situr á.
Aftanfyri sjálvan radiatorin
kann harafturat límast eitt
blankt metalfolio, ið tveitir
geislahitan frá radiatorinum
aftur inn í rúmið. Rúmið mill-
um radiator og útvegg má
ikki vera undir 20 mm, annars
vil hetta minka um hitaevnið
hjá radiatorinum. Bjálvingin
av vegginum eigur annars at
fara fram sum tað er nevnt í tí
fyrru greinini.
»
| Myra Í
)
ul
+ =
>
føj
Ikki ov tætt hús
Húsið eigur at verða bjálvað
so væl sum gjørligt, men tað
eigur ikki at vera so tætt, at
eitt naturligt luftskifti verður
forðað. Luftskiftið í húsinum
førir ta luftina vit anda út og
eimin frá køkinum, baðistov-
uni og vaskirúminum út úr
húsinum, samstundis sum
nýggj. frisk luft verður ford
inn aftur. Gongur hetta luft-
skiftið ov trekt, økist vætan í
luftini og rútar og aðrar
kaldar flatur fáa hana at
degga. Hetta kann føra til
umfatandi fuktskaðar.
Eini gomul, étøtt hús skifta
luftina út uml. tvær ferðir um
tíman. Hetta svarar til eina
oljunýtslu uppá umi. 1500
litrar um árið (ella fyri 2295
kr.). Fyri eini vanlig tøtt hús er
luftskiftið uml. 0,7 ferðir um
tíman, eila 540 litrar av olju.
Eini heilt tett hús útskifta
luftina 0,4 ferðir um tíman,
eila umleið 300 litrar av olju. Í
hesum rúminum er tað tí ofta
neyðugt, um tey ikki hava
nairkonditiona ella aðra me-
kaniska útluftan, at lata
nøkur vindeygu upp reglu-
liga. fyri at endurnýggja luft-
ina inni. Hetta kostar nógv í
olju og ein partur av bjálving-
arkostnaðinum er her farin
fyri skeytið. Henda mitamiss
kunnu vit fáa aftur um tað
verður installerað eitt so-
nevnt hitaendurvinningartól,
ið sýgur luftina úr øllum
rúmunum í húsinum, tekur
hitan burtur úr avlopsluftini
og sendur nýggja og fríska
luft innaftur. Eisini er tað
møguleiki við hesum tólum at
tilseta luftini vætu, um hon
frammanundan er ov turr. Eg
skal kom nærri inn á hetta
evnið í næstu grein.
Vindeygu og hurðar
Millum vindeygu/hurðar og
útveggin er eitt giop, ið ofta
er torført at fáa tætt. Mynd Il
sýnir eitt vindeyga við »for
satsrammu«. Ímillum vind-
eygaskarmin og veggin er
bjålvingarevni, ið uttast er
gjørt regntætt við elastiskum
og vætuskýggjandi evni. Inn-
ast er opnið gjørt vindtætt
við pussi ella skúmevni, ið
samstundis eigur at verða
damptætt. innanfyri hetta
lagið hevur man oftast ein
dekningslista. Tað er eisini
meira vanligt at nýta ein
dekningslista uttast, so at tað
bleyta, eslastiska evnið íkki
verður slitið burtur ov skjótt.
-
r
|
Kjallaragólvið
Tá gólv liggja beinleiðis niður
móti jarð, kann bjålvingin av
hesum býtast upp í fylgjandi
partar
Eitt trægólv á lektum við
bjálving ímillum (mynd IV),
eigur at hava eitt vætu-
skýggjandi lag ímillum lektir/
bjálving og undirlagið. ið oft-
ast er eitt betongdekk. Her er
uppgávan hjá tí vætuskyggj-
andi lagnum at forða vætuni í
jørdini at treingja upp í træið
omanfyri og at rota tað
Eitt betonggólv við bjálv
ing niðri undir (mynd III) nyt-
ist einki vætuskýggjandi lag,
um bert bjálvingin í sær sjålv-
um er gjørd vætuskýggjandi
og um slitlagið ovast (brendar
leirflísar eila líkn.) tolir vætu.
Tolir slitlagið ikki, at væta
treingir upp í tað úr neðra, so
sum vinyl, linoleum o.a., eigur
eitt vætuskyggjandi lag at
vera í millum hetta slitlagið
og betongdekkið.
Á myndunum Ill og IV
síggja vit eisini, at har er inn-
stoyptur ein bjálvandi lætt-
betongsteinur í sjálva grund-
ina árakað kjallaragólvið.
Hetta er gjørt fyri at kuldi íkki
skal »siåa« inn í gjøgnum og
kala um gólvið. Eisini er tann
parturin av betongvegginum,
ið er undir jarð bjálvaður
innan við vætuskýggjandi
bjálving. Henda bjálving kann
við sama, góða úrsliti setast
uttan á vegginum, men har
má hon tó verjast ímóti skam-
fýling við pappi og folio.
Tey dømi eg havi nevnt her
viðvíkja bjálvingini av kjall-
aragólvinum í einum van-
ligum betongsethúsum. Tað
finniast ein ørgrynna av húsa-
sløgum og somuleiðis ein
ørgrynna av kjallaragólum.
T.d. havi eg ikki nevnt >krúpi-
kjallarana, ei heldur kjallara-
gólv við hita í. Men av tí at
tað ikki er pláss at viðgera øll
hesi evni, kann eg ístaðin
vísa á tey stað, har man kann
leita sær nærri upplýsingar
um hesi evni. Statens Bygge-
forskningsinstitut, Keyp-
mannahavn, hevur givið eina
mongd av bóklingum út um
hesi evni, og teir kunnu fáast
bíliga til keyps. Eisini hevur
Rockwool-verksmiðjan givið
eina mongd av ritum út um
bjálving og tey kunnu fáast
við at venda sær til t.d. timb-
urhandlarnar
Trýst ikki bjálv-
ingina saman
Taka vit eina 100 mm bjálving
kann tað sum heild sigast, at
steinull og glasull hava somu,
góðu bjálvingareginleikar
Síðani kemur polystyren,
granulat og carbamidskúm
(holmúrsveggir), og fara vit
Bjarki Hojgaard
møbla- og innrætt-
ingar ark.
longur, koma leys, brend
leirevni og lættbetong, ið
hava ein bjálvingareginleika,
ið liggur 5 ferðir lægri enn tey
áður nevndu Lættbetong
verður harafturat eisini nýtt
sum ein partur av tí berandi
konstruktiónini.
Tað eigur at gerast vart við,
at bjálving so sum glas- og
steinull ikki má trýstast sam-
an tá ið hon verður legd út,
annars við hetta minka um
bjálvingareginleikan. Eisini
má ansast eftir, at bjálvingin
er løgd væl út og ikki hevur
op inn ímillum. Tey vindtøttu
og damptøttu løgini í veggin-
um eiga so vítt gjørligt at
sambindast við tey somu
legini í loftinum (mynd V), so
at kuldabrýr og kondens-
skaðar ikki koma fyri.
pt!
= 1910 TTSIIGISIGN
Kuldabrýr
Kuldabrýr eru evni ella op í
konstruktiónini, ið leiða
kuldan inn í húsið. Eg skal her
nevna nøkur dømi.
Á mynd lll og IV sóu vit, at
ein lættbetongsteinur var
stoyptur inn í grundina
árakað kjallaragólvið. Var
hesin steinur ikki innmúraður
og eingin bjálving ímillum
kjallaragólvið og útveggin,
vildi kuldin uttan í frá »sligid«
inn í gjøgnum veggin og inn
eftir kjallaragólvinum, ið
hevði blivið fótkalt og verið
útsett fyri kondensvatni.
Op í bjálvingini, tað veri
seg í vegginum eila í loftinum
kunnu eisini vera kuldabrýr
Hervið verður ein partur av
vegginum kaldari enn restin
og vætan í inniluftini vil betur
kunna degga hesi stødini.
Dustið í luftini vil so hava
lættari við at seta seg á hesi
stað og vit fáa ein vegg við
blettum.
Seymir, ið ganga í gjøgnum
klædningin innan og út í t.d.
ein betongvegg. kunnu eisini
vera kuldabrýr. Her vilja tey
keldu seymhøvdini fáa
vætuna at døgga og veggurin
verður avtikin vid dustblett-
um.
| etagubyggjarii vid berandi
jarnbjålkum sær man ofta
myrkar ripur inn eftir loftin-
um har bjålkarnir eru. Hetta
eru eisini kuldabryr.
Nr. 20 — 12. mars 1980
Samantikin kann sigast, at
skal sleppast undan kulda
brum, skal ansast eftir, at
tung evni (betong, jarn v.m.)
ikki ganga frå ti uttaru siduni
av húsunum og inn í tey inn-
aru, uttan so at tey eru væl
bjálvað sær. Heldur ikki eiga
op at vera í bjálvingini og
opið millum vindeygu, hurðar
og útveggin eiga at verða væl
bjálvað og tøtt
Ikki
bara
í Foroyum
Tað er ikki bara í Feroy-
um, at Sosialurin verður
siteraður.
Nei, nei. Morgunblað-
ið í
eisini
keldu.
Reykjavík brúkar
sosialin
sum
Aftur eitt prógv um
dygd og áhugaverdan
tidindaflutning í Sosial-
inum!
Verður fiskeldi þýð-
ingarmikil atvinnu-
grein í Færeyjum?
FÆREYINGAR hafa mikinn
áhuga á að hefja fiskeldi í
stórum stíl og telja, að ef rétt
verður að málum staðið, geti
þeir að nokkrum árum liðn-
um framleitt 10 þúsund tonn
af eldisfiski og áætla útflutn-
ingsverðmætið. um 500 millj-
ónir danskra króna eða sem
nemur um 3,7 milljørðum
íslenzkra króna. Á síðasta ári
nam útflutningur Færeyinga
á sjávarafurðum rúmlega 760
milljónum danskra króna.
Í blaðinu Só inn yar nýlega
fj um i mál og segir þar
m.a., að sjávarútvegurinn, sem
Færeyingar hafi að mestu byggt
tilveru sína á, hafi tekið miklum
breytingum síðustu ár. Sókn á
fjarlæg mið hafi minnkað og það
sé vafasamt að Færeyingar geti
notið sømu lífsgæða og á síðustu
árum ef þeir verða að treysta
eingøngu á heimamið.
Bendir blaðið á, að fiskeldi hafi
gengið vel í Noregi og í Danmørku
og að tilraunir með fiskeldi í
Færeyjum hafi gefið góða raun,
auk þess sem sérfræðingar álíti að
aðstaða til fiskeldis í Færeyjum sé
sérlega góð. Blaðið varar við því
að flanað sé að neinu í þessum
efnum og vill að stjórnmálamenn
sjái til þess að fiskeldi fái fjár-
hagslegan stuðning, meðan þessi
atvinnuvegur er að komast á legg.
Fyrirtækið Fiskaling hefur gert
tilraunir med silungsræktun allt
frå 1970 og keypti å sinum tima
regnbogasilungshrogn frå fiskeld-
isstøðinni Laxalóni vid Reykjavik.
Arid 1971 voru flutt åt um 8 tonn
af regnbogasilungi frå Fiskaling,
en síðustu árin hefur útflutning-
uinn verið um 100 tonn og er stór
hluti silungsins seldur danska
verzlunarhring»"m IRMA,
Um tu ikki heldur
so ring beinanvegin
11820 ella 14720
P.S. Ringir tú beinanvegin, fært tú
Sosialin ókeypis sendandi til 1. april.
RA